Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-16, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. juli 1999síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

funnin Teir, sum gróvu út fyri nýggja sam- býlinum, fingu ein hvókk seinnapartin mikudagin, tá ið teir komu í okkurt hart, og tað vísti seg at vera - ein bumba AK! BERTHOLDSEN Arbeiðið at grava út fyri eldrasambýlinum í Vági er steðgað fyribils Og tað av eini heilt ser orsøk rn 1 ne Ti seinnapartin mikudag- in komu teir fram å eina bumbu mitt i stykkinum, teir gróvu út -Eg visti av ongum fyrr- enn hon kom undan i mold- ini, sigur Martin Dalå, sum koyrdi maskinuna, ið grov stykkið út Hann sigur, at hann hvakk við, tí hann varnaðist bein- anvegin, at hetta mátti vera ein bumba. — Tað var so stórt og ógv- usligt, at tað kundi bara vera dottið niður úr luftini, ti ongin kann hava borið nak- að so tungt niðan í hagan, har ongin vegur var. Hon var umleið ein hálvan metur undir. Hon stóð upp eftir enda við tí spíska endanum niður í jørðina Bumban er stór, hon er máld til at vera 113 cm long og 35 cm í diametur og hon er mett at viga ikki minni enn 150 kilo Har var onki at gera uttan at steðga útgreysfrinum beinanvegin og at boða løg- regluni frá. Løgreglan hevur nú byrgt økid av og stendur vakt uppi yvir henni, so at ongin skal koma ov nær. Marinusteðin kannar málið Marinustødin hevur fingið tíðindablaðið SOSENUTIN NR. 133 - 16. JULI 1999 — Bumban, sum vágbingar nú hava grivið seg fram á mitt í grundstykkinum, sum eldrasambýlið skal byggjat á, vigar ikki minni enn 150 kilo. Marinustóðin hevur nú yvirtikið málið og fer at gera av, hvat skal gerast við hana Myndina tók Heri Mortensen boð um bumbuna og nú hevur manningin har yvir- tikið málið Fólk frá marinustødini fór til Vágs í gjár at kanna bumbuna, og áðrenn tað er gjørt, er Óvist, hvat teir gera við hana. Tað er ivasamt um hon verður sprongd, tí hús standa ov tætt við. Møguliga verður bumban skrúva sundur á staðnum so ongin vandi stendst av henni. Á marinustødini vænta teir, at teir kunnu loysa mál- ið við tí fólki, sum teir hava í landinum. Men møguliga verður neyðugt at fáa bumbuser- frødingar niðri frá. Nær arbeiða upp á eldrasambýli kann verða tikið upp aftur er tískil óvist. Ikki óvæntað Fyri so vítt kemur tað ikki óvæntað fyri vágbingar, at ein bumba liggur í haganum úti á Marknoyri í Vági. Tí eldri vágbingar minn- ast væl, tá ið bumban varð kastað. So frægt, sum vit hava fingið upplýst, var tað 2. juni 1942, at ein týskur bumbuflúgvari fleyg inn yvir Vág og slepti fýra bumbum. Tær duttu allar niður í haganum úti á Marknoyri, uttanfyri bygdina. Men tað hoyrdust bara triggir brestir. Síðani hava vágbingar mangan hugsað um, hvat mundi blíva av teirri sein- astu bumbuni. Men tað vita teir so nú... Ikki røra Bumban, sum vágbingar funnu mikudagin, sigur okkum, at tað enn kunnu liggja ótespiligar leivdir frá krígnum ymsastaðni. Men hóast tað er sagt so ofta, er tað vert at endur- taka, at finna fólk nakað, sum kundi líkist eini bumbu, ella onkrum ødrum, sum kann spreingjast, heitir marinustødin staðiliga á tey um ikki at røra tað, men at boða løgregluni frå sum skjótast. Tað er avgjørt ikki ráðiligt, at ókunnug fólk fara sjálvi at fonglast við slíkar lutir, tí tað er at seta seg sjálvan, og kanska onn- ur, í beinleiðis lívsvanda. Visti sina onogd við Eyðun Viderø —Eg havi ikki so nógvar mátar, eg kann vísa mína ónógd við Eyðun Viderø uppá. Men nú fekk eg møgu- leikan og so brúkti eg hann, sigur Hendrik Old Aki BERTHOLDSEN Tá ið løgtingid í gjáramorg- unin skuldi avgera, um Eyð- un Viderø kundi taka sæti á tingi, fyri John Petersen, sum hevur sagt tingsessin frá sær, hendi nakað heilt óvanligt Tað var ein løgtingmadur, sum atkvøddi ímóti, at Eyð- un Viderg slapp á ting Atkvøduna átti Hendrik Old, løgtingsmadur fyri Eyðun Viderø, og restin av formansskapinum í tinginum, hava havt eina so ússaliga tóðu mótvegis mær, at eg var noyddur at brúka tann møguleikan eg hevði, at mótmæla, sigur Hendrik Old javnaðarflokkinum. Hendrik Old sigur, at tað var ein heilt åvis orsøk til at hann atkvøddi ímóti, at Eyðun Viderø fekk sæti á tingi. Eyðun Viderø er limur í formansskapinum hjá løg- tinginum. — Eg atkvøddi ímóti fyri á tann hátt at vísa mína 6nøgd við arbeiðslagið hjá formansskapinum í tingin- um, og eisini við leiklutin hjá Eyðuni Viderg, sigur Hendrik Old. — Formansskapurin í ting- inum, íroknað Eyðun Vid- erg, hevur havt eina so ússa- liga stóðu mótvegis mær, at eg føldi meg noyddan at vísa mina ónggd, sigur javnaðartingmaðurin. — Men vit tingmenn hava ikki so nógvar møguleikar at vísa okkara misnøgd. — So tá ið eg fekk hendan møguleikan, tók eg hann. — Tað var orsøkin til, at eg atkvøddi ímóti at Eyðun Viderø fekk sæti á tingi. Hendrik Old leggur aftur- at, at tað hevur púra onki við hitt málið at gera, nevni- liga tað, at John Petersen hevur sagt sessin frá sær, ella orsøkirnar til tað. Fekk onki at vita Hendrik Old sigur, at tað, sum hann er serliga argur inn á formansskapin í ting- inum um, er arbeiðslagið, tá ið kostnaðarendurgjaldið hjá nøkrum tingmonnum var til viðgerðar. — Tað, sum eg eri sera misnøgdur við, er, at for- mansskapurin vil ikki geva mær innlit í míni egnu við- urskifti, sigur Hendrik Old. — Formansskapurin bað løgtingsskrivsstovuna um eina meting av mínum við- urskiftum. Nidurstødan hjá Løgtingsskrivstovuni er, at mini viðurskifti eru ílagi. — Hendrik Old sigur, at hetta hevur onki at gera við spurningin um sjálvt kostn- aðarendurgjaldið. — Hetta er eitt prinsipp- mál um at eg, eins og gll onnur, má hava sjalvsagdan rætt til at fáa innlit í míni egnu viðurskifti. Hann sigur, at hann bað Løgtingsskrivstovuna um eitt avrit av svarinum til for- mansskapin. Men hon svar- aði, at nidurstødan varð bará latin tí, sum hevði bið- ið um hana, nevniliga for- mannsskapinum. Men formansskapurin sigur seg ikki hava viðgjørt nakað og vísir annars til tagnarskylduna. Og tað er hetta, sum Hendrik Old heldur verða heilt burturvið. — Tað er ófatiligt, at eg ikki kann fáa innlit í míni egnu viðurskifti, ikki minst tá ið fjølmiðlarnir kunnu fáa tað. Løgtingsmadurin heldur, at tað hevur týdning at tann grundreglan verður vird, at ein altíð kann fáa innlit í síni egnu viðurskifti. Hetta er grundleggjandi ímóti míni rættarkenslu og tað má eg mótmæla, sigur hann.