mikudagur 12. januar 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 7 - 12. januar 2005
7
– Eg vil pástanda, at
ikki øll, men nógv
fjølmiðlafólk eru ein
beinleiðis forðan fyri
demokratinum í Før-
oyum. Tíðindaflutn-
ingurin um bæði inn-
lendis- og uttanríkis-
mál er so einstáttað-
ur, at eg haldi tað er
ein trupulleiki fyri
menningina av før-
oyska demokratinum,
heldur formaður
Miðfloksins, Jenis av
Rana
FØROYSKIR
FJØLMIÐLAR
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
– Føroysk fjølmiðlafólk eru
eftir mínum tykki ótrúliga
einstáttað. Tú kanst gjøg-
numgangandi siga, at jour-
nalistiska
manningin
í
Føroyum umboðar bert ein
hugburð-tann sosialistiska
humanistiska.
Umstríddi
formaður
Miðfloksins, Jenis av Rana,
tosar enn einaferð við stór-
um bókstavuum. Hesaferð
vendir hann kanónini ímóti
føroyskum fjølmiðlafólk-
um.
– Humanisman og stórur
partur av fjølmiðlafólkum
eru talsfólk fyri tolsemi,
men teirra tolsemi er bara
einvegis. Í føroyska samfe-
lagnum verður áhaldandi
kravt av tær sum trúgvandi,
at tú skalt vísa tolsemi, men
vágar tú tær at vísa á
skeivleikar, fært tú av at
vita í fjølmiðlunum. Tað
eru óteljandi dømi um, at
hevur tú ikki sama hugburð
sum humanisman ber fram,
verður tú álopin í fjøl-
miðlunum, heldur Jenis av
Rana.
Undir orðaskiftinum um
samanleggingina av SvF og
ÚF í desember mánaði vísti
formaðurin í Miðflokkin-
um bæði í tinginum og í
kjaksending á, at føroysk
fjølmiðlafólk í alt ov stóran
mun lata seg ávirka av síni
persónligu sannføring, tá
tey skulu eitast at bera
óheftan tíðindaflutning.
- Tað er ikki bara millum
føroysk fjølmiðlafólk, at
ein yvirvág er av sosialist-
iskum
humanistiskum
sjónarmiðum. Kanningar
av fjølmiðlafólki í Noregi
og Danmark vísa tað sama.
Eg dugi ikki at siga um
orsøkin er, at tað nærum
bara eru fólk við humanist-
iskum sjónarmiðum, sum
sleppa inn á journalist-
skúlarnar ella um tað er
lærustovnarnir sum skapa
tey, vísir Jenis av Rana á.
Forða fólkaræði
– Eg vil pástanda, at ikki
øll, men nógv fjølmiðlafólk
eru ein beinleiðis forðan
fyri demokratinum í Før-
oyum. Tíðindaflutningurin
um bæði innlendis- og utt-
anríkismál er so einstátt-
aður, at eg haldi tað er ein
trupulleiki fyri menningina
av føroyska demokratinum,
Tað eru ikki hissini
skoðsmál, Jenis av Rana
gevur føroyskum fjølmiðla-
fólki. Hann heldur, at so-
nevnd etisk mál sum fostur-
tøka, samkynd, rúsdrekka-
søla og heit uttanríkis-
politisk evni sum George
Bush og stríðið millum
Ísrael og Palestina verða
viðgjørd úr einum einstak-
um sjónarhorni - tí persón-
liga hjá fjølmiðlafólkinum:
– Viðgerðin av hesum
evnum er ótrúliga einstátt-
að. Hesi mál verða viðgjørd
úr einum sjónarhorni. Tað
er í alt ov stóran mun
persónligi sjónarmiðini hjá
fjølmiðlafólkinum, sum ger
av, hvussu málini verða lýst
og viðgjørd, og tað er
skaðiligt fyri demokratiið,
tá hugsað verður um, at tað
eru fjølmiðlafólkini, sum
velja og vraka, hvørji tíð-
indi, tey vilja bera fram. Tá
vit verða noydd at rinda
sjónvarps- og útvarpsgjald í
dýrum dómum, mugu vit
kunna krevja, at viðgerðin
av málum ikki verður litað
av persónligu sannføringini
hjá
fjølmiðlafólkinum,
heldur Jenis av Rana.
Formaður
Miðfloksins
leggur afturat, at ein grund-
leggjandi súla í demokrati-
num er, at allir minnilutar í
samfelagnum sleppa til
orðanna, men eftir 10 ár í
landspolitikki
staðfestir
hann hinvegin, at tað er
himmalvíður
munur
á,
hvussu nógv pláss teir
smærru flokkarnir fáa í
føroyskum fjølmiðlunum,
sammett við teir størstu
flokkarnar.
–Tað kemur javnan fyri
undir aðalorðaskiftum í
tinginum, at fjølmiðlarnir
ikki vilja kennast við sjón-
armiðini hjá smærru flokk-
unum. Hvussu í allari víðu
verð skulu nýggjar hug-
sjónir, nýggir persónar ella
nýggir flokkar fóta sær, tá
progressivu kreftirnar ikki
sleppa fram at í fjølmiðl-
unum. Tað er so ómetaliga
týdningarmikið at sleppa
fram at í sjónvarpi, útvarpi
og bløðunum, tí har verður
lagt merkið til tín, og tað er
stak óheppið, at vit ikki fáa
somu rúmd sum størru
flokkarnir, sigur Jenis av
Rana.
Galdandi
hugburðurin
hjá føroyskum fjølmiðla-
fólki við at sýta smærru
flokkunum somu rúmd sum
teimum størru flokkunum,
metir Jenis vera eitt tekin
um, at føroysk fjølmiðla-
fólk tilvitað royna at halda
lív í gomlum hugsjónum og
flokkum, heldur enn at lova
nýhugsan fram at.
Flokspolitisk
uppvenjing
Ein av orsøkunum til, at
føroyskir fjølmiðlar eru so
einstáttaðir í síni viðgerð av
bæði innlendis- og uttan-
ríkismálum, heldur Jenis
kann vera í uppvenjingini á
Sosialinum og Dimma-
lætting.
– Ein partur av fjøl-
miðlafólkunum í dag fáa
sína uppvenjing á føroysku
bløðunum, áðrenn tey fara
til loftmiðlarnar. Uttan mun
hvat leiðslurnar á bløðun-
um siga, eru føroysku bløð-
ini
framvegis
politiskt
stýrd, og hetta er við til at
ávirka
hugburðin
hjá
teimum fjølmiðlafólkum,
sum arbeiða har. Tá hesi
fjølmiðlafólk so einaferð
eru leys av floksbindingun-
um og fara til loftmiðlarnar,
skuldi tú trúð, at tey gjørd-
ist meira óheftir tíðinda-
berarar, men tað vísir seg
kortini hinvegin, at tey
halda fast í teirra politisku
sannføring, sum tey eru
uppvand við á bløðunum,
vísir formaður Miðfloksins
á.
Jenis av Rana leggur
afturat, at flokspolitiska
linjan hjá bløðunum kemur
serliga til sjóndar í odda-
greinunum.
– Tá ástendur, vísa bløð-
ini altíð sín sanna floks-
politiskan lit. Tað eru ótelj-
andi dømi um, at mál verða
lýst einvíst í oddagreinun-
um í bæði Sosialinum og
Dimmalætting. Tú sært eis-
ini javnan, at oddagreinar-
nar verða nýttar til at verja
avvarðandi
flokkar
og
leypa á mótstøðuflokkar-
nar, sigur Jenis av Rana at
enda.
Humanisman stórtrívist
millum føroysk fjølmiðlafólk
- Tað er ikki bara millum føroysk fjølmiðlafólk, at ein yvirvág er av sosialistiskum humanistiskum sjónarmiðum. Kanningar av fjølmiðlafólki í Noregi og Danmark vísa tað sama, sigur Jenis av
Rana
Mynd: Jens Kristian Vang