hósdagur 15. juli 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Ábyrgdarblaðstjóri: |
Eirikur Lindenskov
Marknaðardeild:
Jan Møller | Jonhard Hammer
| Dagbjørt S. Hansen
Blaðstjóri:
Blaðfólk:
Aki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
Dagfinn Olsen
John Johannessen
Sveinur Tróndarson
| fítróttarskrivari:
| Emil L. Jacobsen
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Alvur Haraldsen
Utgevari, uppseting og prent: |
Sp/f Sosialurin
Bústaður: |
Argjavegur 26, Argir
NR
Postadr: Postsmoga 76, |
110 Tórshavn
Telefon: 311820
Telefax. 314720
e-mail:
post Q sosialurin.fo
Klandrið á Tórsvolli | Fyri at spreingja mørk,
mugu vit seta mork
Midnáttarróða, sum Høgni Hoydal, landsstýriskmaður, helt á vestanstevnu í
Oddagrein
TAÐ VAR ein håtidardagur fyri føroyskan fótbólt,
tá Tórsvollur fyri lítlari viku síðani varð tikin í
brúk. Danir vóru bodnir hendan vegin at spæla
móti okkara landsliði, og hóast ítróttarliga virðið
í dystinum ikki var tað stóra, var hendingin
sermerkt.
TOSAÐ hevur verið um Tórsveoll í fleiri ár. Heðin
Mortensen var stigtakari til fyrstu ætlanina, men
nú hava aðrir tikið yvir, og teir hava eftir stuttari
tíð gjørt ætlanina til veruleika. Hóast fitt av
arbeiði enn er eftir at gera, er Torsvøllur, sum
hann stendur í dag, eitt framstig fyri foroyskan
fótbólt.
MEN BÆÐI undan og eftir hátíðardagin hevur
prutlað undir grytulokinum. Grunnurin fyri Tórs-
vøll hevur millum annað verið í stríð vil Bólt-
felagið B36, sum er nærmasti granni hjá nýggja
vollinum. Stríð hevur millum annað verið um
lýsingar, sum B36 hevur sett á húsið hjá sær.
Hesar lýsingar eru komnar upp, nú Tórsvellur
er liðugur, og lýsingarnar kunnu síggjast av
Torsvølli.
HETTA hava teir i Grunninum fyri Tórsvoll verið
serstakliga misnøgdir við, tí teir hava lovað
sínum lýsarum einarætt á vollinum. Tá so kapp-
ingarneytar hjá lýsarunum á Tórsveolli alt í einum
eru at síggja á B36-húsinum, er ikki so logið at
fólki aftanfyri Tórsvoll reisist av bestu áskoð-
araplássunum, og at tað meira enn prutlar undir
lokinum.
B36 FÆR uttan iva nógvar pengar burtur úr
lysingunum, sum nú venda móti Torsvølli, og
tað er alt annað enn loyalt yvir Torsvølli og
føroyskum fótbólti sum heild, at B36 hevur sett
lysingarnar upp. B36 eigur sini hus, og teir skulu
hava loyvi at seta tað upp, sum teir ætla, men
at teir soleiðis ósmæðið leggja upp til stríð og
royna at skora kassan upp á vellin, sum allir
foroyingar helst skulu kenna sum sín, er púra
burtur við.
GRUNNURIN fyri Torsvøll hevur hótt við at
byrgja upp fyri lýsingunum hjá B36, og afturímóti
hevur B36 lovað ilt, um Poul Michelsen og
hansara fólk gera nakað slíkt. Tað er ikki bara
eitt stríð um nakrar lýsingar. Tað er eisini eitt
stríð um pengar, um ókeypis arbeiðsmegi og
um eitt nýtt lýsingakonsept. Og verður nakað
sett upp fyri lýsingarnar hjá B36, brestir veruligt
kriggj á, og tað man higartil hava forðað Grunn-
inum fyri Torsvøll at gera nakað við lýsingarnar
hjá B36.
TORSVØLLUR skuldi millum annað verða eitt
samstarv millum havnafelogini B36 og HB (og
tað hevur tað partvís verið), men ístaðin er tað
meira blivið til eitt klandur og stríð millum júst
hesi feløg. Torsvøllur er ikki HB, men tað er eru
HB'arar sum standa aftan fyri Torsvøll. Millum
annað er Poul Michelsen formaður í Grunninum
fyri Torsvøll, samstundis sum hann eisini er
formaður í nevndini fyri Havnar Fótbólt (sum er
yrkisdeildin hjá HB).
HETTA ER VIÐ til at birta undir stríðið, sum nú
leikar á við fullari ferð. Hetta er ósomiligt fyri HB
og B36, og hetta er ikki nakað sum foroyskur
fótbóltur hevur brúk fyri. Tórsvollur, HB og B36
eiga at syrgja fyri at finna semjur í málunum,
teir stríðast um, og teir skulu vísa virðing yvir
fyri verkætlanini og vellinum, sum allir føroyingar
skulu nýta!
Sosialurin
Sandavági
Gott Vágafólk.
Góðu stevnugestir
Eg vil takka fyri heiðurin at
sleppa at halda seinastu
midnåttarrødu á Vestan-
stevnu í hesi øldini.
Vit eru í tí Harrans ári
1999. Vit eru á veg inn í
eitt nýtt ártúsund.
Her í Sandavági í kvold.
skal ikki nógv hugflog til,
fyrrenn vit kenna suðið av
søguni kring okkum. Heyði
áin kunnað talað, so hevði
hon sagt okkum frá um fólk,
sum hava búð her igjøgnum
eitt ártúsund. Hon kundi
sagt frå um teir 17 løgmenn,
sum hava sitið her á garð-
inum á Steig igjøgnum 220
år. Sum áðrenn gamla løg-
tingid varð tikið av í 1816,
høvdu oðrvísi trupulleikar
at dragast við enn teir
løgmenn, sum komu undir
heimastýrinum í hesi øldini.
Teir hava felt dómar í stríð-
num um jørð, meðan hung-
ursneyð hevur valdað. Teir
hava sitið undir Gablunum,
og teir hava felt deyðadóm-
ar yvir fólk
Ain kundi sagt okkum frá
um tær túsundtals manna-
lagnur, sum hava livad og
yvirlivað her og skapt hetta
samfelag. Summi standa í
søgubékunum — tey flestu
standa ikki, men øll hava
lagað sín part.
Ain kundi eisini sagt, at
fyri júst 180 árum síðani
hoyrdist barnagrátur á
Løgmansgardinum á Steig.
Tað var málið í lítla Ven-
cilaus Ulrikus — sonur
Hammershaimb løgmann -
sum bara góð 30 ár seinni
smíðaði føroyska skrivt-
málið. Og áin kundi eisini
sagt okkum frá um málið
hjá Torkil Nielsen í Lands-
krona fyri 9 árum síðani,
sum setti Føroyar og Sanda-
vág á heimskortið.
Hetta eru dømir um mål,
ið eru sett, sum hava broytt
okkara framtíð avgerandi.
Mál, sum nógv søgdu vera
Ogjørlig og vitleys at seta
sær. Men sum vit øll at enda
tóku undir vid og studladu,
og sum víðkaðu okkara
framtidarmøguleikar.
Kappleiksstevna
i 1899
Eitt æviskeid er i veruleik-
anum so stutt hjå okkum.
Søgan er so nær. Tey sum i
dag eru i bestu årum kendu
og minnast tey, sum vóru
ung fyri 100 árum síðani
Og tey í sínum lagt kendu
fólk, sum livdu í 1700-
talinum.
Fara vit bara hundrað ár
aftur í tíðina, so skriva før-
oysku blødini um somu
evni, sum vit stríðast við í
dag. Sjálvbjargni og fram-
burður inn í komandi øldina
stóðu ovast á dagsskránni,
meðan Føroyar vóru á veg
inn í fiskivinnusamfelagid.
Fuglaframi skrivar um tað
fyrstu kappleiksstevnuna,
sum var hildin í Miðvági -
á Miðvágssandi - í juli mán-
aða 1899. Har var kappr-
óður: Tvey 10 mannafør
tóku lut og Koltursbáturin
vann. Har var kappkasting
vid steini. Tveir skopuning-
ar kastaðu líka langt: 51 al-
in. Har var kapprening å
teinunum 800 og 1500 alin.
Har var langlop og annað.
Fuglaframi skjýtur upp, at
á næstu stevnu eiga aðrar
ítróttagreinar at takast við,
tildømis spjótkast, langlop
vid stavi og kapplesing. So
her er kanska okkurt hug-
skot til næstu vestanstevnu
ella til Oyggjaleikirnar i
Føroyum. Blaðið skrivar
eisini, at hesir kappleikir
høvdu ikki so nógvar
luttakarar sum ynskiligt var.
Og tað var helst tí post-
gongdin var so sein kring
landið, at ikki allar oyggjar
høvdu havt stundir at melda
til.
Oyragjógv 1400 fólk
Um sama mundið — í juli
1899 - skrivar ein maður,
sum nevnir seg Rókur, eina
framtidarsøgu í Fuglaframa,
sum eitur "Føroyar í ári
1960”. Hann hevur kanska
verið Vágamaður, tí hann
sigur m.a. at í 1960 fara vit
at hava... "8 elektrisk skip,
sum flyta góðs og ferðafólk,
fyri uttan 10 smærri
elektriskar bátar, sum ganga
aftur og fram á firðum og
sundum. Av hesum gongur
ein hvønn tíma úr Vest-
manna yvir um sundið til
bygdina Oyragjógv, sum nú
hevur 1400 fólk. (...) Oyra-
gjógv hevur nú 8 virkishús,
av teimum eru 4 sum gagn-
nýta seið, livur og slógv."
Hann sigur eisini, at vit í
1960 fara at hava jarnvegir
við elektriskum vognum í
teimum størru oyggjunum
og telefon i hvørt hus. Ut-
róðrarmenninir fara at hava
bátar, sum ganga bæði á og
Bingo hjá KFUK, sum er lýst at vera leygar-
dagar, verður mánadagar.
undir sjónum og teir fara at
hava kranar á brimplássum,
so bátarnir kunnu fáast
skjótt uppá turt. Leitisvatn
fer at verða uppturkað til
dyrkilendi, og byrging fer
at verða um Streymin í
Sundalagnum.
Soleiðis skrivar altso
Rókur í 1899 um fram-
tíðina. Nógv hava helst rist
við høvdinum og flent at
hesum hugflogi. Men nógv
av tí hann skrivar gjørdist
veruleiki — enntá áðrenn
1960. Um hann hevði skriv-
að um ein undirsjóartunnil,
hevði hann helst verið mett-
ur at verið steinørur.
Forðingarnar eru í
okkum sjálvum
Hoyrdi herfyri eina søgu
um ein miðving, sum var
farin av oynni. Hann skuldi
senda eitt bræv heim til
mammuna. Uttan á bræv-
bjálvan skrivaði hann bert:
Mamma, MUA. Og brævið
kom vist fram. Vit kunnu
flenna at hesi postadressu
hjá miðvinginum, men
kanska hevur hann verið
frammanfyri sína tíð. Í dag
er hetta jú ein fullgóð
— Vit standa nú í 1999
aftur í eini veldugari
broytingartíð, har vit
noyðast at velja, hvønn
veg vit fara, segði Høgni
Hoydal millum annað í
midndttarrødu á
vestanstevnu í Sandavági
adressa á internetinum,
um mamman í Miðvági fær
sær eina teldupostadressu
við tranti og punktummi.
Alt hetta vísir okkum, at
broytingar henda so skjótt,
antin vit eru tilvitaði um tær
ella ikki. Ein tyskur rithøv-
undir segði einaferð um all-
ar tær tøkniligu broyting-
arnar, sum eru farnar fram í
hesi øldini: "Vit hava enn
einaferð hækkað stødid hjá
okkum. Tað er bert ein lítil
trupulleiki eftir: Ongin finst
á hesum stoði."
Um vit ikki sjálvi seta
mál og mið, so henda broyt-
ingarnar kortini. Nógv kann
tá fara fyri skeytið uttan at
vit varnast tað, og broyt-
ingarnar gagna ongum. Har
(framhald
á síðu 16)
Olavsøkumyndir
Sosialurin vil fegin heita á fólk, sum eiga eldri myndir
frá 6lavsøkuni, um tey vilja læna okkum hesar til eitt
serblað um 6lavsøkuna, sum arbeitt verður við. Mynd-
irnar skulu helst vera 30 ár ella eldri, og um onkur
eigur eina ella fleiri slíkar
hoyra frá tygum.
myndir, so vilja vit fegin
Vinarliga ringið til Sosialin á tlf. nr. 311820 (spyr
eftir Terji) í dag, og so skulu vit syrgja fyri at myndir-
nar verða heintaðar.
Sosialurin