mikudagur 12. januar 2005síða 12
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 7 - 12. januar 2005
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundir
føðingardagar, brúðleypsdagar, starvssetanir og -dagar.
Í sambandi við ognar-
og stjóraskifti á Hotel
Hafnia varð bjóðað til
almenna móttøku á
hotellinum fríggja-
dagin 7. januar. Tað er
P/F Hvarvið sum
eigur hotellið, og
nýggir stjórar eru Ása
Johnsdóttir og Birna
Gaard
MÓTTØKA
Myndir: Jens Kristian Vang
Umleið 700 fólk vóru til
móttøkuna fríggjadagin 7.
januar 2005, tá Hotel Haf-
nia formliga varð yvirtikið
av nýggju eigarunum. Tað
er P/F Hvarvið sum í dag
eigur hotellið.
Gomlu eigararnir Johan,
M.C. og Martin Restorff
nýttu høvið at takka øllum,
bæði starvsfólkum og við-
skiftafólkum fyri trúfesti og
gott samstarv farnu árini.
Nýggju stjórarnir eru
Ása Johnsdóttir og Birna
Gaard.
Ása er 39 ára gomul. Hon
hevur starvast á Hafnia síð-
an 1985, tey seinastu 10
árini sum leiðari av móttøk-
uni, og Birna er 32 ára
gomul og útbúgvin Aka-
demi Økonom frá hotel-
skúla í Keypmannahavn.
Seinasta árið hevur hon
hevur starvast sum konfer-
encestjóri á Hafnia.
Tey sum hildu talu vóru:
Johan Restorff, fyri gomlu
eigararnar, Gunnar Justin-
ussen fyri nýggju eigararn-
ar, og Ása Johnsdóttir,
stjóri á hotellinum
Hóast eingin av Restorff
familjuni nú er eftir á Hotel
Hafnia, verður hotellið rik-
ið í sama anda sum higartil
og starvsfólkini eru tey
somu.
Hotel Hafnia formliga yvirtikið
Fremst á myndini eru nýggju stjórarnir, Ása Johnsdóttir og Birna Gaard, saman við nýggju og gomlu eigarunum av Hotel Hafnia. Nýggju nevndarlimirnir eru,
f.v.: Osmund Justinussen, Per Sævik, Gunnar Justinussen, Ingibjørg Ólafsdóttir (stjóri á Hotel Island í Reykjavík), Tummas Justinussen, og Johan Djurhuus. Og
gomlu eigararnir: Johan Restorff, Martin Restorff og M.C. Restorff
Osmund Justinussen, eigari av Hotel Hafnia, og Jákup Sólstein,
formaður í Føroya Reiðarafelag. Millum teir sæst Árni Jensen,
skipari
Fyrrverandi og núverandi eigarar av Hotel Hafnia, Johan
Restorff og Osmund Justinussen
Sólbjørn Jacobsen, fyrrverandi telefonverksstjóri, og norðmað-
urin Per Sævik, eigari og nevndarlimur í Hotel Hafnia
Esther Kristiansen og Jeffri Johannesen frá Hotel Tórshavn
Foreldrini hjá Ásu Johnsdóttir, John og Dagmar Johannesen og
beiggin, Tróndur
Ein av grannunum, Birgit Kleist ríkisumboðsmaður, kom við
blómum