hósdagur 15. juli 1999síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 132 - 15. JULI 1999
Ungur nemur,
vamal fremur
Olsen fegin koma í sam
band við tey, tí hetta er
handverk, sum er farið í
søguna, men enn kann ein
lofta teimum seinastu rest-
unum
Føroyska kúgvin
ansvekjandi
Í løtuni arbeiða fyrireikar-
arnir við at fáa eina før-
oyska kúgv til vega. Hon er
bert partvís føroysk, men er
so lítil, at hon bert er 5
centimetrar hægri, enn neyt-
ini vóru frá Krisiti føding
og fram til víkingatíðina. Til
sammetingar kann siga, at
neytini í dag, tey innfluttu,
eru heilar 30 centimetrar
hægri og viga einar 3 ferðir
so nogv.
- So vit hava enn møgu-
leika at ala okkum partvis
aftur á nakað upprunaligt,
og tað hevði verið stórhend-
ing í heimshøpi, um tað
eydnast at ala slíka kúgv
fram aftur, tí tað eru so
mong livandi søvn og
skúlabygdir, har ein kann
liva nakrar dagar á sama
hátt, sum tey gjørdu fyrr, og
har tørvar teimum júst hesa
kúnna, tí har hava tey bygt
bygningar eftir gomlum
sniði, sum tey hava grivið
út, og har passar ein kúgv
uppá eini 600 kilo ikki inn,
men ein kúgv uppá eini 200
kilo, sum vit kanska kunnu
útvega, hon hevði passað
inn, sigur Roar Olsen.
Um fólk minnast gomlu
kúnna, ella hava film ella
myndir, so vil Roar Olsen
fegin í samband við tey
Barnaríðing
Annars verða mong onnur
føroysk djór eisini at síggja
í Hoyvík, t.d. dunnur, gæs
Og ross.
I vikuskiftinum sleppur
almenningurin at vitja og tå
verður barnaríðing og sigur
Roar Olsen, at hevur onkur
hug at hjálpa við t.d. at leiða
ross, so eru tey vælkomin.
I fjør var líknandi tiltak á
Selatrað. Veðrið var ikki
gott nógvastaðni teir dag
arnar, 10 almenningurin
kundi vitja, men á Selatrað
var veðrið hampuligt og
nógv løgdu leiðina framvið
og soleiðis væntar Roar Ol-
sen eisini, at tað verður í ár,
um veðrið verður hampu
ligt.
Tað eru Anna Louisa
Joensen, Roar Olsen og
Kunningarstovan, ið taka
sær av tiltakinum, sum ann-
ars er úrslit av samstarvi
milum feløg og einstakl-
ingar, nevnt SIDSAM, og
hetta stendur fyri sidsøgu-
ligum samstarvi.
Stovna víkingafelag
Etlanir eru um at stovna ett
víkingafelag. Tey. ið hava
áhuga fyri hesum, kunnu
seta seg í samband við Roar
Olsen á telefon 28 13 31
Víkingalegan í Hoyvík
verður opin fyri almenning
inum fríggjadagin 16. juli
frá klokkan 15 til 20. Tann
17. og 18. juli er opið frå
klokkan 10 til 18.
tíðindablaðið
I gomlu Hovvik liggur hendan vikingalegan, og hon verður
opin fyri almenninginum í vikuskiftinum
Mong handverk eru um at fara í søguna.
Víkingalærlingarnir í Hoyvík læra millum
annað plantuliting, tærskurð og eldsmíð
{ Havirking er eim av táttunum, Sun
VIKINGGLÆMNgarni tlaka og teir na
møguletrka at gera sinu egnu vikingaklæð