Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-13, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 13. juli 1999síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

A A NR. 130 - 13. JULI 1999 tíðindablaðið 15 Tey hava veitt lív til listarbrandin Listin ofta havt trupul kor í einum samfelag, har bardagin fyri bókstaviligu búkfylluni fór við at kalla allari tíðini. Tey sum hóast tað hava veitt lív til listarbrandin í Fuglafirði eiga stóra tókk uppiborna, skrivar Petur Martin Petersen millum annað í hesum hugleiðingunum Góðu áhoyrarar! Eftir at hava lisið frálíka lýsingina hjá Frits í 30-ára minnisskránni, har hann tengir at og ímyndar sær listina í bygdini við skap- anina, soleiðis sum hon verður søgd at vera í sjålvari Halgubók, kann eg ikki rættiliga lata vera við at vísa enn meira eyðmýkt fyri teimum, sum í bygd okkara hava sýnt dirvi og hegni til - ein stóran part av hesi øld- ini - at bróta brutur úr nýggjum og tora at leggja fram tað, hendur megnaðu at skapa av sovorðnum, sum hugur teirra fleyt yvir við, til fólk at meta um, hóast ongin vinningur mangan kundi vera í vænti uttan onkur glósan um heldur at gera okkurt til nyttu. Tí hug- burðurin hjá vanabundna manninum var nú einaferð hann, at alt virksemi, sum ikki gav mat á borðið, var misnýtsla av gávum Skap- arans. Hví skuldu vit uppfinna seiðatræið einaferð afturat, tá ið tað longu í øldir heyði hingið undir takskegginum. Hví broyta tað algongda, tá ið tað framman undan tænti sínum endamåli til lítar. Nei, getan hjá einum ein- staka var nú einaferð lættast at ganga, tá ið ein fylgdi í fótafetum teirra, sum gingu hana undan úr vøggu í grøv í takklæti til hansara, sum við hugflogi sínum á skap- anardegnum valdi at gera alt av nýggjum. Nevniliga Burtur úr frumevnunum at tilevna ein heim, sum skuldi vera so fullkomin, at friður og eydnusemi valdaðu mill- um allar tær verur, sum skuldu buleikast har. Øll kenna vit frá skriftini, hvat ið síðani hendi, tá ið kvinn- an kom upp í leikin og legði eftir veikasta punktinum hjá manninum - matarlystinum - og tey vóru rikin út úr ald- ingarðinum, har bardagin um búkfyllu bæði so ella so gjørdist tað týdningarmesta. Ja, munnu ikki flestu ósemj- ur millum menniskju í dag vera tengdur at hesum um búkfylluna. Heilar tjóðir eru farnar í kríggj um hetta, so langt søgan veit um at siga. Tí kann tað tykjast eitt sindur løgid, tå ið menn í heilum undir jørð í nýggjari tíð komu frá á fleiri túsund ára gamlar tekningar, ja, við hvort heilar málningar av dýrum menniskjum, sum vóru avmyndaði í ymsum hópum úr teirra dagliga ger- andisdegi. Og við eitt eru vit greið yvir, at um allan heim, har tíðartonnin ikki hevur gnagað ov harðliga, koma vit fram á tekin um, at vit saman við bardagan- um um dagligu mettuna í skiftum og við hvort í heil- um ongantíð heilt hava gloymt tráðanina eftir tí gudborna, - og fóru at tráa eftir hesum: Burtur úr frumevnunum at skapa ein nyggjan heim, sum kanska ikki í stórleika og fjølbroytni var líka glæsiligur, sum hann, vit vóru rikin út úr, men sum í smálutum sínum væl kundi toga okkum burtur úr einum mangan gráum gerandis- degi upp í tær hæddir, har listarmaðurin hevði síni beitir og onkuntíð setti okk- um eina himnagrind á slopp. Ja, kæru áhoyrarar! - Tit, sum enn lurta og ikki longu hava trokað tykkum inn gjøgnum portrið til ta himnagrindina, sum listar- fólk okkara í hesum døgum ikki bert hava liatið upp á glopp, men hava sett vip- opna fyri at bjóða okkum deyðiligu inn í dýrd teirra, har gleðin um at finna upp á seiðatræið av nýggjum lýsir okkum á meti úr hvørj- um króki í bygd okkara. Og ikki er tað hissini, sum er komið upp á træið av fongi, sum listarfólk okkara hava drigið á miðum og grunnum teirra, har bert tey fáu kenna ítini. Frá listarligum avrikum hjá mannaættini i ártúsindir ymsastaðni kring heimin, sum fornfrødingar hava funnið og avdúkað fyri okk- um, kunnu vit leita heim á klettar okkara, sum síggja so kargir út í fråstødu hjá summum, sum bert hyggja við búkfylluhugsan, men sum er ein so ríkur heimur hjá øðrum, ið duga at geva kørgu náttúru okkara og umhvørvi gætur upp á ein sovorðnan máta, at tey úr teimum duga at taka til sín tað fødslu, sum bert finst á teimum beitum og feitilend- um, sum listarfélkini hava leitað sær niðan til upp gjøgnum brattar stíggjar og ørandi upsir. Hvat hava fyrstu listarfólk okkara hugsað? - tá ið tey tóku pensil í hond og smoykin funnu sær ein loynikrók, har tey í duldum kundu dyrka síni sinnisligu frábrigdi. Sjálvur átti eg ein morbróð- ir, sum var ødrvisi enn flestu onnur í heimbygd síni. Hann hevði - uttan at kunna siga hví - hesa tráanina í sær, sum við hvort kann gera lívið trupult bæði hjá einum sjálvum og hjá um- hvørvinum. Hann dugdi ikki at ganga tær gomlu gøt- urnar, men valdi at leggja sær gøtur av nýggjum. Røttu menninir í heim- bygdini hildu ikki nógv um hann, tí at hann ongantíð fann seg til rættis í strævna arbeiðinum í bøi og haga ella á báti. Nei, drongurin sat heima og las bøkur og sat enntá eftir í skúlanum, tí at hann í lesibókina tekn- aði myndir av lærara sínum, sum líktust so væl, at tað var åtaluvert. At hann hevði sett asnaoyru á læraran, tí at hann helt hann hoyra og gáa ov væl eftir teim frá- brigdum, sum ikki áttu at vera í skúlastovuni, hjálpti heldur ikki til at minka um revsingina. At drongurin longu her vísti listarligt hegni og tulkingarevnir av ti, hann upplivdi, dugdi um- hvørvid tá ikki at skilja. Heima gekk faðirin og kendi seg at hava óeydnu við einasta soni í seinnu giftu síni. Tí í fyrru giftuni átti hann ikki minni enn tríggjar synir, sum allir náddu at sýna, at teir vóru rættir menn. Allir blivu teir raskir fiskimenn, sum dugdu og megnaðu alt hetta, sum til skuldi fyri at kunna breydføda seg og síni. Vanahugsan hevur allar tíðir verið týdn- ingarmikil fyri at kunna varðveita eitt støðugt sam- felag, sum skuldi bera til í einum umhvørvi, ið ikki oyðslaði við gávumildni. Men vanahugsan hevur eis- ini mangan verið ein klepp- ur hjá teimum, sum hava viljað okkurt nýtt. Tí hevur listin ofta haft trupul kor í einum samfelagi, har bar- dagin fyri tí bókstaviligu búkfylluni fór við at kalla allari tíðini. Har spæl og dagdvølja bert loyvdist í smáum blunkum. Hesin ungi drongur valdi loksins at taka stóra stigið Í 1935 - 17 ára gamal - valdi hann at stinga í pjøkan og leita út í stóru verð eftir svarunum upp á mongu ósvaraðu spurningar sínum. Mong ár seinni - eftir bæði tap og sigrar í útlegd síni - kom hann á Kunstakademiid í Keyp- mannahavn, har hann legði endaliga stødid til listar- mannatilveru sína. Tá ið hann í 1946 kom aftur, valdi hann at stødga heima í eitt ár. Pápin, sum hevði verið so ivasam- ur um sonin, var errin og glaður, ikki tí at sonurin hevði nomið sær hægstu listarligu útbúgving. Nei, nú var hann errin um, at son- urin hevði kllárað at hildið seg á lívi øll hesi ár, ið út- legdin hevði vart. Tað vóru kanska álíkavæl knotur í honum. Hetta árið, var hesin ungi maður mangan í Fuglafirði og vitjaði í barnaheimi mín- um, har hann málaði hús bæði uttan og innan. Inn í millum kundi hann eisini mála onkran málning. Hann málaði eisini fyri Ansgar, sum stóð fyri mál- ingahandlinum hjá Pidda. Hann bleiv væl við fleiri av teimum, hann málaði saman við og hevði altíð fragd av at hitta teir, tá ið hann seinni meira tíðum vitjaði aftur. Summir av hesum monn- um eru millum teirra, sum vit í dag kunnu telja ímillum okkara veteranar innan myndlist. Símun Olivur mundi nokk vera tann kendasti; men Kristian hjá Benadikt fekst eisini við, hóast foto- grafering nokk lá fremst hjá honum. Sjálvt frá Ansgari, sum í listarligum hópi nokk mest var kendur fyri skeltimáling sína, komu av og á vakrir fuglamálningar á glasplát- um. Og sat ikki Polli hjá Ora eisini og teknaði bæði skipa- og náttúrumyndir, sum lýstu av skapanargleði og stilla sinnalagi hansara? Jú, mangt var at minnast aftur á, tá ið leirvíksmálarin, Jóannis Kristiansen, vitjaði aftur á blóðið. Nógvar vóru søgurnar um hesar hugna- løtur, hesir menn høvdu havt saman medan teir sniktu seg burtur frå nyttugu målingini til hitt slagið av máling, sum bert skuldi vera til dagdvølju. Einaferð minnist eg, at onkur vildi gleða Jóannis, við at fortelja honum, at hann hevði sæð ein av málningum hansara frá hesi fyrstu tíðini eftir akademiið. Jú, í einum kjallara hevði hann borið eyga við eitt av málaðu landsløgum hans- ara, har tey høvdu brúkt tað til eina síðu í einum høsna- búri. Tá var Jóannis skjótur at svara: >So vóni eg sannil- iga, at hónurnar verpa væl<, og legði hann afturat: >og so skal ongin koma og siga, at listin ikki ger nyttu«. Um hverja åskodan sam- felagið sum heild hevði á listina, plagdi Jóannis skemtandi at fortelja um við hesi søguni um ein lítlan óvita, 10 hann helt spegla vakstramannahugsanina so beinrakið, sum bara børn kunnu gera: >Ég stóð ein dagin niðri á Nesinum og málaði. Tá stendur knapp- liga ein lítil smádrongur undir liðini á mær. Eg hyggi niður á hann, og hann hygg- ur upp á meg og sigur: - Eg síggi teg oftani standa og mála. - Gerst tú ongantíð nak- að? Eg mátti spyrja hann, hvussu hann meinti. - Jú! sigur hann - eg meini um tú ikki rørt út ella ar- beiðir á flakavirkinum. >Ég mátti hugsa meg um eina løtu«, segði Jóannis, >og so mátti eg fyri hesum lítla drongi viðganga, at eg ongantíð gjørdi nakað<. Og meðan droneurin kåt- ur fór rennandi frá mær gjógnum fjøruna, vendi hann sær á og rópti aftur um seg: - So eru vit báðir lika!« Við tíðini, so hvort sum bardagin fyri dagligu búkfylluni ikki meira fór av stað við allari orkuni, vóru tað tó mong, sum valdu at geva hesum ans, sum av og á hjálpti okkum upp úr einum strævnum gerandisdegi til gævustundir, har búkfylla í vanligum hopi ikki stóð fremst; men heldur hendan fødsla, sum sinn okkara ikki kann vera fyriuttan, um vit nakrantíð skulu kunna hóma hesi margfaldu og marglittu beitir, sum flóta við mjólk og hunangi, sum ikki bara eru mjólk og hun- angur, men eisini nakað meira, ið vit ikki altíð duga at útgreina og skilja. Leirvíksmálarin bleiv eisini so við og við ikki bara vidurkendur av sínum egna bygdafólki, nei, hann bleiv viðurkendur víða um heim, soleiðis at vit í dag vita um, at málningar hansara finnast í øllum ver- aldarpørtum. At hann ongantid heilt slepti tankanum um útróðr- armannin, valdi hann - stutt áðrenn hann doyði í 1988 at fortelja við einum máln- ingi, har hann málar bátin hjá pápa sínum á veg aftur av Norðhavinum fyri full- um seglum. Hóast hann vanliga ikki legði aðra vekt á motivini í málningum sínum enn hvat, ið kompositiónini kravdi, so nevndi hann við hendan málningin, tá ið hann for- taldi mær um hann í tele- fonini úr Keypmannahavn: »Eg havi nú mála tær bát- in hjá pápa á veg aftur av >Ongin er at síggja í bát- inum, tí pápði er farin, og eg fari skjótt; men vónandi fer báturin at sigla leingi enn«. Og so legði hann afturat við veikari rødd: „Kanska gjørdist eg eisini eitt slag av útróðramanni<. Eg havi fortalt hesar søg- ur frá Leirvíksmálaranum, ið eg av givnum orsøkum kom at kenna serliga væl, fyri at geva nøkur livandi dømir um tann nyttu-hug- burð, sum náttúrliga mátti valda millum okkum van- ligu deyðiligu, sum ikki alt- id duga at síggja listarlivs- ins glæmu handan gráu skadduna í gerandisdegn- um. Oivad kundi eg fortalt sama slag av søgum um mong av fyrstu listarfólk- unum í býi okkara, hvussu tey máttu krógva seru vanar sínar eitt sindur brutur fyri mongum av teimum, ið annars blivu rópt fyri skila- fólk. Síðan Simin Olivur, Kristian hjá Benadikt, Polli hjá Øra, Hans Jacob á Brúnni, yngri, og aðrir við teimum løgdu út á listar- mannadýpið sum nakrir av teim fyrstu í bygd okkara, eru nógv listarfólk komin afturat. Kanska hevur tað tó kenst lættari hjá mongum av teimum seinnu, tí at um- hvørvid betri hevur skilt tey. Tey eru komin upp í eini tíð, sum hóast alt ikki hevur verið líka svanglig til mat á borðið, sum fyrsta tíðin má hava kenst teimum, ið settu skjøtil á. Tey eru komn til tann sjeynda skapanardagin, tá ið Harrin hugdi út yvir skap- arverk sítt og segði: - at nú var alt sára gott. Um eg einaferð fari at skriva endurminningar, fari eg líka so trygt sum at brúka årstøl at kunna siga, at eg livdi í teimum døgum, tá ið Heðin, Frits og Øssur settu ælabogan upp á himmalin yvir býi okkara, meðan Hans Jacob á Brúnni og Niels á Høvdanum slóu harpu og sungu einglaljóð. Framsýningarnar á hesi Varmakeldustevnuni vísa okkum ollum, at tey, ið hava veitt lív til listarbrandin í bygd okkara eins og aðrar staðir í landinum bert hava okkara stóru tøkk uppi- borna, nú Fuglafjarðar List- arfelag heldur sína trediv- intu framsyning í ikki minni enn fýra støðum í bygd okk- ara við ikki minni enn 32 listarfólkum, har Evadot- urnar eru 17 og Adamssyn- irnir eru 15 í tali. Soleiðis valdar eisini fullkomin frið- ur, semja og javnstøda mill- um kynini á hesi hátíðar- framsýning, sum í fjøl- broytni og dygd spennir víða, frá leitandi strokum til fullkomnar kompositiónir, har litir og ljós tónast saman til fullborin listarverk. Allar staðir merkir tú skapanar- gleði. Tann hugsan er mær ikki fjar í hesi løtu, at skjóta upp, um vit íkki áttu at arbeitt fram ímóti at fingið eitt slag av listasavni og gallaríið, har vit alt árið kundu sýnt fram listarverk. Tillukku við degnum! Tøkk fyri at tit lýddu á! tríatiára- Petur Martin Petersen