fríggjadagur 9. juli 1999síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
á
%
A es
NR. 128 - 9. JULI 1999
tíðindablaðið
21
Nogv fleiri ferðafólk
Seinastu trý árini er ferðafólkatalið
økt heilt munandi, sigur Niels Olgar
Joensen. Hann rekur saman við
systrini, Maiken Joen-Jacobsen,
Vallaraheimið á Giljanesi
EDVARD JOENSEN
Ferðafólkatalið er okt mun-
andi seinastu trý árini. Í år
eru fleiri ferðafólk enn í
fjór. Í øllum førum á Vall-
araheiminum á Giljanesi í
Vágum.
Niels Olgar Joensen rekur
vallaraheimið saman við
systir síni, Maiken-Joen
Jacobsen. Maiken hevur
dagligu leiðsluna.
Niels Olgar Joensen sig
ur, at tey seinastu fimm árini
hava víst, at ferðavinna í
Føroyum kann fara at verða
til nakað.
Men tað er fyrst nú, fólk
eru farin at leggja merki til
føroyska ferðavinnu úti í
heimi, heldur Niels Olgar
Joensen.
Tað er greitt, heldur hann,
at allar lýsingarnar, vit dag-
liga senda út í heimin, hava
latið eyguni hjá fremmanda
ferðamanninum upp.
Og so hava danir hoyrt so
mikið nógv um Føroyar
seinnu árini, at teir fegnir
vilja síggja hetta landið við
egnum eygum
So Niels Olgar sannar
orðini hjá danska ferða-
vinnu konginum, Simon
Spies, sum segði. at ring
umtala var betri enn eingin
umtala.
Bólkarnir álitið
Niels Olgar Joensen sigur,
at tað eru bólkarnir, sum eru
álitið hjá vallaraheiminum.
Sjálvandi koma eisini
einstaklingar, men teir
leggja ikki tað sama eftir
seg, sum bólkarnir gera.
Serliga eru tað danir, sum
ferðast í bólki, sigur Niels
Olgar. Og tað eru eisini flest
danir, sum vitja vallara-
heimið. Síðan koma týsk-
arar og aðrir curopearar.
Meðan føroyingar eru nógv
flestir um veturin
Tá er ofta talan um ítrótt-
arfólk.
Og so á Vestanstevnu. Tá
er altíð fult.
Niels Olgar Joensen sig-
ur, at tey hava serliga gott
samstarv við eina ávísa
danska ferðamannastovu,
sum plagar at senda danskar
skúlaflokkar hendanvegin.
Hesi koma vanliga beint
áðrenn og beint eftir summ-
arfrítíðina hjá skúlunum.
Tey plaga so at búgva tvær
nætur í Vágum, tvær á
Fjallsgarði í Oyndarfirði og
tvær í Havn.
Tungt at reka |
Hóast ferðafókini eru væl
fleiri nú, er strævið at reka
vallaraheimið, sigur Niels
Olgar Joensen.
Ynskiligt hevdi avgjørt
verið at nym6tansgjørt.
Men tað er tungt.
Sum er, melur bara
akkurát runt. Men koma
munandi fleiri fólk, fer tað
kanska at ganga.
Standardurin á vallara-
heiminum má avgjørt
hækka nógv, sigur Niels
Olgar.
Niels Olgar Joensen sig-
ur, at tey fólkini, sum búgva
á vallarheimi, brúka nógvar
pengar til annað enn at
búgva, meðan tey eru í Før-
oyum. Tað er bara mátin,
tey búgva uppá, sum er bí-
ligari enn hjá teimum, sum
velja at búgva á hotelli.
Tað eru serliga tveir bólk-
ar av vallaraheimsfólki,
vísir Niels á.
>Tey, sum lesa, og tey,
sum hava lisið.<
Tað er týðuligt, at fólk við
góðari útbúgving tykjast
velja hendan ferðingarháttin
aftur, fyri líkasum at minn-
ast aftur á gamlar dagar.
Tilboð í Vágum
Tað eru fleiri tilboð til
ferðamannin, sum kemur
vestur í Vágar.
Tað verið seg gongutúrar,
siglitúrar ella túrar á rossa-
baki.
Ein túrur, tey flestu ferða-
fólkini, sum koma í Vág-
arnar, gera, er túrurin út á
Bøsdalafoss. Summi fara til
gongu við ferðaleiðara,
meðan onnur heldur vilja
fara uttan.
Men tey snýta seg sjálvan
fyri ymiskt, sum ferðaleið-
arin dugir at siga teimum,
sigur Niels Olgar.
Eisini ber til at leiga ross
og ríða túrin fram við vatni-
num út á Bøsdalafoss. Men
heldur ikki tað tilboðið hev-
ur fingið ta undirtøku, tað
heyði uppiborið
Hóast nógv fólk koma
vestur í Vágar, er kortini ein
bólk, sum lítið sæst til. Tað
eru tey, sum ferðast í camp-
ingbili.
Kanska er tað ov tvørligt
at skula fara við ferju um
Vestmannasund.
Men Niels Olgar Joensen
heldur kortini ikki, at vága-
fólk hava mist so nógv av
teirri orsøk.
Hann sigur, at sum hann
skilir á ferðavinnufólki i
Streymoynni og Eystur-
oynni, halda hesi ferðafólk-
ini ikki tær reglur, galdandi
eru. Eitt nú brúka tey ikki
tey góðkendu plåssini, slíkir
bilar skulu setast á.
Eisini bussar
Nú er tað soleiðis, at um-
framt vallaraheimid, eru
bæði bussar og lastbilar í
familjuni Joensen í Sanda-
vági.
Og ferðafólkini, sum
koma á vallaraheimið,
brúka eisini bussarnar hjá
Finni, sum er faðir teirra
Maiken og Niels.
Og júst bussarnir eru eitt
gott aktiv hjá vallaraheimi-
num. Hesir bólkarnir, sum
koma hendanvegin at ferð-
ast, skulu jú eisini flytast
runt í landinum. Tey vilja
síggja landið, sigur Niels.
Bara ein vanligan busstúr,
ein túr undir Vestmanna-
bjørgini, ella hvat tað nú
kann vera.
Men at hava bussar í Vág-
um er ikki bara lætt. Kapp-
ingin hevur verið hørð og
órættvís, serliga frá Strand-
ferðsluni, sigur Niels Olgar
Joensen.
Hann vísir á, at Strand-
ferðslan og Bygdaleiðir
hava havt tann politikk, at
bláu bussarnir hava havt
framíhjárætt at ferðast um
Vestmannasund við ferjuni.
Eisini bussar uttan um flog-
rutuna.
Tað er komið fyri, at tveir
bussar, sum báðir hava
koyrt leigutúr, hava staðið
á Oyrargjógv. Tann blái er
sloppin við, meðan tann
guli noyddist at standa eftir,
hóast hann var fyrr á stað-
num.
»Ta0 er greitt, at tá
www.sosialurin.fo
Niels Olgar Joensen
fegnast um,
at tað koma fleiri
ferðafólk til landið.
Men umsteðurnar
at taka í móti teimum
áttu at verið nógv betri,
heldur hann
Strandferðslan kann bjóða
fólki ta trygdina, at tey
sleppa beinanvegin ul
Havnar, leiga tey heldur ein
buss frá Bygdaleiðum. enn
frá okkum,< sigur Niels
Olgar Joensen
Tó fer hetta ivaleyst at
batna, tí Kappingarráðið
hevur vidgjørt eina klagu og
álagt Strandferðsluni at við-
gera allar bussar líka
Annaðhvort skulu allur
leigubussar hava framíhjá
rætt við ferjuni. Ella skal
eingin
Nú er tað so upp til
Strandfaraskip Landsins,
hvør møguleiki verður vald
ur
S
Atlantic Airways
MAERSK AIR
ICELANDAIR 4
MIWSAS
arve Travel
TIf. 31 26 00