Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-12, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. januar 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 7 - 12. januar 2005 Tað er óneyðugt at vísa á, at støðan í Suðoy er ótolandi. Tað er ikki langt av leið, tá suðuroyar- tingmenn siga, at stórkreppan frá 90 unum veruliga ongantíð er av, tá talan er um sunnaru helvt av oynni. Arbeiðsloysið er nú vorðið so stórt, at ein triðingur av øllum vinnuleysum før- oyingum býr í Suðuroy. Miðjan av oynni stendur seg so toluliga, meðan tað er heilt galið í norðaru og í sunnaru helvt. Her má nakað gerast, ljóðar úr øllum heraldshornum. Tað tykist sum breið semja er um, at her má veru- liga nakað munagott verða gjørt. Men her steðgar semjan. Ósemja er um, hvat, ið skal gerast og hvør, ið skal gera, tað, sum gerast má og skal. Tað almenna eigur vinnutólini - umvegis grunnar og fyritøkur. Valkostirnir eru ikki so nógvir í tali. Antin má tað almenna fara inn og nýta sítt vald sum eigari ella mugu virkini privatiserast. At síggja til eru sostatt tvinnir kostir og hvørgin er mjúkur. Men her er eingin vegur uttanum. Støðan kann ikki halda fram sum nú. Jú longur verður bíðað, jú torførari verður at rætta støðuna upp- aftur. Ein triði møguleiki er at gera sum Suðuroyarting- menn og fleiri við teimum hava mælt til nevniliga at fáa til vega eina serstaka Suðuroyarætlan. Tað má við øðrum orðum gerast ein ætlan, sum fevnir um nógv meira enn bert at privatisera fiskvirk- ingina í sunnaru og norðaru helvt av oynni. Her má gerast ein ætlan, sum fevnir um flutning, menning, útbúgving, rávørutilfeingi, almenn ar- beiðspláss og fram um alt má fáast til vega ein serstøk fíggingarskipan eins og gjørt varð við Sandoyarætlanini. Landsins ráðandi politikkarar mugu viðurkenna, at støðan í Suðuroy er heilt serstøk og at støðan sostatt krevur heilt serstakar loysnir. Hetta gerst ikki við mekaniskt at vísa til marknaðarbúskapin. Marknaðarbúskaparligar kreftir loysa ikki trupulleikarnar í Suðuroy. Vit eru farin um ta løtu, tá hetta var møguligt. Her skal annað og nógv meira til og tað skal berast heilt skjótt at. Okkara ráð skulu tí vera at lurtað verður eftir Henrik Old, Jacob Vestergard og Johan Dahl. Setið nøkur góð høvd saman at gera ein Suðuroyarætlan, sum leggur upp fyri øllum trupulleikunum í oynni. Hálvar loysnir er ikki nóg gott. Men fyri at fáa tær heilar, so mugu suðringar eisini standa saman sum ein maður og restin av landinum má vísa Suðuroynni solidaritet og her ikki minst almennu Føroyar. Vit mugu í hesum sambandi eisini fáa eitt opið og ærligt kjak um framtíðina hjá Fram- taksgrunninum og Fiskavirking. DAGSINS MEINING Sosialurin Suðuroyarætlan VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Tím itti bæla vi tee Eyðun á Lakjuni Sera spennandi hevur hesa seinastu tíðina verið at fylgt við í dramanum um lista- maktbalansuna í Havn. Tað byrjar við fundi í fel- agnum "Føroysk mynd- listafólk", har teir "skeivu persónarnir" verða valdir í nevndir og stýrir av ymisk- um slag. Tey etableraðu - ella sum tey sjálvi dáma so væl at kalla seg - "tey røttu listafólkini", ið verða við undirlutan, gera ikki mæt- ari enn at rýma úr felagn- um. Setningurin frá barna- árunum: "Tím itti bæla vi tee", rann fram fyri meg í hesum viðfangi - vit minn- ast, tá klandur kom í spæl- ið, var altíð onkur, sum for- nermaður rýmdi úr hópin- um og ikki tímdi spæla við meira. Hæddarpunktið á show- inum higartil var so greinin í Dimmu 5. januar, har Tróndur Patursson, lista- maður, Kirkjubø, førir síni sjónarmið fram. Vit lesa í greinini, at í Myndlistafelagnum hava tey gjørt royndir, har tey gera mun á limunum við at geva teimum stig (po- ints)!!! Tú hevur altíð at- kvøðurætt, men ert bara valbærur, tá tú hevur vunn- ið nóg nógv stig.!!! Stutt- ligt. Hetta hevði kanska eisini verið ein fín skipan fyri onkran føroyskan politisk- an flokk. Har er jú so mangan klandur og stríð, og viðhvørt hendir eisini, at fólk verða rend á dýr - eg meini so við, so kundu tey røttu sitið og givið stig til tey røttu, sum síðani høvdu valbæri, og so vóru bert tey røttu vald. Smart! Í greinini verður eisini langað út eftir einum lista- manni, ið av fólkinum hev- ur fingið stóra viðurkenn- ing, nevniliga Øssuri Mohr. Nú skal eg ikki fara og gera meg klókan uppá list í greinini her, men eg havi eina fatan av, at í millum listafólk er ein fantastisk øvundsjúka, og er onkur nýggjur, sum stingur høvd- ið eitt sindur fram, skal hann kílast niður - ja, og tað beinanvegin. Eg eri bangin fyri, at júst hetta er essen- surin í hesum málinum. Øll vita, at Øssur hevur havt eitt "boom" hesi seinnu ár- ini, har hann hevur verið nógv umbiðin, verið sera virkin og selt ein hóp av síni list bæði her heima, men ikki minst í útlondum. – Nú er hetta knappliga ikki gott latín hjá mentan- arelituni í Havn. Nei tú, hetta luktar langan veg av øvundsjúku. Ja, heilt norð- ur til Fuglafjarðar - og her kann tað á lágættini lukta rættuliga illa framman- undan - orsakað av silda- verksmiðjuni. Greinin í Dimmu hendan dagin endar sera upplýs- andi við útsøgnini um, at ein góður listamaður bert klárar uml. 20 málningar um árið, og at aðrir t.v.s. "the bad guys" kanska mála einar hundrað - og tað bert fyri at selja. Nú skal man vera varin at samanbera lista-greinar, men hugsa vit t.d. um tónleik og um tón- listamannin Mozart, sum doyði bert 35 ára gamal og skrivaði ein ófatuligan hóp av tónleiki, ella hugsa vit um Fr. Schubert, ið doyði bert 31 ára gamal og skriv- aði næstan líka nógvan tón- leik ella um Haydn, sum jú var knýttur at fýrstadømi stóran part av lívi sínum og harvið beinleiðis kompon- eraði fyri at selja, - ja, so høvdu hesir sambært út- søgn Tróndar neyvan pass- að inn í glashúsið - ella fyri tann saks skyld - glas- bingjuna hjá rýmdu mentanarelituni í Havn. Vælsignaðir menn gevist við hesum barnsliga og láturliga stríði um, hvør list er góð, og hvør, ið ikki er tað. Latið heldur tíðina avgera hendan spurning. Tíðindaskriv Komandi vikuskifti, 14. - 16. januar verður skipað fyri norðurlendskari ráð- stevnu fyri lionslimir á Hotel Føroyum. NSR, Nordisk Samar- bejdsråd, hevur seinastu 40 árini skipað fyri ráðstevnu á hvørjum ári. Hetta er tó fyrstu ferð at tiltakið er í Føroyum. Teir 5 føroysku lions- klubbarnir eru partur av einum av teimum fýra donsku fylkjunum fyri lionsklubbar. Skipanin sig- ur, at fyri at kunna skipa eitt fylki, skal limatalið vera 1250. Tí talinum røkka vit ikki í Føroyum. Í ár áttu danir at taka sær av NSR, og tá ið teir vendu sær til LC Tórshavn um at kanna møguleikarnar fyri at hava tiltakið í Føroyum, varð tikið av. Stevnan verður sett í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 14. jan. kl. 13. Seinnapartin verða "workshops" av ymiskum slagi. Fyrrapartin leygar- dagin verður ársins tema á skránni. Tróndur Djurhuus, menningarstjóri, fer tá at leggja upp til kjak við evninum "Har Norden som begreb nogen berettigelse i en globaliseret verden". Seinnapartin leygardagin er so sjálv ráðstevnan, og um kvøldið verður veitsla fyri 375 fólkum. Úr útlondum koma 227 fólk, 86 norðmenn, 25 finnlendingar, 42 sviar, 60 danir, 11 íslendingar, 1 týskari, 1 estlendingur og 1 amerikumaður. Lions ráðstevna í Føroyum