leygardagur 10. juli 1999síða 19
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
SES
—-
NR. 129 - 10. JULI 1999
ES 719
1959. Hilmar søkti og fekk
starvið.
- Eg var so lærari saman
við Johan Danbjørg, sum
var lógtingsmaður í nógv ár,
sigur Hilmar, sum fall væl
til í Porkeri, har hann kendi
fólkini og umstødurnar.
- Gamli skúlin var júst
settur í stand. Gomlu borð-
ini, ið vóu tá eg var óviti,
og har eini 5 - 6 børn sótu
við hvort, vóru skift út. Har
vóru 2 mans borð komin
ístaðin. Skúlin var settur í
stand innan, tvær stovur
vóru, sum tá eg gekk í skúla,
men upprunaliga var bert
ein stova í skúlanum, tí
skúlin var partvís íbúð, men
í 1922, so vóðru tvær stov-
ur, tí tá komu tveir lærarar
at starvast í Porkeri, greiðir
Hilmar frá.
- Tá eg kom, so var Dan-
bjørg her og hann var til
1966 á heysti, tá hann gavst,
tí heilsan bilaði. Hevdi hann
hildið á til summarið '67,
so heyði hann havt starvast
sum lærari í 50 ár, tí hann
byrjaði í 1917.
Lærari
I Vågi hevdi eg g60ar vinir
og lærararnir har vegleiddu
meg væl f teimum byrjanar-
trupulleikum, sum kunnu
vera, tí hóast ein hevur út-
búgving, so er ein ikki
fullbúgvin, tí tað praktiska
lívið í skúlanum er nakað
annað. Tá skal ein læra at
loysa trupulleikarnar, ið
kunnu taka seg upp, og ikki
hava verið í lestrartíðini,
sigur Hilmar, sum millum
annað minnist aftur á skúla-
stjóran Johan Djurhuus.
I Porkeri var Danbjørg
fyrstilærari = og hevði
drúgvar royndir.
- Frá honum fekk eg so
eisini = vegleiðing um,
hvussu ein átti at fara við
børnunum. Tá børnini í Por-
keri vóru eini 12-13 ár, so
fóru oftast nøkur til Vágs
til upptøkuroynd til
preliminerskúlan, meðan
onnur hildu fram í Porkeri,
til tey vóru 14 ár. Tað var
ikki so, at í einum flokki var
ein árgangur. Tað var sum
nú, at okkurt um tveir
árgangir vanliga vóru inni
saman og onkutíð vóru 3
og 4 árgangir saman, minn-
ist Hilmar.
- Sjálvsagt er tað nakað
annað at hava fleiri árgangir
inni, enn bert at hava ein
árgang í hverjum flokki, tí
børn eru ymisk. Líka so
ymisk, sum tey eru í út-
sjónd, so eru tey ymisk í
sinninum og til at læra. Tá
legði skúlin dent á tað bók-
liga. Møguleikarnir at gera
ymiskt handaligt vóru ikki
sum í dag, so høvudsfakini
vóru føroyskt, danskt, rokn-
ing, skriving, kristni, søga
og landalæra, men vit løgdu
eisini stóran dent á at
syngja, greiðir Hilmar frá.
I 1963 kom broyting í,
soleiðis, at øll børnini fóru
til Vágs, eftir at hava gingið
fimm ár í Porkeri. Henda
skipan helt á til 1976, tá
børnini gingu 7 ár í Porkeri
og fóru síðani í 1. real í
Vági.
Nýggjur skúli
- Eftir at Danbjørg gavst, so
kom Mortan Weyhe úr
Porkeri at starvast sum
lærari og tá hann flutti til
Danmarkar, kom Eli Fred-
eriksen í 1976 sum lærari í
Porkeri, og vit vóru so tveir
einir í gamla skúlanum, til
vit fluttu niðan í nýggja
skúlan í 1984. Tó so, ein
kona í Porkeri, Judith Mort-
ensen, undirvísti í fleiri ár í
hondarbeiði og annars hava
vikarar verið, tá tørvur
hevur verið á tí.
Umstødurnar í gamla
skúlanum vóru ikki tær, ið
tíðin kravdi, og bygdarráð
og skúlanevnd vóru positiv
fyri hugsanini um at byggja
nýggjan skúla. Tey høvdu
fleiri ferðir arbeitt við
ætlanum um nýggjan skúla,
longu í 40'num var hetta
frammi, men hetta datt nið-
urfyri. Aftur í fimtiårunum
var hetta frammi, men tá
varð gamli skúlin umvæld-
ur. Gamli skúlin var hugna-
ligur, men har var trongligt
og umstødurnar hjá børn-
unum at spæla vóru ikki tær
bestu, sigur Hilmar
Hilmar minnist, at illa lá
fyri at gera stórvegis úti,
men í sekstiárunum varð
tíðindablaðið
- At hava góð minnir hevur nógv at
siga, tá ein leggur frá sær
farið undir at snøgga økid
við skúlan og so gjørdust
møguleikar til ymsan ítrótt
og fótbólt.
- Eg virkaði sum lærari í
gamla skúlanum í 25 ár, og
havði góð minnir frá tíðini
har, men tíðin kravdi nakað
annað, og tí var gleðiligt at
uppliva at fáa 15 virkin ár í
nýggja skúlanum, sum stóð
liðugur í 1984, har aðrar
umstødur vóru og betri
pláss var. Eisini var møgu-
leiki fyri fleiri fakum, se-
rliga fingu handaligu fakini
betri møguleikar, sigur Hil-
mar.
Í nýggja skúlanum eru
góðar umstødur og har er
fimleikarhøll, ið verður
nógv nýtt.
- Tá vit fluttu í nýggja
skúlan, gjørdust vit 4 fólk.
Tá komu Manbjørn Olsen,
ættaður úr Porkeri, og Kirst-
in Strøm Bech, ættað úr
Vági, at starvast sum lær-
arar. Barnatalið er økt nakað
og síðani er Súsanna Kross
lá komin sum fimti lærarin.
Góðar umstødur
I 1967 gjørdist Hilmar Bech
fyrstilærari i Porkeri. I
1963-64 var hann å årskeidi
å Danmarks Lærerhøjskole
og í 87 - '88 á ársskeiði í
Havn, umframt onnur skeið,
hann hevur verið á.
Hilmar metir, at bygdar-
ráðið altíð hevur víst skúl-
anum ans og verið til reiðar
at givið skúlanum møgu-
leikar, so børnini hava somu
møguleikar, sum børn aðra-
staðni. Hilmar heldur, at
skúlanevndin hevur stuðlað
lærararnar væl í arbeiðinum
og somuleiðis foreldrini.
Hilmar vil fegin takka øll-
um hesum fólkum.
- Tað hevur verið ein
gleði at kunnað virkað her í
40 ár, tað eri eg takksamur
fyri, og eg takki Guði fyri,
at heilsan hevur verið til tað.
Børnini hava yvirhøvur
verið góð at fingist vid, og
teir lærarar, eg havi sam-
starvað við, hava verið lætt-
ir at arbeitt saman við, sigur
Hilmar, ið er øllum hesum
takksamur fyri árini í
Porkeri, og nevnir hann eis-
ini, at tey eiga tøkk, ið hava
vaskað í skúlanum og tey,
ið hava hildið hann viðlíka.
Eisini ynskir Hilmar at
takka Vágs skúla fyri gott
samstarv.
Hilmar hevur røkt fyrsti-
lærarastarv í Porkeri síðani
1967 og heldur, at ein leið-
Frá bórnunum í Porkeris
skúla fekk Hilmar Bech
eina slipsanál, tá hann
legði frá sær fríggjadagin
25. juni. Hann ætlar at
brúka hana so nógv, hann
kann
ari eigur at rådføra seg við
starvfelagar sínar.
- Sum skúlaleiðari kemur
ein ofta í ta støðu, at ein
skal taka stóðu til ymiskt,
men eg havi gjørt tað, at eg
havi oftast samráðst við hin-
ar lærararnar um tað, ið skal
henda, tí ein skúlaleiðari
eigur ikki vera einaræðis-
harri, men skal kunna sam-
skifta við hinar lærararnar
og kunna taka við góðum
ráðum frá øðrum, so ein fær
gott arbeidsumhvørvi. Tað
sama við børnunum, ein
eigur eisini at lurta eftir
teimum og hvat tey halda,
og so vítt gjørligt eigur ein
at laga seg eftir teimum,
uttan at tey fyri tað taka
ræðið. Ein eigur at lata tey
merkja, at ein virðir tey,
lurtar eftir teimum og lata
tey merkja, at tey eru týd-
ningarmikil partur av skúl-
anum.
Hilmar heldur, at ein av
fyrimununum við einum
lítlum bygdaskúla er, at ein
kann nýta óvæntaðar støður,
ið taka seg upp. Hann
nevnir, at var veðrið gott,
so varð onkutíð farið at
svimja og nógv hevur verið
gjørt við at ganga túrar í
náttúruni við skulabørn-
unum. Eisini hevur verið
siður í mong år, at børnini í
6. og 7. flokki fara ein tur
norður um fjørð, so tey vitja
uttanfyri Suðuroynna, með-
an tey ganga í skúlanum
Tingmaður
Lærarin er ofta týðandi per-
sónur í bygdini. Ein, ið heitt
verður á og Hilmar hevur
verið virkin á mongum
økjum. Himar sigur, at so
hevur eisini verið í hansara
tíð, onkur hevur heitt á hann
um ymiskt, td. tá okkurt
bræv skuldi skrivast, men
sum tíðin er liðin, so eru
fólk betri skúlaði, so fólk
klára betri sjålvi.
- Eg var í kommunu
stýrinum í 4 ár, men metti
ikki vera skilagott at halda
fram, tí eg skuldi liva og
virka í bygdini. Kommunalt
virksemi hevur ofta tað við
sær, at ein kemur fólki nær
og er kensluborið og tað
kann hava trupulleikar við
Hilmar og Kristina
avmyndað í hugnaligu
stovuni saman við blómum
og gávum, ið Hilmar fekk,
tá hann fór frá
sær, ið hava keðiliga ávir-
kan á gerandislívið. Tí valdi
eg ikki at stilla uppaftur í
1966, og tað haldi eg var
rótt avgerð at taka, sigur
Hilmar.
-Hilmar Bech sat eisini á
tingi fyri Javnaðarflokkin
frá 1970 til 1984.
- Eg var tingmaður í 14
ár. Og tingarbeiðið var so-
leiðis, at tað var frá januar
og út á vári. Tá var vikarur
fyri meg í skúlanum. Men
eg haldi, at tá ein kom aftur
í skúlan, eftir at hava verið
í tinginum, so var ein so
sera væl upplagdur. Eins og
ein gleddi seg til frítíðina
so gleddi ein seg at byrja
aftur. Hevði likasum ladað
upp og fingið nýggja orku
I 1984 kom eg ikki innaftur
1990 avgjørdi eg. í
samráð við lækna, ikki at
stilla uppaftur, tí heilsan bil-
aði, sigur Hilmar
- Eg havi eisini verið
deknur í kirkjuni
1967, onkutíð eisini áðrenn
og I
síðani
tað. Tað havi eg havt stóra
gleði av og tað hava onnur
vónandi eisini, sigur Hilm-
ar, ið ikki veit, hvussu leingi
hann heldur fram sum
deknur, tí eyguni eru ikki
so góð longur. Tað kemur
til øll her í lívinum, at eina-
ferð skal avgerð takast um
at gevast, sigur Hilmar, sum
eisini hevur verið í val-
nevndini í Porkeri í mong
ár. Tó tók hann ikki lut í
arbeiðinum tey árini, hann
sjálvur var uppstillaður.
Minnisvarðin
Í sekstiárunum fóru menn
at práta um at reisa minnis-
varða yvir sjólatnar por
keningar. Nevnd varð vald
og í hana komu Zacharias
Miller, Símun Pauli
(framhald á
næstu síðu)