mikudagur 14. juli 1999síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
12
Yngd nr. 27 - 14. juli 1999
D:A:D bleiv í fjør valt at verar næstbesti
live-bólkurin í Danmark
Nú verður aftur ein
risakonsert á Hálsi við
einum stórum útlendsk-
um navni.
Talan er um danska
rockbólkin D: A: D, sum
tann 6. august fer á pallin
á Hálsi saman við for-
oyska bólkinum MC Hár
Terji Nielsen
Yngd hevur áður umrøtt, at tað er
gingin so rúm tíð, síðani nokur konsert
3 onkrum stó um útlendskum navni
hevur verið í ítróttarhellini á Hálsi.
Nevnt var, at tey, sum standa fyri
høllini, vilja ikki hava ungdómin inni í
høllini langt út á náttina, og tiskil ber
einans til at hava konsertir til út ímóti
midnátt
Eitt rockandi friggjakvøld
Ikki kann sigast annað, enn at talan
verður um eitt satt rockandi fríggja-
kvold á Hálsi, tá ið D:A:D fara á pallin,
eftir at MC Hár hevur hitað áhoyrara-
fjøldina upp.
Danski bólkurin bleiv í fjør valdur til
næstbesta live-bólk í Danmark, beint í
hølunum á TV2. Eisini valdi Danish
Grammy í fjør nýggju fløguna hjá
D:A:D, Psychopatico, til ársins rock
plátu í 1998.
Somuleiðis fekk bólkurin eisini Dan-
ish Puls Prize fyri bestu fløgu (Psycho-
patico) og besta orkestur í 1998. At
bólkurin hevur havt nógv hitt, er eingin
loyna. Hvor kennur ikki løg sum eitt nú
Sleeping my day away, | won't cut my
hair ella bad craziness.
Í løtuni er D:A:D í upptøkuhølunum í
Danmark, har teir spæla inn eina
nýggja fløgu, sum væntandi kemur á
marknaðin fyrst í komandi ári. Bólkurin
fer einans at hava tvær konsertir í
summar, har teir fara at royna tey
nýggju løgini live framman fyri eini
åhoyrarafjøld, og tann fyrra av hesum
báðum konsertunum verður so tann 6
august í ítróttarhollini á Hálsi, tá ið
foroyingar sleppa at vera við til heims-
premieruna av nýggju floguni hjá
D:A:D. Nýggja fløgan hjá D:A:D verður
tikin upp í Tambourine Studio í Malmo,
og fólkini aftan fyri floguna lata væl at
upptokunum higartil. Meðan D:A:D er í
Føroyum, fara teir millum annað at
vitja 3'aran í SMS, har teir fara at sign-
era fløgurnar hjá sær, um onkur hevur
áhuga fyri tí.
Hin konsertin, sum D:A:D fer at hava
í summar, verður tveir dagar eftir kon-
sertina í Havn, og verður hon á
Skanderborg festivalinum, tá ið D:A:D
fer at enda festivalin.
Ferðalagið hjá D:A:D, sum kemur til
Foroya, telur tíggju fólk, og fýra av
hesum eru so sjálv manningin í D:A:D.
Teir fýra eru: Jesper Binzer, ið syngur
og spælir gittar, Stig Pedersen, sum
spælir bass, og so er tað Jacob Binz-
er, ið spælir gittar. Fjórði limurin er ein
nýggjur og ungur sessións trummu-
sláari. Bæði í studio og live er D:A:D
altíð mannað við einum nýggjum og
ungum sessións trummuslåara.
MC Hár hitar upp
Tá ið konsertin verður tann 6. august í
høllini á Hálsi, verður tað sum áður
nevnt MC Hár, ið skal hita upp. At teir
duga at fáa liv í eina åhoyrarafjøld, er
einki dulsmál, og tað verður eisini
spennandi at hoyra MC Hår framføra
nekur av sínum nýggju legum, ið eru á
nýggju stakfloguni, ið bólkurin gav út í
gjár.
MC Hár hevur í karismatiska odda-
fiskinum, Niels Una Dam, altíð verið
góður fyri eina oðrvísi pallframførslu,