Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. juli 1999síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 131 - 14. JULI 1999 tíðindablaðið 7 Floktur danskur kjarnorkupolitikkur Hóast danski stjórnarleiðarin alment hevdi sagt, at danir ikki vildu síggja kjarnorkuvápn á danskari jórð, so er spurnartekin sett við, hvat donsk jórð var fyri nakað. Ein grein í Jyllands-postinum staðfestir, við stóði í tveimum skjólum, sum sógugranskarar hava funnið, at Grónland ikki var at meta sum donsk jórð SVEINUR TRÓNDARSON Danski kjarnorkupolitikk- urin undir kalda krígnum tykist hava verið meira fløktur enn gott var. Tann eini stjórnarleiðarin segði alment, at kjarnorku- vápn skuldu haldast langt burtur frá danskari jørd, men aftan leiktjóldini var teksturin ein annar. Nú tríati ár seinni vísa skjól, sum hava ligið goymd í Armerika, at danski kjarn- orkupolitikkurin ikki um- fataði Grønland. Í hesum skjølum, sum eru avrit av samrødum millum danskar og amerikanskar embætismenn, verður sagt, at tá H. C. Hansen í síni tíð segði, at kjarnorkuvápn ikki skuldu vera á danskari jørð. so trúðu teir, at tað merkti, at eingi kjarorkuvápn skuldu finnast í evropeiska partinum av Danmark! Samtalan fór fram á eini móttøku í Keypmannahavn í februar 1968, bert triggjar vikur eftir at eitt ameri- kanskt B-52 bumbuflogfar var dottið niður í Grønlandi við fýra brintbumbum um- borð. Tá tað kom fram, at flog- farið heyði kjarnorkuvápn umborð spurdist ein diplo- matisk kreppa burturúr millum Danmark og Am- erika. Jens Otto Krag, sum tá var stjórnarleiðari var í ødini, og segði alment, at amerikumenn vóru greiðir yvir, at kjarnorkuvápn ikki skuldu vera á donskum øki. Hvørki í luftini ella á jørðini - og at hetta eisini umfataði grønlendskt luftrúm. Hetta var tað, sum ovast- arnir í donsku verjuni tos- aðu við amerikonsku sendi- menninar um, og í dag verð- ur hetta mett sum eitt grovt brot á alt sum eitur tagn- arskylda, og verður næstan sammett við njósning H. C. Hansen gav loyvi Søgan um tað sum fór fram er í stuttum tann, at H. C Hansen á einum ráðharra- fundi í Nato í desember 1957 gjørdi vart við, at dan- ir undir verandi umstødum ikki vildu hava kjarnorku- vápn á danskari jørð. Danmark hevði trupul- leikar av alment at játta, at teir vildu hava amerikonsk kjarnorkuvápn á danskari jørd, tí russar vóru alt annað enn fegnir um hetta. Donsku fjølmiðlarnir fingu snevilin av, at okkurt var í væntu á kjarnorkupol- tiska økinum og teir við- gjørdu tí málið. Russar lósu donsk blød, og russsika stjórnin sendi dønum hvast mótmæli og tå nýggj stjórn varð skipað í maj 1957 staðfesti stjórnin, serliga eftir trýsti frá radi- kala flokkinum at eingi kjarnorkuvápn skuldu vera á danskari jørð, og tað var eisini tað, sum H. C. Hansen segði á Nato fundinum eitt hálvt ár seinni. Men hóast stjórnarleiðar- in heyði sagt orðini, so var hetta ikki oll søgan, tí bæði Ramberg generálur og Thostrup, admirålur søgdu hvør i sinum lagi, at teirra fatan var, at tå H. C. Hansen tosaði um danska jørð, so meinti hann tann evropeiska partin av Danmark - og har við ikki Grønland, hóast Grønland við grundlógar- broytingini í 1953 var vorð- in partur av Danmark í allar mátar. Krag visti betur Tad vil so siga, at Danmark í 11 ár hevur havt ein tví- býttan kjarnorkupolitikk tann almenna, og tann loyn iliga; tann sum ikki var al mennur. Tann seinni gjørd ist bara almennur tá B52- flogfarið datt niður í Gren- landi. Sum nevnt, so gav Jens Otto Krag amerikumonnum ein rættiligan umgang við at siga, at teir høvdu for- brotið seg móti donskum kjarnorkupolitikki við at flúgva í donskum luftrúmi. við kjarnorkuvápnum um borð. Hetta >álopið< var bara so fjart frá tí, sum danskir embætismenn vistu um danska kjarnorkupolitikkin, og tað var júst tað, sum teir báðir herovastarnir tosaðu um - hvor í sínum lagi - við umboð frá amerikonsku sendistovuni. Báðir - Ramberg og Tho- strup - søgdu sum í ein munn, at teirra fatan var, at Krag var langt av leið. Teirra fatan av danska kjarnorkupolitikkinum var, at tá danskir politikarar al- ment søgdu Danmark, so meintu teir tad evropeiska Danmark. Tíðin hevur síðani vist, at tað sum hesir báðir herov- astarnir søgdu - um enn tað var brot á tagnarskyldu teirra - var í tráð við veru- Sambært skjølum, sum júst eru vorðin almenn, hava grønlendsku ísbjarnirnar verði umringadar av amerikonskum kjarnorkuvápnum í seinnu helvt av 50-unum og í 60 unum. Og hetta var gjórt við vælsignilsi frá donskum myndugleikum, sum við tíðini fingu ein fjaldan og ein almennan kjarnorkupolitikk leikan Tað vísti seg nevniliga, at Jens Otto Krag visti betur enn hann latst at gera tann dagin í 1968 Jens Otto Krag visti nevn iliga frammanundan, at H C. Hansen hevði givið am erikumonnum loyvið til at hava kjarnorkuvápn i Grøn landi. Dupulttýdningurin Nidurstødan í greinini i Jyll- ands-postinum er, at tað neyvan hevur verið av til- vild, at H. C. Hansen hevur orðað seg, sum hann gjørdi Orð hansara um, at stjórnin ikki vildi loyva kjarnorku- vápnum í Danmark, og at hon ikki vildi loyva mið- berandi kjarnorkuvápnum í Danmark og í Grønlandi, góvu í veruleikanum amer- ikumonnum loyvið at seta øll onnur sløg av kjarnorku- våpnum upp í Grønlandi! Hetta var júst tað, sum amerikumenn høvdu brúk fyri, og sambært greinini i Jyllands-postinum, var tað eisini júst tað, sum hendi Amerikumenn hevdu ikki brúk fyri Grønlandi til mið berandi våpn, men til langt berandi våpn, sum skuldu hótta russar, og tað fingu teir eisini loyvið til staðfesta greinskrivararnir í Jyllands posunum Orð forsætisráðharrans góvu pláss fyri einum dup- ulttýdningi, og tað var júst tí tey vórðu søgd á tann hátt Ti er nidurstødan hjá søg- ugranskarum eisini tann, at H. C. Hansen gekk ikki í- móti donskum kjarnorku- politikki í 1957. Hann segði bara ikki allan sannleikan fyri hægsta valdinum í Dan- mark, Fólkatinginum og uttanrikisnevndini. Svend Aage Chistensen, sum her kanningarleiðari hjá donsku uttanrikisnevnd ini sigur við Jylands-postin, at tað sum H. C. Hansen Nato-fundinum í 1957 var púra greitt Kendi tú tað, sum lá aftantyri, danski kjarnorkupolitikkurin púra Í hansara almennu útsøgn var Grønland ikki við, og í tíðini tá H. C. Han- sen ráddi fyri borgum var eingin munur á almenna og loyniliga kjarnorkupolitikk inum. Men við tíðini vóru stjórnarlimir tvungnir at út- talað seg á ein síkan hátt, at danski kjarnorkupolitikkur- in gjørdist heldur enn ikki gruggutur, sigur Svend Aage Christensen Tað var ikki fyrr enn B52 flogfarið var dottið niður, at danir staðfestu, at danski kjarnorkupolitikkurin eisini umfataði Grønland. segði á so Val greiður Einastandandi arbeiðshugur — Tað var ótrúliga gleðiligt at síggja tann stóra viljan at gera ókeypis arbeiði tá á stóð, sigur Poul Michelsen, um alt tað arbeiði, sum privatfólk hava gjørt á Tørsvølli — Eg trúði alla tíðina uppá, at nógv fólk fóru at hjálpa til, og tað vísti seg eisini at gerast so, sigur Poul Michelsen, sum sigur, at tað er ikki bara á bygd, at slíkt er møguligt SVEINUR TRÓNDARSON Tá farið varð undir arbeiði við Torsvølli varð sagt, at eitt fór Tórsvellur at vanta sammett við vøllin á Svangaskarði tá hann var í gerð, og tað var tann ókeyp- is arbeiðsmegin, sum tofta- menn í fyri at vøllurin gjørdist veruleiki á sinni. Sagt varð, at mótvegis á bygd er ikki vanligt í Havn, at maður fer av húsi at rætta eina hjálpandi hond ókeyp- is. Men tíðin hevur víst, at veruleikin er ein heilt annar. Eitt ótal av fólki fór trúliga oman á Tórsvell, at arbeiða hvort eitt einasta kvold, og enntá uttan at fáa eitt oyra fyri tað. Vit hava spurt formannin í Grunninum Tørsvølli um hvussu tað kennist at so nógv fólk hava hjálpt til. — Eg hevði alla tíðina væntað, at tað fór at vera so, sigur Poul Michelsen. — Felagslívið í Havn var soleiðis fyrr, og vit hava við hesum víst, at tað er soleiðis enn, at tá tørvur er á tí, so eru fólk altíð fús at rætta eina hjálpandi hond. Hygg at føtbéltsfeløgunum, hond- båltsfeløgunum og badmin- tonfelagnum, tey høvdu ikki verid tad tey eru uttan alt tað ókeypis arbeiði, sum fólk gera uttan at fáa løn, sigur Poul Michelsen. Hann leggur afturat, at tað var ikki bara fólk, sum hevði tilknýtið til fótbólts- feløgini, sum hjálpti. — Har kom alt, sum hevði áhuga fyri vøllinum, og tað hevur verið ein ótrúliga stór gleði fyri okkum í grunn- inum at síggja at so stórur áhugi var fyri vellinum. Poul Michelsen er eisini nøgdur við uppmetingina til fyrsta dystin. — Har vóru um 4.000 fólk, og tað høvdu óivað verið fleiri um veðrið var betri tann dagin. Men vit mugu eisini hava í huga, at talan var um ein »fritidardyst«, og tí er avmarkað hvussu stórur áhugi er uttan fyri Havnina.