Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-13, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. juli 1999síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 130 - 13. JULI 1999 tíðindablaðið 13 Kenna væl tey føroysku andlitini Fótbóltur: Donsku meistararnir hava akkuråt keypt ein ålopsspælara i Estlandi Sidsta vika var fyrsta arbeidsvikan hjá teimum i AaB. Spælararnir høvdu tvær vikur summarfrí, áðr- enn teir mánadagin í síðstu viku møttu til venjingar og harvið fóru undir fyrireikingarnar til nýggja kappingarárið, har tað bæði ræður um at verja meistaraheitið, sum teir vunnu í juni, og um at standa seg væl í europeisku meistara- kappingini, sum teir skulu royna seg í fyri aðru ferð. AaB skal í kveld spæla ein venjingardyst í Aalborg økinum, og friggjakvøldid skulu teir spæla í Kongsvinger. Tað verður kortini ikki móti Juliani Johnsson og lið- feløgunum hjá honum. Men tað verður heldur móti skotska Celtic, sum í hesi vikuni er á venjingar- legu í Kongsvinger. I AaB hava teir allar teir spæl- ararnir, sum vóru við til at vinna meistaraskapin fyri einum knøpp- um mánaða síðani. Og harafturat hava teir keypt Andres Oper, sum er estari og higartil hevur spælt við FC Flora Tallinn. Anders Oper var við á estiska landsliðnum, tá Føroyar í venjingardysti í Tartu í Estlandi 6. august í 1997 vunnu 2-0, og hann skoraði fjórða málið, tå Estland 4. juni í fjór á heima- vølli í Tallinn vann 5-0 móti Før- oyum. — Okkum hevur tørvad ein ålopsspælara, sum kann kappast um plåssini vid Søren Frederiksen og Frank Strandli. Vit hava kann- að, um onkur serliga skjótur spæl- ari hevur verið á marknaðinum, og so valdu vit estiska landsliðs- mannin, sigur Lars Søndergaard, ið er hjálparvenjari hjá svianum Hans Backe, id hevur høvuds- åbyrgdina av danska meistaralid- num. Lars Sødergaard sigur, at teir hava hugt eftir einum spælara, ið hevur tær álopsdygdirnar, sum Todi Jónsson serliga vísti, tá hann spældi við Lyngby, og tað er ikki frítt, at føroyski landsliðsmaðurin hevur verið í huganum á teimum í Aalborg: — Men tað kom ongantíð uppá tal at fara í samráðingar við FCK um at keypa Toda. Eg kenni ikki tølini neyvt, men eg rokni við, at vit hava fingið Andres Opel fyri tað hálva av ti, sum tað hevði kostað at keypt føroyska lands- liðsspælaran leysan úr sáttmál- anum, sum hann hevur við FCK Og so kunnu vit leggja afturat, at tað hevur verið nevnt, at AaB hevur rindað Flora Tallinn einar sjey milliónir krónur fyri skjóta álopsmannin. I Aalborg fylgja teir væl við, hvørjir spælarar eru, sum teir møguliga kunnu fáa fatur á. Í Norðurjyllandi búgva nógvir før- oyingar, og tí er ikki óhugsandi, at tað hevði kenst aftur á áskoð- arafjøldini, um ein føroyskur spælarin varð knýttur at felagnum: Vit kenna føroysku spælar- arnir, men vit hava í løtuni ongar ætlanir um at keypa nakran. Jákup Mikkelsen er ein fínur málverji. Todi Jónsson hevur nógv í sær, og í kvold sóu vit onkrar spælarar, ið ivaleyst kundu staðið seg í donsku kappingini, var viðmerk- ingin hjá Lars Søndergaard, ið millum aðrar hevði lagt til merkis Pól Thorsteinsson og John Peter- sen. jh borði, og endaði við at Allan Mørkøre við høvdinum legði bóltin fyri føturnar á Una Arge, sum tíverri var rangstaddur. Jákup á Borg stríddist, men hann fylti ikki nógv. I hátalarunum varð hann sagdur at vera fyrsti for- oyski málskjúttin á nýggja vøllinum, men tað var at tamba sannleikan ikki so lit- Hedin å Lakjuni jagstrar ein av gestunum. Mynd: Alvur Haraldsen ið. Tá eitt lítið korter var farið sendi hann úr høgru móti málinum, bólturin hevði kós innfyri málið, har Heðin á Lakjuni var stadd- ur, og so toygdi ein av verjuspælarunum seg fram og stýrdi bóltinum inn um strikuna. Stutt frammanundan hevði Jákup á Borg verið við í myndanini av einum tí frægasta føroyska álopi- num, men danski málverjin hálvbjargaði royndini frá John Petersen, og stutt eftir stútaði Uni Arge uppum málið. Síðstu løtuna fingu Fróði Benjaminsen og Helgi L. Petersen høvi fyri fyrstu ferð at royna seg á lands- liðnum, og tað var hugaligt at leggja til merkis, at Helgi L. Petersen tríggjar ferðir kom igjøgnum i høgra borði og legði innfyri. Væl skipaðir Danska liðið, sum hevði havt summarfrí í tvær vikur, royndi at taka uppgávuna í álvara, og hetta eydnaðist í hvussu so er í 1. hálvleiki. Teir komu á odda, tá hálvur tími var farin. Allan Garde kom, eftir at Stále Solbakk- en (besti maður á velli) heyði stungið framímillum, púra leysur og sendi fram- við Jákupi Mikkelsen, sum teir 45 minuttirnar, hann var í málinum, hevði onkra stóra bjarging, tá métstødu- menn komu einsamallir ímóti honum. Tað vóru fleiri, sum vildu hava dømt fyri rangstøðu. Málskjúttin var ikki rangstaddur, men tað var Anders Oper, sum var á veg út, og so kann altíð metast um, hvat árin hesin maðurin hevði á støðuna. Í yvirtíðini í 1. hálvleiki varð avgjørt, at AaB skuldi vinna. Tá skoraði norski Frank Strandli, og í 2. hálv- leiki, tá teir gjørdu eina rúgvu av GEN FLEET VO þv útskiftingum, num, niður, og Stále Sol- Stigtakarin til upp- John Petersen varð eftir dystin heiðraður sum besti føroyski spælari. Mynd: Álvur Haraldsen ráddi um hjá donsku meist- arunum at varðveita bóltin og fáa tíðina at ganga. Tað megnaðu teir væl, sjálvt um teir ikki tóktust leggja so ógvuliga nógv at sær. Fimm minuttir undan leikloki fingu teir eitt mál afturat, og tað var ein gáva. Oli Johannesen togaði púra óneyðugt Kent Hangard, sum var á veg úr frá máli- bakken sendi bóltin framvið Jens Martini Knudsen, sum vardi málið í 2. hálvleiki, men sum burtursæð frá onkrum innleggi ikki hevøi serliga nógv at gera. jh runaligu Tórsvell- verkætlanina, Hedin Mortensen, var vid til håtidarhaldid å nyggja Tórsvelli. Eftir dystin handaði hann steyp til AaB. Mynd: Jens Kristian Vang