Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 15. juli 1999síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 132 - 15. JULI 1999 tíðindablaðið 0 11 farleiðin frá lívinum til deyðan, frá ti deyðiliga, kjøtliga lívinum til tað ódeyðiliga andaliga lívið. Í næstseinastu reglu verður nevnt, at hon skal "søkkja gleði og sorg í ta gloymskugevandi byglju.” Hetta sigur jú, at tá ið tú fer frá lívinum til deyðan, tá er hvorki gleði ella sorg til. Tá er tilveran - um tú kann kalla tað so -, bert samljóð við hinar andarnir. Sum tað stendur í sein- astu reglu: Tá fer eydnan at verða gentuni vís, og hon fer at vara um aldur og ævir. Tí tá fer hon at verða andaliga sameinað við dreinginum um aldur og ævir. Tá eg nú sigi, at eydan fer at verða henni vís, tá ið hon kemur í deyðsríkið. kann tað ikki long ur vera í deyðsríkinum Hades. at tey verða sameinaði. Nei, hon hugsar, at tey verða sameinaði í deyðsríkinum Elysion, har tey fáu útvaldu koma. Tí at í deyðs- ríkinum Elysion valdar ævigt vár, og vár ímyndar jú ungdóm og kærleika. Tá tey koma í Elysion verða tey nevniliga andaliga sameinaði í ævigum ungdómi og kærleika. Tey vóru jú tað vakrasta og prúðasta parið í landinum. Tey vóru best! Tískil mugu tey eisini koma til tað besta deyðsríkið. Tá ein hevur lisið hesa yrking- ina og roynt at tulka hana, kem- ur ein at hugsa um forna griska skaldið og heimspekingin Euripites, ið einaferð segði: “Hvór veit um ikki lívið her er deyðin og deyðin hitt sanna lívið?" Tí um tað veruliga er sum eg sigi, at havfrúgvin er ein ímynd av tankunum hjá gentuni, so ivast gentan ikki í, at um tað hendir, at drongurin doyr, so er einasta loysnin tann, at hon drepur seg sjálva, fyri at verða sameinað við dreinginum í tí æviga andaliga lívinum. Og um ein vil, kann ein siga í tí sanna lívinum. Sjálvt um nakrar av mynd- unum, ið eru nýttar, eru úr forngriskari gudalæru, eri eg tó vísur í, at talan er um eina unga føroyska gentu og ein ungan føroyskan drong. Tað, ið gentan er bangin fyri, kann møguliga vera, at drongurin skal ganga burtur við onkrari slupp. Yrk- ingingin er skrivað Í 1901, og tá vóru føroyingar byrjaðir at fiska við sluppum. Tað, at tey í triðja ørindi eru vakrasta, prúðasta parið Í landinum, kann eisini ímynda teirra framtíðarvónir, har hann kanska ynskir at gerast skipari. Skipanin skapar huglag Hendan yrking Janusar er skipað av fimm grindum. Tað fyrsta ørindi er bygt upp av 8 reglum, tað næsta somuleiðis av 8, tað triðja hevur bert 6, tað fjórða 7 meðan tað seinasta hevur 14 reglur, ið allar eru longri enn reglurnar Í hinum ørindunum. Í fyrsta ørindi eru endarim, ið ríma á kross. Hetta vil siga, at reglurnar bera upp á rím eftir skipaninia -b-a-b-d-d-d - 0. Endarimini i fyrstu og tridju reglu eru heilrim og eru tey hesi: Førovalandi og sandi. Somu- leiðis eru endarimini trå ogfrá í fimtu og sjeyndu reglu heilrím. Í aðru og fjóðru og í sættu og áttandi reglu eru endarímini tó ikki heilrím, men hálvrím. Hálv- rímini í aðru og fjórðu reglu eru orðini tíð og blíð. Her er talan um hálvrím, tí at sjálvljóðini (Pini) falla saman, meðan ljóð- skyldskapur er millum hjáljóðini tog I. Av tí at O'ini ikki verða framborðin, er einki at siga um tey. Í hálvrímunum kvøldarloti Og frotu í sættu og áttandi reglu, falla tey bæði seinastu hjáljóðini saman, meðan ljóðskyldskapur er millum bæði tey seinastu sjálvljóðini. I øðrum ørindi eru eisini enda- rim, men tó eru hesi ikki bygd - upp eftir somu skipan, sum tey Í fyrsta ørindi. Í øðrum erindi er skipanin soleiðis: a - a - a - a - a-a-b-b. Hetta vil siga, at vit fyrst hava eitt seksfladað parrím og síðani eitt vanligt parrím. Í hesum ørindinum er ikki talan um hálv endarím, men bert um heil. Triðja ørindi hevur, eins og annað ørindi, parrím. Men hóast. at endarímini í hesum ørindi eisini eru skipað sum pør, líkist hetta ørindi tó ikki øðrum or- indi. Í hesum triðja ørindi er skipanin nevniliga soleiðis: á - á - b- bh - d - d. Her er eisini, eins og í øðrum ørindi, bert talan um heil endarím. I fjórða ørindi eru reglurnar settar upp á rím eftir skipanini á -b-a-b-b-d-d. Her hava vit fyrst eitt slag av umgyrdum endarími, har fyrsta og triðja regla umgyrða aðru reglu. Síð- ani hava vit tvey parrím, skipaði av fjórðu og fimtu reglu og av sættu og sjeyndu reglu. Tó kann eisini sigast, at talan er um krossrím í fýra teimum fyrstu reglunum, har fyrsta og triðja bera upp á rím og somuleiðis onnur og fjórða. Í skapi víkir fimta ørindi nógv frá hinum ørdindunum. Hetta ørindi er bygt upp á hexametur, eins og hetjukvæðini "Odysseuskvædid” og "Iiadan” hjå gamla griska skaldinum Homer. Sum vit vita, so merkir griska orðið hexa seks á før- oyskum. Og talid seks hevur nevniliga eisini stóran tydnig, tå ið skrivað verður á hexametur. Hetta nevniliga tí, at tá ið skriv- að er á hexametur, tá merkir hetta at hvor regla í ørindinum hevur seks herðingarsterk stavilsi. Ljodløg og myndir Ljóðlagið i yrkingini er ógvuliga skiftandi frå ørindi til ørindi. Ljóðlagið í fyrsta ørindi er bygt upp av røttum tvíliðum (trokæum). Hetta vil siga, at fyrst kemur eitt herðingarsterkt stavilsi, síðani eitt herðingar- veikt, so aftur eitt herðingarsterk og aftur eitt herðingarveikt og so fram vegis. Hetta gevur eitt ávíst áhaldandi stev, ið ger, at ein fær eina mynd av einum tryggum, fridarligum og støðugum dåmi yvir parinum á sandinum. Annað ørindi er mest bygt upp av røttum trilidum (daktylum). Tó eru nakrir rættir tvíliðir inn ímillum onkrastaðni. Rættir tríliðir eru soleiðis, at fyrst kem- ur eitt herðingarsterkt stavilsi, síðani tvey herðingarveik og so fram vegis. Í hesum ørindi kann ein fáa ta mynd burturúr ljóð- lagnum, at tey herðingarsterku stavilsini mynda alduna, ið skolar niðan eftir sandinum. meðan tey herðingarveiku mynda alduna skolandi oman- aftur. Ljóðlagið í triðja ørindi lÍkist nógv tí í øðrum, og kann ein eisini her geva mynd av aldum skolandi niðan og oman eftir sandinum, eins og í øðrum ørindi. Fjórða ørindi hevur sama ljóðlag sum fyrsta ørindi, og gevur hetta, eins og í tí fyrsta ørindinum, eina mynd av ti stoð- uga og sampakkandi dáminum yvir parinum. I fimta ørindi fáa vit við hexa- meturstílinum og teimum mongu røttu tríliðunum eina kenslu av tí alsamt vaksandi óhugnaliga dåmi, ið røda havfrúgvarinnar ber. Vit fáa eina kenslu av einari alsamt harðnandi og ógvulsigari rødd, ið ber fram ein óhugnaligan spádóm. Teir røttu tríliðirnir kunnu eisini geva eina mynd av tí óvusliga briminum, men tá er neyðugt at lesa eitt sindur skjótt og hart. Mótsagnir Vit finna beinanvegin í fyrstu og aðru reglu í fyrsta ørindi må6tsøgnina millum teirri blíðu og sorgarfullu summarnáttina í Føroyum. Sigast kann eisini, at mótsøgn er millum ungling og gentu, við tað at unglingur er kallkyn og genta er kvennkyn. Í øðrum ørindi eru moyggjar og sveinar mótsagnir, og eisini kunnu reglurnar “út tín harm og sorgina tyngjandi" og “letur tú sveima hin vakrasta slátt" sigast at vera mótsagnir. Í fjóðra ørindi er mótsøgn í ti, at náttarinnar bleiku blómur teska elskhugs heitu tónur og eisini er mótsøgn millum summarstund og kavanátt. Í fimta ørindi eru fleiri mótsagnir. Har er mótsøgn millum kvøldar- lotið og álandi vetrarstorm, dandandi aldur og skúmandi bárur, vetrarstormarnir og summarið og til seinast millum gleði og sorg. Tó inniheldur hendan yrkingin ikki so nógvar mótsagnir í mun til longdina. >Droymið og fevnist, tí áðrenn summar- sangirnir tagna, brått følna angandi blåmur, og kvøldarlotid hitt blíða verður til álandi vetrarstorm í dynjandi fjøllum« Mynd: Jens Kr. Vang teirra longsil, teirra trá við tí lætta kvøldarloti ferðast landi frá, vakrar summarljómur sveima vltt, náttarinnar bleiku blómur doyggja vit á kavanått.” Súmbolisma Yrkingin líkist tí modernistiska bókmentarákinum á tann hátt, at hon lýsir hjálparloysi menniskjans í einari tilveru, ið onga meining hevur. Tað er jú, sum vit síggja, eingin meining í tilveruni hjá gentuni í yrkingini, um hon ikki hevur drongin. Ja, ein fær ta fatan, at hon beinleiðis hugsar um at forgera sær, um tað nú skuldi hent, at drongurin knappliga ikki var har longur. Yrkingin lýsir ikki eitt høpis- leyst byarsamfelag, eins og vanligt er fyri modernistiskar yrkingar. Nei, hon lysir heldur sinnisstøduna hjå einari gentu i einari bygd i Føroyum. Heldur ikki er setningsbygnaðurin ser- liga kloyvdur ella fløktur, men ørindini eru tó ikki eins og ljóð- lagið er skiftandi millum oll ørindini. Hetta vísir okkum, at Janus Djurhuus ikki hoyrdi til teir veruligu modernistarnir, og tað var hann jú eisini ov gamal til. Sagt verður nevniliga, at modernisman ikki reiðiliga fekk fótin fyri seg fyrr enn eftir seinna veraldarbardaga. Heldur kann sigast, at Janus hoyrdi við til byrjunarstødi til modernism- una. Setur tú yrkingina í samband við tað súmbolistiska bókmenta- råkid, gongst betur í hond enn tað gjørdi vid ti modernistiska råkinum. Tad er nevniliga so, at Summarnátt Blíð er summarnátt á Føroyalandi, blíð og sorgarfull á somu tíð - unglingur og genta ganga eftir sandi, teska sína millum orð so blíð: hagar, hvar ið vónir ongar tíðir trotu. Meðan aldurnar so líðandi, gyltar av sól í hav glíðandi. koma mót strondini blídliga fevnandi: - sveinar til fundar moyggjana stevnandi - situr tú havfrigv á vánni og syngjandi út tín harm og sorgina ty ngjandi letur tú sveima hin vakrasta slátt út í ta droymandi summarnátt: “Tit sum ganga har inni á sandinum, vakrasta prúðasta parið í landinum. nú koma aldurnar blíðliga dandandi. kvøldarlotid á kinnarnar andandi, vita tit, hvat ið bylgjurnar siga, og lotið sum teskar so undarliga.” “"Droymið tit og fevnist blítt, teska elskhugs heitu tónur - stutt er summarstund, og brátt “Droymið og fevnist, tí áðrenn summarsangirnir tagna brátt følna angandi blómur, og kvøldarlotid hitt blíða verður til álandi vetrarstorm í dynjandi fjøllum, skjótt eru dandandi aldur skúmandi bárur og glaður, tá skalt tú genta við neystini vetrarnætur standa. rættandi hendurnar út móti snjóhvítum, dunandi brimi. harmaljóð tíni verða ei hoyrd, tey stormurin doyvir, gráturin tín í sjórokinum kenst svíðandi beiskur, - genta, hví er tað sárt at síggja vónirnar doyggja? hví gráta vetrarstormarnir vilt yvir summarið lidna? eydnan frá jørð fór burtur, við skuggastrendur hon svevur. um tú hana vilt ná, so mást tú yvir um ánna, søkkja gleði og sorg í ta gloymskugevandi bylgju, tá er eydnan tær vís og varar um aldur og ævir.” J.H.O. Djurhuus súmbolistiskir rithovundar vildu, við hjálp av myndamáli, heldur lýsa menniskjalivid gjøgnum kenslur og hugsanir menniskjans, enn við at lýsa tað beinleiðis gjøgnum naturalistiskar upplivingar og eygleiðingar. Hetta vilja moder- nistarnir eisini, men teir gera hetta ikki so nógv við hjálp av gomlum myndum, sum t.d. forn- um myndum úr grisku guda- læruni, eins og Janus gjørdi. Hetta var meira eyðkent fyri súmbolistarnir. Súmbolistarnir ”dyrka” eisini tað kensluborna í stórri mun enn modernistarnir, og tað ger Janus nevniliga eisini í hesari yrkingini. Súmbolisman var jú ein and- gerð ímóti tí naturalistiska bók- mentarákinum. Og í yrkingini ”Summarnått” sæst, hvussu Janus roynir at prógva, at tú í staðin fyri bert at lýsa náttúruna beinleiðis, kann nýta náttúruna til at lýsa hugalag menniskjans. Eitt gott dømi um hetta er í sein asta ørindinum, har dandandi aldur verða til skúmandi bárur og glaður. Mótsagnirnar í yrkingini eru nakrar, men tó ikki so mangar sum modernistiskir rithevundar nýta. So um ein skal avgera hvort av hesum báðum råkum, yrkingin hellir mest til, vil eg avgjørt siga, at hon hellir mest til súmbolistiska rákið.