leygardagur 10. juli 1999síða 13
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 129 - 10. JULI 1999
tíðindablaðið S0S/2/U7
greinina heimaftur við fyri
at fáa okkurt týdningar-
mikið við aftrat.
Í dag kann man so spyrja,
hví so fá góvu sær far um
tað, John skrivaði og førdi
fram! Ella kanska vóru hesi
ikki so fá kortini. Tí hvussu
oftani hoyrdi tú ikki fólk
tosa um vælskrivaðu og
rámandi greinar hansara! Jú
víst fekk John nógv av
skafti einsamallur og saman
við góðum fólkum. Hinveg-
in vildi hann so nógv, og í
dag liggja mong itøkilig
uppskot og enntá verkæt-
lanir eftir hann, sum bara
bíða eftir at verða settar í
verk. Her skuldi tí verið
nokk at tikið av hjá bæði
vinnulívi og politikarum.
Alt sítt lív virkaði John
fyri hesum eina: hvussu
kundi hann fáa føroyingar
at troyta livandi tilfeingið
rætt og harvið eisini vera ein
fyrimynd fyri onnur! Esther
í bakborð og Fugltúgvan í
stýriborð! Hetta var jú
genialt - og so lívsjáttandi.
Eftir at hava hoyrt henda
mannin aftur og aftur tosa
um rætta reiðsskapin, rætta
skipið, røttu hagreiðingina,
kundi tú loksins síggja, at
her var ein reyður tráður
gjógnum alt tað, sum John
segði og greiddi úr hondum.
Setti tú allar hesar einstøkur
lutir saman, so fekst tú eina
logiska heild, hana, sum
skuldi føda og menna
Føroyar í alla framtíð.
Eitt tað seinasta, John
legði úr hondum, var nettup
tann geniala og varandi
fiskivinnuloysnin, sum um-
framt at fara væl um fiska-
stovnarnar eisini gav okk-
um størstu úrtókuna úr
sama fiski. Eg skal ikki fara
út í smálutir við hesum, men
bert vísa á, at við slíkari
loysn hevdi møguliga borið
til at varðveitt búsetingina
kring landið, umframt at
hon hevði havt so stóra
virdisøking við sær, at vit
høvdu kunnað verið bæði
blokk og olju fyriuttan. Tað
var reyði tráðurin í lívsverki
Johns. At vit føroyingar við
skynsamari troytan og réttu
hagreiðing av fiskinum
høvdu kunnað verið eitt ríkt
samfelag langt inn í
framtíðina.
John Smith vísti eisini
samfelagsligum viðurskift-
um stóran áhuga. Hann var
javnaðarmaður alt sítt lív.
Men hann var ímóti funda-
mentalistum og rætttrúgv-
andi, antin hetta so var inn-
an fyri politisku flokkarnar
ella innan kirkju- ella sam-
komugátt. Hann heit lítið
um tey, sum tóku sær patent
upp á sannleika ella ævin-
leikan. Og tey, sum bara
hugsaðu um pening og pro-
fitt. Hann var verkamanna-
vinurin.
Hann var demokratur og
virdi tey grundleggjandi
mannarættindini. Og hans-
ara sjónarringur rakk longur
enn til bert hesar oyggjar,
sum hann annars var so
góður við og halgaði alt sítt
lív. Heima í køkinum fylgdi
hann tíðindunum og send-
ingunum í BBC frá morgni
til kvølds. Var okkurt ser-
ligt, sum hann helt vin-
mannin á Norðasta Horni
hava áhuga fyri, ringdi hann
og segði frá - og øvugt.
Hetta var partur av okkara
vinskapi.
Tað er ikki so langt síð-
ani, at Tórmóður Dahl fór.
Hann og John vóru ikki sørt
meinlíkir á ávísum økjum,
hóast eg ikki skal sam-
anbera teir, so ymiskir teir
annars vóru. Men hesir báð-
ir - sum báðir búleikaðust í
sama umhvørvi við Sandá -
áttu henda so sjáldsama eg-
inleikan at kunna seta ting-
ini í relieff og upp á pláss -
uttan uttanumtos. Báðir
vórðu teir kritiskir og um
somu tíð konstruktivir í tí
samfelag, teir vuksu upp í.
Báðir vóru teir samfelags-
debatørar av Guds náði og
høvdu ein fínan og hvassan
penn. Báðir kundu teir
eisini vera uppfarandi og
ótolnir - bersøgnir og náði-
leysir móti "ofrum" sínum.
Hvørgin teirra hevði hetta
við at pakka tingini inn.
Tøkk til Marjuna Bæk,
fyri frálíku prædikuna til
jarðarferðina hjá John.
Tøkk fyri tíni orð, sum eg
veit, at John hevði virðis-
mett nógv. Eg veit eisini, at
John helt nógv av tær sum
presti, tí tú so oftani tók
fram somu virði, ið John
virðismetti so høgt: ær-
ligheit, toleransu, rættvísi
og reiðiligheit.
Vit á Sosialinum hava
eisini nógv at takka John
fyri. Eitt skifti var hann
nærum húsfólk hjá okkum.
Altíð høviskur og siðiligur
og uppbyggjandi. Men so
sanniliga eisini bersøgin og
avgjørdur. Var tað okkurt
praktiskt, sum skuldi gerast,
so hevði John ein fingur við.
Eitt nú tá lítir skuldu veljast
at prýða og hugna um í
blaðhúsinum, so var John
maðurin.
John gloymdi seg sjálvan
fyri at tæna sakini, hvør hon
enn var. Antin talan var um
at tetta ein leka í krananum
ella tað var at leggja fram
eina fiskivinnupolitiska
ætlan so var John maðurin
- og hann fór til verka við
lív og sál. Fyri tína og mína
skyld. Fyri Føroya skyld.
John var ødrvisi enn flest
onnur, nettup tí hann átti so
stórar gávur. Hann var lista-
maður, teinkjari, kveikjari
og eisini tann praktiski
maðurin, ið fekk tingini at
koyra, antin tað var mot-
orurin á Tummasi Nygaard
ella uppvaskimaskinan i
Garðstúni. Meðan fólk flest
eru so fastlæst í dagligu ru-
tinuni dag inn og dag út -
har alt verður endurtikið og
endurtikid - so var John
ødrvisi. Hann vildi nakað
nýtt - nakað betri. Var hann
ikki nøgdur við støðuna, so
vildi hann geva alt fyri at
broyta hana til tað betra. Og
evnini til tess hevði hann.
Hann var sum ein lívsvís-
dómsbók, sum heldur enn
at endurtaka seg, kveikti
nýtt lív - gav nýggj svar upp
á spurningarnar.
Tað nívir mong og eisini
undirritaða, at John ikki er
millum okkum longur. Eg
eri tó glaður um at hava kent
hetta deiliga menniskja.
John góði - tú manst teljast
millum tey mest fintfølandi
og ediligu menniskju, sum
hetta land hevur fostrað.
Vinmaður tín Jan
Fóroysk línuskip:
Royndarfiska undir
Eysturgrønlandi
Niggju føroysk skip sleppa at royndarveiða undir Eysturgrónlandi i summar.
Royndirnar vara í átta vikur, og einastu avmarkingar eru í svartkalvaveiðuni
Níggju føroysk línuskip sleppa í summar at royndarveiða undir Eysturgønlandi
EDVARD JOENSEN
Føroysk línuskip sleppa at
royndarfiska undir Eystur-
grønlandi í summar.
Hetta er úrslit av samráð-
ingum millum føroyingar
og grønlendingar. Ynskið
um royndarveiduna er kom-
ið frå føroyingum.
Torleif Sigurdsson, for-
maður í Felagnum Linu-
skip, sigur, at tvey tey fyrstu
skipini eru farin, og tað trida
er um at vera klárt.
Royndartíðin tekur við, tá
tað fyrsta skipið hevur byrj-
að fiskiskapin, og gongur so
í átta vikur.
Sigmundur var fyrstur,
sum fór. Síðan er Pison far-
in, og Grani fer væntandi
hvørja løtu.
Ami Dam, vid Norðskála,
er reidari hjå Sigmundi.
Hann sigur vid Sosialin,
at hann tosaði vid Sigmund
mikukvøldid. Tá lótu teir
einki at.
Teir høvdu tå drigið 30
stampar norður móti 64
stigum, men fiskiskapurin
var slakur. Heldur ikki var
veðrið nakað serligt, so teir
ætlaðu sær longur norður.
Tó sigur hann frá Sigmundi,
at ísur var eingin at síggja.
Árni Dam var sjálvur sum
skipari á Venusi undir Eyst-
urgrønlandi einaferð í áttati-
árunum. Ta ferðina fiskaðu
teir væl, sigur hann. Bara
tosk.
Síðan tå hava føroyingar
ikki havt loyvi at fiska undir
Eysturgrønlandi aftur, fyrr
enn nú.
Níggju skip søktu um
loyvi at royndarveiða har
yviri, men at byrja við
sluppu bara trý. Tí soleðis
hevði fiskivinnuumsitingin
skilt avtaluna, sigur Torleif
Sigurðsson.
Nevndin í Felagnum
Línuskip helt tó, at avtalan
kundi tulkast ørðvísi.
Og á fundi í Fiskimála-
stýrinum varð komið fram
til, at øll tey níggju skipini,
sum søkt hava, kunnu
sleppa yvir. Men bert trý
mugu vera í senn kortini.
Avtalan gevur føroying-
um loyvi at fiska at kalla
6avmarkad. Tað vil siga, at
svartkalva mugu vit í mesta
lagi taka 100 tons av.
Hinvegin kunnu vit fiska
so nógvan tosk, sum vit
klára, sigur Torleif Sigurðs-
son.
Hann væntar kortini, at
teir fara at leggja seg eftir
at fáa longu og brosmu.
Og eydnast tað, kann tað
gerast eitt rættiliga gott íkast
hjá bátunum.
Men hesir túrarnir eru
upp á egna ábyrgd.
Eydnast teir, kunnu teir
geva skipunum pengar.
Men miseydnast er bara at
åsanna, at hatta var tann
royndin.
Annars er økid stórt, so
væl átti at borið til at spjatt
seg, heldur Torleif Sigurðs-
son. Fiskast kann heilt inn
at trimum fjórðingum. Men
ísviðurskiftini kunnu ávirka
fiskiskapin, sigur hann.
Hesin royndarfiskiskap-
urin kann, um hann eydnast,
sum sagt gerast eitt gott
íkast hjá skipunum. Tey
flestu hava brúkt allar sínar
fiskidagar og høvdu ti
annars bara ligið restina av
sumrinum. Fleiri av skipun-
um liggja annars í løtuni og
pussa upp.
(Tilvildarlig savnsmynd)
Sjálvur varðar Torleif
Sigurðsson av Pison.
Torleif sigur, at Pison eig-
ur bara átta dagar eftir undir
Føroyum, so har er hesin
møguleikin kærkomin.
Tá tey trý fyrstu loyvini
vórðu givin, fekk ein 60
tons útróðrarbátur eitt av
loyvunum.
Hetta hildu teir, sum
høvdu størru linuskipini
ikki vera serliga heppið, av
teirri einfaldu orsøk, at båt-
urin er ov lítil til slíka ferð.
Seinni hava teir, sum eiga
bátin, kortini avgjørt, at
hann fer ikki yvir.