leygardagur 10. juli 1999síða 18
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
18
Skúlin sum ein
tíðindablaðið -
"óð
GOMIU TRÆK
NR. 129 - 10. JULI 1999
urtagarður
har børnini eru blomurnar
Fríggjadagin 25. juni var síðsti dagur hjá Hilmari Bech í starvinum, sum lærari við
Porkeris Skúla. Hilmar Bech hevur verið lærari í 41 ár, tey 40 í heimbygdini
Porkeri, har hann síðani 1967 hevur verið fyrsti lærari. Hann hevur verði virkin í
kommunu - og landspolitikki, umframt, at hann hevur røkt dlitisstørv í bygdini, men
fremst í huga hansara hava skúlin og bórnini verið, og Hilmar takkar fyri, at honum
untist at starvast innan fóroyska skúlaverkið í 41 ár
DAGFINN OLSEN
Ofta er lærarin i eini bygd
ein tydningarmikil og mid-
savnandi persónur. Farið
verður til hansara, um okk-
urt er á vási ella okkurt er
at taka sær av, ið krevur
álitisfólk.
Hilmar Bech hevur verið
lærari í heimbygdini Pork-
eri í 40 ár og hevur verið
savnandi persónur og ein,
ið bygdarfólkið hevur havt
álit á og tokka til. Mong
ålitisstørvini hevur hann
røkt í bygdini, men skúlin
og starvið har hava staðið
honum nær, men fríggja-
dagin 25.juni 1999 segði
hann farvæl og takkaði fyri
seg. og fleiri enn 100 fólk
møttu at heilsa honum og
takka honum fyri tíðina.
Ur Porkeri
Hilmar er føddur og upp-
vaksin í Porkeri.
- Pápi mín var úr Porkeri
og kallaðist Jacob Bech,
vanliga róptur Jacob í Hóli,
og mamma mín var ættað
av Strondum og kallaðist
Johanna, ofta rópt Johanna
á Strondum. Vit búðu á
einum stað, rópt í Hólinum.
Vit vóru 10 systkin, eg var
yngstur, og í Hólinum var
gott og trygt at vera, greiðir
Hilmar frá.
- Um summarið spældu
vit børn t.d. ofta Á lækjuni,
har vit høvdu bátar og skip.
Ofta svumu vit eisini og vit
gjørdu okkara egna svimji-
hyl. Hylurin vesturi í Gjógv
var nakað djúpur, og ikki
sørt, at eg óttaðist eitt sind-
ur, tí systur mín druknaði í
hylinum, tá eg var 5 ára
gamal, og tað setti sjálvsagt
síni spor. Men tá lærarin var
við, so svumu vit altíð har.
Annars svumu vit ofta long-
ur vesturi í dalinum um
summarið, har vit gjørdu
ein annan hyl, ið var grynri.
Tað fyrsta vit ofta gjørdu
— Tað er so, at eingin er fullkomin,
og støður kunnu vera, har ein uttan
at vilja tað, og har okkurt ein ger
ella sigur, kann særa eitt barn. Tað
hevur helst onkutíð hent. Men havi
eg gjørt barni órætt, og eg havi
uppdagað tað, so havi eg tosað við
barnið og ikki hildið meg aftur við
at biðja um fyrigeving.
um morgunin var at svimja,
og so fleiri ferðir um dagin
og á kvøldi, tá veður var til
tað, sigur Hilmar.
- Annars gingu vit nógv í
haganum og leitaðu eftir
fuglareiðrum. Vit vóru
nógv fram við strondini, har
vit fiskadu murt og seið, og
fóru ofta á flot við árabáti
at dyrgja og fiska reyðfisk
og ikki sørt at vit kappaðust
um, hver kundi fáa flestar.
Tá bátar róðu út, so vóru
vit á bryggjuni og fylgdu
við í tí, sum har fór fram og
so fiskadu vit kúðing til
útróðrarmenninar. Serliga í
krígsárunum var nógvur út-
róður, tí nógvir menn vóru
heima, minnist Hilmar.
Til Vágs
Eftir skúlaárini í Porkeri,
sum Hilmar hevur góð
minnir um, fór Hilmar til
Vágs í skúla.
- Sum13 ára gamal fór eg
til Vágs í skúla. Eg tók
prógv á vári 1951.
Skúlaárini í Vági minnist
Hilmar við gleði. Tá varð
ofta gingið til Vágs og tá
myrkt var á morgni, eingi
gøtuljås vóru, so kundi
henda, at okkurt gyklaðist
fyri eygunum, tí tað skuldi
spøkja so illa í Klivunum,
mnnist Hilmar, sum seinni
fekk súkklu, ið pápin keypti
í Onglandi og sum Hilmar
var sera glaður fyri
Eftir skúlaárini róði
Hilmar út. Eisini var hann
vikarur fyri Danbjørg
lærara, ið var í tinginum tá.
- Kanska vaknaðu teir
fyrstu hugsanirnar um at
lesa til lærara tá. Summarið
1952 var eg í Grønlandi og
arbeiddi í handlinum í Før-
oyingahavnini. Leiðari har
var Georg Thorsteinsson,
og um veturin var eg onk-
utíð læraravikarur og róði
út. Um summarið 1953 var
eg undir Íslandi til fiski-
skap, men so seinni um
summarið1953 fór eg til
Danmarkar at lesa til lærara
í Haslev og tók prógv í
1958. Fyrsta árið var fyri-
reikingarár.
Um orsøkina til, at hann
valdi at fara niður til
Danmarkar á læraraskúla,
sigur Hilmar, at eitt systkin-
abarn, Johannes Bech, var
trúboðari, og hevði nógv
samband við Haslev.
- Eg haldi pápi og hann
hava prátað saman og hann
gjørdi líkasum forarbeiðið,
so eg fekk ums6knarblød og
so framvegis. Eg hevdi g60
år i Haslev og gekk í skúla
saman við nógvum ødrum
føroyingum, ið lósu til
lærara, millum annað gingu
Eilif Samuelsen og eg í
sama árgangi, sigur Hilmar.
Til Porkeris
Hilmar er giftur Kristinu, ið
er ættað úr Tjørnuvik.
Hilmar var vikarur í Vági
fyrsta árið og Hilmari og
Kristinu dámdi væl í Vági,
men so var starv leyst við
skúlan í Porkeri á summri