mikudagur 14. juli 1999síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
3
EU
———
I
Terji Nielsen
Vit skulu ikki leita so langt aftur í tíðini,
so var tað ikki so torført hjá einum
ungum drongi ella einari ungari gentu,
sum júst vóru liðug við 10. flokk at fáa
eitt arbeiði. Ymiskt var, hvat fyri storv
ung fingu, men tað kundi fevna um
eitt nú sjómann, arbeiðsmaður,
handilsfólk ella skrivstovufólk. Hevði
tú so eisini fingið tær eina miðnáms-
útbúgving, so kundi tú næstan velja
og vraka millum storvini. Henda
stoða er ikki galdandi longur, og tað
má vera ógvuliga sjáldsamt, at ein
næmingur, sum í dag kemur út úr 10.
flokki, fær starv í einum handli ella á
einari skrivstovu.
Til eitt slíkt skrivstovustarv, sum eitt
ungfólk, ið júst var liðugt við fólka-
skúlan, fekk fyri einum 10 - 15 árum
síðani, krevst í dag allarhelst Hægri
Handilsskúli ella onkur enn hægri
útbúgving. Hetta vísir seg at vera eitt
afturvendandi fyribrigdi, at tað vera
sett storri og storri krov til teirra, sum
søkja um eitt ávíst starv.
Samfelagið í dag
Um man fyri einum tíggju árum síð-
ani fekk sína studentahúgvu, ella
onkra aðra húgvu, so var tað vanligt,
at fólk ynsktu einum tilukku og
spurdu, hvat fyri arbeiði, ið man ætl-
aði sær at fáa. Í dag er tað so, at ert
tú ein nýklakt pisa, so ynskja fólk tær
tilukku við húgvuni, og síðani spyrja
tey, hvat tú so ætlar at lesa til. Ein
stórur partur av fólkinum tekur tað
sum eina sjálvfylgju, at man fer at
lesa víðari, tá ið man er liðugur við
eina miðnámsútbúgving - ger man
ikki tað, so ert tú ein tapari.
Hetta er ov galið, tí tað kann íkki
vera rætt, at tey, sum gerast liðug við
eina miðnámsútbúgving, skulu kenna
tað sum eitt krav, at tey skulu fara
undir víðari lestur, tá ið tey eru liðug
i Hoydølum, á Kambsdali, ella hvar
tað nú skal vera.
Rættast er sjálvsagt, at um ein hev-
ur hug til at fara undir víðari lestur, so
skal tað eisini vera moguleiki fyri
hesum.
Hvat fyri útbúgving
Tá ið tú hevur avgjørt, at tú fert undir
hægri lestur, rennur tú teg inn í ein
annan trupulleika. Tá skal avgerast,
hvørja útbúgving tú vilt fara undir.
Eisini her kanst tú fáa nógvar við-
merkingar, tí nógv fólk halda ógvu-
liga lítið um ymsar útbúgvingar. Til
dømis hevur tað leingi verið so, at
fólk hava sett eina pedagogutbugv-
ing ógvuliga lágt, hóast hetta er ein
strævin og krevjandi útbúgving.
Eisini er vert at hava í huga, hvussu
Yngd nr. 27
14. juli 1999
2. árg.
D.A.D. til
UNG 99:SOSIALURIN
stóra ávirkan pedagogar koma at hava
á okkara komandi ættarlið. Tíbetur er
tað so, at henda útbúgving fær meiri
og meiri virðing millum manna, so
hvort sum fólk fáa eyguni upp fyri
týdningin av hesi útbúgving.
Fleiri slík domi eru, men rúm er ikki
fyri at nevna fleiri her. At nútíðar-
samfelagið setir stór krov til tann
einstaka, er bæði gott og ringt, men
Í dag:
tað kann íkki vera rætt, at ungfólk
skulu kenna seg noydd til at fara undir
hægri lestur.
Kappingin millum
ungfólk um fáa tey
bestu storvini á
arbeiðsmarknaðinu
m harðnar alsamt.
Arbeiðsgevarar seta
storri og storri krov,
og skalt tú hava
meguleika fyri at fáa
eitt líkinda arbeiði,
so skalt tú helst
hava onkra hægri
útbúgving