Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-15, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. juli 1999síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 132 - 15. JULI 1999 tíðindablaðið Farloyvisskipan hevði skapt fleiri stovnsplåss - Um foreldur høvdu møguleika fyri at fingid foreldra- farloyvi upp til eitt ár eftir barnsburðarfarloyvið, vildi hetta óivað loyst upp fyri einum stórum parti av trupul- leikanum við ov fáum stovnsplåssum. Skipanin hevdi samstundis spart landi, kommunu, 0.0. fyri alt ov nógvar barnasjúkradagar, sigur Bryndis á Dunga, forkvinna í Foreldrafelagnum í kunningarskrivi TuripD KJØLBRO Foreldrafelagið fegnast yvir avgerðina hjá kommunala eftirlitinum um, at kontant- stuðulin til børn í aldrinum 6-12 mánaðir, sum ikki eru í kommunalari ansing, ikki varð heimilaður í lóg og nú verður tíkin av. Felagið hevur fleiri ferðir bæði so og so víst Tórshavnar kommunu á skeivleikan at útvega pening til loysnir, sum beinleiðis eggja til svart arbeiði og sum ikki síggjast aftur. Vit eru greið yvir, at av- gerðin rakar meint hjá tykk- um foreldrum, og eisini hjá foreldrum í Foreldrafelag- num, sum hava lagt sær ansing til rættis eftir stuðli- num. Men aðalmálið hjá okkum er eittans - at vísa lands- og kommunalpolitik- arum á tørvin á góðkendum ansingarplássum. Foørshavnar kommuna revur í fíggjarárinum 1999 sett 1,8 mill. krónur av til kontantstudul, og hevur kommunan progvad at hon hevur råd til at seta lesa upphædd av, bara til barnaansingina Kommun an eigur tí at finna út av, 1vussu hon tær mest burtur úr hesum pengum. Í við merking til útvarpið herfyri segði Leivur Hansen, borg arstjori, at peningurin skal nytast å ansingarøkinum sostatt Hvi ikki royna skipanina av Um kommunan ger av at gera ein nyggjan stovn og fær hann góðkendan av av varðandi myndugleikum Lands- (Almannastovuni, læknanum, Arbeiðseftirlit- inum og Brunaumsjón Landsins) eigur Føroya Landsstýri vísandi til 1. barnaforsorgarlógina, 2. kunngerð um gjaldsreglur fyri dagstovnar og dagrøkt, 3. kunngerð um dagstovnar, dagrøkt og døgnstovnar fyri børn og ung, og 4. lóg um býti av almannaútreiðslum v.m., sambært óheftum løg- fróðingum, frá tí degi stovn- urin letur upp, at fíggja 60% av húsaútreiðslunum og 30% av rakstrinum. Tí skuldi einki verið til hindurs fyri, at kommunan fór at útvega fleiri ansingarpláss. Hvussu stórur er tørvurin Trupulleikin er bert, hvussu nógv ansingarpláss hava vit tørv á? Øll hesi ár, skipanin hevur virkað, fóru/fara øll av burðarsong við eini um- sókn á ansingarskrivstov- una fyri at skriva børn síni á upptøkulistan, av tí, at tað er uppskrivingardagurin, ið telur, tá ið foreldur ynskja ansing - summi tí tey veru- liga hava tørv, og onnur bert fyri at tryggja sær, at tey fáa eitt ansingarpláss fyrr ella seinni. Hetta inniber, at oll børn, sum verða fødd i Tórshavnar kommunu, verða skrivað upp á upp- tókulistan til dagrøktar- og stovnsplåss. Framrokningar, id lysa ansingartørvin Um fødingardagurin hjå barninum er galdandi sum uppskrivingardagur, er tað als eingin orsøk til at skriva barnið upp fyrr enn ansing arpláss ynskist og tá standa bert børn, sum hava tørv á ansignarplássi, á listanum Få hevði borið til at gjørt nágreiniligar framrokning ar, hvussu stórur tørvurin veruliga er á ansingarpláss- um Fleiri danskar kommunur nýta fødingardagin hjá barninum sum uppskriving- ardag og hava sera góðar royndir við skipanini. Fyri og ímóti Virkandi reglur til upptøku Bryndis á Dunga, for- kvinna í Foreldra felagnum. Mynd: Haraldsen Mvur i ansingarskipanina gevur Térshavnar kommunu ein stóran trupulleika, sum tey fyri alt í verðini ikki vilja loysa so einfalt sum at lata fødingardagin hjá barninum verða galdandi sum upp- skrivingardagur, tá ið for- eldur ynskja ansingarpláss. „Nei,“ siga kommunalpol- itikarar, tí so fáa fleiri úti- setar og aðrir tilflytarar, sum flyta til kommununa ans- ingarpláss til børn síni, fram um okkum, sum hava búð og goldið skatt til kom- mununa alla okkara tíð! Hetta „argumentið“ er sera tunt og eftir okkara meting ikki serliga væl gjógnumhugsað, tí um hugt verður eftir, hvørji fólk flyta til kommununa, so eru tað í flestu forum fólk, sum hava verið uttanlands í lestrar- grindum og sum koma at gjalda stórar upphæddir av skattakrónum í lands- og kommunukassan. Allar hes- ar krónur, ið kundu verið við til at skapa fleiri ans- ingarpláss, siga vit nei takk til, og útisetar so sum ser- fróðingar, læknar og onnur aftur orsakað av, at vit ikki kunnu útvega teim- um nøkur fá ansignarplåss Hinvegin taka vit før oyingar sum eima fylgju, at børn okkara fáa somu viðgerð í t.d. einari danskari skipan sum danir, um vit flyta hagar Spurningurin er, um land og kommuna hava rætt til at seta hesi fólk til síðis, bert tí at tey vórðu noydd til at fara av landinum at fáa sær útbúgving, tí í flestu forum ikki er møguleiki fyri at nema hægri lestur her á landi. Samstundis loyva bæði land og kommuna sær at søkja eftir fólki til ávís størv við hollum kunnleika innan búskap, løgfræði 0.4. og helst við fleiri ára roynd- um setast sjálv Farloyvisskipan við skapa fleiri tok ansingarpláss Eitt annað, sum landsins politikarar eiga at gera sær púra greitt er, um foreldur høvdu møguleika fyri at fingið foreldrafarloyvi upp til eitt ár eftir barnsburðar- farloyvið var liðugt, vildi hetta uttan iva loyst upp fyri einum stórum parti av trup ulleikanum og givið stovn unum/dagrøktini eitt stórt luftrúm, um nærum øll børn í aldrinum 6-18 mánaðir vóru heima hjá foreldru- num. Farloyvið skal sjálv- andi vera eftir egnum ynski og við eini løn, sum vit kunnu liva av uttan at fara á húsagang, akkurát sum tey gera í løndunum rundan um okkum. Farloyvisskipanin hevði spart landi, kommunu, 0.Ø. fyri, til tíðir alt ov nógvar barnasjúkradagar, sjúkra- røkt og heilivág. Døgnstovnur Sum er hava vit døgnstovn til tey hvørs foreldur ongan børn, arbeiða »Skeivar ,, tíðir. Børnini hjá hesum fólkum hava eisini tørv fyri at koma út saman við øðrum børnum og eru ti í ansing í dagtímunum, sjálvt um foreldrini veruliga hava tørv á ansing í kvøldar- og nåttartimunum. Tað er ófatiligt, at vit ikki eru komin longur og hava so ilt vid at ganga nyggjar leiðir. Tidin er farin, tå ið konan gekk heima og tað verða vit bara noydd til at góðtaka. Lands- og kommunalpolitikarar eiga at hugsa gørvísi Hevur Tórshavnar komm- una nakran vilja til at loysa Savnsmynd Jens Kristian Vang trupulleikarnar á ansingar økinum, eigur hon at rað- festa allar hesar trupulleik arnar og seta sær nøkur mål, og ikki hanga seg í eina gamla „avoldaða“ upptøku- skipan, sum týðiliga prógv- ar, at hon ikki virkar Landspolitikarar eiga at síggja trupulleikan sum eina landsuppgávu og syrgja fyri, at hann verður loystur Trupulleikin er ikki stórri enn so, at hann kann loysast, um tann politiski viljin er til staðar vælumtokta merttinum PIONÉR: