leygardagur 10. juli 1999síða 3
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 129 - 10. JULI 1999
tíðindablaðið
Tørsvøllur:
- Langt uti!
Hetta heldur bygdarráðsformaðurin i Kirkjubøar
Kommunu, Annfinn Brekkstein, sum heldur tað vera
lógið, at peningur ikki er tókur til barnaansing og
eldrarøkt, tá tað eingin trupulleiki er at blæsa 8 milliónir
krónur í Tórsvallarætlanina.
- Hjá summum ber alt til og
alt er møguligt, heldur Annfinn Brekkstein
DAGFINN OLSEN
Annfinn Brekkstein, bygd-
arráðsformaður í Kirkjubø-
ar Sóknar Kommunu, er
6nøgdur við, at landsstyris-
maðurin í undirvisingar- og
mentamálum ikki eigur
nøkur oyru til afturbering til
bygging av einum skúla í
eini kommunu, ið hevur
klárað at svarað hvørjum
sítt, samstundis, sum eingin
trupulleiki tykist vera hjá
figgjarnevndarpolitikarum
og landstyrismanninum at
finna pening at stuðla Tórs-
vallarætlanini, sum Annfinn
í sær sjálvum einki hevur í
móti. Men at so nógvur pen-
ingur verður nýttur til
stuðul, tá annað liggur í
andaleypi, tað er honum ov-
boðið.
Odugnaskapur
- Hetta má sigast at vera
ódugnaskapur av ringasta
slag. At politikararnir í
figgjarnevndini finna útav,
at væl ber til at finna 8
milliónir at stuðla Tórsvolli
við, samstundis sum barna-
ansing og eldrarøkt liggja í
andaleypi í samfelagnum, tí
politikararnir ikki vita
hvønn veg teir skulu venda
sær, tað haldi eg er langt úti,
sigur Annfinn Brekkstein.
- Eg kann ikki góðtaka,
at Signar á Brúnni kann
blæsa 8 ella 10 milliónir
krónur í Tórsvoll, og ikki
ikki kann geva Kirkjubøar
Kommunu stuðul til skúla-
bygging, tá onnur kunnu fáa
og hava fingið, tá hann við
lóg hevur álagt kommunu-
ni, at karmarnir, ið skúla-
verkið arbeiðir innanfyri,
eru í lagi, sigur Annfinn
Brekkstein.
Hann sigur, at teir fingu
at vita, at kommunan ikki
fekk stuðul til skúla-
byggingina og kommunan
góðtóku hetta, hóast ein
kann seta spurnartekin við,
hví Tórsvellur knappliga
Anfinn Brekkstein er argur um, at Tørsvøllur fær so
nógvan stuðul, tá peningur ikki er til skúlabygging og
fær so nógvan pening.
- Tað er langt úti og má
metast sum ein táta frá
myndugleikunum, at Tórs-
vøllur hevur so stóran týdn-
ing, meðan eldrarøkt og
annað ikki fær uppibornar
sømdir. Kirkjubøar komm-
una hevur gjørt fløgu i
barnagarð fyrst í 90'unum,
sum nú er útgoldin. Kirkju-
bøar Kommuna stendur
„skuldarfrí, nú farið verður
undir skúlabygging og hug-
stoytt er at vita, at skatta-
peningur ikki er javnt býttur
og okkara borgarar fara at
gjalda til vallir og annað enn
einaferð, tá sømdir ikki
verða givnar til iløgur her í
kommununi, heldur Ann-
finn Brekkstein.
Gjalda fyri onnur
Tað er, sum skulu vit, ið
eldrarøkt
klåra okkara skyldur, gjalda
fyri onnur, 10 ikki klåra at
svara hvørjum sitt, heldur
Annfinn Brekkstein.
- Nå fara myndugleik-
arnir inn og spræna pening
inn aðrastaðir, meðan vit, ið
hava spart í 90'unum, og
einki skylda, fara í holt við
ein skúla, og so siga mynd-
ugleikarnir, at vit hava
ongan stuðul tykkara, tað
má ein siga er langt úti. Men
hjá summum ber alt til og
alt er møguligt, heldur Ann-
finn Brekkstein, bygdar-
ráðsformaður í Kirkjubøar
Kommunu, og hann leggur
dent á, at hann einki hevur
ímóti Tørsvølli og hann
fegnast um, at ein veruligur
vøllur kemur í Havn, men
hann metir, at skattapening-
urin eigur at býtast javnari.
Føroyingur við
Ein fóroyingur er við á fotoframsýningini Stella Polaris
99, sum letur upp í dag í Listaskálanum
DAGFINN OLSEN
I dag letur upp framsyning
i Listaskålanum. Hetta er
syningin Stella Polaris 99,
har nordurlendsk mynda-
fólk luttaka og kappast.
Á framsyningini luttekur
ein føroyingur. Kirsten Ol-
sen åtti eina av teimum 208
fotomyndunum, ið dómar-
arnir valdu út millum tær
1641 innkomnu myndirnar.
Kirsten Olsen kallar
mynd sína Basalt med
Variationer og hon er at
síggja í Listaskálanum frá
10. til 18 juli. Mánadag til
fríggjadag er sýningin opin
frå klokkan11 - 17 og leyg-
ardag og sunnudag frå 14
til 17.
i bili
Ferðist biliga,
Tørshavn -
Hanstholm
ella hinvegin
Fráf. Tórshavn úr €inan*
27/8, 3/9, 10/9, 15/9
Fråf. Hanstholm 9
14/8, 21/8, 28/8, 4/9, 11/9
fyri on
Ferdist biliga,
Tórshavn -
Bergen
ella hinvegin
Noregs 4657
ut hvønn
Ferdist biliga,
Tórshavn -
Lerwick
ella hinvegin
úr e tinan?
- 375,-
fyri Ål
Ferðist biliga,
Tórshavn -
Seyðisfjorður
ella hinvegin
Íslands eg
Fráf. Tórshavn, 05,
11/8, 18/8, 25/8, 1/9, 8/9, 15/9
Fråf. Seydisfjørdur fyri ð
26/8, 2/9, 9/9, 14/9 5
Til
20 Ferðist biliga,
< Tórshavn -
+ Hetland-
Skotland
ella hinvegin
Skotlands
úr eina an?
1.135,-
Ring og hoyr meira! fyri ir
Kirsten Olsen kallar mynd
sína Basalt med
variationer
Mynd: Jens Kr. Vang