Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. januar 2005síða 4

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 7 - 12. januar 2005 Nevndin í PF Vágatunnilin hevur gjørt nakrar broytingar í prísásetingunum fyri at koyra í gjøgnum Vágatunnilin. Frá 17. januar fer at bera til at tekna eitt árshald, og samstundis lækka prísirnir VÁGATUNNILIN Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Príslækkingin hjá Vága- tunlinum fer óivað at koma væl við hjá mongum, men nýggi møguleikin við at tekna eitt árshald er helst ein gyltur møguleiki hjá teimum, ið nýta tunnilin nógv. Árshaldið gongur fyri seg á tann hátt, at fólk tekna seg til at gjalda 1.000 krón- ur um mánaðin til Vága- tunnilin og aftur fyri kunnu tey koyra so ofta tey vilja ígjøgnum. Haldið er bind- andi fyri eitt ár í senn, men man uttan iva koma sera væl við – serliga hjá teim- um, ið koyra ímillum við egnum bili hvønn dag. Dávur Reinert Hansen, stjóri í Vágatunlinum, sig- ur, at árshaldið ger, at brúk- arin betur fer at merkja tað frælsið at ferðast, sum undirsjóvartunnilin veitir. – Útgangspunktið hjá okkum er jú, at vit skulu hava nakrar ávísar inntøkur til at svara hvørjum sítt. Tá vit hava fingið teir peng- arnar, so ræður tað um at fáa so nógva ferðslu í gjøgnum tunnilin sum gjør- ligt fyri somu pengarnar, sigur hann og leggur aftur- at, at tankin aftan fyri hesa ætlanina eisini er, at hetta kann gerast ein kend føst mánaðarlig útreiðsla hjá fólki. Hann ásannar, at 1.000 krónur kann vera nógv í einum húsarhaldi, men leggur dent á, at um tað verður samanborið við 40 túra kubbarnar ella at gjalda eina ferð um mánað- in, so er tað sera bílig nýtsla av tunlinum. Ferðslan var í 2004 í mið- al 1.000 bilar um samdøg- urið í mun til 880 árið fyri. Og er tað sjálvandi hendan hækking í bilatalinum, sum gevur grundarlagið fyri teimum broytingunum, sum koma í gildi tann 17. januar. Hvør sítt felag Um hálvt annað ár ella so verður Norðoyatunnilin væntandi klárur at taka í nýtslu. Dávur Reinert Han- sen sigur, at metingin hjá teimum er, at tað fer at bera til at fáa áleið ta somu ferðsluna gjøgnum tann tunnilin, sum í dag fer í gjøgnum Vágatunnilin. Men hann er sera varin við at siga nakað um, hvussu prísgrundarlagið í Norðoyatunlinum fer at vera. Hann sigur, at fyri tað fyrsta, vita tey ikki, hvussu ferðslan fer at fordeila seg í Norðoyatunlinum. Eygleið- ingin av býtinum av ferðsl- uni í Vágatunlinum hevur eisini spælt stóran leiklut í príslækkingunum og nú tí spildurnýggja árshaldinum. – Vit hava brúkt hesa tíð- ina at eygleiða ferðsluna í Vágatunlinum, og tað er ongin loyna, at vit hava verið sera varin við okkara metingum um ferðsluna. Hon hevur tíbetur víst seg at vera so nógv meira, enn vit upprunaliga mettu, sigur stjórin í Vága- og Norðoya- tunlinum. Hann vísir á, at Norðoya- tunnilin fyri tað fyrsta kem- ur nøkur ár seinni enn Vágatunnilin, og hann er eisini ein kilometur longri enn Vágatunnilin. Umframt hetta eru PF Vágatunnilin og PF Norðoyatunnilin full- komuliga hvør síni feløg. – Vit kunnu ikki bara siga, at tað er tað sama við báðum tunlunum, men tað er tá klárt, at tær royndirn- ar, sum vit fáa við Vága- tunlinum, vilja við yvirføra til Norðoyatunnilin, sigur Dávur Reinert Hansen, stjóri í PF Vágatunnilin. Príslækking og árshald Síðani í mai 2004 hava prísirnir fyri at ferðast gjøgn- um Vágatunnilin verið óbroyttir. Við royndunum frá hesum tíðar- skeiðinum hevur nevndin í P/F Vágatunlinum endurskoðað prísirnar og treytirnar fyri at ferðast í gjøgnum tunnilin TÍÐINDASKRIV Vágatunnilin Ferðslan í Vágatunlin- um í 2004 var í miðal 1.000 bilar um sam- døgurið. Hetta er grundarlagið fyri at lækka prísin fyri at ferðast gjøgnum tunnilin, eins og grundarlag eisini er fyri einum nýggjum árshaldi. Nevndin í felagnum hevur tí samtykt hesar broytingarnar: Prísurin fyri lætta ferðslu verður lækkað- ur við umleið fimm %. Úr 180 krónum niður í 170 krónur. Prísurin fyri tunga ferðslu verður lækk- aður við umleið tíggju %, soleiðis at gjaldið fyri bilar millum seks og 12, 5 metrar nú verður 670 krónur, og gjaldið fyri bilar oman fyri 12,5 metrar framyvir verður 1.000 krónur. Fyri lættar bilar er møguligt at tekna eitt árshald, sum loyvir óavmarkaða koyring. Haldið verður teknað fyri eitt ár í senn, og er treytað av, at avtala er gjørd um, at goldið verður mánaðarliga forút við GS-avtalu. Kostnaðurin er 1.000 krónur um mánaðin ella 12.000 krónur um árið. Nýggju prísirnir koma í gildi frá 17. januar. Árshald kunnu teknast tá, men koma tó ikki í gildi fyrr enn frá 31. januar. Hugin Skaalum koyr- ir hvønn dag við bussi millum Sørvág og Havnina, har hann arbeiðir. Hann heldur so avgjørt, at árshaldið hjá Vága- tunlinum er eitt gott tilboð, og at prísurin er attraktivur VÁGATUNNILIN Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Nýggja tilboðið hjá Vága- tunlinum við ársgjaldinum fer óivað at gera, at mong fara at velja at koyra við egnum bili heldur enn bussi. Hetta tí at mánaðar- kortið við einum bussi kostar 1.200 krónur, meðan árshaldið hjá Vágatunlinum er áljóðandi 1.000 krónur um mánaðin. Ein av teimum, sum ferð- ast dagliga millum Sørvág og Havnina er Hugin Skaal- um, sum arbeiðir í Havn. Hann fer hvønn morgun við bussinum, og hann við- gongur, at tað verður sera freistandi at taka sín egna bil heldur enn bussin fram- yvir. – At ferðast við bussi gevur eina ávísa hvíld aftur og fram, men tað gevur ikki tað sama frælsið, sum eins egni bilur, sigur Hugin. Hann greiðir frá, at um hann til dømis má arbeiða yvir okkurt kvøldið, og klokkan fer fram við sjey, so má hann yvirnátta í Havn, tí tá er tann seinasti bussurin farin. Serliga í slíkum førum er tað ein stórur fyrimunur at hava sín egna bil. – Hevði eg havt møgu- leikan fyri at tikið mín egna bil, so trúgvi eg, at eg hevði gjørt tað, sigur Hugin og leggur afturat, at tað fer hann at arbeiða fram ímóti frá nú av. Bíðað longi Hugin hevur saman við ein- um fýra ella fimm øðrum verið í einum pendlarabólki í eina tíð. Hesin bólkurin hevur roynt at gjørt sína ávirkan á príslagið í tunlin- um. Men Hugin heldur kortini, at tað hevur tikið dekan ov langa tíð at koma so langt sum at veita brúk- arunum eitt árshald. – Men eg eri sjálvandi fegin um, at tað nú er kom- ið, og hugskotið er frálíkt. Brúkarin kemur veruliga at kenna frælsið, sum fasta sambandið hevur við sær, sigur Hugin og leggur afturat, at hvør veit um ikki prísurin á árshaldinum eis- ini fer at lækka við tíðini. – Tá verður tað uppaftur bíligari – og kanska longu um eitt ár. Hvør veit, sigur Hugin Skaalum, sum tó er sannførdur um, at árshaldið fer at hava stóran týdning fyri øll, sum nýta tunnilin nógv. Árshaldið gevur frælsi Frá 17. januar lækka prísirnir fyri at koyra í gjøgnum Vágatunnilin. Prísurin fyri tey lættari akførini lækkar við fimm %, meðan tann tyngra ferðslan fer at merkja eina príslækking á tíggju %. Hartil kemur so møguleikin við árshaldinum Savnsmynd Prísurin er attraktivur Árshaldið í Vágatunlinum, sum kemur í gildi frá 17. januar, er tvey hundrað krónur bíligari um mánaðin enn busskortini hjá Strandferðsluni Mynd: Edvard Joensen