mikudagur 12. januar 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 7 - 12. januar 2005
Hanna Jensen
Kjak hevur verið um inn-
savningarháttin í sambandi
við
náttúruvanlukkuna,
sum rakti so mong menn-
iskju 2. jóladag. Lýsing-
arherferðir og annað eru
viðgjørd. Tað fari eg einki
at siga um. Mangt býtt siga
og gera vit menniskju.
Hvussu er og ikki, so var
ein stuðuls- og minniskon-
sert sunnukvøldið. Vit hava
øll kunnað sæð hana. Og eg
eri glað um, at eg kundi -
havi ikki tikið so nógv lut í
tiltøkum og kjaki elvd av
hendingunum.
Men
eg
takki øllum fyri tað tey
hava gjørt. Og í júst hesum
sambandi takki eg fyri alt
tey hava vant, fyri tíðina tey
settu av, hvussu tey skrýddu
seg og gjørdu seg til reiðar
at tæna okkum við gleði við
sínum gávum. Her vóru
ung og gomul, virknir
áhugatónleikarar og sang-
arar eins og professionel.
Øll gjørdu nakað í felag.
Og mitt í øllum mínir fittu
beiggjar.
Eg var í tí dulda sera
spent uppá, hvat vit skuldu
vænta: ein føroysk væl-
gerðarkonsert!
Hvat var tað gott fyri?
Kundu fólk ikki bara geva
uttan nakað annað roks?
Tað sá eg skjótt, hvussu
alt hekk saman. Hetta var
eins og ein gravarferð, har
vit kundu gráta saman um
øll tey deyðu og vanlukk-
una, sum hevur rakt so
nógv. Og sum vit eftir
førimuni og hjartalagi ofta
eftir áheitan hava givið til.
Hjálparloysið, sum vit hava
kent stíga upp í okkara
innasta og vaksa við tíð-
indunum um fleiri og fleiri
deyð og tílíkt, hetta hjálpar-
loysið kundi nú fáa rúm.
Hetta er eitt katharsis, ein
felags reinsan. Kenslurnar
kundu flóta, og nógv av
okkum skilja nústani veru-
liga, hvussu nógv tað rakar
okkum, at hesi menniskju,
sum búgva á somu klótu
sum vit, hava liðið so stórt
tap - enntá mist lívið. Hetta
dýrabæra lív, sum vit -
hóast stríð og strev og sorg
- hava so kært. Vit kenna
forrættin at búgva í Føroy-
um, her vit hava tað so gott.
Ígjøgnum
ta
sonnu
listina, borin okkum ígjøg-
num listafólkini, verða vit
leidd inn í ærufrykt fyri
Gudi, sum øllum ræður, og
sum er hin einasti, sum
veruliga kann hjálpa. Hann
er upphavið til, at vit kunnu
gera hetta hjálpararbeiðið,
vit eru amboðini hann nýtir.
Bill Bourne segði nakað
rámandi í Mentanartíðind-
um herfyri. Hann segði, at
tónleikur var á ein ella
annan hátt at samskifta við
Gud. Vit vita eisini, hvussu
menniskju samskifta ígjøg-
num tónleik. Og tað vóru
vit vitni til á hesi nýggjárs-
konsert.
Hon var ein vøkur sjón
og eitt vælgerandi ljóð. Og
eg vænti, at hon leiddi
flestu okkara til eyðmjúk-
leika. Ja, nógvur peningur
kom inn, og tað gleðir okk-
um øll, tí nógvur peningur
skal til. Men, hvat er tað
ímóti øllum tí, vit ikki
makta og ikki hava ræði á?
Vit hava fingið nógv meiri,
enn vit hava givið. Og
konsertin hevur sín leiklut í
tí, tí vit fingu eitt andarhol í
tilveruni, har vit - borin av
sangi og tónleiki og skald-
skapi - kundu njóta nakað,
sum er ævigt. Eivør hevur
einaferð sagt, at tær løtur,
hon kennir mestan kærleika
og gevur mestan kærleika,
eru meðan hon syngur,
meðan hon gevur sína
gávu. Og eg trúgvi henni.
Verði næstan altíð rørd til
tár, tá hon syngur.
Eitt sindur um
framførslurnar
Sjónvarpið hevur gjørt eitt
sera gott arbeiði, og tey
fingu eisini rós frá lands-
stýrismanninum í menta-
málum. Alt tað tekniska
riggaði væl, og vertirnir
vóru góðir og innsløgini
viðkomandi og áhugaverd.
Tað sýntist, sum konsertin
var mest fyri hyggjaran.
Um nakað skal viðmerkj-
ast, so haldi eg, at ikki allir
partar av symfoniorkestrin-
um vórðu nóg væl umfat-
aðir av myndatólunum. Ov
lítið sást til strúkararnar,
sum sótu til høgru fyri
hyggjaran.
Eivør saman við Tórs-
havnar manskóri var eitt
gott val til at byrja kon-
sertina. Hetta íslendska
lagið Ave Maria er sera
inniligt og vakurt. Dupult-
kvartettin hóskaði væl til,
og teir sungu sum altíð
ógvuliga væl.
Symfoniorkestrið
var
ómetaliga gott. Tey spældu
so dynamiskt. Onkuntíð
brúsandi, og so eymt og
milt. Skráin var góð og
hóskandi. Tey áttu konsert-
ina frá fyrstu tíð, og teirra
partur saman við kórunum
var
framúrskarani. Tey
løgdu ta sorgblíðu linjuna,
sum skuldi eyðkenna og
sum eisini veruliga eyð-
kendi kvøldið. Tey vóru øll
líka vøkur og hábærslig,
pyntað til hesa árliga
afturvendandi stórhending:
nýggjárskonsertina.
Og
hesaferð syntist tað mær, at
tey vildu vísa teimum raktu
virðing eisini við hesum.
Ólavur Jacobsen var ein
sera góður, greiður og
vælegnaður frásøgumaður.
Hann skapti virðiliga atmo-
sferu. Og Ernst Sondum
Dalsgarð syngur ótrúliga
væl og dugir sera væl at
vera í leiklutinum til hvørt
stykki.
Dropar, tað fitta barna-
kórið við Sigrið Sivertsen
sum leiðara var gott og eitt
sindur óvanligt, tey vóru
cool Tey sungu so rútmiskt
og við kraft og góðar inni-
haldsríkar sangir. Og solo-
sangarinnan var framúr
góð.
Enekk eru altíð berg-
takandi og egnir. Serliga
væl dámdi mær Tólvti
septembur, bæði orð og lag.
Aldubáran spældi sum
altíð væl og sangararnir
Karl Martin Samuelsen og
Anna Maria Olsen hava
vakrar røddir, sum hóskaðu
ógvuliga væl saman við
hesum
klassiska
bólki.
Tilfarið var eisini áhuga-
vert.
So komu tey trý Teitur,
Eivør og Kári P. á pallin.
Og tað var eitt hæddar-
punkt, tí Teitur var jú komin
við hesum hugskotinum at
hava stuðulskonsert, og
hann samskipaði tað, sum
ikki hevði við symfonior-
kestrið at gera. Og her sótu
tey so við hvør sínum
guittara, og eingin kundi
ímynda sær, hvat fór at fara
fram. Men tey sungu bara
einfalt hvør sín egna sang,
fyrst ein í part og so um-
aftur ein í part. Og tað var
so gott og so einfalt og væl
sungið hjá teimum øllum -
mestsum eyðmjúkt. Og
ótrúliga stuttligt og forloys-
andi var tað at hoyra tey øll
saman til seinast syngja
Súrligar nætur í Keyp-
mannahavn hjá Kára. Teitur
og Eivør valdu eisini teir
røttur sangirnar, haldi eg.
Serliga Josephine hjá Teiti,
sum rakar meg beint í
hjartað hvørja ferð, eg
hoyri hann, og so hesin
nýggi sangurin hjá Eivør,
Elinborg
og
Elisabeth
Maria. Eg hoyrdi hann í
sendingini Nón og havi
hungrað eftir at hoyra hann
aftur. Eg havi ikki hoyrt so
vakurt, so inniligt, so bein-
rakið. Tað er ikki so lætt at
seta orð á kensluna. Hend-
an lýsingin av barnaverðini,
spælið og kvøldið, tá barn-
ið sovnar trygt, meðan
pápin fortelur søgu. Eitt
evni, sum finst í óteljandi
sangum, men sum nú aftur
livnaði og skapti eina
kenslu av onkrum kendum,
farnum - hetta mista para-
dísið sum barndómurin er
fyri flestøll. Sum ikki kem-
ur aftur, men sum vit gleð-
ast um at síggja inn í og
hoyra um.
Tá tey trý komu innaftur
eftir lógvabrestirnar, líktust
tey mest guittarkamme-
ratum við hvør sínum
sleingjandi um seg, og tað
var ein óvanliga góð løta.
Endin á konsertini, har
øll vóru við, var passandi
ein sálmur um júst hetta
her, at vit kunnu ikki bjarga
hvør øðrum, vit eru øll í
sama báti. Bert Hann, sum
er hægri, kann.
Tórshavnar
Býráð
skipar
nevndirnar
TÍÐINDASKRIV
Fyrstu nevndarfundir-
nir hjá nýggja býráð-
num í Havn verða hild-
nir hesa vikuna.
Fyrsta nevndin at
hava fund var byggi-
og
býarskipanar-
nevndin, sum mána-
dagin einmælt valdi
Jógvan Arge úr tjóð-
veldisflokkinum
til
formann. Elin Linden-
skov úr javnaðarflokk-
inum varð vald til
næstfomann
uttan
mótvalevni.
Hinir
limirnir
í
byggi og býarskipan-
arnevndini eru Leivur
Hansen úr tjóðveld-is-
flokkinum og Sjúrður
Olsen og Bjarti Mohr
úr fólkaflokkinum.
H av n a r n e v n d i n
hevði eisini sín fyrsta
fund mánadagin. Á
hesum
fundi
varð
Leivur Hansen ein-
mælt valdur til for-
mann og Hildur Eyð-
unsdóttir til næstfor-
mann. Tey eru bæði úr
tjóðveldisflokkinum.
Hinir
limirnir
í
havnanevndini
eru
Marin Katrina Frýdal
út tjóðveldisflokkinum
og Bjarti Mohr og
Annika Olsen, bæði úr
fólkaflokkinum.
Hetta er fyrsta ferð-
in, kvinnur hava meiri-
lutan í havnarnevndini.
Býráðsnevndirnar
halda fram at skipa seg
í dag. Seinnapartin
verður fyrst fundur í
sosialu nevnd og síð-
ani í teknisku nevnd.
Mentamálanevndin
hevur fund mikudagin
og heilsu- og um-
hvørvisnevndin hós-
dagin.
Eitt slag av ummæli