Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-12, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. januar 2005síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 7 - 12. januar 2005 11 VIÐMERKINGAR Suðuroyggin á dagsskránna! Bill Justinussen, løgtingslimur Nú vit eru farin um gáttina til eitt nýtt ár við ófrætta- kendum tíðundum bæði her heima og úr eysturasiu, kann tykjast týdningarleyst at viðgera okkara egnu heimligu viðurskifti. Men fyri tey, sum her heima í hesum døgum standa uttan arbeiði og liva í óvissu, er hvør dagur ein byrða. Um jólini kom eitt hjartasuff frá einum tingmanni úr Suð- uroynni til øll tingfólk, har enn einaferð varð greitt frá truplu støðuni, Suðuroygg- in sum heild er í. Síðani tá er støðan versnað enn meiri, nú 50 fólk hava mist sítt arbeiði á Palm Seafood. Tað kann als ikki vera rætt, at støðan skal vera so ym- isk frá øki til annað í okk- ara landafrøðisliga lítla landi. Og tó eru tað kanska júst landafrøðisligu viður- skiftini, sum eru høvuðs- orsøkin til, at stórur munur er á vinnuliga virkseminum í Suðuroy og eitt nú Eystur- oynni, her vit nærum onki arbeiðsloysi hava. Sum løgtingslimur er tað bæði mín áhugi og skylda at hugsa um trivnaðin hjá øll- um føroyingum, og tí havi eg við øllum varsemi loyvt mær at bera nøkur ráð fram, sum vónandi geva endurljóð onkustaðni. Hvat er til ráða at taka Spurningurin er, hvat al- menni myndugleikin kann gera fyri at betra um støð- una í Suðuroy? Eg haldi, at nakað kann gerast, og vil eg í hesi grein vísa á onkrar møguleikar. Hesar tankar bar eg eisini fram undir viðgerðini av fíggjarlógini og heitti á avvarðandi landsstýrismenn um at taka tey til umhugsunar, men haðani er so ongin reaktión komin. Differentiera ferðafrádrátt Ein føroyingur, sum ar- beiðir uttanlands, fær sam- døgursfrádrátt smb. § 33, nr. 12 í skattalógini. Tá hugsað verður um, at tað í onkrum førum er eins leingi hjá suðuroyingum at ferðast norð um fjørð til ar- beiðis og tað er at ferðast uttanlands til arbeiðis, hevði tað verið rímiligt at veitt suðuroyingum sama samdøgursfrádrátt. Nógvir suðuroyingar arbeiða norð- anfjørðs, og fyri teirra við- komandi er tað nærum óhugsandi at ferðast í mill- um dagliga. Tí flyta fleiri teirra sum frálíður norður um fjørð og festa røtur her. Tað er sera harmiligt fyri hesar familjur at verða noyddar at flyta í mongum førum móti tí, sum tey inn- ast inni ynskja, og tí kundi ein øðrvísi skipan við ferðafrádrátti bøtt munandi um møguleikar teirra at hildið fast um bústað sín í Suðuroy. Ferðafrádrátturin skuldi sjálvsagt verið gald- andi hinvegin, og kundi møguliga stimbrað undir, at onkur fyritøka norðan- fjørðs byrjaði ella víðkaði sítt virksemi í Suðuroynni. Differentiera rentustuðul Eg havi mangan áður ført fram, at rentustuðulin til egnan bústað burdi heldur verið broyttur til ein bú- staðarstuðul. Sum er fáa tey við størstu lánunum mestan stuðul. Hetta merkir, at stuðulin til at byggja eini hús á 100 fermetrar í Havn- ini vanliga er munandi størri, enn um somu hús vórðu bygd í Suðuroy. Av teirri einføldu orsøk, at húsabygging íroknað grundstykki í høvuðsstaðn- um er dýrari enn í Suðuroy. At veita størri almennan stuðul til eini sethús í Havnini enn í Suðuroynni er í roynd og veru antiútjag- arapolitikkur. Tí er tað eitt hugskot at broyta rentu- stuðulsskipanina, so tað verður ein fyrimunur at hava bústað í Suðuroynni. Flytið Húsalánsgrunnin Mangan verður tosað um at flyta almennar stovnar út um Havnina. Onkur hevur gjørt tað við góðum roynd- um. Mítt uppskot er at flyta Húsalánsgrunnin til Suður- oyar. Í okkara samskiftisøld er onki til hindurs fyri, at grunnurin kann virka júst á sama hátt, hvar í landinum hann er lagdur, tí megin- parturin av samskiftinum gongur um samskiftismiðl- ar. Har eru nøkur arbeiðs- pláss, sum við tíðini kundu verið mannað av suðuroy- ingum. Staðbundin fiskiloyvir Um vit meina nakað við út- jagarapolitikk, átti at verið hugsað meiri um at býta nøkur fiskiloyvir út til ávís økir í landinum. Tvs. at nøkur fiskiloyvi, sum verða veitt suðuroyingum, bert kunnu umsetast í Suðuroy. Eitt bráfeingis hugskot er at skipa eina útróðrarmiðstøð t.d. suðuri í Vági, har 5-10 útróðrarbátar fáa tillutað hvør sítt fiskiloyvi sum ein royndarskipan. Hetta kundi her og nú givið 10-20 fam- iljum breyð á borðið. Tað eru nógv óvirkin fiskiloyvir í landinum, og tí kundi ver- ið álagt eigarum av slíkum at latið tey til eina slíka skipan. Politisk viðgerð Nevndu hugskot eru nøkur, sum í fyrsta umfari kunnu takast upp til politiska viðgerð. Mítt uppskot er, at samgonga og andstøða beinanvegin skipa eitt pol- itiskt forum við tí endamáli at fáa gongd á nøkur tiltøk, sum kunnu koma Suður- oynni til hjálpar. Her havi eg als ikki nevnt "tey tungu" málini, har lands- myndugleikarnir eisini hava ein stóran leiklut so sum miðnámsskúlin, ellis- heim í Vági, flakavinnuna, rækjuvinnuna og annað. Hesi viðurskifti eiga eisini at verða viðgjørd í breiðum politiskum forum. Møguliga kundu oman- fyrinevndu politisku tiltøk birt upp undir fleiri ar- beiðspláss til suðuroyingar. Undir øllum umstøðum vildu tiltøkini verið gott afturat, tá flakavirkini har suðuri ongantíð ov skjótt lata uppaftur. Við vón um góða móttøku. Grein av Anniku Ol- sen í Dimmu 10. des- ember og Sosialinum 11. desember 2004 Dorete Bloch Savnsstjóri, fil.dr., professari Annika Olsen skal hava tøkk fyri eina grein í bløðunum fyrst í desember mánað 2004 um, at granskingin skal raðfestast. Tað er gott at síggja, at pol- itikarar vísa áhuga fyri tí vísindaliga umhvørvinum og tí gransking, ið kemur burturúr hesum. Eisini at politikarar meina, at granskingin fær ov lítið av pengum. Harafturat er tað eisini fínt at ávísa ta ávirk- an, tað hevur, um fleiri stovnar liggja nærhendis hvørjum øðrum. Annika Olsen dregur ser- stakliga tann serkunnleikan og tað vitanartilfeingið fram, ið liggur á Náttúru- vísindadeildini á Fróðskap- arsetrinum. Tað er eisini rætt, men her kann eg ikki lata vera við at koma við eini viðmerking, tí tað er ein verð uttanfyri Verona! Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum útinnir bert ein part av tí náttúru- vísindaligu granskingini í landinum. Á granskingar- stovnum og ikki minst nátt- úruvísindaligum stovnum finnast fleiri granskarar utt- anfyri setrið, uttan tó á nakran hátt at undirmeta setrið. Her hugsi eg um, at stovnar sum t.d. Jarðfrøði- savnið (8 vísindafólk), Fiskirannsóknarstovan (15 vísindafólk), umhvørvis- deildin á Heilsufrøðiligu Starvstovuni (3 vísinda- fólk) og Náttúrugripasavn- ið (5 vísindafólk) rúma næstan tríggja ferðir fleiri náttúruvísindaligar gransk- arar enn setrið (12 vísinda- folk á Náttúruvísindadeild- ini á Fróðskaparsetrinum). Samstundis eru granskarar- nir uttanfyri setrið ikki í so stóran mun tengdir at und- irvísing, sum teir innanfyri og hava sostatt betri tíð at granska. Harafturat koma so eisini stovnar sum Forn- minnasavnið og Gransking- ardepilin í Klaksvík, ið granska í evnum, ið setrið ikki nemir stórliga við. Verður bert hugt at granskingini innan fyri lív- frøði, er myndin enn klár- ari. Her hevur setrið 1 lív- frøðing, meðan Fiskirann- sóknarstovan, Náttúru- gripasavnið og umhvørvis- deildin á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni hava ávika- vist 9, 5 og 3 = 17 lívfrøð- ingar, og av hesum arbeiða bert 4 av lívfrøðingunum við náttúruni á landi (á Náttúrugripasavninum), meðan hini 13 meira ella minni arbeiða fulla tíð við tilfeinginum í sjónum. Hesi tølini kunnu lesast á heima- síðunum hjá teimum ym- iskum stovnunum. Í staðin fyri at byggja eitt nýtt Fróðskaparsetur við síðuna av miðnámsskúlan- um, hevði tað kanska verið ein enn størri saltvatnsinn- spræning at flutt allar granskingarstovnar fysisk saman á einum passandi stað fyri á tann hátt at skap- að eitt granskingar- og lestrarumhvørvi, ið bæði humanistar, búskaparfrøð- ingar og náttúruvísindafólk og ikki minst studentarnir kunnu njóta gott av. "Granskingin skal raðfestast" Heilafelagið. Um bólk fyri avvarðandi TÍÐINDASKRIV frá Heilafelagnum Heilafelagið fer í vetur at skipa fyri einum kvøldi um mánaðan, har møgu- leiki verður hjá teimum, sum varða av einum ap- opleksiraktum at hittast og tosa saman. Møguliga hava limir úr øðrum fel- øgum í MBF, sum eru í líknandi støðu, eisini hug at verða við. Ætlanin er at hava hesar fundir annan mikudag í hvørjum mán- aði, fyrstu ferð miku- kvøldið 12. jan. kl. 20 - 22, har øll áhugað eru vælkomin. Fundirnir verða í høl- unum hjá Heilafelagnum í MBF-húsinum á Ìslands- vegi 10. Tlf. nr. 31 7373/311520. Til Róðrasamband Føroya Svenning Borg, Vágur Nú í okur eru komin inn í eitt nýtt ár og venjingar- nar til kappróðurin í summar eru við at byrja,vil eg hervið heita á Róðrasamband Føroya um at lata allar føroyingar sleppa at síggja tá íð bát- arnir fara um málstrikuna. Sjónvarpið plagar at vísa brot úr róðrunum í sendingini 3-2 og fyri okum róðraáhugaði hevði tað verið gott at sæð,tá íð bátarnir fóru um málið. Róðrarnir síðsta summ- ar vórðu sera spennandi og javnir og átti tað at bori til,at kunna sæð í sjón- varpinum,tá í bátarnir fóru um málið. Serliga 10-mannafarsróðurin á Ólavsøku átti at verið vístur í sjónvarpinum tá í teir fóru um málstrikuna so eisini slapst undan nógvum gitingum. Hví sleppur almenning- urin ikki at síggja tá íð bátarnir fara um mál- strikuna? Vil Róðrasambandið krógva nakað? Til kappingar og stevn- ur aðrastaðni sæst,tá í lut- takarnir fara um mál- strikuna, hettar má eisini kunna bera til í tí føroyska kappróðrinum