leygardagur 10. juli 1999síða 17
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 129 - 10. JULI 1999
tíðindablaðið Sá
—————nnnnx 17
skapinum, sekteristum og teirra
avkomi at beina fyri spælimonn-
unum.
Mortensen magistari
Eitt tydandi brot i skaldsøguni
er, har Mortensen magistari fær
vitjan av sínum gamla lestrar-
felaga Østermann, sum nú er
bæði dr. theol, dómpróstur,
bispaevni og sambært Morten-
sen: „den lysende legemlig-
gørelse af teologisk forsigtig-
peteri og aandsforladt karriere-
mageri“.
Qstermann - sum eisini er
mentamálaráðharri - fær av at
vita av Mortensen, sum vil vera
við, at Kierkegaard bleiv
svølgdur av sínum figginda,
prestastættini. Mortensen er eitt
misantropiskt tvørball, hann er
avgjørt ikki sum fólk flest, og
tað er kanska nettupp ti, at
høvundurin hevur tokkað til
hann. Skilnaðarheilsanin til tann
flýggjandi Østermann nemur við
eitt grundleggjandi tema: „God-
hed er for hede helvede en reali-
tet! Men det kommer forløjede
stræbere og kastrater som De
aldrig í evighed til at erfare
noget om!“ At góðskan finst er
ein hjartatåttur í øllum skald-
skapinum; tá ið himmal og hel-
viti ikki longur eru veruleikar,
gert góðskan mátistokkur, og tað
er í mun til hana, at tú skalt
metast.
Mortensen minnir eitt sindur
um Jens Ferdinand í „Den sorte
Gryde“. Ein kynikari, ið brúkar
svíðandi háð sum vápn, men
sum samstundis er máttleysur,
og alt, ið hann strembar eftir,
verður av ongum. Hann er
strandaður í Føroyum, har hann
ikki finnur mong, sum hava
áhuga fyri Kierkegaard - tað er
hansara sergki - ella hug at
skifta orð um góðsku. Einkar-
dótturin er evnaveik, og Morten-
sen magistari tykist í allar mátar
at vera í eini blindgøtu.
Men høvundurin vísir á, at
hóast tilveran í Havnini er fá-
tækslig, so er hon ikki so galin,
og hóast fólk ikki tosa um
góðskuna, so liva tey hana. Um
Elianu, sum er gift Moritzi,
hugsar Mortensen: „Kvinder
som hun staar ligesom í verdens
midte. Deres varme radierer ud
til alle sider og naar helt op til
de arktiske regioner. De
repræsenterer paa en maade
menneskelivets mening og maal.
De er sandere end al teologi og
al filosofi. De er bare handling
...“ Her er Mortensen magistari
greidliga málgagn hjá høvund-
inum, á sama hátt sum Jens
Ferdinand var tað í „Den sorte
Gryde“.
Mortensen magistari arvar
eina stóra peningaupphædd, men
um somu tíð rýmir gentan At-
lanta, sum hevur átt lívið í hon-
um og dótturini, av landinum
við einum øðrum. Tástaðni gert
Mortensen greiður yvir, hvat
hann hevur havt. Stutt seinni
verða pengarnir stolnir, og hann
og ein annar royna at drekka seg
úr neyðini, meðan teir keglast
um hvert ein óneyðug trappa —
hon gongur frá seglloftinum og
út í bláan heim - ella eitt stativ,
sum ikki kann brúkast til nakað,
er frægast. (Aðaltátturin í allari
list?) Knappliga tekur Morten-
sen dik á seg og rennur upp
trappuna og út í bláan heim og
deyðan.
Adler og Scherfig
Landfútin Kronfeldt er smá-
borgarin, sum við gllum mátti
roynir at klintra uppeftir í sam-
felagnum og síðani stríðist fyri
at halda seg á sama stødi. Hann
minnir nakað um Skæling blað-
stjóra úr „Den sorte Gryde“ —
hesin var kortini meira góðvarin
- og eisini her verður svikafullur
samhugi brúktur av høvundinum
at sýna hetta neyðarsliga og
hættisliga menniskjað. Sum
smádrongur spældi hann altíð
politi, og nú er hann vorðin
landfúti í Føroyum og roynir at
vísa seg í sínum mátti og veldi,
men er um somu tíð bebba-
ræddur fyri, at fólk skulu frætta,
at hann ikki er av tí betra slag-
num, men at pápin var urta-
garðsmaður.
Kronfeldt er eitt gott dómi um
yvirkompensatión sambært
tankarnar hjá sålarfrødinginum
Alfred Adler. Royndirnar hjá
landfútanum at basa undirluta-
kenslunum eru so sjónskar og
klombrutar, at hann ongantíð
verður ein harmoniskur partur
av samfelagnum. Akkurát hetta
ger hann til ein vandamiklan
persón, sum ikki víkur fyri nøk-
rum, tá ið hann heldur á standa.
Tann ævinliga ræðslan fyri ikki
at kunna varðveita sín sam-
felagssess veitir fasismuni góð
gróðrarlíkindi.
Í sambandi við “Den sorte
Gryde” varð borið við, at tá ið
William Heinesen hevur hug at
fara eitt sindur illa við onkrum,
minnir skrivingarlagið um tað
hjá Hans Scherfig, sum var ein
meistari í at lata fólk lata seg
sjálvi úr. Tann svikafulli sam-
hugin er ein mátin, ein annar er
eitt øsandi spei, sum kemur fram
í endurgávuni av skilaleysum
skuldsetingum. Spælimaðurin
Kornelius er giftur tí dumbu
Korneliu, sum kemur til forhoyr,
tá ið maðurin verður åkærdur
fyri stuldur, og nidurstødan er, at
hann er sekur, tí "hans kone
forholder sig haardnakket stum.
Hun er aabenbart blevet instru-
eret."
Tann burturvilsti sonurin
Bartrogið Matte-Gok er eitt slag
av katalysatori í skaldsøguni, og
verður atvoldin til nógvan trega.
Hann hevur verið úti í verðini í
mong ár — sendur burtur vegna
stuldur vil onkur vera við — og
nú hann kemur aftur, boðsendur
av Ankersen, er hann dýrandi
fullur og illa dálkaður. Hann
líkist akkurát tí hann er: “en
fortabt og forkommen synder”.
Spakuliga ger høvundurin vart
við, at Matte-Gok spælir leik-
lutin sum tann burturvilsti son-
urin, tí soleiðis vóna Ankersen,
sektin og øll onnur, at tað skal
vera.
Mamman er Ura á Hellu, sum
á ungum árum heyði nógvar
biðlar, og tí veit eingin reiðiliga,
hver påpin er, men so mikið
dúgligari verður tað gitt. Anker-
sen hevur sett í seg, at tað er
hann, sum er pápin, og nú vil
hann umvenda tann afturfunna
sonin. Og væl tykist at ganga í
hond, men sum lesarin longu
varnaðist við heimkomuna, so er
Matte-Gok sama vittuggi, sum
hann altíð hevur verið, og hann
bíðar sær bara løgir at fáa hend-
ur á pengum og síðani sleppa
sær av aftur landinum.
Fråsøgumadurin sigur, at hvat
snildum viðvíkur, verður Matte-
Gok tikin av triðja hvørjum
sakførara, og millum rovfuglar
er hann bara ein neyðars smyril.
Men vandamikil, tað er hann:
“Der hæfter noget uvirkeligt
ved Matte-Gok, han har paa en
maade intet ansigt, ingen
menneskesjæl. Han er blot til-
stede som en kold og uigen-
drivelig magt. Han ligner med
sin høgeprofil guden Ra med det
umenneskelige fuglehoved. Et
umenneske er han, en ensom
ulykkesfugl, en lavt flyvende,
snigende rovfugl.”
Matte-Gok oyðir og spillir, har
hann kemur fram, og hann er
sostatt mótsetningurin til lívs-
dyrkanina hjá spælimonnunum,
og atvoldin til at lív og vakur-
leiki mugu dvína. Biðlarnir hjá
Uru á Hellu vóru av tí frægara
fólkinum, og tað ber tí til at
siga, at tann seki er leysinga-
barnið hjá borgarastættini, tann
burturskotraði eros. Somuleiðis
vita vit, at roynir tú at troka
eitthvørt burtur, vilt tú ikki vita
av tí, so vendir tað fyrr ella
seinni týnandi aftur.
Fråsøguhåttur
Målid hjå Williami Heinesen er
ein søga fyri seg, og ein søga,
sum gerst meiri og meiri egin og
sermerkt fyri at kalla hvørja
bók, hann letur frå sær. Høvund-
urin er málsliga bæði hittingar-
samur og hittinorðaður, og hann
hevur greitt frá, at hesi serligu
evnini at skapa sær sítt egna mål
blivu mýkt í barnaárunum í
Havn. Hann vaks upp í einum
danskmæltum heimi, skyldfólk
tosaðu danskt við hann, og skúl-
in var danskur. Men hóast vin-
menninir eisini hildu tað vera
stuttligt at tosa danskt vidhvørt,
so fór tað mesta spæl kortini
fram á føroyskum, og tá var
William málsliga við undirlutan.
Danskt var jú hansara mál, men
nøvnini á øllum lutum og fyri-
brigdum, sum vóru partur av
gerandisdegnum, vóru føroysk,
og mong av teimum donsku
nøvnunum kendi hann ikki —
um tey yvirhøvur funnust. Har
var einki annað til at taka enn at
gera sær síni egnu "donsku” orð,
og William vil sjálvur vera við,
at hendan undirlutastødan gav
honum dygga málsliga venjing.
Nøkur dómi um tað serliga
Heinesenska málið. Um eina
adventistfamilju verður sagt, at
hon "helligholdt lørdagen med
harmoniumspil og udæskende
sang”, og beint áðrenn Ankersen
vísir, hvør dugur er í honum
sum predikantur, verður hann
lýstur soleiðis: “der sprang et
underligt krydret smil frem í
hans skæg”. Tá ið smiðurin vil
vera við, at konan ikki er til at
flættast við, sigur hann, at
"jangsekjangen er over hende”.
Søgan um spælimenninar
verdur søgd i einum blandingi
av barokkum skemti og sam-
kennandi ålvara, og hendingar-
nar eru um somu tíð tilverustríð
og skemtileikur. Tann serligi
humor, sum er so eyðkendur fyri
"De fortabte Spillemænd”, stav-
ar fyri ein part frå skiftinum
imillum ein afturlitandi fråsøgu-
mann, og at søgan verdur sædd
igjøgnum ymsar persónar. Heyði
frásógumaðurin verið alvitandi,
vóru hansara tulkingar av hend-
ingunum tær galdandi, men
hann er, hóast hann veit nógv,
ikki alvitandi. Tvs. at fråsøgnin
hjå honum og teimum einstøku
persónunum hava at kalla sama
virði, hann veit bara meira og
hevur stórri perspektiv, tí hann
situr eini hálvtrýss ár eftir hend-
ingarnar og fortelur. Viðburðir,
ið eru sera álvarssamir fyri ein-
staklingin, og sum mangan verð-
a vístir sum smáir leikir, gerast
skemtiligir, tå ið frásggumaðurin
setur teir inn í ein stórri saman-
hang.
Atgerðir og undirgongd
Í bók síni um skaldskapin hjá
Williami Heinesen, "Færø og
Kosmos” 1974, ger W. Glyn
Jones vart við, at hóast brúd-
leypini hjá teimum trimum
spælimansbrødrunum eru ólík,
so koma sjónskir líkleikar und-
an, tá ið tú samanber tey. Í brúd-
leypinum hjá Moritzi doyr ein
gamal skómakari, í tí hjá Kor-
nelius fer ódnin við húsunum
hjá Uru (Ura doyr ikki, men hon
er lítið verd eftir hetta), og í
brúdleypinum hjá Siriusi doyr
Mortensen magistari. Brúdleyp-
ið er sum nevnt í undanfarnum
greinum lívssymbol í skaldskap-
inum hjá Williami Heinesen, og
høvundurin yndar at seta deyðan
upp ímóti. Tá ið tú ert í einum
tilveruumskifti — sum eitt brúd-
leyp jú er tekin um — ert tú í
serligum váða fyri at forfarast.
Tað at vera á lívi er at vera í
vanda, og einahelst tá ið tú ert
ávegis frá eini støðu til eina
aðra.
Eitt tydningarmikil nidurstøda
í "De fortabte Spillemænd” er,
at tað er neyðugt at stríðast
ímóti búrkroppunum, so at teir
ikki sleppa snikkaleysir frá teirra
gerðum. Tað, sum Matte-Gok
umboðar í Havnini, fyrireika
aðrir í heimsmáti. Fyrri ver-
aldarbardagi stendur fyri durum
og honum á baki annar ver-
aldarbardagi. Hampafólk - góð,
fitt, vanlig menniskir - duga illa
at verja seg ímóti óndskapinum,
og teirra atgerðir eru mangan
klombrutar og til lítla nyttu.
Men fyrr ella seinni er tað neyð-
ugt at geva hesum myrkursins
kreftum greið boð. Moritz, sum
er tann einasti av spælimonnum,
sum tað bragdar í, tá ið tað skal
farast til verka, tekur lívið av
Matte-Gok, tá ið hesin er líka
við at sleppa burtur. Aftan á ger
hann enda á sær sjålvum. Nøkur
onnnur gongd leið finst ikki.
Tú kanst minni enn so altíð
basa fanansskapinum við tí
góða, men noyðist vidhvørt at
brúka hansara egnu amboð, men
hvussu so við tær sjálvan, tá ið
avhæsar? Tú kanst ikki rokna
við, at koma óspiltur úr tí bar-
daganum. Hetta er nettupp tví-
stødan, Moritz er í, og hann
velur at offra seg.
Deus ex machina
Likasum í “Den sorte Gryde” er
lagnan hjá teimum mest týðandi
persónunum avgjørd vid skald-
søgulok: Sirius, Moritz og Mort-
ensen magistari eru deyðir, og
Kornelius er endaður á sinnis-
sjúkrahúsi, tí at hann er dómdur
fyri stuldur, sum Matte-Gok
hevur framt. Ankersen er kortini
still going strong — hann kemur
eisini fyri í ðrum bókum — og
søgan hjá soni Elianu og Moritz,
Orfeus, er heldur ikki liðug.
Ætlanin við Orfeusi er, at hann
skal útinna dreymirnar hjá hin-
um um at liva eitt lív í tónleiki,
og musikklærarin orðar tað: “Du
skal blive meningen med det
hele!"
Men bara fáa síður áðrenn
skaldsøgan endar, eru útlitini
ikki bjørt, og tann gamli sjó-
maðurin Oli Brandy, vinmaður
spælimenninar, hevur hug at
kasta frá sær. Næstan alt er
broytt, tú fært ikki annað enn
fråhaldsøl, og tann einasti glott-
in eru skipini og teir umborð:
“Havets folk, de er som det faste
gulv under fødderne, som de
usvigelige dæksplanker. Det er
kernen”. Og rætt hevur Oli,
hóast skipini eisini eru fyri
broytingum, tí ein dagin stevnir
barkin "Albatrossurin” inn á
Havnina og við umborð er ein
koncertmeistari. Oli ber soleiðis
í bandi, at Orfeus spælir fyri
hesum manni, og tá ið
“Albatrossurin" fer av aftur
Havnini er Orfeus við umborð,
ávegis at blíva ein kendur vio-
linspælari. Vónirnar hjá familju
og vinum ganga út, men bara tí
at tilvildin rættir eina hjálpandi
hond.