Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. juli 1999síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Eirikur Lindenskov Ábyrgdarblaðstjóri: | Marknaðardeild: Jan Miller | Jonhard Hammer Dagbjørt S. Hansen Blaðstjóri: Blaðfólk: Áki Bertholdsen, Turið Kjølbro Dagfinn Olsen John Johannessen Sveinur Tróndarson ítróttarskrivari: | Emil L. Jacobsen n: Jens Kristian Vang Alvur Haraldsen Utgevari, uppseting og prent: Sp/f Sosialurin Bústaður: Argjavegur 26, Argir Postadr: Postsmoga 76, 110 Tórshavn Telefon: 311820 Telefax. 314720 e-mail: post Gsosialurin.fo Tilbúgving og trygd Oddagrein HERFYRI var var spurningurin um til- bugvingarskipan fyri Føroyar vidgjørdur i greinum í bæði Dimmalætting og i Sosiali- num. Hetta er eitt mál, sum verður tikið til umrødu við jøvnum millumbili fyri so at verða „gloymt“ aftur. Niðrustoðurnar í um- røddu greinum vóru ein áminning til lands- ins hægstu myndugleikar um at bera so í bandi, at nakað ítokiligt hendir á hesum oki. Og her var so m.a. víst á, at tað ber ikki til, at myndugleikarnir leggja til rættis eina oljuleiting við Føroyar, um tað ikki um somu tíð verður arbeitt við eini tilbúgv- ingarskipan - (beredskap) fyri alt landið. KOMANDI dagarnar fer Sosialurin at við- gera hetta evnið. M.a. hava vit hitt umboð fyri verkætlanarbólkin, sum landsstýrið hevur sett at arbeiða við spurninginum um eina tilbúgving fyri Foroyar. Eisini verður vitjað á Esbjerg Brandskole, sum er millum heimsins fremstu og mest framkomnu av sínum slag. Leiðslan á skúlanum hevur nettup latið foroyskum myndugleikum eitt liðugt projekt til eina brand- og bjarg- ingarmiðstoð. SPURNINGURIN um brandskúla, trygd- armiðstoð ol. hevur víst sera at vera eitt tabulíknandi evni í Føroyum. Orsøkin er m.a. tann, at landsmyndugleikarnir hava ikki tikið alt hetta málið í nóg stórum álvara - fyrr enn nú, tá umboð fyri ymsar stovnar miðvíst arbeiða við eini tilbúgvingarskipan. Roddir hava verið frammi um at útbyggja skulan við Air, soleiðis at vit har fingu eina trygdar- og bjargingarmiðstoð fyri alt land- ið. Men í Klaksvík verður so eisini undir- víst í hesum málum og finst har ein trygd- armiðstoð fyri sjófólk. Just í hesum døgum verður sekt eftir fólki, sum kann undirvísa í trygd á sjónum. SPURNINGURIN er nú: hvat er skilabest at gera í framtíðini og hvat ætla lands- myndugleikarnir, tå tað snýr seg um at leggja lunnar undir eina framtíðar tilbúgv- ingarskipan! Skal virksemið liggja á fleiri stoðum ella skal tað savnast á einum stað? Hetta eru eisini spurningar vit nema við, men tað er greitt, at í núverandi stoðu, har arbeiðið uppá eina tilbúgvingarskipan bara er komið nakað åvegis, ber ikki til at fáa svar uppá henda spurningin. Men tá alt tilfarið er liðugt verða politikararnir so tvingaðir til at gera stoðuna upp: antin vit skulu útbyggja við Air og í Klaksvík ella bert á einum av hesum plássum ella um ein møgulig framtíðar trygdar- og bjarg- ingarmiðstoð, sum fevnir um bæði land, sjógv (harí eisini offshore) og luft skal liggja á einum oðrum stað. Sosialurin Fødingardagsheilsan til Zacharias Muller I dag 14. juli fyllir ein væl kendur porkeningur 90 år Tað er Zacharias Múller, vanliga nevndur Sakin å Klovanum. Foreldur hansara vóru Danjal Jacob ættaður úr Bøkkum og Sunnuvá fødd Bech ættað úr Hólinum. Sum flest allir ungir dreingir tá í tíðini fór Sakin til skips, sigldi nøkur ár, tók síðani skiparaprógv og sigldi sum bestimaður. Sum yngri róði Sakin dúgliga út. Sakin hevur frá heilt ung- um árum verið virkin og tik- ið lut í bygdarlívinum, og tí var tað ein sjálvfylgja, at porkeningar litu honum fleiri ålitisstørv til, og tey røkti hann við trúfesti í mong ár. Tá útróðrarmenn og ar- beiðarar í Porkeri tóku stig til at stovna handilin >Sam- virkið< fyri umleið 60 árum síðani, var Sakin ein av und- angongumonnunum í hes- um tiltaki, og eitt langt tíð- arskeið leiddi hann eisini >Samvirkið< við hegni. Seinni fekk hann sær egnan handil á Klovanum, sum ein dóttir nú rekur víðari. Sakin hevur altíð havt áhuga fyri samfelagsmál- um, og tað man hava verið orsøkin til, at hann á ungum árum varð valdur í bygdar- ráðið og sat hann frá 1938 til 1980, tilsamans 42 ár og meginpartin av tíðini sum formaður. Í formanstíð hansara vóru mangan peningaliga trongar tíðir, men hóast tað bar til við skynsemi at fremja út- byggingar og nýskapanir til gagns fyri bygdarfólkið tá og okkum sum nú búgva her. Hann var eisini limur í skúlaneyndini í umleið 40 ár, tey flestu sum formaður. Eitt hitt størsta tiltak og framstig ið hendi, var tá bygdin fyrst í 50 árunum fekk elmegi og sat Sakin eisini í stýrinum fyri elfel- agið Suðuroy í mong ár. Tá porkeningar ognaðu sær skip hevur Sakin eisini verið við. Sum nevnt hevur Sakin havt áhuga fyri samfelags- viðurskiftum, og hevur hann ognað sær vitan og kunnleika við at fylgja við í fjølmiðlunum, so tað er ein frægd, at tosa við hann. Javnaðarflokkinum hevur hann verið trúgvur frá fyrsta degi, og møtt trúliga upp til fundir, hann hevur eisini í mong á“ verið stillari floks- ins. Starvið sum deknur í Por- keris kirkju røkti Sakin í umleið 30 ár. Sakin ehvur eisini havt sína gongd í Missiónshúsið. Sakin giftist við Sannu Veihe ættað Uttan Heyga úr Porkeri og fingu tey 3 døtur og ein son. Sakin og Sanna giftust inn í heimið á Klovanum, og hóast heilsan hjá Sannu bilaði seinnu árini, so var hon altíð fryntlig og bar lívsgleði til síni medmenn- iskju. Sanna doyði í desem- ber 1974, og tað var svárur missur fyri Sakan og børn- ini. Sakin hevur eisini havt áhuga at fáast við seyð, og síðan hann lat handilin frá sær, hevur hann mest fingist við jarðarbrúk. Sakin hevur altíð verið lættur á fótum, og í ung- dóms- og mandómsárunum, skuldi tað vera rættiligur gongumaður, ið kundi fylgja honum eftir. Nógvar eru ferðirnar niðan í Líðina og undir Borgarknapp eftir seyði. Fyri nókrum árum síðani fóru eyguni at bila, men ta lívsgleði og lívsmót ið hev- ur eyðkent Sakan, ger at hann gongur so lættliga millum húsini, og tað eru fá 90 ára gomul ið ganga teir túrar sum hann. Góði Sakin. mangan hev- ur tú sæð kvølds6lina roða og gylla hvønn tind. Lívsólin er komin vestur á luftina, og kanst tú líta aftur á eitt langt og innihaldsríkt lív. Vit ynskja tær hjartaliga tillukku nú tú rundar tey 90 árini og Harrans ríku sign- ing í komandi tíð, og takka fyri gott gott grannalag. Mikkjal Sørensen VENJINGARLEGA Í ÍSLANDI. Tríggir føroyskir svimjarar fóru í gjár til Íslands at fyrireika seg til EM í svimjing fyri rørslutarnad, sum verður hildin í Braunsweig í Tyskl andi í august mánaða. Teir tríggir svimjararnir eru Turið Johannessen, Esther Gaard Hansen og Heidi Andreasen. Tær fara at venja tvær ferðir um dagin, og samband verður við íslendska liðið, sum eisini verður við til EM. Til Reykjavíkar fara eisini Katrin D. Johansen, venjari, og Dóra D. Johansen, ferðaleiðari.