fríggjadagur 16. juli 1999síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 133 - 16. JULI 1999
Íslendingar í Føroyum:
Eimskip tekur
land í Føroyum
tidindabladid
Eimskip hevur rættiliga fingið fótin fastan í Føroyum og fer nú bæði undir
nýggja rutu og at byggja høvudsstød í Havn
Eimskip hevur í fleiri ár røkt farmasigling upp á Føroyar
EDVARD JOENSEN
Ætlanirnar hjá Islendska
skipafelagnum Eimskip um
ferðafólkaflutning til og úr
Føroyum standa við. Tað
váttar stjórin Svavar Ottós
son fyri Sosialinum.
Svavar Ottósson sigur, at
arbeitt verður miðvíst við
málinum. Men enn er tað
tó bert á tekniborðinum,
sum hann tekur til.
At DFDS skal vera við í
ætlanunum vil hann ikki
siga. Hann sigur, at tað má
vera onkur misskiljing, at
hann fyrr er endurgivin fyri
at siga, at DFDS var eitt av
feløgunum, sum eru við í
ætlanini.
Svavar Ottósson sigur, at
síðan Sosialurin skrivaði
um málið á fyrsta sinni, eru
nógvar viðmerkingar kom-
nar til Eimskip í Føroyum.
Bæði hiðani og uttanlands.
Og tær allarflestu hava
verið positivar. Onkur hend-
inga hevur verið atfinning-
arsom.
Men serliga frá føroyska
vinnulívinum eru komnar
positivar afturmeldingar,
sigur Svavar Ottósson,
stjóri í Eimskip í Fóroyum.
Ivi um havnir
Tad er eitt sindur ringt at
fåa nakran at siga, hvørjar
havnir hetta nýggja ferða
fólka- og farmaskipið fer at
sigla til.
Hugsandi er, at í Føroyum
verður tað Tórshavn.
Svavar Ottósson hevur
fyrr nevnt, at Aberdeen er
ein møguleiki. Eftir eru so
Europeiska meginlandið og
Ísland.
Hugsandi er, at onkur
havn á jysku vesturstrond
ini er sjålvskrivad. Og har
hevur Esbjerg góðar møgu-
leikar, tá hugsað verður um
ferjuflutning.
Hinvegin sigur Svavar
Ottósson við Sosialin, at í
Íslandi er Thorlåkshøfn eitt
áhugavert boð, uttan at siga,
at tað verður tað.
Hinvegin frættir Sosialur-
in aðrar vegir, at arbeitt
verður við at byggja havn-
ina í júst Thorlåkshøfn út,
soleiðis at stórar ferjur
kunnu brúka hana.
Og tað ljóðar ikki heilt
óáhugavert.
Nýtt hevuðssæti
Annars arbeiðir Eimskip í
Føroyum við øðrum ætlan-
um í løtuni.
Í nøkur ár hevur felagnum
tørvad skrivstovuhøli. Og
nú er komið har til, at By-
ráðið hevur játtað felagnum
grundstykki.
Bygdur verður ein skriv-
stovubygningur Yviri við
Strond. har sum Sersjanta
húsini fyrr stóðu
„Svavar Ottósson sigur, at
tað er partafelagið Eimskip
í Føroyum, sum fer at
byggja og eiga húsini.
Bygningurin verður høv-
udsstød hjá felagnum. Har
verða bert skrivstovur. Alt,
sum hevur við farm og flut-
ning at gera, verður fram-
vegis á havnarlagnum.
At Eimskip fer at byggja
skrivstovubygning í Føroy-
um merkir, at felagið ætlar
at rótfesta seg her.
Føroyar liggja rímiliga
væl fyri, tá hugsað verður
um farmaflutning millum
Europa og Ísland. Soleiðis
at skilja, at lætt er at um-
skipa her.
Stóru skipini flyta farmin
av meginlandinum og
leggja upp her, meðan tey
smærru koma úr Íslandi við
sínum. Og so verður skift
um.
Utflutningurin
Tá talan er um flutnings-
rutur úr og til Føroya, verð-
ur ofta hugsað um útflutn-
ing.
Og útflutningur Føroya
er, sum kunnugt, at kalla
bara fiskur.
Ein teirra, sum fyrr hevur
verið frammi í samband við
: Nú ætlar felagið eisini undir ferðamannasigling
útflutningsrutur, er stjórin á
Fiskavirkinum í Gøtu, Páll
Gregersen.
Hann vísti á, at tá Smyril
gavst at sigla til Skotlands,
versnaðu utflutningsmøgu
leikar okkara samsvarandi
I viðmerking til, at Eim
skip nu ætlar at stovna
nýggja skotlandsrutu, sigur
Páll Gregersen, at skal hon
gagna føroyska utflutningi-
num nakad, skal
fyrst i viku.
I dag hava vit rutur, sum
nøkta endan å vikuni til
fulnar, sigur Påll Gregersen
Men hann dylur ikki fyri,
at hann fegin vildi havt eina
fráferð týsdag
Um tað verður veruleiki,
er ivaleyst, at virkini, sum
selja á bretska marknaði-
num, fara at brúka hana.
Nevnt hevur verið í git-
ingum, at føroysk feløg eis-
ini skulu vera vid i hesi ætl-
anini, sum Eimskip er uppii.
Gitt hevur so verið, at
kanska Skipafelagið Føroy-
ar er við.
Arni Joensen, stjóri á
Skipafelagnum, avsannar,
at Skipafelagið nakrantíð
hevur verið upp á tal.
Annars vil hann ongar
viðmerkingar gera til málið.
siglast
ir filmar hvor)
FORHANDLEREN
Ný
STAR TREK
INSURRECTION
ÆR SOLDAT ER FANGET BAG FJENDENS LORER
SAVING PRIVATE RYAN
Leiga videofilmar å hesum stødum:
Statoilstødin i Gundadali tel
Statoilstødin i Kollafirdi tel
Statoilstødin i Saltangarå tel
Statoilstødin i Klaksvik tel
Statoilstødin i Sørvågi tel
Statoilstødin i Skålabotni tel
Statoilstødin i Leirvik tel
Ó STATOIL
stødirnar kring landið
314770
421083
449133
457353
332001
441200
443360