mikudagur 12. januar 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 7 - 12. januar 2005
BJARGINGARÚTGERÐ
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Eingin ivi er um, at bjarg-
ingarvestar og yvirlivilsis-
draktir hava bjargað mong-
um manni á báti. Ein hend-
ing av slíkum slagi var í
Suðuroy fyrr í heyst, tá ið
útróðrarbátur við tveimum
monnum umborð sigldi á
land undir Suðuroynni.
Stundum
vóru
báðir
menninir í bátinum og
stundum flutu teir við
síðuna av bátinum - í yvir-
livilsisdrakt.
Bátseigarin segði tá við
Sosialin, at høvdu teir ikki
verið í draktini, bóru teir
ikki boð í bý.
Sama er við bjargingar-
vestum, sum er tað fyrsta,
ein útróðrarmaður eigur at
tryggja sær er í lagi, tá ið
hann loysir frá landi.
Tað er at fegnast um, at
ábyrgdarfullir framleiðarar
av bjargingarútgerð gera
vart við seg, um tað vísir
seg, at útgerðin ikki er
100% soleiðis, sum hon
eigur at vera.
- Eg dugi ikki at meta
um í hvønn mun,
bjargingarvestar av
nevndu sløgum, sum
nú verða afturkall-
aðir, eru seldir í
Føroyum, sigur
Gummibátatænastan,
sum í gjár ikki hevði
sæð fráboðanina frá
Viking Life-Saving
Equipment
BJARGINGARVESTAR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Eftir fráboðanina hjá Vik-
ing Life-Saving Equipment
um at afturkalla tvinni sløg
av
bjargingarvestum,
nevniliga Mariner PV9270
og Mariner PV9271, vendu
vit okkum til Gummibáta-
tænastuna fyri at vita, um
fleiri av nevndu vestum eru
seldir í Føroyum.
Á Gummibátatænastuni
høvdu tey ikki sæð fráboð-
anina, tá ið vit frættu, men
tey søgdu seg vilja kanna
málið beinanvegin.
Vit
lósu
numrini
á
nevndu bjargingarvestum
upp fyri teimum, men líkt
er ikki til, at Gummibáta-
tænastan hevur hesar vest-
ar, sum eru framleiddir í
tíðarskeiðinum, 1. januar
2002 til 15. juni 2004, á
goymslu.
- Vit hava eitt slag av
bjargingarvestum,
sum
hevur numrini, PV9274, og
tað er tað nærmasta, eg
síggi nevndu sløgum.
Men tað er so ikki hetta
slagið, sum Viking Life-
Saving
Equipment
nú
afturkallar.
Ljós og refleks
Á
Gummibátatænastuni
siga tey, at ein stórur partur
av
bjargingarvestunum,
sum seldir eru føroyskum
skipum, hava vørunumm-
arið, PV95001002.
- Hesir eru góðkendur av
Skipasýninum, og teir eru
eisini
Solas-góðkendir.
Hesir vestar hava bæði ljós
og refleks, siga tey.
Á Gummibátatænastuni
halda tey, at bjargingar-
vestarnir, sum Viking um-
røður og afturkallar, helst
eru ætlaðir stuttleikabátum
og frítíðarvirksemi.
- Men hetta fara vit nú at
kanna, siga tey á Gummi-
bátatænastuni í viðmerk-
ing.
- Okkara fremsta
mál er tygara trygg-
leiki. Tí afturkalla
vit bjargingar-
vestarnar, Mariner
PV9270 og Mariner
PV9271, sigur
Hanne Svarer
Schwensen, sum
starvast á fyritøk-
uni, Viking Life-
Saving Equipment
AFTURKALLING
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Viking
Life-Saving
Equipment, sum er ein
kendur framleiðari av
bjargingarútgerð, boðar
nú frá, at fyritøkan aftur-
kallar tvey sløg - ella
vørunummur - av bjarg-
ingarvestum, sum fyri-
tøkan hevur framleitt.
Talan er um vestarnar,
sum
bera
numrini,
PV9270 og PV9271.
Í skrivi, sigur Hanne
Svarer Schwensen, ið
starvast hjá Viking, at
fyritøkan hevur staðfest,
at Mariner PV9270 og
Mariner PV9271 í nøkr-
um fáum førum ikki
folda seg rætt út úr be-
trekkinum.
- Hetta kann í ringasta
føri elva til, at rúmið í
vestunum, sum skal blás-
ast upp, spreingist.
Hanne sigur, at um-
røddu vestar eru fram-
leiddir í tíðarskeiðinum,
1. januar 2002 til 15. juni
2004.
Ber útreiðslurnar
- Uttan mun til, hvussu
lítil vandin fyri breki við
uppblásing er, hevur Vik-
ing gjørt av at afturkalla
allar vestarnar av hesum
slagi.
Fyritøkan heitir tí á øll,
sum hava keypt hesar
bjargingarvestarnar, um
at senda teir aftur til
Viking
Life-Saving
Equipment, sum átekur
sær allar útreiðslurnar av
sendingini.
Viking sigur, at tey
fara at broyta nevnda be-
trekk til tess at umgang-
ast møguligar trupul-
leikar við vestunum í
framtíðini.
Tín tryggleiki
- Vit harmast um tað
stríð, sum hetta hevur við
sær, men eru samstundis
vís í, at tygum skilja tað
neyðuga í hesum tiltaki.
Í fráboðanini verður
lagt aftrat, at útgerð hjá
Viking altíð skal vera í
lagi, tí "tygara tryggleiki
er okkara fremsta mál...",
sum
Hanne
Svarer
Schwensen málber seg.
Viking
afturkallar
bjargingarvestar
Tað er umráðandi, at trygdin á sjónum er í lagi. "Tygara
tryggleiki er okkara fremsta mál...", sigur Viking Life-
Saving Equipment. Myndin er tilvildarlig
Langtíðarparkerings-
økini vesturi á flog-
vøllinum eru so at siga
liðug, og tey verða nú
boðin út. Umframt
langtíðar parkering,
skulu bileigarar eisini
hava møguleika at fáa
ymiskar tænastur
veittar á flogvøllinum
ÚTBJÓÐING
eydna@sosialurin.fo
– Parkeringsøkini eru nú so
at siga liðug. Tað einasta,
sum ivamál nú er um, er um
onkrar innhegningar rund-
an um parkeringsøkini.
Annars er klárt, og tað er
eisini í tí sambandi, at par-
keringsøkini nú verða út-
bjóð-að, sigur Oyvindur
Brimnes, Landsverkfrøð-
ingur.
Uppgávan hjá útvalda
umsøkjarunum verður at
passa bilarnar og halda vakt
yvir teimum 24 tímar um
døgnið, ímeðan fólk eru
burturi.
– Felagið, sum fær ar-
beiðið, skal hava fólk á
staðnum alt samdøgrið. Tað
skal eisini kunna veita
ymiskar tænastur, sum til
dømis at fylla luft í dekkini
og geva streym. Tílíkar
tænastur kunnu teir so taka
seg betaltar fyri. Tað verður
løn beint niður í teirra egnu
lummar, greiðir Landsverk-
frøðingurin frá.
Søkt verður í Føroyum,
men útlendsk vaktar- og
tænastufeløg hava eisini
møguleika at bjóða.
24 januar
Freistin at søkja um rakst-
urin og arbeiðið av langtíð-
arparkeringsbásunum
er
sett at vera 24 januar kl. 15.
– Vit ætla sjálvsagt at
tænastan skal koma í gildi
so skjótt sum gjørligt. Júst
nær tað verður er tó ilt at
siga, tí vit fara ikki bert at
velja tann bíligasta bjóðar-
an. Tænasturnar, ið hann
kann veita og støðið á vakt-
arhaldinum verða eisini tik-
in við í metingarnar, greiðir
Oyvindur Brimnes frá.
Av hesi orsøk fer tað all-
arhelst at taka nakrar dagar
at velja ein arbeiðstakara
burturúr umsøkjarunum,
sigur landsverkfrøðingurin
at enda.
Bilar á flogvøllinum skulu hava vaktarmenn
Gummibátatænastan:
Hevur ikki hasar
bjargingarvestarnar
Góð bjargingarútgerð hevur
bjargað mongum manni
Var bjargingarútgerðin ikki í lagi, bóru teir ikki boð í bý
Mynd: Leivur Nygaard