hósdagur 15. juli 1999síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
8
liðug!
innan tvey ár. og í løtuni er tað
sertakliga ein komandi oljuleiting,
sum skundar undir arbeiðið
M | R
K VAN:
. unaumsjon,
is, V & B. bjarging-
rtelø
Hesi seinastu årini hevur
verið arbeitt rættiliga mið-
víst frá fleiri síðum at fáa
eina skipaða tilbúgving fyrr
alt landið. M.a. hava verið
venjingar í Vágum í sam-
bandi við flogvanlukkur
Hesar venjingar vóru so
mikið avdúkandi - tær vístu
so stórar manglar, at tað fyri
einum ári síðani varð stig
tikið til at fáa skipað ar-
beiðið við ulbugving.
Í hesum sambandi er
gjørd ein verkætlan. Henda
sigur m.a., at oll tey rele-
vantu aðalstýrini taka eina
principavgerð um at fáa
gjørt eina tilbúgvingarætlan
fyri Føroyar
Síðani er ein arbeiðssetn-
ingur gjørdur - kommisor-
ium, sum hevur til endamál
at fáa eina ulbúgvingar-
skipan fyri Føroyar við ti
setningi at fyribyrgja, av-
marka og bøta um skaðar á
persónar, ognir, umhvørvi
við óhapp og vanlukkur,
herundir eisini krigsførslu
ella vanda fyn slikari.
Tað er Vinnumálastýrið,
sum hevur hevuðsábyrgd-
ina, men sum sjálvandi ar-
beiðir saman við fleiri ødr-
um stýrum. Í sjálvum stýr-
isbólkinum eru aðalstjórar-
nir úr Fiskimálastýrinum,
Heilsumálastýrinum,
Vinnumálastýrinum og
Landfútin. Haraftrat kemur
so helst eisini nýggja Olju-
málastýrið uppí.
Síðani er ein verkætlan-
arbólkur, ið stýrir og sam-
skipar arbeiðið. Formaður í
bólkinum er Hákun Stein-
grímsson og skrivari Bogi
Eliasen. Í hesum bólki eru
eisini umboð fyri Bruna-
umsjón Landsins, Lands-
sjúkrahúsið og Feroya
Landfúta umframt leiðarar-
nir í teimum trimum ar-
beiðsbólkunum fyri |}
katalysatorbólk. sum fevnir
) dand, strond og flogvøll
sjúkra-
g Regin Jespersen.
løer. Fyn 2. katalysator
bolk, sum fevnir um skip,
ferjur og bátar er Elmar
Højgaard, VÆB og fyri 3
katalysatorbólk, sum fevnir
um frálandavirksemi er
Alex Buvik frå Oljumála-
deildin
Undir verkætlanarbólk-
wm eru so teir mongu á-
ugabólkarnir, sum aftur
eru sjálv kjarnin í ollum
hjálpararbeiðinum = undir
eini vanlukku. (Sí talvu)
Í dag er arbeiðið komið
nakað áleiðis. Miðjað verð-
ur móti at hava tað heilt
liðugt um tvey ár, soleiðis
at avvarandi myndugleikar
kunnu seta tað í verk. Mál-
setningarnir fyri teir tríggjar
katalysatorbólkarnar eru:
H
h
n
Land, strond og
flogvanlukkur
Ætlanin við eini tilbúgving
fyri Føroyar er m.a. tøkni-
liga, við felags arbeiðshátti,
mannagongd og fyriskipan
og verða til reiðar at fyri-
byrgja, at eitt óhapp ikki
mennir seg til eina vanlukku
og at forða fyri ella minka
um skaðaárinini av einari
vanlukkustødu. Tilbúgving-
in umfatar at bjarga manna-
tíðindablaðið 505"
lívi, at tryggja, at árinið á
umhvørvid verður minst
møguligt og at ambod, t6l
og útbúnaður ikki fer fyri
skeyti og at tann figgjarligi
missurin verður minst
møguligur.
Havøki
Málsetningurin við eini til-
búgving fyri Føroyar er at
skipa soleiðis fyri, at eitt
óhapp ikki endar við eini
vanlukku. Í hesum sam-
bandi er neyðugt at sam-
skipa arbeiðið við verandi
útgerð og vísa á neyðuga
nýggja útgerð. Tilbúgvingin
skal greitt tilskila, hvor
hevur leiðslu (ábyrgd). Til-
búgvingin verður gjørd fyri
at bjarga mannalív, at
tryggja, at árinini á um-
hvørvid verða minst møgu-
lig, og at fíggjarlig virði
ikki fara fyri skeyti - ella at
fíggjarligi missurin verður
minst møguligur. Tilbúgv-
ingin verður gjørd við atliti
til galdandi lógir, kunngerð-
ir og kongaligar fyriskip-
anir, og neyðugar broyt-
ingar í reglugerðunum.
Frálandavinna
Í sambandi við at oljuídn-
Arbeida nå midvist við eini
tilbúgvingarskipan fyri Føroyar
Tað hevur leingi verið tørvur eini til-
búgvingarskipan í Fóroyum. Nú verð-
ur so arbeitt miðvíst við at fyrireika
eina slíka skipan. Arbeiðið skal vera
aðurin skal byrja at bora
eftir olju og gassi í føroysk-
um havøki er neyðugt við
eini nationalari tilbúgving.
Føroyska tilbúgvingin skal
uppá ein munagóðan máta
og í samspæli við tann, sum
eigur rættindini og opera-
tørin, vera starvsfólki til
hjálpar, sum av medisinsk-
um orsøkum, óhappi ella
vanlukkuhendingum hava
tørv á hjálp. Tilbúgving
fevnir um øll tøknilig, op-
erativ og organisatorisk til-
tøk, sum forda fyri, at ein
vandastødu gerst til eina
vanlukkustødu, ella sum
fordar ella minkar um
skaðaárinini av eini veru-
ligari vanlukku. Umrødda
tilbúgving fevnir um fólk,
umhvørvi og tey figgjarligu
virði, innrættan og skip,
sum verða umfatað av olju-
lóggávuni.
Arbeiða miðvíst
Seinastu dagararnar hevur
verið nakað av skriving í
bløðunum um tilbúgvingina
og hevur nidurstødan í hes-
um verið tann, at tað gongur
ov seint við at fáa Føroyum
eina tilbúgving. M.a. hava
umboð fyri útlendsk olju-
feløg víst á tydningin, sum
ein tilbúgving hevur fyri
teirra virksemi.
Sosialurin hitti í vikuni
umboð fyri Verkætlanar-
bólkin, sum hevur fund
javnan. Formaðurin í bólk-
inum, Hákun Steingímsson,
viðgongur, at teir hava ikki
gjørt nokk fyri at kunna
Regin Jesperesen, sum
umboðar løgregluna í
tilnúgvingararbeiðinum
Hákun Steingrímsson í
miðjuni er formaður í
Verkætlanarbólkinum. Við
lið hansara Bogi Eliasen
frá Vinnumálastýrinum.
Vm. Petur Olsen frá
Brunaumsjónini
almenningin um arbeiðið,
og vilja teir tí fegnir vera
meira opnir í framtíðini.
Ætlanin er eisini at fara
undir at geva eitt blað út,
sum verður sent teimum,
sum á ein ella annan hátt
hava tilknýti til málið.
Hann sigur, at tað hava
verið gjørdar fleiri royndir
at fáa eina tilbúgvingar-
ætlan upp at standa, men at
hetta tíanverri ikki er vorðið
loftað nóg væl í landsstýr-
inum fyrr enn nú. Hann dyl-
ur heldur ikki fyri, at tað eru
vónirnar til eina komandi
oljuvinnu, sum líkasum
hava fingið bikarið til at
flóta yvir - fingið veruliga
gongd á málið.
Hákun Steingrímsson
heldur fyri, tað er ótrúliga
umfatandi at gera eina
tilbúgvingarætlan fyri eitt
heilt land. - Eg ivist i, um
man nakra aðrastaðni hevur
eina slíka skipan fyri eitt
heilt land.
Hann sigur seg annars
vera nøgdan við, at arbeiðið
nú gongur sum tað eigur og
biðjur áhugabólkar kring
landið, sum eru vornir
ótolnir, um at hava tol. Tí
nú hendir nakað. Tað er
umleið eitt ár síðani, at farið
varð í gongd og eftir æt-
lanini skal stýrisbólkurin
hava sítt arbeiðið liðugt inn-
an eini tvey ár.
Ferðin í teimum ymsu
bólkunum er ymisk, alt eftir
hvat økid er. Tvs. at upp-
gávurnar eru sera ymiskar.