mikudagur 12. januar 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 7 - 12. januar 2005
9
Í 2006 verða Føroyar
á fyrsta sinni við í
PISA kanningini hjá
OECD, har førleikin
hjá teimum 15-16 ára
gomlum verður mát-
aður. - Tað er týdn-
ingarmikið hjá okk-
um at fylgja við. Vit
skulu vita og ikki gita,
sigur Jógvan á Lakj-
uni, landsstýrismaður
í mentamálum
PISA
Ingrid Bjarnastein
ingrid@sosialurin.fo
Um eitt gott ár verður farið
undir at kanna, hvussu
skúlaverk og næmingar í
Føroyum eru fyri. Hetta
verður gjørt við eini so-
kallaðari PISA kanning hjá
OECD, altjóða felagsskap-
inum fyri búskaparsam-
starvi og sosialari menning.
Ein verkætlan fyri altjóða
næmingameting.
– Endamálið við kann-
ingunum er at staðfesta,
hvussu skúlaverk og næm-
ingar eru fyri samanborið
við onnur lond. PISA kann-
ingarnar hava víst seg at
vera eitt gott amboð at nýta
í skúlaverkinum, tá ið met-
ast skal um førleika og úr-
tøku hjá teimum 15-16 ára
gomlu, sigur Jógvan á
Lakjuni, landsstýrismaður í
mentamálum
Vita
PISA
kanningar
verða
framdar triðja hvørt ár, og
síðani byrjað varð, er talið
av luttakandi londum, al-
samt vaksið. Næsta ár
verða 58 lond við í kann-
ingini, harav eru 30 OECD
lond.
– Tað er týdningarmikið,
at vit allatíðina fylgja við
og royna at finna útav, hvat
kann betrast. Vit eiga at vita
og ikki gita, staðfestir Jógv-
an á Lakjuni.
Í øðrum londum verður
bert partur av 9. floks næm-
ingunum kannaður. Í Før-
oyum verður talan um eina
heildarkanning, tí her verða
allir næmingarnir við í
kanningini.
Framferðarháttur
Tað verður tó ikki fyrr enn í
mars 2006, at føroyskir
skúlanæmingar skulu met-
ast. Tá verður talan um
nakrar uppgávur, sum skulu
loysast og nakrir spurn-
ingar, ið skulu svarast.
Sløgini av uppgávum eru
ymisk. Talan verður um
bæði lesing, støddfrøði og
náttúruvísind.
– Hesar kanningarnar
elva til mennandi orðaskifti
um útbúgvingar og útbúgv-
ingarpolitikk. Og bert við
at hava sambærlig data, ber
til at tosa ítøkiligt um før-
leikastøðið hjá næmingum
í ymsum londum, sigur Pet-
ur Petersen, aðalstjóri í
Mentamálaráðnum.
Umframt at geva eina
vitan um støddfrøði, lesing
og náttúruvísind, gevur
PISA eisini vitan um KT-
førleika.
Næmingarnir
skulu eisini svara spurn-
ingum um trivna, so bak-
støðið hjá teimum verður
eisini mett. Eisini skúla-
leiðslan skal verða við í
kanningini.
Í Føroyum verður Ísland
brúkt sum fyrimynd. Hetta
kemst av, at eisini í Íslandi
verða allir næmingarnir
tiknir við í kanningina. Í
Danmark verða til dømis
4.500 næmingar av 70.000
mettir.
Tá kanningin, sum tekur
umleið ein dag, er liðug,
verða úrslitini savnað. Tey
verða síðani send til altjóða
PISA bólkin, umframt at
PISA bólkurin í Føroyum,
eisini skal hyggja eftir tøl-
unum. Síðani verður ein
styrkislisti gjørdur, har
londini verða sett upp eftir,
hvørjir næmingar hava best-
an førleika innan hvørt øki.
– Men úrslitini skulu
eisini tulkast út frá egnum
fortreytum. Tað vil siga, at
vit skulu hagtølini víðari.
Til dømis kann finnast útav,
hvussu kt-førleikarnir hjá
næmingunum
á
einum
skúla eru í mun til ein
annan skúla, og eisini hví
tað er soleiðis, greiðir Petur
Petersen frá.
Forkanning
Innan farið verður í gongd,
verða ymsar metingar og
kanningar gjørdar. Nú í
januar skal verkætlanin
góðkennast av OECD, og
millum annað skal alt
tilfarið umsetast og tillagast
føroysk viðurskifti.
Í mars mánaði verður
farið undir at gera serligar
føroyskar test-royndir inn-
an lesing og støddfrøði,
sum næmingarnir síðani
skulu taka í september. Og
síðani
verður
veruliga
royndin í mars mánaði
næsta ár.
– Út frá ítøkiligari vitan,
sum er grundað á eina slíka
kanning, ber til at seta út í
kortið, hvussu undirvísing-
arverkið betur kann full-
nýta sítt tilfeingi, soleiðis at
undirvísingin kann menna
bæði breiðan førleika og
fakliga vitan hjá næming-
unum, rundar landsstýris-
maðurin í mentamálum,
Jógvan á Lakjuni av.
PISA kanning eitt gott amboð
Í mars 2006 verða Føroyar á fyrsta sinni við í eini altjóða PISA kanning, ið skal meta um førleikan hjá teimum 15-16 ára gomlu. Petur Petersen, aðalstjóri í Mentamálaráðnum, greiðir her frá,
hvat ein PISA kanning er
Mynd: Jens Kr. Vang