mikudagur 12. januar 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 7 - 12. januar 2005
Orkestrið er komið á
eitt so høgt støðið at
vit avgjørt eiga at
verða stolt av tí.
Konsertin sunnu-
dagin var sera væl-
spæld og tí stendur
hon helst sum ein hin
besta nýggjárskon-
sertin hjá orkestrin-
um, hóast konsert-
skráin var nakað tunn
UMMÆLI
Leif Hansen
Hetta var konsert nummar
60 hjá orkestrinum og hin
11. nýggjárskonsertin. Fe-
lags fyri nýggjárskonsert-
inar er at tær hava mest sum
altíð verið á einum rímiliga
høgum støðið. Lætti tón-
arnir úr eitt nú Wien úr
seinnu helvt 1800-talinum,
hevur gjørt orkestrið væl
umtókt og maður er farin av
húsið til hesar konsertir.
Fyrsta verkið á skránni á
konsertini sunnudagin var
Die Flendermaus Overture
hjá Strauss yngra. Hetta er
eitt ógvuliga kent verk og
sera vælegnað at byrja eina
slíka konsert við. Sum so
ofta er fyrsta verkið tungt at
fáa veruliga í gongd og vit
skuldu eisini eitt sindur inn
í verkið, áðrenn eitt nú
violinleikarnir blivu heilt
samdar í sínum spæli - men
tá bleiv tað eisini heilt gott.
Violinleikarnir spældu
aftur ímóti sera væl seinni á
konsertini tá Strauss aftur
var á skránni. Eljen Magy-
jar hevur mærvitandi ikki
verið á skránni hjá orkestr-
inum fyrr og er tað løgi tí
hetta er nýggjárstónleikur
tá hann er bestur.
Pizzicato Polka hevur
orkestrið ella rættari strúk-
arnir í orkestrinum roynt
seg við fyrr. Hetta stykkið
hjá brøðurnum Strauss
krevur, at tað verður spælt
heilt neyvt, verður tað ikki
tað, er tað betur óspælt.
Men eg haldi at tað gekk
væl, bæði neyvt og við
góðum dynamikkið.
Fyrra helvt av konsertini
endaði við Perpetuum Mo-
bile, sum neyvan telist mill-
um tey bestu verkini hjá
yngra Strauss. Verkið endar
við at tónleikarnir bara fara
av pallinum og tað var helst
tað mest áhugaverda við
verkinum.
Ernst Sondum Dalsgarð
var boðsendur til konsert-
ina og sang í alt fimm
sangir. Ernst hevur tikið seg
sera nógv fram sum sangari
seinastu árini og prógvaði á
konsertini at hann nú er á
altjóða støðið. Sjálvt um
tað var sera áhugavert at
hoyra Ernst syngja, so haldi
eg at hann kanska fylti ov
nógv í konsertskráini, ser-
liga tá hugsað verður um at
sanginir allir liggja í Top 5
yvir tenorariur. Og tískil
eru sera nógv at hoyra.
Sum vant var eisini kór
við á konsertini. Kórið
hevði í ár størri leiklut enn
tey hava havt fyrr - heili
fýra av verkunum á kon-
sertini
vóru
kórverk.
Kanska var hetta í meira
lagi og hugsi eg her serliga
um Trælakórið hjá Verdi,
sum væl kundi verið tikið
úr skránni, havandi í huga,
at tað hevur verið við so
ofta. Áhugaverdari var tað
aftur ímóti at hoyra brús-
andi kórið Gli arredi festivi
úr somu operu hjá Verdi.
Tó at kórið sang væl, var
tað kanska heldur fáment
og hevði til tíðir ilt við at
koma fram í ljóðmyndini.
Eisini tóktust fleiri av sang-
arunum at hava meira enn
nokk við at úttala teir itali-
ensku og týsku tekstinar í tí
høga tempoinum.
Orkestrið spældi eftir
mínum tykki uppaftur betri
eftir steðgin. Bæði Buglers
Holiday hjá Leroy Ander-
son og suitan úr West side
stroy hjá Bernstein var sera
væl spælt. Trompetleikarnir
spældu sera sannførandi í
Buglers holiday og orkestr-
ið spældi væl við.
West side story suitan
hevur ikki verið á skránni
fyrr, men er sera vælegnað
til ein slíka konsert. Tað lá
væl fyri hjá orkestrinum at
skifta millum tey ymisku
stílløgini, sum lógu heilt frá
symfoniskum tónleiki til
Big Band-kendan tónleik.
Alt orkestrið spældi væl,
men serliga haldi eg at
messingblásarnir í hesum
stykkinum spældi vóru
sannførandi.
Skal ein taka saman um
so má sigast at konsertin
var góð ella rættari væl-
spæld. Kritikkurin er í
høvuðsheitum vendur móti
teimum sum hava sett
skráina saman. Tónleikurin
var nóg so lættur og tann
reint instrumentali tónleik-
urin fylti ov lítið í skránni.
Vælvitandi um at Strauss-
familjan altíð eigur at verða
umboða á einari nýggjárs-
konsert, so haldi eg tó at tað
er ov nógv at fimm út av
sjey instrumentalverkum er
Strauss-tónleikur.
Sum vænt eru fleiri av
tónleikarnum næmingar og
tað var gleðiligt at síggja, at
fleiri av ungu strúkarnum
ikki bara sótu goymd mill-
um teir royndu tónleikarnir,
men nú veruliga spældu
við.
Hetta var fyrsta nýggjárs-
konsertin hjá dirigentinum
Bernharður Wilkinson og
er tað eingin ivi um at hann
eigur sín stóra part í tí góða
spælinum. Dirigenturin er
fullur av tónleiki og gevur
heilt sikkurt tónleikarnum
íblástur. Hann hevur kanska
ikki hevur hin mest ele-
ganta direktiónsteknikkin,
men aftur ímóti eina fram-
úrskarandi útstráling, sum
ikki eru tvær meiningar
um. Heldur samarbeiði við
Bernharð fram er eingin ivi
um at hann kann lifta or-
kestrið á eitt enn hægri
støði.
Vælspælandi orkestur við nóg so lættari skrá