leygardagur 10. juli 1999síða 12
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
12
tíðindablaðið
NR. 129 - 10. JULI 1999
Til minnis um John Smith
Alt ov tíðliga fórt tú - frá
tínum nærmastu - men ikki
minst frá tínum gerningi -
teimum so mongu uppgåv-
um, sum tú setti tær fyri at
umrøda, vidgera og loysa,
og sum tú gavst alt títt liv.
Mær untist tíanbetur at
kenna teg hesi seinastu ár-
ini, og hevur títt heita og
inniliga hjarta og títt so
góða høvd havt stóran tydn-
ing fyri meg
Tú vart nakað serligt. Ein
einari millum 45.000 før-
oyingar. Og so var tú bara
so øgiliga nógv. Tú fylti
nógv, men samtíðis so lítið.
Tu var eitt so livandi menn-
iskja samtíðis sum tú eisini
var so afturlatin og dapur,
tigandi og hugsandi. Nær-
um einki tú segði ella gjørdi
hevdi sín uppruna í tilvild-
ini. Alt var so væl umhugs-
að. úttonkt. Tú kundi gruna
leingi um stór sum smá mál
- til so brádliga við sjáld-
sama fáum og ótrúliga bein-
raknum orðum at "sláa" til.
Og orð tíni kundu koma
sum snarljós frá opnum
himni. Føldi tú, at mál, sum
tú metti høgt og striddist
fyri, ongan góðan áttu ella
vórðu illa handfarin, breyt
tú um um armar og fór til
verka.
Ja mestum tá eingin rokn-
aði við tí, heyði tú eitt svar.
Hetta kundi oftani vera so
mikið væl undirbygt og
gjøgnumhugsad, at mong
høvdu ikki tol ella evni at
fylgja tær. Var tað sakin,
sum skuldi verjast, so eirdi
tú hvørki teg sjálvan ella
onnur. Tú góðtók bara for-
nuftig og relevant argu-
ment. Líka til sakina - heilt
inn at kjarnuni. Einki
uttanumtos. Soleiðis var tú
í tínum gerandisdegi - í
heimi tínum, á kjakfundum,
í blaðgreinum, ja alla staðni,
har tú vart. Til dystin fús at
verja og undirbyggja eina
góða sek.
Nú eg siti og skrivi hesi
fátæku orð til tín og um teg
John, renna mær til hugs
mong góð minni. Júst tí, at
tú var ein so stór per-
sónligheit og so evnarikur,
standa hesi minni so klár.
Minnist títt spyrjandi og
fryntliga, men samtíðis av-
gjørda brá, tå tú so stillførur,
nærum ljóðleysur, gloppaði
dyrnar inn til skrivstovu
mína á Argjum - við kaffi-
koppinum í aðrari hondini
og ballinum i hinari. For-
vitin sum altid, men eisini
ti tú hevði okkurt upp á
hjartað. Og úr lummanum
kom ein diskur við ikki bert
eini, men fleiri háaktuellum
greinum, oftast viðmerking-
um til dagsins mál. Aðrenn
onnur so dánt høvdu sodnað
seinastu tíðindini í útvarp-
inum, var tú longu klárur
við viðmerkingini.
John kundi vera sera
drúgvur, ómetaliga drúgv-
ur, tá hann fór í gongd, so
nógv hann hevdi upp á
hjartað. Men tey, ið høvdu
og góvu sær stundir at lurta
ella bara vera saman við
hesum framúrskarandi
menniskjanum, fingu tað so
eisini afturlønt andaliga og
hugsjónarliga.
Tað er ikki lætt at skula
siga einum av sínum góðu
vinum farvæl á henda hátt.
Tað kenst so løgid at skula
brúka júst skrivaða orðið til
at takka tær John fyri alt tað,
tú var og gav. Nettup hetta
at skula brúka tað kynstrið
- tað amboðið ella vápnið -
sum fáur dugdi betur at
handfara enn júst tú til at
fagna lívinum og tí góða -
til at siga tær farvæl, kenst
so mótsigandi, so tómt og
so undarligt.
Hóast stórur aldursmunur
var millum okkum báðar, so
kendi eg teg John sum ein
einastandandi vin, ja næstan
sum ein bróður. Tær mongu
løturnar, sum tó vórðu alt
ov fáar, vit vóru saman,
hava fest seg í sinnið og
minnið. Antin tað var á
blaðnum, heima við hús ella
á seiðabergi á Argjum sam-
an við Ruth og Eyðuni. Ja,
lítlu Ruth var tú góður við.
Hóast árini tit vóru saman
vóru fá, so ivist eg ikki í, at
tú manst hava lagt nógv gott
í hana.
Tað var bara ein John
Smith og vil altíð bara vera
ein John Smith. Ein tjóð
fostrar bert fá slík menn-
iskju - við so mongum eg-
inleikum. Flogvit, geni,
multikunstnari, rithøvundi,
handverkari, — debatørur,
samfelagsrevsari - men
kanska var hann mest av
øllum eitt ómetaliga inni-
ligt, fint
menniskja.
Hann var alla tidina
framman fyri sina tid, og
hetta gjørdi, at tað var ikki
so lætt at vera John. Vit onn-
ur megnaðu ikki at fylgja
honum nóg væl og liva upp
til tær í hansara hugaheimi
sjålvsøgdu og einføldu
loysnir.
John fer altíð at verða
mintur fyri sínar klóku, ber-
søgnu, beinraknu og poet-
isku greinar. Trupulleikin
og sorgarleikurin f hesum
var, at John fekk ikki tað
feedback - ta móttøku - re-
spons - aftursvar, ið hann
hevði = uppiborið. Ella
kanska var alt sagt, tá hann
hevði talað! Meira var ikki
at siga um tað.
Tað var kanska heldur
ikki so lætt at vera tann,
sum John hevði peikað út
sum "offur" í almenna tjak-
inum, ti við svørdborandi
orðum megnaði hann bæði
at avmontera og lata "off-
urið" úr. Argument og aftur
argument. Hetta var lóðurið,
John brúkti, tá hann fór upp
á barrikadurnar at verja
fiskastovnar og fiskimenn,
ið brúktu rætta reiðskapin
og hagreiðingina.
John átti sjáldsomu gáv-
urnar at kunna gjøgnum-
skoða tingini betur enn nak-
ar. Setti hann sær nakað
fyri, so var tað 110%. Hann
gloymdi seg og alt - bert
tann aktuella sakin týddi
nakað. Og tað, sum kom
burtur úr tankavirksemin-
og kensluligt
um, vóru plettskot - ideir -
tankar og hugskot og itøki-
ligar ætlanir - sett í relatión
og í rætta samanhang til alt
tað, sum hann metti sum tað
mest fundamentala - grund-
leggjandi - í mannalívinum,
nevniliga burðardygg veiða
- at troyta náttúrutilfeingi
skynsamliga.
Hann var so nærlagdur og
so lynandi intelligentur, at
tað var altíð ein fragd at
hoyra og lesa tað, hann
heyði at siga um so gott sum
oll lívsins viðurskifti. Ein
lítil filosoffur búði í hesum
lágvaksna manninum. Hvor
man hava vundið so nógv
úr síni sál - sínum heila -
sum var til frama fyri tað
besta í samfelagnum - sum
júst John! Hann hevði
nevniliga fatur á livsins
kjarnu: hvussu vit eiga at
húsast við tí tilfeingi, sum
Skaparin gav. Og hvussu vit
kunnu liva í sátt og semju
uttan hykl og fundamenta-
lismu og eirindaleysa trá-
an eftir mammon.
Nógv kann sigast um av-
rikini hjá John gjøgnum ár-
ini frá vala línuskipunum,
hann teknadi og bygdi - til
tey fiskivinnupolitisku upp-
skotini, hann legði fyri al-
menningin fram til deyða
sín. Tað fari eg at lata onnur,
sum hava betri skil fyri,
røda um. Tøkk til tín Høgna
Hoydal, fyri ta so framúr-
skarandi minnisgrein, tú
hevdi í bløðunum um John.
Orðini eru ein vakur varði
yvir minnið um John Smith.
Tað er eingin loyna mill-
um fiskimenn, at skipini,
John teknaði á sinni, hava
roynst okkum tey frægastu
yvirhøvur. Og her var ikki
talan um tilvild ella løtu-
verk. Allir smálutir vórðu
vendir aftur og aftur - og
alt, sum gjørt varð, hevði
sína orsøk. Alt var funktio-
nelt og rationelt.
John Smith eigur at fáa
eitt heiðurspláss í okkara
vinnupolitisku søgu fyri tað,
hann hevur avrikað, sagt og
skrivað. Vit minnast oftani
teir, sum stóðu á brúnni og
fiskadu væl, teir, sum áttu
skipini. Vit hava lyndi til at
gloyma teir, ið skaptu for-
treytirnar. At byggja sjó-
góð skip var so eitt. Men
fyri John var tað avgerandi,
at skipið var eitt gott ar-
beiðspláss. Haraftrat var tað
eisini altavgerandi, at tað
tilfeingi, sum okkum varð
litið í hendi at umsita, var
umsitið væl. At reiðskap-
urin var tann rætti. Og hag-
reiðingin av fiskinum var
eins týðandi sum at hava eitt
gott fiskifar og eitt gott ar-
beiðspláss.
Tá ið nevnt verður hetta
at umsita virðini rætt og
væl, so kemur mær til hugs
gamla Seattle høvding og
rødu hansara til ameri-
kanska forsetan. Hetta var
eisini nakad, John kundi
tríva í, tå hann vildi minna
okkum á týdningin, óspilta
náttúran og skynsom troyt-
an av tilfeinginum hava.
Seattle minti hvíta mannin,
sum tók jørð hansara, á at
fara væl um hana og alt
livandi, tí vit høvdu hana
bert til láns frá okkara eftir-
komarum. Tað var júst hes-
um setningi, John royndi at
liva eftir og royndi at fáa
okkum onnur at fata og
virða. Tí stríddist hann fyri
tí besta veiðiháttinum,
veiðufarinum, hagreiðingini
osfr.
Nú litið verður aftureftir
og tú veruliga gevur tær far
um tað, sum John hevur av-
rikad, so er tað so ótrúliga
nógv, og hetta røkkur so
víða. Tað er líkasum, at
samtíðis sum John hevur
arbeitt í smálutum, so hevur
hann havt ta komplettu og
ideellu heildina sum høv-
uðsmál.
Vit eiga ikki at gloyma,
at John heilar tvær reisir
varð innstillaður til norður-
lendsku umhvørvisvirdis-
lønina, og tað er heldur
eingin loyna, at tað var um
reppið, at hann vann henda
heiður.
Hóast tað hvorki vóru
virdislønir, heiður ella lættir
og skjóttvunnir pengar, ið
vóru fremst í huganum á
John, so veit eg, at tað heyði
komið væl við at fingið
norðurlendsku umhvørvis-
virdislønina. Í sínum lítil-
lætni var hann spentur. Tað
hevði eisini verið ein
viðurkenning og virðing av
øllum tí, sum hesin maður
stóð fyri - øllum ti, sum
bilgdist innan í honum, og
sum sást aftur í eini burð-
ardyggari - sunnari - menn-
ing av vinnuni.
Tað var so hugaligt, so
spennandi og gevandi at
vera saman við John, tí hann
hevði oftani okkurt nýtt at
lata frá sær - var tað ikki
ein skjót og kortini vælum-
hugsað viðmerking, so vóru
tað nakrar strikur á einum
pappíri, á einum sigarett-
pakka ella á einum lepa av
onkrum slag, sum krystall-
klárt søgdu frá, hvat nú
bilgdist innan í John. Altíð
livandi, fornýggjandi og
skapandi. Altíð kontantur
og ærligur. Og ikki minst -
perfektionistur í øllum lívs-
ins lutum. Treiskari enn
nakar.
John var eygleiðarin sum
fáur, og hann hevði so eisini
gávurnar at analysera -
sundurliða - tað, sum varð
sagt og gjørt. Altíð eitt svar
til reiðar, og oftast við fáum
orðum, sum raktu so væl og
meint. Tey kundu vera eins
hvøss og tann best brynda
knívseggin.
Fyri ikki at tosa um hans-
ara mongu greinar í Sosial-
inum. Eg havi verið so mik-
ið heppin at vera tann, sum
í mongum fórum tók ímóti
og fínpussaði greinarnar hjá
John, íkki í meiningunum
men meira við at leggja
okkurt gloymt ð aftrat ella
draga okkurt frá. Slíkar
løtur kundu vera strævnar,
tí John var so engageraður,
at hann vildi hava so nógv
við. Og so hendi tað ikki so
sjáldan, at hann vildi hava