Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-14, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 14. juli 1999síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

ker NR. 131 - 14. JULI 1999 Drekin kom 5-mannafør dreingir: Havnardreingir vunnu mest óvæntaða sigurin í hesum kapp- róðrarárinum Ofta hevur tað hilast væl hjá havnardreingjum, sum vunnu FM bæði í 1995 og 1996. men í fýra teimum fyrstu kappingunum í år hevði gingið illa, ja á varmakeldu luttóku teir ikki í kappingini. Men teir vunnu í Sandavági, og har- við bjargaðu teir Havnar Róðrarfelag einasta sigurin. Drekin fekk góðan start, og tað var so skjótt, at hann var so klárt á odda. Blikur av Argjum hekk væl uppii eina góða løtu, meðan hinir bátarnir leingi lógu í einari rúgvu, har tað ikki slitnaði sundur. Tá bátarnir komu inn á slættari sjógv, tódnaði tað nógv í oddinum, Havfrúgv- in svam væl betri, enn hinir bátarnir gjørdu, og tað eydnaðist | vestmannna- dreingjum at taka Blikin á sjálvum málinum. Men munurin fram til Drekan hevði verið so mikið stórur, at hann var eina hálva báts- longd undan Havfrúnni á mál. Á varmakeldu stóðu tíðindablaðið burtur úr ongum og vann vágsdreingir í Royndini Fríðu seg væl. Hesa ferð endaðu teir á fimta plássið, men fjarstødan fram til Drekan var so mikið lítið, at tað er ikki óhugsandi, at bæði teir umborð á Kolli, Bliki og Havfrúnni kunnu saman við teimum umborð á Royndini Fríðu gera seg galdandi á 6lavsøku. Tá Ein ovurfegin manning á Drekanum, sum vann róðurin á vestanstevnu. Mynd: Debes Danberg verður eingin kapping um FM heitið, tí tað hevur Hav- frúgvin longu vunnið. jh Størsti spenningurin millum havnarmenn og argjamenn 8-mannafør: Avrikið hjá miðvingum á ólavsgku kann fara at visa seg avger- andi fyri, hvør vinnur FM Tá tað verður kappast á eitt túsund metrum hevur tað ofta víst seg, at starturin hevur serliga nógv av siga. Í Sandavági reyk Argjabát- urin avstað, men tað var kortini skjótt, at Ørvur tog- aði seg framá grannarnar aftur, og harvið var lagt upp til mest spennandi róðurin á vestanstevnu. Ein kapp- ing, sum ikki bara var mill- um tveir bátar, men har- afturímóti millum tríggjar og onkuntíð fýra bátar. Miðvingur, sum hevur verið drúgvur á ollum stevnunum, sjálvt um hann enn ongantíð hevur vunnið, gekk so mikið væl eina løtu, at hann tók bæði Argjabátin og Ørv, og Sjóriddarin úr Sunda R60rarfelag, sum ikki hevur verið í toppinum higartil, heyði eina løtu hug at blanda seg uppí. Tá bátarnir komu inn móti málinum gjørdi Argja- båturin ein øgiligan vørr og rann so mikið frá kapping- arneytunum, at eingin ivi var um, at hann heyði vunn- ið. Miðvingur lá til næst- fremsta plássið, og hevði hann megnað at hildið tørn um tað, so heyði tað havt við sær, at Argjabáturin kundi vunnið FM á ólav- søku, sjålvt um teir ikki vunnu róðurin og bara vóru eitt pláss frammanfyri Ørv. Men havnarmenninir áttu ein góðan endaspurt, teir fóru framum Miðvingin á sjálvum málinum, og harvið er Ørvur framvegis best fyri í FM kappingini, men tað er ikki stórur munur á. Víkarbáturin stóð seg ikki so væl, sum hann hevur gjørt á undanfarnu stevnum. Tað kemur ikki so ofta fyri, men hesa ferð vóru púra Omøguligt at finna mun á Víkarbátinum og Gull- brandi, tá teir fóru um mál- ið, og harvið endaðu báðir á fimta plåssinum. Fríggj- arin var sambært yvirliti- num frá RSF skrásettur sum nummar seks. Rættari hevði verið at skrásett hann sum nummar sjey, tá tveir bátar vunnu fimta plássið. Hetta er í hvussu so er manna- gongdin í øðrum ítróttar- reinum. er viku nevndu vit, at vit vóru komin eftir, at um farið verður nóg langt aftur í rédrarsøguna, so verður ein bátur funnin, sum hevur vunnið fleiri ár á rað, enn Eysturoyingurin hevur gjørt, um hann vinnur á Olavsøku og harvið vinnur allar róðrarnar í fjør og í ár. Talan er um Miðvingin, sum vann allar róðrarnar í 1957, 1958 og 1959. Jógvan Arge nevndi í fråsøgnini frá vestanstvnu róðrinum, at og 0 Fríggjarin úr Miðvági er gamli Miðvingurin, sum var fyrsti = kappróðrarbáturin, sum Niclas í Koltri smíðaði. Vit kunnu tískil leggja tvey og tvey saman og staðfesta, at báturin, sum hevur vunn- ið allar róðrarnar trý ár upp í slag framvegis luttekur í kappingini. Sum vit eisini søgdu í síðstu viku, so skal undirstrikast, at í fimti ár- unum vóru færri róðrar, enn tað eru nú, og sigrarnir hjá Miðvingi vórðu vunnir, áðr- enn tað í 1964 var farið und- ir FM í kappróðri og tískil væl frammanundan at tað í 1973 varð farið undir FM kappingina í tí líki, sum hon er nú. Í fjør og í fyrraárið var Argjabáturin FM vinnari. Ørvur hevur ikki vunnið FM síðani 1987. Miðvingur vann FM í 1993 og í 1988. jh 17 Mjørkin argaði aftur Fótbóltur: Finska mótstøðuliðið hjá HB endaði í Bergen í gjár Í kvold sleppur HB at royna seg í tignarligu Champions League kappingini fyri fyrstu ferð Um nú floglíkindini hava verið til vildar Á middegi í gjár høvdu eitt flogfar hjá Maersk og Atlantsflog verið yvir flogvøllinum í Vágum, men hvorki slapp niður. Tíðliga um morgunin lendi eitt ann að av flogførunum hjá Maersk Finsku spælararnir úr FC Haka skuldu koma til Før- oya við rutuflogfarinum hjá Maersk, men teir endaðu ístaðin í Bergen Aðrenn evstamark á blaðnum seinnapartin í gjár varð sagt, at flogfarid, sum teir finsku spælararnir vóru við, skuldi royna at koma aftur í Vágarnar seinnapartin í gjár, men tað bar illa til at siga, um tað kundi lenda. Líkindini skiftu skjótt, og tað var ein spurningur um at verða heppin við líkindunum. Altjóða royndir Mótstóðuliðið hjá HB í kveld er samansett av spæl- arum, sum samanlagt hava nógvar royndir í altjóða fót- bólti. Nógvir av spælarunum hava spælt ungdóms- landsdystir, onkrir eisini A-landsdystir, og liðið hevur áður verið við í Europa-Cup. FC Haka er finskur meistari, og liðnum, sum spælir móti HB í kvold, eru 12 spælarar, sum hava spælt á onkrum finskum landsliði. Mest royndi spælarin, tá talan er um altjóða fótbólt, er vejuspælarin Janne Makela, sum hevur spælt 20 A- landsdystir umframt 11 U21 landsdystir. Álopsspælarin Jukka Rahanen hevur spælt 14 A- landsdystir, 10 U21 og 16 U18 dystir. Tríggir aðrir spælarar hava A-landsdystir á baki, teir eru málvejin Panu Toivonen (2 dystir), ålopsspælarin Kai Nyyssonen (2 dystir) og miðvallarin Lasse Karjalainen (7 dystir). Síðst nevndi hevur nógvar U-landsdystir á baki. Hann hevur spælt heili 45 UI8 landsdystir og 14 U21 dystir Nógv gull FC Haka. sum varð stovnað í 1934. hevur vunnið finska meistaraheitið seks ferðir, fyrstu ferð í 1962 ferð í fjør 10 ferðir hevur liðið vunnu steypakappingina. sein ast í 1997, og liðið hevur eisini einaferð vunnið ti sokallaðu liga-steypakappingina. FC Haka hevur 13 feðir verið við í Europa-Cup fótbólti. Fyrstu royndirnar stava frá 60'unum. Besta avrikið hjá FC Haka var í 1983, tá liðið kom til 3 umfar í kappingini fyri steypavinnarar. Har møttu tei mæta italska liðnum Juventus, og taptu tvær ferðir 1-0 Annars er vanligt, at finska liðið rýkur út eftir ent ella tvey umfør. Í fjør vunnu teir móti Bangor City, mer taptu síðani móti Panionios. og síðstu Tveir nýggir hjá HB HB hevur seks ferðir verið vid í Europa-Cup tótbótt.. og HB hevur verið við á hvorjum ári síðani 1993 Hetta merkir, at flestu av spælarunum hjá HB hava roynt seg i Europa-Cup fótbólti áður. og nógir av teimum hava eisini spælt landsdystir. Kaj Leo Johannesen og Rúni Nolsøe eru teir einastu, sum higartil hava spælt allar Europa-Cup dystirnar hjá HB. Kaj Leo Johannesen skal ikki spæla í kvold. og ti fær Bárður Johannesen kjansin í altjóða dysti fyri fyrstu ferð. Harafturat skal Magni á Lakjuni fyri fyrstu ferð spæla Europa-Cup fótbólt í kvold. HB-spælararnir hava vant á Tórsvolli í gjár og fyrradagin, og teir lata væl at vellinum. Í gjár skuldi grasið slåast, so vøllurin verður so lættur og góður sum gjørligt í kvold. Dysturin verður klokkan 19.00 í kvold. Dómararnir koma úr Estlandi, og UEFA-umboðið úr Týsklandi ek Jarnbardin tekur eingin 6-mannafór kvinnur: Knórrakvinnurnar eru eins sann- fórandi og eysturoyingarnir Jarnbardur hevur vunnið FM heitið aftur, sum Hvess- ingur í fjør vann frá havnarkvinnunum. Tað hevur leingi verið greitt, at soleiðis fór tað at vera, og leygardagin varð tað stað- fest við tíggju tumma seymi. Jarnbardur legði seg á odda beinanvegin, og so var róðurin fridarligur. Eftir at startsputurin var fingin frá hondini, og Riddarin, sum lá inni undir landinum, í eina lítla løtu hevði roynt at bjóða av, broyttist stødan einki. Jarnbardur var gott og væl leysur av hinum bátu- num, og einasta kappingin var, um Snopprikkur ella Sølmundur skuldu eiga aft- asta plássið. Lómur hevur verið næstur á undanfarnu stevn- unum, men hesa ferð end- aðu tær á Argjum á einum greiðum fjórða plássi. Skulu vit leita eftir spenn- ingi, so er hann í kappingini um næstfremsta plássið. har Gongurólvur nú bara er eitt stig aftanfyri Lómin. Hjá teimum umborð á Jarnbardi snýr spenningurin seg um, um tær ella menninir um- borð á Eysturoyingi fara at vinna útvarpssteypið. At nakar skal gera nakað við kvinnurnar umborð á Jarn- bardi í Olavsøkur6drinum ber ikki til at ímynda sær. jh