Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-15, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. juli 1999síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið — Um mánaðarskiftið verður høvi hjá fólki at kaga aftur í 60-ini, tá ið ein forkunnug og åhugaverd framsyning við myndum og brúkslutum frá 60-unum letur upp í SMS TURIÐ KJOLBRO Eina viku undan Olavsøku letur ein sera forkunnug tramsýning upp á torginum í SMS. Talan er um fram- syningina „Havnin og tey 60-unum Hetta verður fyrst og fremst ein tramsýning við umleið 700 myndum, sum stava úr 60- unum av havnarfólki. til- burðum, hendingum, stød- um og húsum. Uppbodsøla verður eisini av úrvaldum myndum hjá privatfélki Umframt verður framsýn- ing av brúkslutum og øØr- um, ið eyðkendi 60-ini, alt frá dandy-tyggigummi til valor-petroleumsovnar. Ut- varpstól, grammofonir, plåt- ur, plakatir og annað, sum tað hevur eydnast fyrireik- arunum at faa fatur á og savna saman Tónleikur frá 60-unum eigur ein serstakan leiklut á framsyningini. Hann verður spældur inn á bandupptøk- ur, sett til håtalarnar, soleið- is at fólk báðar vikurnar framsýningin er opin, hava høvi at hoyra 60-ara tónleik í bakgrundini Tað er B36, sum skipar fyri framsýningini. Birgar Johannesen hevur seinastu tvey árini savnað allar myndirnar saman. Felagið hevur áður skipað fyri líkn- andi framsýningum. I fjøl skipaði tað fyri framsýning- ini „Havnarmyndir“, og í vár „Bakarar í Havn“. Tað er einki dulsmál, at Birgar Johannesen hevur ein serligan tokka til 60-ini. - Hetta tíggjuáraskeiðið fer altíð at vera nakað ser- ligt. Tað var tá, fyrsti maður fór á mánan, at Beatles komu fram, at fólk keyptu sær myndatól, flower-pow- er, at fólk fingu meiri peng- ar um hendi og so fram- vegis. Tíðin áðrenn var eyð- kend av armóð og tíðin aftaná var bert ein avleykari av 60-unum. - Eg havi ein tokka til alt gamalt. Sjálvur dámar mær ógvuliga væl at síggja gaml- ar myndir, og eg veit, at gamlar myndir vekja áhuga hjá øðrum. Hesir brúkslutir- nir, vit hava fingið fatur á. liggja ymsa stadni, teir eru til enn, men vit kunnu rokna Við, at næsta ættarlið blakar teir burtur, tí tey meta ikki. at teir hava nakað virði. Fólk liggja eisini inni við hópin av góðum myndum. sum eingin fær gleði av. Hinvegin, tað sum er so keðiligt er, at alt ov nógvar myndir eru ómerktar. Vita vit ikki, hvørji fólkini eru á myndini og hvar, nær ella hví myndin er tikin, hevur hon einki virði, sigur Birgar Johannesen. Annað hendir eisini á r Hesi vóru ung í 60-unum 8 røre Av Aarvegnum miðskeiðis í 60-unum. Henda myndin verður seld á uppboði Alt fra dandy-tyggigummi til valor-petroleumsovnar Bíðiróð á meiarínum fyrst í 60-unum NR. 132 - 15. JULI 1999 Brúkslutir og ting, ið eyðkendu 60-ini. Mynd: Alvur Haraldsen torginum hesar dagarnar framsýningin „Havnin og tey ungu í 60-unum“ er op- in. Eitt nú verður tombola. Framsýningin letur upp 21. juli og verður opin góðar tvær vikur fram.