mikudagur 14. juli 1999síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
18
tíðindablaðið
NR. 131 - 14. JULI 1999
Læra at liva sum fotboltsleikarar
ildrinum burturúr t
il eina venjingarlegu, sum vardi í fimm dagar, og hesar dagarnar fingu
til rættis soleiðis at:dreingirnir bara skuldu hugsa um fótbóltin
Frá mánadegnum til fríggjadagin, skipaði B36 fyri fótbóltsskúla í Gundadali. Skúlin var ætlaður dreingjum í aldrin-
um 10 - 12 ár, og ikki færri enn 28 dreingir vóru vid. Venjarin hjá fyrstaliði, Tomislav Sivic var tann sum skipaði fyri
skúlanum, og endamál hansara var at vísa dreingjunum, hvussu ein fótbóltsspælari skal liva, um hann hevur ætlanir
at koma nakað ávegis við spælinum
SVEINUR TRÓNDARSON
G ÁLVUR HARALDSEN
i fotboltsskula
leiðslu av
hjá besta liði
lav Sivic
in var løgd
im tægstu før-
VI 15eg um, SO
kærdu dreingirnir seg ikki
Teir arbeiddu sum úlvar á
skóg alla vikuna, við einum
endamáli - at gerast betri
fótbóltsletkarar
Fótbóltsskúlin hevði fing-
ið heitið >Tomislav - 99-
fyrsti og einasti fótbólts
við hesum heiti, í
hvussu er við Tomislav Siv
ic sum venjara, tí hann fer
tå hetta kappingarárið er lið-
við tí verður for-
fótbóltur tað fátæk-
n
SKU
in
Ti hóast tað eru nógv,
sum ikki eru so fegin um
tann hátt, hann hevur upp-
ført seg á vøllinum, so kann
eingin taka tað frá honum,
at fótbóltsleikari er hann
framúr góður - og sum venj-
ari hevur hann eisini megn
að at hildið B36 í toppinum
Og endamálið við fót-
bóltsskúlanum í Gundadali
í síðstu viku var, at geva
havnarfelagnum grundarlag
fyr at vera liggjandi í topp-
inum
Men er tað ikki ogiliga
tíðliga, at seta dreingirnar
í bás á henda hátt, og leggja
so slort venjingartryst á
teir
Nei, tað er tað ikki.
Fyrstu árini tá børn byrja at
spæla fótbólt, skulu tey
hava loyvið til at spæla.
men tá tey koma upp í 10-
12 árs aldurin, tá eiga vit at
geva teimum harðari venj-
ing. Vit skulu vísa teimum
hvat tað er, sum krevst av
teimum, um tey ætlað sær
at gerast góðir fótbóltsleik-
arar, Sigur Sivic.
Tann tekniski parturin er
so eitt, men Tomislaw
skundar sær at leggja aftur-
at, at tað er ikki tað einasta.
Tað, sum hevur minst
líka stóran týdning er, at vit
greiða børnunum frá hvat
tey ikki eiga at gera, um tey
Venjingin er ikki av fyrr
enn vøddarnir eru togaðir
upp á pláss aftur. Hevur
ein ætlanir at gerast
ítróttarfólk á høgum stigi,
so er neyðugt at fara væl
við arbeiðstólinum, sum er
kroppurin ....
hava dreymir um at gerast
fótbóltsleikarar ...
Hvat er tað tú hugsar um
í hesum fóri?
— Royking og rúsdrekka,
matvanar og „ikki minst
hvussu farast skal við
kroppinum, um ein ætlar
sær nakran veg sum fót-
bóltsleikari, sigur Tomislav.
Føst ætlan
sum verður fylgd
Tá teir 28 ungu dreingirnir
- kanska onkur teirra verður
ein av okkara komandi
stjórnum - møttu i Gunda-
dali, fingu teir eina tíma-
talvu, sum greitt vísti
hvussu næstu dagarnir sóðu
út.
Venjing, hvíld, matsteðg-
ir, meira venjing og aðrir
aktivitetir vóru settir saman
til eina heild, sum saman-
lagt myndaði fótbóltsvikuna
hjá dreingjunum.
— Og ætlanin er fylgd,
næstan út í æsir, sigur venj-
arin og greiðir okkum frá,
at einasta punkt hann hevur
vikið frá er hvíldin tann
fyrsta dagin, men tað var
fyri at vísa dreingjunum hví
hann hevði lagt hvíldina inn
í skemaið.
— Teir halda tað er keðiligt
at skula hvíla mitt um dagin,
men tað er neyðugt tá ein
venur so nógv, sum vit hava
gjørt hesa vikuna. Fyrsta
dagin vóru nakrir sum
spurdu um teir ikki kundu
sleppa at spæla ístaðin, og
tað sluppu teir, men tá vit
komu til venjingina seinn-
apartin, orkaðu teir ikki at
verða við til endan, og tað
var einfalt tí at teir mangl-
aðu hvíldina. Hesum
greiddi eg teimum so frá,
og síðani hava allir fylgt
ætlanini, allan vegin, sigur
Tomislav smílandi.
Alt byrjast
frá grundini
So kundi ein sjálvandi spurt
B36 venjaran hví hann er
so nágreiniligur. Tað er jú
talan um smádreingir, sum
bert eru í 10-12 árs aldri-
num.
Er tað ikki alt ov tíðliga
at byrja við so fastlagdari
ætlan?
— Nei, tað er tað so avgjørt
ikki. Dreingirnir hava nú
spælt fótbólt inøkur år, og
nú er tíðin komin, tå teir av
álvara skulu í holt við venj-
ingina. Tað er nú vit leggja
grundina til fótbóltsframtíð
teirra, og tað skal gerast
ordiliga. Tað nyttar einki,
um vit læra teir onnur ting
nú, tí eins og tá tú byggir
hús, so skalt tú byrja við
grundini, tá tú hevur við fót-
bóltsspælarar at gera.
Grundin er tað mest týdn-
ingarmikla. Tað er jú á hana
alt annað skal byggja á
frameftir, sigur Sivic.