hósdagur 15. juli 1999síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 132 - 15. JULI 1999
tíðindablaðið
3
Edmund Joensen: Tað er ov nógv ferð á búskaonum:
Tað almenna eigur at
seta sparingar í verk
— Fleiri almennar
ílógur eiga at
verða útsettar,
men tað almenna
eigur eisini at
spara í rakstri.
Men tíverri gong-
ur tað almenna
ístaðin á odda at
skunda undir
eina skeiva og
óhepna búskap-
arliga gongd,
sigur formaður
sambandsfloksins
Aki BERTHOLDSEN
Tad er ov nógv ferð á før-
oyska búskapinum. Og tað
hevði verið rætt hjá tí al-
menna at bremsa gongdini
eitt sindur.
Edmund Joensen, for-
maður sambandsfloksins er
samdur við teimum sum
halda, at gongdin í føroyska
búskapinum er óheppin.
Og hann heldur eisini, at
tað heyði verið rætt at sett
ymisk tiltøk í verk, fyri at
tálma gongdini.
-Men tað, sum hevur all-
ar størsta stýdningin, er, at
tað almenna heldur aftur í
sínum egnu útreiðslum,
bæði í iløgunum og í rakstr-
inum, samstundis sum stór-
ur dentur eigur at verða
lagdur á at gjalda skuldina
niður.
Edmund Joensen sigur, at
tann óhepnað gongdin í før-
oyska búskapinum er ein
avleiðing av, at tað heilt ein-
falt er ongin búskaparlig
stýring.
— Orsøkin til, at samfel-
agið er so væl fyri búskapar-
liga, sum talan er um í løt-
uni,ertann politikkurin,
sum varð førdur frá 1994-
1998 og tey tiltøkini, sum
vórðu sett í verk tá.
- Tá varð stødid lagt og
vit fingu tey amboðini sum
kravdust fyri menna vinn-
una, og sostatt samfelagið
aftur.
Formaður = sambands-
floksins hugsar eitt nú um
alla lóggávuna, sum varð
gjørd av nýggjum, m.a. ali-
lógina og fiskidagaskipan-
ina, men vit fingu eisini
nýggja lóg fyri bankar og
sparikassar, vit fingu nýggja
lóg fyri grannskoðing og vit
fingu Framtaksgrunnin,
samstundis sum vit fingu
skattalættar og fíggjarogn-
aravgjaldið varð tikið av.
— Samstundis skuldi tam-
arhald fáast á kappingarfør-
inum við at halda aftur í
- Tað er púra onki
samsvar ímillum fullveldisætlanina hjá samgonguni og tann førda
politikkin. Ístaðin fyri at laga búskapin til fullveldið, letur samgongan bara alt bólgna
upp. Tað er ov nógv ferð búskapinum og tað almenna eigur at seta sparingar í verk-men
fyrst og fremst hjá sær sjálvum, heldur Edmud Joensen, formaður sambandsfloksins
lønunum
- Men so skal heldur ikki
gloymast, at natúran hevur
verið gávumild ímóti okk-
um eisini, leggur hann aft-
urat.
Alt í alt er hetta orsøkin
til framgongdina í samfel-
agnum.
Tað almenna gongur á
odda
Edmund Joensen, at nú er
føroyskur búskapur aftur á
einum vegamóti.
— Tí nú vísir tað seg, at
tað er einaferð enn komin
ov nógv ferð á búskapin.
— Men tíverri vísir tað seg
eisini, at landsins stýrið
megnar ikki at varðveita
tamarhaldið á búskapinum,
so at hann sleppur at vaksa
og hitna at kalla ótólmaður.
Formaðurin í sambands-
flokkinum sigur, at tað er
sjálvsagt, at bæði vinnulív
og kommunur gera íløgur
sum tíðirnar eru.
Alt hevur ligið at kalla
stilt í fleiri ár, og ongin var
førur fyri at gera iløgur, so
tað er nógv, sum liggur á
láni og tær iløgurnar verða
eisini gjørdar.
— Men so ræður um hjá ti
almenna at mótvirka gongd-
ini við at halda aftur í sínum
egnu íløgunum.
Edmund Joensen sigur, at
tað rætta hevði verið at tað
almenna nú drýggjaði sínar
egnu íløgur og bíðaði við
teimum til tíðirnar fóru at
versna aftur.
Tíðirnar fara at versna
aftur, og tá hevði tað verið
hent um tað almenna kundi
sett íløgur í verk fyri at
skumpa undir búskapin aft-
ur og at mótvirka arbeiðs-
loysinum so at ein líknandi
kreppa, sum vit júst eru
komin burturúr, ikki tekur
seg uppaftur.
Men tíverri vísir tað seg
ístaðin, at tað almenna
gongur á odda fyri at seta
enn meiri ferð á tað óhepnu
gongdina.
Fyrst var tað harmiligt,
at tinglimir skuldi vísa eitt
ringt fyridømi við at hækka
sína egnu løn.
Tá varð støðið lagt fyri
einum kravið um stórar løn
arhækkingar allastaðni í
samfelagnum, sum grund-
arlag ikki er fyri í útflutn-
inginum.
Edmund Joensen sigur, at
tað almenna átti heldur at
byrgt upp fyri lønarkrav-
inum við einum móttilboði
til fakfeløgini um at lækka
skattir og avgjøld, so at
keypiorkan kundi hækka,
uttan at lónin hækkaði.
Tí so varð kappingar-
førid varðveitt og enn fleiri
nýggj arbeiðsplás kundi
verðið skapt. Og so sluppu
vit undan ti, sum nú hendi.
at lónin hækkaði, kapping-
arfórið versnar, prísirnir
hækka og búskapurin hitn-
ar
Formaðurin í sambands
flokkinum sigur, at talan
skuldi verið um tiltók, sum
eisini tey veikastu í sam-
felagnum høvdu fingið á-
góðan av.
Tvs, at talan kundi verið
um at lækka oljuavgjaldið
og at hækka botnfrádráttin
í skattinum, umframt
kanska vanligar skattalækk-
ingar.
Men tíverri
landsstýrið onki.
- Tvørturim6ti setir tað
gjørdi
bæði iløgur ígongd, og økir
samstundis rakstrarútreiðsl-
urnar og kyndir sostatt enn
meiri uppundir føroyska bú-
skapin.
Dryggja íløgur og
spara rakstur
Edmund Joensen sigur, at
var nøkur búskaparlig stýr-
ing i Føroyum, heyði tað
almenna lagt dent á at
drýggja landskassans fløg-
ur
Men ikki minst skuldi
landskassin sett tiltøk í verk
fyri at tálma rakstrarút-
reiðslunum.
- Vit síggja ferð eftir ferð,
at landsstýrið biðjur um
eykajáttanir til rakstrarút-
reiðslur av ymsum slag.
Vit síggja eisini, at tann
almenna meginumsitingin
bara bólgnar upp. Eitt nú er
talið á aðalstýrum vaksið
upp í átta
Formaðurin í sambands-
flokkinum sigur, at sum bú-
skaparliga stødan er, eigur
landsstýrið bara at brúka
pening til tað, sum er av-
gjørt neyðugt.
- Alt, sum er óneyðugt,
eigur at bíða, men tað er
umráðandi, at peningur
verður settur til síðis í
hesum tíðum, heldur enn at
brúka hann.
Harafturat má landsstýr-
ið leggja stóran dent á at
gjalda skuldina aftur og
annars at leggja pening til
síðis til verri tíðir.
Verður peningur tikin
burturúr fíggjarlógini og
settur til síðis, hevur lands-
kassin orku til at seta ar-
beiðir í verk fyri at mótvirka
gongdini, tá ið tíðirnar aftur
versna.
Men hvórjar almennar í
løgur skal tað almenna so
bíða við?
Eg fari ikki at nevna
nakrar ávísar fløgur beint
nú, sigur Edmund Joensen
Tó vil eg siga, at sam
bandsflokkurin hevur verið
heitasti talsmaður at seta
pening av til nýtt suduroy-
arskip, tí tað er ein iløga,
sum eigur at verða raðfest
rættiliga frammaliga
Tað er nú, peningur skal
setast av til fløgur, sum t.d
til nytt supuroyarskip og
mangt annad, sum so kann
gerast, tå ið høvi býðst
Men vit mugu bara
staðfesta, at tað er púra onki
samband ímillum fullveld
isætlanina hjá samgonguni
og tann førda buskaparpoli
tikin.
Skulu vit hava fullveld
ið, skulu vit eisini fyrireika
okkum til ein búskap við
ongum blokki og at danska
tilskotið skuldi minkast so
munandi
Men gongdin er tann
beint øvugta, tí tað sæst
onki til, at fíggjarlógin verð
Farið verður av Havnini
mánadag og komið
verður aftur mikudag
uIsSting á Hole
úr einans...
781,-
fyri hvenn
(Í láarstíð)
Gistinvá
Ýnljaraheimi
úr einans...
673,-
(Í láarstíð)
Privat vistin
úr einans...
194.,-
fyri hvønn
(Í láarstíð)
Ring og hoyr meira!
J.Broncksgøta 37
Shetla
Cruise
Á farstoðini í Lerwick er
møguleiki fyri at lata inn
vidføri til varðveitslu til
fráferðina hjá Norrønu
fyri hvønn
ur lagað til fullveldisætlar
Ina
Lønirnar hækka. pri
mir hækka og vit t
fingið eykajáttanir in
kanska merkja at figgjar
lógin hækkar einar 200
milliónir í ár
So fer blokkurin at
minka omaná tann fíggjar
polikk, sum verður førdur
má tað verða ollum greitt
at tað fer at sansa at av
ara, ti tá verður tað eitt heilt
heilt annað samfelag vit
tosa um, enn tað. vit hav
ídag
Annars er uppskotið
sum nu er frammu um
kravda uppsparing til pen
sjón eitt gamalt hugskot hjá
sambandsflokkinum. Vit
settu eina slíka skipan í
verk, men aðrir flokkar tóku
hana av aftur
Eg sigi ikki, at tað er
rætt at seta beinleiðis tiltøk
í verk beint nú
Men verður málið reist at
seta pening av til pensjónir,
fara vit at viðgera tað pol
itiskt, sigur Edmund Joen
sen
e-mail:
booking&smyril-linefo