Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-12, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. januar 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 7 - 12. januar 2005 5 Tey eldru í Sandoynni flyta í dag inn í nýggja tilhaldið. Har eru sera góðar um- støður hjá teimum til tað víttfevnda virksemið TEY ELDRU Snorri Brend snorrir@sosialurin.fo Lýsingin hjá tilhaldinum "Hugnin" í Sandoy ljóðar ikki av so nógvum. Men fyri tey eldru í oynni er hetta einki minni enn ein stórhending. Boðað verður stutt frá, at tey hava opið mikudagin frá kl. 14 til 16, har øll hava møguleika atsíggja okkara nýggju hølir. Ábit verður eisini at fáa. Í fráboðanini liggur eis- ini, at teir eldru borgararnir í oynni nú hava fingið egin hølir at húsast í. Hóast flutt varð inn í tey í farnu viku, so verða tey alment tikin í nýtslu seinnapartin í dag. - Vit vænta og vóna at síggja nógv fólk til móttøk- una, bæði yngri og eldri. Øll eru hjartaliga vælkom- in, sigur Kristina á Reyna- túgvu, sum er leiðari á Hugnanum. Luksus-trupulleiki Tilhaldið í Sandoynni lat upp í februar mánaði 2003. Tað var ætlað sum eitt dagtilhald fyri tey eldru í allari oynni. Hóast tað hevur heimstað á Sandi, so hava fólk úr øllum bygdun- um í oynni verið við. Frá byrjan av hildu tey til í einum hølum í missións- húsinum á Sandi. Hetta vóru góð høli og egnaði til endamálið, men tey fingu kortini ein óvæntaðan trupulleika at stríðast við. - Ja, tú kann kalla tað ein luksus-trupulleika. Men undirtøkan gjørdist so stór, at vit nokk so skjótt sóu, at her mátti ein onnur loysn finnast, sigur Kristina á Reynatúgvu. Tey leitaðu so eina tíð, og komu so fram á nýggju høl- ini, sum í dag verða tikin alment í nýtslu. Fyrimunur- in her er at hølini eru teirra egnu, og at tey kunnu lata síni ting verða standandi til næstu ferð. Opið er vanliga millum kl. 14 og 17, soleiðis at tey eldru kunnu koma til og frá heimbygdini, annaðhvørt við bussi ella leigubili. Bowla og bocchia Undirtøkan til tiltøkini í tilhaldinum hevur verið sera góð. Í miðal munnu tey vera úr 15 upp í 20 fólk, ið hava sína gongd í Hugnan- um, tá tað er opið mána- dagar og mikudagar. Á skránni hava tey mong ymisk tiltøk, sum verða kunngjørd eisini her í blaðnum. Mánadagin í hesi vikuni var spurnarkapping á skránni, eins og møgu- leiki var at spæla ymisk spøl, so sum talv og kort. Tey hava haraftrat verið íðin í ymsum øðrum sløgi av leiki, m.a. við bocchia. Útferðir verða haraftrat gjørdar í oynni og av oynni. Tey hava enntá verið og bowla í Havn. Jú, tað er vist. Tað er lív í teimum gomlu í Sandoynni. Vágs Býráð setir nú Fiskavirking knívin á barkan og tann 1. apríl fellur hamarin ARBEIÐSLOYSIÐ Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vágbingar hava nú sett Føroya Fiskavirking knívin á barkan: Antin letur fiska- virking flakavirkið í Vági uppaftur nú, ella verður Fiskavirking sagt upp á havnarlagnum í Vági. Tað samtykti býráðið í Vági á fundi mánakvøldið. Tá ið hetta býráðið tók við, ásannaði nývaldi borg- arstjórin, Kirstin Strøm Bech, at tað stóra arbeið- sloysið í Vági verður størsta avbjóðingin hjá nýggja býráðnum, hóast tað er ógvuliga avmarkað, hvørja ávirkan, kommunan hevur. Síðani tá hava yvir 40 vágbingar afturat mist arbeiðið. Og júst arbeiðsloysið í Vági var tað fyrsta málið, sum nýggja býráðið tók upp til viðgerðar. Ikki minst hevur tað pínt vágbingar og suðuroyingar sum heild, at tað stóra flakavirkið hjá Fiskavirking í Vági, stendur stongt. Fiskavirking hevur ferð eftir ferð lovað at lata tað uppaftur, men higartil hevur talan verið um tóm lyfti, tí Fiskavirking sigur, at grundarlag er ikki fyri tí, sum støðan í fiskivinnuni er. Aftur nú hevur ljóðað, at Fiskavirking ætlar at lata virkið upp, men higartil hevur leiðslan í Fiskavirk- ing onki viljað sagt um tað. Greið boð til Fiskavirking Og nú ger so Vágs Býráð eina roynd at fáa virkið í Vági latið uppaftur. Samgongan í Býráðnum, sum er alt býráðið, var í skundi kallað saman til fundar mánakvøldið at viðgera vinnuliga støðuna í Vági. Og á fundinum varð sam- tykt at gera Fiskavirking greitt, at nú skal virkið í Vági latast uppaftur bein- anvegin. Flakavirkið í Vági stend- ur á grund, sum er leigað frá kommununi. Í leigusátt- málanum stendur, at hevur virksemið ikki verið á virk- inum í tvey ár, kann sátt- málin sigast upp. Og tað er júst hetta, sum er trumfurin hjáVágs Bý- ráði. Kirstin Strøm Bech sigur, at í juni mánaði eru tvey ár síðani at arbeiðið seinast var á virkinum, tí tá fór tað stóra laksavirkið av knóran- um. – Á samgongufundinum mánakvøldið samtykti bý- ráðið at gera Fiskavirking greitt, at er virkið í Vàgi ikki latið uppaftur í seinasta lagi 1. apríl í ár, verður leigusáttmálin um grund- stykkið sagdur upp. Hon sigur, at verður sátt- málin sagdur upp, má Fiskavirking antin selja virkið, ella taka tað niður og flyta tað burtur. Men so er í øllum førum eitt stórt øki til taks hjá onkrum, sum kanska hættar sær undir at byggja eitt nýtt virkið sigur hon. Hon sigur, at orsøkin til at boðini frá býráðnum til Fiskavirking eru so greið, er, at støðan í Vági er so út av lagi syndarlig, at okkurt má henda nú. – Hetta eru eini greið boð til Fiskavirking um, at býráðið ætlar at gera, alt tað er ment, fyri at fáa arbeiði aftur í Vági, sigur Kirstin Strøm Bech. Vágbingar hótta Fiskavirking Tilhaldið í Sandoy loysti luksustrupulleikan – Hetta eru eini greið boð til Fiskavirking um, at Býráðið ætlar at gera alt, tað er ment, fyri at fáa arbeiði aftur í Vági, sigur Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági Tey eldru í Sandoynni fáa nú betraðar umstøður í nýggja tilhaldinum á Sandi