Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-01-12, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 12. januar 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 7 - 12. januar 2005 13 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 12. januar. Reinaldur. Týskur riddari, sum gjørdist munkur í Köln, men varð myrdur sv steinhøggarunum umleið ár 1200, tá ið hann koyrdi undir teir í arbeiðinum at byggja eina kirkju. Týskt navn, sum merkir tann, sum hevur vald á Gudum. Tíðindaskriv www.gota.fo er heimstað- urin hjá Gøtu kommunu á alnetinum. Ætlanin við heimasíðuni er at geva borgarunum í kommununi og øðrum áhugaðum, betri kunnleika um, hvat rørist í kommununi. Tað verið seg hvussu bygdaráðið og umsitingin er samansett, hvat bygdaráðið arbeiðir við o.s.fr.. Somuleiðis er ætlanin, at heimasíðan er staðið har lætt er at kunna seg um onnur kommununal viður- skifti, so sum hvar grund- stykkir eru tøk, um alt frá barnaansing til eldrarøkt, vinnulív, o.a.m. Heimasíð- an skal virka sum eitt hent amboð hjá øllum, sum hava áhuga fyri virkseminum í Gøtu kommunu. Ætlanin er støðugt at menna og víðka um inni- haldið á síðuni við nýggj- um og viðkomandi tilfari. Gøtu kommuna vónar, at heimasíðan kemur at verða til gagns hjá øllum borg- arum og áhugaðum annars, og at hon kemur at fremja opinleika og økja kunn- leikan til virksemið hjá kommununi. Tað er Sansir, ið hevur sniðgivið og forritað heimasíðuna. Mikudagin 12 januar fyllir Willy Kastborg á Strondum 80 ár. Willy er ættaður úr Norra. Seinnu árini hevur hann búð á Strondum sam- an við konu síni, Elsebeth Kristina. Hann hevur gjøgnum árini skrivað nógvar greinar og gjørt samrøður fyri Sosialin og Dimmalætting og havt sendingar í Útvarpi Føroya. Willy skrivaði handritið til føroysku operaina »Arn- hild og Eystein«, og hann hevur skrivað páskaora- toriið »Judas Iskarjot«, sum í ár verður framført í Sjóvar Kirkju av kórinum »Tarita« undir leiðslu av Sunleifi Rasmussen. Willy Kastborg hevur verið journalistur og blað- stjóri á fleiri norskum bløð- um. Hann var høvuðsum- mælari fyri leikhús og bók- mentir á »Arbejderbladet« í Oslo. Hansara greinar hava staðið í norskum, svensk- um og donskum avísum. Eisini var Willy við í arbeiðinum at gera eina lærubók fyri hægri skúlar í Norra. Hann var programsekre- terur í »Norsk Rikskring- kasting« við radiosending- um í Norra, Danmark og øðrum evropeiskum lond- um. Hann hevur leikstjórnað útvarpssjónleikum í Norra, og hansara uppseting av »Jeppe på bjerget« er sýnd á Nationalteatret í Oslo, og sýnd á palli í Svøríki, Finn- landi og Danmark. 80 ára føðingardagurin verður hildin í heiminum á Strondum. Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæra móðir, omma og langomma okkara Magda Bjarnastein fødd 6.11.1913 andaðist á Vesturstovu 10. januar 2005, 91 ára gomul. Jarðarferðin verður lýst seinni. Synirnir Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum syndu samkenslu, tá kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara Rigmor Restorff Tórshavn andaðist og fór til gravar. Takk fyri heilsanir, blómur og kransar, takk fyri peningagávur til musikskúlan og takk fyri vakra tónleikin í kirkjuni. Rasmus, Marianna og Durita Prógv Linda Jensen, Toftir, hevur tann 9. januar lokið prógv sum Smásølustøðari. Hon hevur staðið í læru hjá Pidda, Toftir. Silvurbrúdleyp Í dag, 12. januar hava Johanna og Mannbjørn Olsen, Porkeri, silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin í Porkeris skúla leygardagin 29. januar kl. 19.00. Tey, ið vilja halda dagin saman við okkum, verða vinarliga biðin um at siga okkum frá áðrenn 20. januar á tlf. 373864. Willy Kastborg 80 ár Gøtu kommuna nýggja heimsíðu Lesið Sosialin - so eru tit við