týsdagur 13. juli 1999síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
NR. 130 - 13. JULI 1999
Viðmerking:
Aftursvar til Anju Hansen
Orsøkirnar, til at eg en tann
ið skrivar í blød
m um hetta, eru mangar
v flestu. ið halda við mær.
flenna bara eftir tykkum
halda tað. eg geri, vera
íka høpisleyst, sum at tosa
við sinnissjúklingar, menn
ngartarnaði ella robottar
Oðrum er tað líkamikið. um
rætt ella skervt vinnur, sann
leiki ella lygn
Orsøkin til at eg skrivi í
iðunum er. at eg havi
ra frá samkomu
tan, har hvor segði. at
a næsti heilt vist heyði
svarið. Tað hevði hann ikki
skilir tað tvætlið. sum stend
bibliuni, ti at svar teirra
voru eins skilaleys og tykk
nu. Munurin er, at
øll sleppa at
ivussu tit svara leit-
n, og meta um
]
har n
i ein møguleika at
spurningum mínum,
V. ið lesa bloðini,
nakað burtur úr
Men alt hetta havi eg sagt
fyrr. Hevur tú fylgt við?
Tá eg kjakaðist við Sonna
Jacobsen segði hann eina-
ferð, at hann helt mínar
spurningar vera leiðandi.
Tað eru teir eisini á ein hátt
At ein spyr ein retoriskan
spurning merkir, at ein veit
hvat svarið verður. Tá eg
spyrji um Gud veruliga drap
børnini í Egyptalandi, av ti
at Hann var illur vid for-
eldur teirra, so vænti eg ikki
at nakar fer at nokta, at so
var. Heldur ikki vænti eg,
at nakar kann rættvisgera
hesa gerð. — Hvi spyrji eg
}
kunnu
so
Ti at uttan so at tad kann
rættvisgerast, so eiga vit
ikki at taka undir við Gudi
og tæna honum. Vit duga at
meta um gott og ilt. og er
tað, ið stendur í bibliuni,
ikki gott, so eiga vit at vraka
tað. Ein eigur ongantíð at
góðtaka nakað uttan at
skilja tað. Ger ein tað, so
verður ein lumpaður av
tilikum sum Hitler.
Skilir ein ikki hví Gud er
rættvísur, t.e. kann ein ikki
forsvara tað, Gud ger og
biðir okkum um at gera, so
at tað kann kallast rættvíst
og gott, so hevur ein ikki
valt at fylgja Gudi, tí at
Hann er góður. men heldur
vegna aðrar orsøkir. Hesar
kunnu t.d. vera ótti fyri
revsing Hansara ella ego-
isma, tí at tað er einum lika-
mikið, um Hann er góður
bert ein sjálvur
sleppur til himmals
ella ei,
“The Blame Game"
At tú pástendur at eg skrivi
alment. tí at eg vil, at oll
skulu siga “John hevur rætt,
Gud er farin skeivur” og so
Iment lýsa tað á forsíðu
m. er undir ) kritikk
or "hin håtturin” at
allar
kjakast, sum eg áður havi
nevnt - tann. ið politikarar
oftani nýta, tá ið teir stinga
til hvønn annan, heldur enn
at argumentera. Hetta et
bert ein ússalig roynd, at fáa
meg at síggja út sum ein
egoist, ið vil hava mitt egna
trýst igjøgnum, heldur enn
ein, ið heldur seg hava funn
ið sannleikan, og ynskir at
deila tað við onnur ikki
tí at tað er mitt hugskot og
eg vil hava æruna, men tí at
tað er sannleikin. Og so sig
ur Jantelógin: “Tú vilt bara
hava rætt, ha?" Hesin
setningur hevur einki skila-
gott í sær og er sovorði, ein
kann vænta sær frá
børnum
Somuleiðis tá ið tú tosar
um "the Blame Game”, ella
sum Monty Python søgdu í
skemti "let's not argue
about who killed who".
Hetta er aftur ein roynd at
fáa kjakið út á eitt siduspor,
við at venda peikifingrinum
frá tí ákærda móti tí, ið
ákærir, við at siga "Tú vilt
bara skeldast ha?". Eisini er
tað vanligt hjá fólki, verða
tey átalaðið fyri eitthvort, at
siga: "Ert tú kanska perfekt-
ur? —Hvussu vágar tú tær
so at kritisera okkum?". —
Hetta skal so hava við sær,
at um tú nakrantíð hevur
gjørt nakað skeivt í øllum
lívi tínum, so hevur tú ikki
loyvi at kritisera Hitler.
Eingin hevur loyvi til at
kritisera nakran og so trívist
óndskapurin aftur, feitur og
fregin.
Endamálið hjá mær er, at
vísa fólki hvussu býttur og
óndur kristindómur er. Tú
kanst kalla tað at fara í bar-
daga við Gud, um tú hevur
hug. Eg kalli tað at fara í
bardaga ímóti einari gaml-
ari bók, sum igjøgnum hótt-
anir um revsing fyri ólýdni
og lyftir um løn fyri undir-
givni ger fólk býtt og ónd.
Er tað veruliga Gudi, eg
berjist ímóti, so kann Hann
vinna á mær við at vera
góður og skilagóður (aftaná
at Hann hevur givið mær
tað minstu orsøk, at halda
at Hann finnist). Eg tæni
ongum, bert tí at viðkom-
andi er sterkari enn eg —
tað eru tað so nógv, ið eru,
og Hitler hevði verið mill-
um tey. Ein berjist heldur
ikki fyri at vinna, men fyri
at berjast, tí at tað er rætt.
sma-
Arbeidsmenninir i
Vingardinum
-"Hvi ert tú óður inn á
Gud, fyri tað at Hann er
góður ímóti børnunum og
gevur teimum atgongd til
sín?" — Eg eri ikki illur við
Gud, tí at Hann er náðigur
móti teimum, ið doyggja
áðrenn tey eru nóg gomul
til at taka ímóti Honum. At
tú sigur hetta ger, at eg missi
vónina fyri at tú skilir nakað
av tí, eg havi skrivað. Eg
vísi bert á skilaloysið í hes
um, at ævig rættvísi veldst
um tilvild — at tey, ið eru
so "óheppin" at liva nóg
leingi til, at tey kunnu hald-
ast til svars fyri misgerðir
teirra, skulu pínast um ævir.
At siga at eg eri illur, tí at
Hann er góður vid børn, er
tað sama sum at siga at eg
ikki dámdi Hitler, tí at hann
var góður við týskarar
(”Hey, hvat hevur tú ímóti
tyskarum?”) — Fávitska!
Men eg noyðist at peika
á, at hann ger gott ímóti
nøkrum og ilt móti øðrum
fyri at prógva, at hann er
Orættvisur, tí at rættvísi
merkir, at ein fer líka væl
við øllum
Viðvíkjandi dóminum um
víngarðin, so høvdu ar-
beiðsfólkini í dóminum ikki
fingið somu løn, var tað í
dag, at tað hendi, tí at vit
hava ein hátt at lóna ar-
beiðsfólki, ið eitur ”tima-
øn”. Hetta er ikki bara okk-
urt logið hugskot, men tann
besti hátturin, vit hava funn-
ið, at lóna fólki rættvíst.
Gevi eg arbeiðsfólki, ið
arbeiða fyri meg, ymiska
løn, hóast tey hava arbeitt
lika nógv, eri eg órættvísur.
Somuleiðis er, um eg gevi
arbeiðsfólki somu løn, ið
ikki hava arbeitt líka nógv.
Tað nevnist framumtøka
(ella favorisering). At eg
havi rætt til at gera sum mær
lystir vid minum peningi er
nakad heilt annad: eg havi
eisini rætt til at geva hvítum
fólki forrættin yvir svørtum
fólki, tað er jú mítt lív, mín
vælgerð, mínir pengar. Men
”rættvisi” merkir nakað
annað, nevniliga at fara eins
væl við ollum. Tann hugs-
anin, at Gud gevir småbørn-
um fråmihjårætt til auto-
matiska frelsu, livir ikki upp
til hetta hugtakið (rættvísi
altso), men tað vil ikki siga,
at eg leggi uppskot fram
um, at Hann átti at koyrt
børnini í helviti eisini. Hetta
var nakað, tú komst við,
Anja. Tú ert eyðsæð so von
við hugsanina um helviti, at
tú einki annað uppskot hev-
ur. Hvussu við, um Hann nú
frelsti okkum øll? Ella ong-
antíð skapti okkum? Sjálvt
tað heyði verið betur enn
revsing helvitis.
Pedagogikkur
Viðvíkjandi Eden, trænum
og slanguni, so er tann týdn-
ingarmikli spurningurin:
Vildi Gud, at vit skuldu vita
um gott og ilt, ella vildi
Hann tað ikki? — Vildi
Hann tað ikki, hví setti
Hann so træið har? -“Tí at
Hann vildi, at vit skuldu
vera frí og ikki tælir",
svaraðu tey kristnu so. Eg
fari at meta um hvussu
skilagott hetta er, við at gera
tvey líknilsir:
Fari eg at vitja Niagara-
fossarnar saman við børn-
um mínum, so fari eg at
forða teimum frá at nærkast
kantinum. Eg fari ikki at
loyva teimum, at gera sum
teimum lystir, tí at eg veit,
at tey eru býtt og ikki vita,
hvat ið er best fyri tey. “Er
træid gott ella ringt?",
noyðist Gud at gera av. Er
tað ringt, so eigur eitthvørt
ábyrgdarfult foreldur at
forða børnum sínum at
nærkast tí.
A sama hátt: Veit eg, at
ein sinnissjúkur persónur
býr nær við hjá mær, ið
meira enn so kundi funnið
uppá, at givið børnum mín-
um eitur, ið líktist góðgæti,
so heyði eg ikki loyvt hon-
um so mikið sum at nærkast
børnum mínum (fyri at
koma mær undan fleiri mis-
skiljingum, so fari eg hesa-
ferð at avdúka, hvønn eg
líkni við: slanguna). Eydn-
ast tað honum at sníkja seg
inn kortini, so er tað ikki
mín skyld — eg havi roynt
mítt ítasta. Tað sama kann
ikki sigast um Gud. Hann
er alvitandi, so tað merkir,
at Hann í roynd og veru stóð
og hugdi at, meðan børn
Hansara vórðu eitraði. Og
so vilt tú vera við, at eg
missi "pointid”, ið er kær-
leiki Guds, men eg síggi
ongan kærleika.
-"Um træið ikki stóð har,
so høvdu tey óivað verið
ólýðin í onkrum ødrum”,
sigur tú so, fyri at taka
skyldina burtur frá Gudi. —
Hvat er títt "point"? Hava
vit valt at vera býtt,
góðtrúgvin og forvitin?
Hava vit skapað okkum
sjálvi? Vit eru, so sum vit
eru, tí at Hann gjørdi okkum
soleiðis.
Krossurin
Sum eg greiddi frá í einum
øðrum lesarabrævið, so
kom Gud niður á jørðina,
fyri at ofra seg sjálvan til
seg sjálvan, fyri at geva sær
sjálvum loyvi, at broyta
eina lóg, ið Hann sjálvur
hevði gjørt. Royni eg at
(savnsmynd)
halda mær frå at flenna i
kiki, so kann sigast um
hetta, at Hann sjålvur hevur
gjørt tær lógirnar, ið siga,
at vit øll skulu í helviti (og
helviti sjálvt), so ein átti at
hildið, at Hann í minsta lagi
kundi fáa okkum burtur úr
hesum ruðuleika, av tí at tað
er Hansara skyld. At Hann
velur at gera tað, við einum
krossfestingarrituali, tað er
Hansara sak. Hann var
longu í fer við at broyta
fornar lógir undir navninum
Jesus (Tit hava hoyrt..., men
Eg sigi tykkum...), so Hann
kundi eisini broytt lógina,
ið sigur, at “eingin fyrigev-
ing kann vera, uttan so at
blóð flýtur", og bara sagt
:“*Nú eru øll frelst”.
Tú sigur eisini, at Gud
heldur tað vera rættvíst, at
vit fortapast, taka vit ikki
ímóti ofri Hansara, tí at
Hann ikki kann hava slik í
ríki sínum. Fyrst av øllum,
so nýtist Honum ikki at pína
okkum í allar ævir, bara tí
at Hann ikki vil hava okk-
um; Hann kundi t.d. beint
pínuleyst fyri okkum. Fyri
tað næsta, so hevur Gud
skapað hugtakið "rættvisi”
og Hann kann tí broyta tað
(Hann hevur jú gjørt tað
fyrr). So orsøkin, til at vit
fara í helviti, er ikki tí, at
tað er neyðugt, ella tí at tað
er rættvíst (tí at "rættvisi”
jú bara merkir tað, Hann
vil), men tí at Hann vil tað.
-“Tú kanst biðja Gud geva
tær eina (opinbering), men
tú kanst ikki freista Hann.“
— Hvat merkir hetta? Kann
eg fáa eina opinbering ella
ei? Ella er hetta ein hittin-
orðaður háttur at siga, at tað
er at freista Gud, biðir ein
Hann um eina opinbering
— at tú kanst biðja Hann
um eina, men ikki fáa hana?
Ella merkir tað. at um eg
biði um eina opinbering og
fái hana ikki, so merkir tað,
at eg royndi at freista Gud,
heldur enn at eg bara søkti
sannleikan? Hetta minnir
um, tað ið hendir, tá ið fólk
vegna vónloysi venda sær
til eina samkomu, ið trýr
upp á grøding, og tå ið so
einki hendir, hóast biðið
hevur verið fyri teimum, so
fáa tey at vita, at tað er teirra
skyld, tí at teimum vantar
trúgv. — Hetta er alt samalt
bara vánaligar umberingar
fyri lygn og idioti.
Matteus 12:39 tykist klárt
at siga, at einki tekin verður
givið okkum. Hetta, um ikki
annað, er erligt: Hann vil
hava okkum at trúgva, ikki
vita. Tó greiðir Hann okk-
um aldrin frá, hví hetta er
so. Hví er tað neyðugt hjá
okkum at liva í angist og
óvissu alt okkara lív? Hví
kunnu vit ikki vita?
-"Og síðani stendur, at fyri
at kunna kalla, mugu tey
fyrst trúgva, at Hann er, og
fyri at kunna trúgva at
Hann er, má onkur siga
teimum tað" (tí at Gud ætlar
ikki at gera tað). — Her
síggja vit aftur, hvussu ævig
rættvísi hongur á tilvild; um
menniskju (ella posturin)
røkka fram ella ei.
Nær kemur Jesus?
Viðvíkjandi afturkomu
Jesusar, so komst tú ikki við
nakrari umbering ella frá-
greiðing fyri følsku lyfti
Hansara um at koma skjótt
aftur. Heldur sigur tú, at nú,
av øllum tíðum, liggur sera
væl fyri hjá Honum at koma
aftur. Øll halda altíð teirra
egnu tíð vera serliga, og
fólk hava altíð sagt sum tú:
"Endin er nær! Eg veit, eg
veit — tað hava vit sagt í
næstan 2000 ár, men nú er
Hann altso veruliga nær, og
eg meini tað."
Er túsundáraríki møgu-
liga líkt hviludegnum?” —
Eg veit ikki. Er tað? Hvat
fær teg at halda tað? Og
hevur tað nakað at siga? Tá
ið Hann hevur sagt, at "dag-
ur Harrans kemur sum
tjóvur á nátt", er tað so ikki
fåfongd at royna at gita nær
Hann kemur? Kann Hann
ikki lumpa okkum, um
Hann hevur hug? Hann
lumpaði Jehova Vitni væl
og virðiliga í 1914. Og kom
Hann aftur nú, so var Hann
kortini ikki “skjótur" aftur,
sum Hann lovaði.
Og eru 1000 ár veruliga
ein dagur fyri Honum (2.
Pæt. 3:8), so er Hann jú
tíðarbundin, eins og vit eru
tað, bert á ein annan hátt.
Skal nakað skil vera í, so
mugu vit ganga út frá at
hetta, at túsund ár eru eins
og ein dagur fyri Honum,
bert merkir, at Hann er tíð-
arleysur. Men so átti Hann
ikki at ørkymla okkum við
at siga, at Hann verður
skjótur aftur.
John Johannesen