Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-13, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. juli 1999síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 130 - 13. JULI 1999 tíðindablaðið Nýggjur danskur ES-ráðharri: Bjerregaard út og Nielson inn Um vikuskifti fingu danir nýtt umboð í ES-nevndini. Poul Nielson skal framyvir verða ráðharri fyri neyðhjálp og menn- ingarpolitikki, og tað merkir, at Ritt Bjerregaard, sum hevur verið kommiserur seinastu fýra árini, ætlar sær ístaðin aft- ur á ting SVEINUR TRÓNDARSON Sum í øllum øðrum livsins viðurskiftum, so gongur eis- ini upp og niður í politikki. ES-nevndin hevur fingið nógva umtalu, og sigast má, at serliga tann seinasta ES- nevndin, við Jacques Santer á odda fekk nógvar ákoyr- rr 3 I Poul Nielson, menningar- ráðharri, verður nýggjur danskur ES-kommiserur. Hann fær ábyrgdina av mennignarpolikki og neyð- hjálp ingar. Tá ein frágreiðing, sum varð almannakunngjørd fyri kortum vísti, at óreglusemi ráddi á minst >ráðharrastov- um«, var ovboðið hjá ES- tinginum, og endin var, at nevndin legði frá sær. Hóast tað bert var ein partur av ES-nevndini, sum stóð fyri skotum, so var tað øll nevndin sum hon var, sum fekk toyggið, og tað hevði við sær, at nýggjur formaður skuldi veljast at manna nýggja ES-nevnd. Fyri eini tíð síðani gjørd- ist greitt, at italiumadurin Romano Prodi var maðurin, sum skuldi leiða nýggju nevndina, og hann gjørdi greitt, at bert heilt fáir ráð- harrar sluppu at halda fram. Og fyri Danmark merkti hetta, at nýggjur ES-ráð- harri skuldi veljast. Menningarráðharrin til Bruxelles Í eina tíð hava søgurnar gingið um, at tað eftir ollum at dóma fór at vera Poul Nielson, sum skuldi til Bruxelles, og um vikuskifti vórðu hesar søgur váttaðar. I tíðindaskrivið frá for- sætisráðnum verður sagt frá, at Poul Nielson, sum er menningarráðharri í stjórn- ini hjá Poul Nyrup Rasmus- sen, verður nýggjur danskur ES-rådharri. Abyrgdarøkid hjå Poul Nielson i Bruxelles, verður honum ikki fremmant. I stjørnini hjå Nyrup hev- ur hann havt åbyrgdina av neyðhjálpar- og menningar- politikki, og tað verður eis- ini tað hann skal takast við tá hann fer til Bruxelles um stutta tíð. Í tíðindaskrivinum frá forsætisráðnum sigur Ny- rup, at hann er stak fegin um at tað eydnaðist at fáa júst henda ráðharristólin til Poul Nielson. — Hann er ótrúliga væl- egnaður á júst hesum øki- num, sum hevur verið so týdningarmikil partur av danska uttanríkispolitikkin- um. Nyrup leggur dent á, at við einum donskum ES-ráð- harra við ábyrgd fyri neyð- hjálp og menningarpoli- tikki, so kann nógv gott spyrjast burturúr, bæði fyri ES og fyri Danmark Royndur politikari Hóast Poul Nielson ikki er nýggjur í politikki, so er hann ikki ein teirra, sum hevur latið hoyra mest frá sær. Poul Nielson er 56 ára gamal, er giftur, eigur trý vaksin børn og er útbúgvin cand. scient pol. frá Århus Universitet Hann varð valdur á ting í 1971, men hevur síðani mist sæti fleiri ferðir. Hóast hetta, so hevur hann kortini ikki mist móti at halda á sum politikari, og hevur hann tí vunnið sæti aftur. I 1979 gjørdist hann fyrsti danski orkumálaráðharrin í søguni. Oljuvinnan var å- vegis, og Anker Jørgensen valdi hann sum fyrsta ráð- harran við tí økinum, sum hann umsat til 1982. I 1994 varð hann aftur valdur til ráðharra. Poul Nielson ynskti nýggjan ráð- harra til neyðhjálp- og menningarpolitikkin, ístað- in fyri Helle Degn, og hesa uppgávu hevur Poul Niel- son røkt síðani. Poul Nielson hevur eitt gott altjóða umdømi, og einu tíðina varð tosað um, at hann skuldi gerast stjóri á menningarskrivstovuni hjá ST, sum eitur UNDP, men tað varð av ongum. Men nú kom so henda al- tjóða politiska avbjóðingin ístaðin. Ritt úti - fyribils >Taparin< í stríðnum um nýggju ES-nevndina var Ritt Bjerregaard. Fyri góðum fýra árum Birte Weiss aftur rådharri I sambandi við at Poul Nielson gerst nýggjur ES-ráðharri hevur Birte Weiss aftur fingið sess sum ráðharri í stjórnini hjá Poul Nyrup Rasmussen. Hon hev- ur annars verið uttanfyri stjórnina síðani seinasta val SVEINUR TRÓNDARSON Tað er meira reglan enn undantakið, at broytingar verða framdar í stjórnum meðan tær sita. Sitandi stjórnin hjá Nyrup er einki undantak í so máta, og tá tað um vikuskifti gjørdist greitt, at Poul Niel- Birte Weiss er nú aftur ráðharri. Hon tekur við sum granskingarráðharri eftir Jan Trøjborg … son verður nýggjur ES-ráð- harri, gjørdist tað samstund- is eisini greitt, at í minsta lagið ein broyting skuldi gerast í stjórnini hjá Nyrup. Og nú er greitt, at Birte Weiss verður nýggi ráð- harrin í stjórnini. Hon er ikki óroynd í politikki, minni enn so. Hon hevur sitið á fólkatingið í nógv år, og hevur eisini verið ráð- harri í fleiri ár. Eftir seinasta val var ætl- anin, at Birte Weiss skuldi gerast nýggjur fólkatings- formaður, men hon tapti fyri Ivari Hansen í sera spenn- andi og nógv umtalaðari at- kvødugreidslu. Sidani tå hevur Birte Weiss verið »meinigur« politikari, umframt at hon hevur verid næstformadur i fólkatinginum. Nú er tað sum sagt greitt, at hon aftur verður ráðharri. Birte Weiss skal kortini ikki umsita målsøkini, sum Poul Nielson gjørdi. Ístaðin verður hon nýggjur gransk- ingarráðharri. Hesa uppgávu hevur Jan Trøjborg røkt seinasta ári. Hann verður nú nýggjur menningarráðharri ístaðin. Í tíðindaskrivi í sambandi við stjórnarbroytingarnar sigur Poul Nyrup Rasmus- . sum verður fluttur yvir í >gomlu< ráðharrastovuna hjá Poul Nielson, sum menningarráðharri sen, at hann er sera fegin um, at Birte Weiss aftur gerst ráðharri. Hon hevur drúgvar royndir og stórt innlit í ein hóp av uppgávum. Eg havi altíð sagt, at vit hava brúk fyri Birte Weiss tá hovi býðst, sigur Poul Nyrup Rasmussen Hann sigur eisini, at Jan Trøjborg hevur havt ynski um at royna seg, sum ráð- harri við altjóða arbeiðsupp- gávum. - Nú var møguleikin til staðar, og eg eri fegin um tað arbeiði, sum Jan Trøj- borg ger fyri stjórnina og tær royndir hann hevur, sig- ur Poul Nyrup Rasmussen. Jan Trøjborg hevur um- framt at vera granskingar- ráðharri seinasta tíðarskeið- ið, eisini verið ferðslumála- ráðharri og vinnumálaráð- harri eitt tíðarskeið. www.sosialurin.fo | síðani varð hon vald, sum ráðharri fyri umhvørvi og kjarnorkutrygd, og tað er ein uppgáva, sum eftir øll- um at dóma hevur dámt henni væl. Sum sagt slapp bert ein partur av gomlu ES-nevnd- ini at halda áfram við ar- Ritt Bjerregaard er liðug í Bruxelles. Hon varð ikki afturvald, og ístaðin hevur hon gjørt av at stilla upp til næsta fólkatingsval beiði sínum, og Ritt Bjerre- gaard var ikki ein teirra. Ritt Bjerregaard verður neyvan arbeiðsleys kortini. Hon hevur fyri stuttari tíð síðani avgjørt at stilla upp til næsta fólkatingsval, fyri Lejre valdømi, og so er spurningurin hvussu glaður Nyrup er fyri tað. Ritt er av sonnum tað, sum kann kallast ein av tungvektarunum í donskum politikki, og hevur ótrúlig evnir at koma afturíaftur hó- ast hon mangan hevur fing- ið dyggan politiskan snudd- in. Í fleiri fórum er orsøkin hennara egna, men kortini hevur hon megnað at fóta sær aftur, hóast »serfrøding- ar< hava sagt, at nú er liðugt við henni. Ritt Bjerregaard er tiltikin fyri ikki at verða bangin fyri at loysa frá posabandinum. Eitt dómi um hetta var dagbókin hjá ráðharranum, sum næstan varð útgivin. Nevndarformaðurin Santer var í ødini um tað sum í bókini stóð, og endin var at útgávan var avlýst. Hóast Bjerregaard er farin frá sum ES-ráðharri, so er hon politikst ikki vorðin søga. Hon segði við donsk blød í síðstu viku, at hon á fólkatingi fer at berjast fyri tey fátæku og verri støddu í Danmark og tað fara vit utt- an iva at hoyra meira til. Juli TILBOÐ Vit lata — 20% av øllum kranum allan mánaðin Eisini hava vit stórt úrval av baðirúmsmeblum fyri sera lágar prísir Í Runavík hava vit opið mikudagin 14.7. frá kl. 13.00-17.30 V.V.S. HORNIÐ Lágprishand Landavegur 2 - 100 Tórshavn Tlf. 318023 - 447773 - Fax 310963