Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-10, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 10. juli 1999síða 5

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 129 - 10. JULI 1999 tíðindablaðið Góðska á høgum stigi Sum fyrsta virkið í Føroyum hevur Sp/f Grannskoðan Jóannis Skorheim í Klaksvík fingið altjóða ISO 9001 góð- kenning JOHN JOHANNESSEN Seinasta hósdag fekk fyrsta føroyska virkið høgt mettu altóða góðskugóðkenning- ina, ISO 9001. Talan er um Smápartafelagið Grann- skoðan Jóannis Skorheim í Klaksvík. Í sambandi við handanina av ISO 9001 sertifikatinum, var m6ttøka hildin í virkis- bygninginum í Klaksvík. Væl av fólki var til mót- tókuna, har kunnað varð um, hvat góðskukervið ISO 9001 er og hvat tað stendur fyri. Samstundis varð eisini kunnað um samarbeiðsav- talu, ið Grannskoðan Jóan- nis Skorheim hevur gjøt við ráðgevingarstovnin EQC í Danmark. Prógv um góðsku Jóannis Skorheim, stjóri á grannskoðanarvirkinum í Klaksvík, sigur, at ISO 9001 góðkenningin er eitt prógy um, at arbeiðið á virkinum verður gjørt til lít- ar, at góðskan av arbeið- inum er á høgum stødi. ISO (International Stand- ard Organisation) er altjóða viðurkent góðskumerki. So- statt hevur ein ISO góðkend fyritóka í Føroyum ful- komiliga eins góðkenning, sum ein ISO fyritøka í til dømis USA ella Australia. Tað finnast fleiri slóg av góðskugóðkenningum, ið ISO 9001 góðkenningin er í ætt við. Til dómis kunnu ISO 14001 umhvørvisg60- kenningin og HAACP g60- kenningin fyri matvøru- dygd nevnast. Hesa seinnu kenna helst flestu av før- oysku fiksavirkjunum. Fyrsta og einasta Sp/f Grannskoðan Jóannis Skorheim er fyrsta og í løt- uni einasta virkið í Føroy- um, sum hevur fingið ISO 9001 góðkenning. Sambært stjóranum á grannskoðanarvirkinum, var Jóannis Skorheim eisini fyrsti skrásetti granskoðarin í Klaksvík og helst eisini fyrsti skrásetti granskoðarin í Føroyum. So sigast kann, at í hesum føri gongur Klaksvikin undan. Granskodaravikrid i Klaksvík valdi ráðgeving- arfyritøkuna EQC í Dan- mark til ráðgeva, tá fyrireik- ingarnar til eina ISO góð- kenning vóðru settar í verk. Leidslan visti, at hesin stovnur hevði hjålpt fyri- tøku i Odense, tå hendan skuldi gera sinar fyrireik- ingar til ISO góðkenning. Hendan danska fyritøkan fekk góðkenningina við fyrstu „upptókuroynd“ hjá góðkennandi myndugleik- anum, ið eins og hjá Grann- skoðan Jóannis Skorheim í Føroyum. Hetta felag er eis- ini i Føroyum, og ber tað heitið EQC - FO. Hetta fel- ag virkar sjålvstødugt innan ráðgeving í góðsku í um- hvørvisstyring, leiðslu, marknaðarvitan, projekt- leiðslu og tílíkum. Tó fær felagið serkøna ráðgeving frá danska EQC, tá tað gerst neyðugt. EQC í Danmark er uppbygt við einum netið, ið umfatar ómetaliga nógv innan ráðgeving á ymsum økjum, bæði innan privata og almenna vinnu. Endamálið hjá EQC er at hjálpa virkisleiðsluni við góðari og effektivari stýr- ing, so øll liðini verða betri skipað og virkið harvið fær betri úrlist á nidastu linju í roknskapinum. Hetta verður nú eisini galdandi fyri Sp/f Grannskoðan Jóannis Skor- heim í Klaksvík. lesarabrøv Eingin konsert å vestanstevnu Ungdómurin er so dyggiliga svikin í Vágum, tí eingin konsert verður inni á Gilja- nesi kortini. Vága Undir- haldstónleikarafelag (VUF) er eitt nýtt fleag, ið hevur til endamáls at menna tón- leikin og umstødurnar i Vågum. I hesum sambandi var ætlanin at hava eina konsert å Giljanesi fyri fyrstu ferð nakrantíð. Alt var planlagt til tað minstu detaljuna og alt var kllárt at seta upp, men so kom steðg- ur í samráðingarnar við SIF, sum fær allan ágóðan av stevnuni. Tað stutta av tí langa er at SÍF vildi hava meir enn nokk var av møgu- ligum yvirksoti enn ríkiligt var, uttan at gera nakað sum helst. Hetta var sjálv- sagt ein ov stórur biti hjá VIF at svølgja. Tí: Eingin konsert. Hetta var sera harmiligt ti allir tónleikabólkarnir hava vant leingi til júst hetta endamálið. Steinur oman á byrðu kom so mikudagin tá Vak- hús breyt eina avtaluið ein bólk í okkara felag. Mein- ingin var at bólkurin skuldi spæla í Vakhús fríggja- kvøldid. Limirnir hava broytt vaktir og annað fyri at tað skuldi verða møguligt at spæla til dansin hetta kvøldid. Men Vakhús hevur í eintingum skaffa eitt ann- að orkestur til at spæla tí hesir eru bíligari. Sjálvandi vilja øll hava alt so bíligt sum møguligt, men ein avtala er ein avtala, og ikki nakað sum man broytir 2 dagar áðrenn avtalan geldur. Av tí at SÍF og Vakhús ikki vilja stuðla einum fel- agið sum er í Vágum (eisini Sandavági), og er menn- andi, so hava vit gjørt av, at eingin vágabólkur (allir eru limir hjá okkum) fer aft- ur at spæla fyri SÍF og Vak- hús. Góða vestanstevnu Vegna Vága Undirhaldstónleikarafelag John Johansen rr Er I í Makligt lív undir Molsfjøllunum Stena Hotel, ið er eitt av fremstu hotellum í Grenå, liggur nær havnaøki, baðistrond og viðarlund i I dupultkamari i 1 viku / Fyri hvonn......Kr. 4.550,- í af AM Fráferð ur Føroyum hvønn leygarðag frá 19/6 - 14/8 Íroknað prísin er flogferð vid ferdaavgjøldum og innivist á Stena Hotel í eina viku við morgunmati tavanger - Comfort Hotel Grand Ørandi upplivingar Stavanger er ein altjóða teknopolis, við ríkum og fjøllbroyttum mentunarlívið í Í dupultkamari í 1 viku / Fyri hvonn......Kr. 4.825, sø” LA Fráferð úr Førovum hvønn mikudag frá 23/6 Iroknað prisin er flogferð við ferðaavgjaldum og innivist á Comfort Hotel í eina viku við morgunmati -- Billund- Danland Feriebotet Søndervig - 1 vika Søndervig liggur við Vesturhavið skamt frá Ringkøbing, og bert ein tíma í bili frá Billund.... % Ibudirnar eru góðar og hava allar neyðugar hentleikar. Á hoteløkinum eru matstovur. subtropiskt baðiland, hitarúm, solarium. bordtennis, billiard, vaskari o.m.a Íbuðir (4 fólk) Fyri hvønn vaksnan.....Kr. 3.860,- Fyri hvort barn.............Kr. 2.645,- Fráferð úr Foroyum hvønn hosdag og leygardag frá 20/6 - 15/8 Íroknað prisin er foged við ferðaavgjeiðum og innivist í íbuð í eina viku X. ms —wiiiii | [[——————————m Ut i heim við Atlantic Airways... Sí annars øll okkara góðu tilboð í blaðnum "Út í heim" Tað er óneyðugt at ferðast tusundtals kilometrar og standa í kvalandi heitum floghavnum og bíða í tímavís fyri at fara út í verðina at ferðast Norðurlond og Bretland eru grannalagnum, og har er alt, sum ein ferðamaður yvirhevur kann droyma um Verðin er í grannalagnum og stendur við víðopnum føvningi og bíðar eftir tær S Atlantic Airways Tel 333 900 - Fax 333 380 Ferdirnar kunnu bileggjast å øllum ferdaskrivstovum kring landið TEL 355 355 GG SANSIR