týsdagur 13. juli 1999síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
tíðindablaðið
NR. 130 - 13. JULI 1999
Saft og kraft í grasinum
Fótbóltur: Men tað var lítið veiggj í
fótbóltsspælinum, tá Torsvøllur varð
tikin í nýtslu
Umleið hálvt fjórða túsund
áskoðarar vóru í Gundadali
friggjakvøldid, tá nýggi
grasvøllurin varð tikin i
nýtslu. Og um nøkur teirra
høvdu roknað við einum
stórum fótbóltsupplivilsi, tá
Føroyar-AaB 1-3 (0-2)
0-1: Allan Garde, 30
0-2: Frank Strandli, 45
1-2: sjålvmål, 58
Oper, Frank Strandli
Innskiftir i 2. hålvleiki: Lars Winde, Søren Fred-
eriksen, Jari Pedersen, Brian Piske, Lars Thomsen,
Peter Tranberg og Kent Hangard.
Venjari: Hans Backe
Dómarakvartett: Lassin Isaksen, Jón Kári Frederik-
sen, Tummas Pauli Olsen og Niklas á Líðarenda
Fyrsti dystur å Torsvølli
Friggjakvøldid 9. juli 1999, kl. 19.00
umleið 3.500 áskoðarar
1-3: Stále Solbakken, br 85
Føroyar: Jákup Mikkelsen Herfølge (Jens Martin
Knudsen, Leiftur, 46) - Pól Thorsteinsson, B36, Hans
Fróði Hansen, HB, Oli Johannesen, TB, Jens Kristian
Hansen, B36, Øssur Hansen, B36 (Jóhannes Joensen,
HB, 53) - Allan Mørkøre, IBV (Helgi L. Petersen,
80). John Petersen, B36 (Fróði Benjaminsen, B68,
80), Julian Johnsson, Kongsvinger - Jåkup å Borg,
B36, Uni Arge, Leiftur (Hedin å Lakjuni, KI, 53)
Venjari: Allan Simonsen
AaB: Jimmy Nielsen - Thomas Bælum, Jazo Matovac.,
Jacob Kruger, Jes Jessen - Henrik Rasmussen, Ståle
Solbakken, Allan Gaarde, Anders Andersson - Anders
donsku meistararnir úr AaB
vitjaðu friggjakvøldid, so
høvdu tey roknað skeivt.
Grasið var grønt og
tóktist hava kraft og saft í
sær, meðan tað var meiri
svikaligt við kraftini í spæl-
arunum. Longu undir upp-
hitingini vóru ábendingar
um, at føroyingarnir ikki
tóku uppgávuna í sama álv-
ara, sum teir gera tað, tá
talan er um landsdyst.
Danska liðið var tíðliga á
vøllinum og hitaði væl og
leingi upp, meðan føroying-
arnir komu soleiðis po a po,
og tá dómaratrioin og
danska liðið til ásettu tíðina
stóðu klárir at ganga inn á
vøllin, vóru fleiri av føroy-
ingunum framvegis å vølli-
num.
Breiddin i føroyska hópi-
num er ikki so heilt litil,
men tað er sjónligt, at tað
kemur illa við, tá onkur av
lyklaspælarunum ikki er
tøkur. Todi Jónsson er 6-
drúgvur, tá tað snýr seg um
venjingardystir (hesa ferð
var hann í Póllandi, har
FCK leygardagin spældi í
Intertoto Cup), og hóast tað
ikki gongst so ógvuliga væl
hjá Toda í FCK, so vísti
dysturin friggjakvøldid, at
fyri landsliðið er tað sera
týðandi fyri álopsspælið, at
Todi Jónsson er við.
Miðvellur og verja
A miðvellinum var John
Petersen alla tíðina eyð-
sýndur — hann var kosin
besti føroyski spælarin, tí
hann, umframt at vera
drúgvur í verjupartinum,
megnaði at varðveita bóttin,
snara um seg sjálvan og eis-
ini at snara mótstóðumenn
av sær — meðan avrikini
bæði hjá Allani Mørkøre og
Juliani Johnsson ofta hava
verið meiri eyðsýnd á lands-
liðnum, enn tey vóru hesa
ferð. Tað var ikki frítt, at tú
hevði kensluna av, at hjá
landsliðsspælarunum. ið eru
sáttmálabundnir uttanlands,
tóktist tað (sjálvandi ikki
tilvitað) sum um tað ráddi
um at fáa henda venjingar-
dystin frá hondini, áðrenn
teir aftur skuldu til hús at
spæla um stig og harvið fót-
bóltsframtíðina.
Hóast tað fóru trý mál
ígjógnum, so spældu teir í
miðverjuni væl. Óli Jo-
hannesen hevur ikki dult
fyri, at hann hevur um-
hugsað at farið uttanlands
at roynt, hvussu langt fót-
béltsevnini kunnu bera, og
hann gjørdi góða reklamu
fyri sær sjálvum. Jens Krist-
ian Hansen vísti, at hann er
við at koma fyri seg aftur
eftir skaðan, sum m.a. heyði
við sær, at hann misti báðar
landsdystirnir í juni, og
Hans Fróði var bæði sterkur
og ansin.
Pól Thorsteinsson spældi
so væl, at tað var um reppið,
at hann var næstfremsta
Julian Johnsson í nærdysti við AaB-spælara. Mynd: Álvur Haraldsen
boðið, tá pressan skuldi
velja føroyska spælaran, ið
hevði staðið seg best,
meðan avrikid hjá Øssuri
Hansen í vinstra borði ikki
var serliga sannførandi, og
tað var ikki annað enn rímu-
ligt, at venjarin royndi
Jóhannes Joensen á hesum
plássinum.
Álopið
Uni Arge hevði onkra
royndina móti málinum, og
tá 21 minuttir vóru farnir
fekk hann bóltin í málið,
eftir besta føroyska álopið,
sum varð myndað í vinstra