týsdagur 13. juli 1999síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 130 - 13. JULI 1999
tíðindablaðið
Krossfestur
Ossur Johannesen er aftur á flógumarknaðinum við fløgu. MK
Hetta er onnur flóga hansara og eins og tann fyrsta, so er
talan um eina fløgu, har bassguitarin og spælimaðurin
sjálvur eru í brennideplinum
DAGFINN OLSEN
Tá fjøltåttadi listamaðurin
Øssur Johannesen gav sína
fyrstu fløgu út, ið bert hevdi
eitt ljoføri, nevniliga bassin,
so var fløgan eindømi i før-
oyska fløgusavninum. Nú
er so ein slik fløga komin
afturat å hesi hillini og hana
eigur Øssur eisini. Hon
nevnist „Mín Krossfesting“.
Øssur er listamaður á
mongum økjum og nú hev-
ur hann enn einaferð givið
bassfløgu út. Umframt tón-
leikin, so eru myndlist og
yrkingar eftir listarmannin
sjálvan í húsanum.
Húsin er rúgvusmikil,
døkkur og er ein lítil bók-
lingur, har myndlist, yrking-
ar og frálíku fotomyndirnar
hjá Jens von Krogh av bass-
leikaranum ganga upp í eina
bergtakandi eind. Eitt upp-
livilsi, ið kann njótast sam-
an við tónleikinum
At skapa lættan tónleik á
eitt tungt og myrkt lj60føri
er ikki lætt, og tað roynur
Ossur heldur ikki.
Hugaheimur hansara er
døkkur. Tað eru myndir
hansara eisini, somuleiðis
yrkingarnar og eisini tón-
leikurin.
Mín krossfesting er ein
tung fløga, har bassur og
ymsar effektir eru í hásæti
og har Øssur prógvar hegni
at handfara sítt ljóðfori.
Løgini boða eisini frá hug-
lagnum. „Mín krossfest-
ing“, „At dyrka sítt einsemi
. og „Djevulin i mær“ eru
dómi um heitini á løgunum.
Hann nýtir bassin sum
sololj6dføri, hóast tey flestu
helst seta bassin í samband
við grund og fundament
undir øðrum tónleiki. Skal
ein gera slíkt so krevst inn-
lit og at ein ger tað sann-
førandi - og tað megnar
Ossur.
Umframt at leika bass á
fløguni, lesur Øssur eisini
yrkingar sínar.
Mín Krossfesting er
bandfest í RMS-studio í
1998-99 og Øssur hevur
sjålvur framleitt, saman vid
Hjalta Joensen.
Tutl gevur fløguna út og
hon fæst kring alt landið í
dag.
Góður túrur
I vikuskiftinum skipaði Grindabátafelagið í Vági fyri
stevnu, og siglt var úr Vági til Sandvíkar fríggjakvóldið
og aftur dagin eftir, har borðhald var í Skótahúsinum í
Vági á kvøldi
DAGFINN OLSEN
Grindabátafelagið í Vági
skipaði í vikuskiftinum fyri
stevnu og fekk vitjan av
Greipi úr Havn, Dvørga-
moy úr Eysturoynni og
Nadoddi av Tvøroyri
Friggjakvøldid savnaðust
bátar og manning á Garða-
brúnni í Vági, ið er umvæld
fyri stuttum, og so varð lagt
á fjørdin. Umframt teir 3
vitjandi bátarnar, luttóku
gomlu grindabátarnir Svan-
urin, Sildberin, Dýrið og
Hvalurin. Túrurin til Sand-
víkar tók einar 4 tímar. Dag-
Garðabrúgvin er umvæld og
in eftir fóru menn á Hvalb-
iareið at meta um veðrið,
men mett varð, at ikki var
ráðiligt at halda leiðina
áfram, og oynna runt, sum
ætlað, tí líkindini vóru ikki
nóg góð. Í staðin settu teir
kós heimaftur somu leið,
sum teir komu og tóku sær
stundir at njóta ferðina.
Góður túrur
Leygarkvøldid varð skipað
fyri borðhaldi í Skótahúsi-
num í Vági, har menn hugn-
aðu sær og hildu talur og
tóku onkra stutta vísu. Men
manningin var troytt, so
var midstød fyri tiltakið í Vági
í vikuskiftinum
kvøldid gjørdist ikki so
langt.
Sunnudagin fóru Dvorga-
moy og Greipur aftur norð-
eftir. Klokkan 10 á morgni
hildu teir avstað og klokk-
an 18 vóru bátarnir í Hoy-
vík, eftir strævna ferð. Eis
ini Nadoddur helt leiðina
heim og kom á Tvøroyri í
øllum góðum.
Ætlanir eru um at endur-
taka líknandi tiltak, men
nær og hvar er enn ikki av-
gjørt, men menn eru samdir
um, at teir høvdu eina góða
ferð og at slíkt eigur at end-
urtakast.
Mg CRY.
Manningir (re
eisini kend andlit. Her
síggjast Jógvan Rói
>
Johan Hendrik W. Poulser
Myndir: Da gefinn Olsen
Friggjakvøldid komu
bátarnir til Sandvikar.
Mynd: Aki Bertholdsen