Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-16, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. juli 1999síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

tíðindablaðið NR. 133 - 16. JULI 1999 Røturnar eru ikki so at renna undan — Men gott tað sama. Tær geva okkum kjølfestu í tíðarhavinum, og tær geva okkum førning at sigla egnan sjógv, segði Pauli Nielsen millum annað í róðu, sum varð hildin á fólkafundi í Lógmansgarðinum í Sandavági á Vestanstevnuni Góðu bygdarfólk, ovggj- arfólk, stevnugestir. Tá ið eg fyri næstan 40 ár- um síðani fór av bygdini til Havnar at ganga í skúla, grunaði eg ikki, at eg ong- antíð fór at flyta vestur aftur at búgva. I Havn, tað var eg ið hvussu er vísur í, har vildi eg ikki enda Heyði tað ikki verið so, at eg noyddist til Havnar, skuldi eg hava nakra út- bugving, so hevdi eg ikki bjóðað mær sjálvum tann dóm, at vera noyddur at ganga og vála í Havnar- gøtum yrkadagar. Soleiðis mundu flest oll kenna tað á bygd tá í tíðini, og eg fari helst ikki illa skeivur, tá ið eg haldi, at sama kensla er til enn hjá nógvum, sum búgva á bygd. Havnin var tá umleið helm- ingin til støddar sum nú Tað merktist, tå ið nýggir ungdómar komu av bygd at ra í skúla eftir summ- arfritidina, og vit sóust so væl aftur í byarmyndini, at Ikki var sort, at forvitnast varð eftir, hvaðan vit komu, og hvørjum fólki vit vóru av Ein dagin minnist eg, at nakrir av okkum nýkomnu bygdardreingjunum vóru komnir saman niðri í Vágs- botni. Har stóðu eisini nógvir gamlir havnarmenn. Ein teirra var Rubek, eitt væl kent andlit í Havn, og væl kendur um alt landið. Hann fekk til ”roysni” at royna at finna útav, hvaðan vit ungu nýkomnu vóru. og 1 jum fólki | H » 1 1 nve VIt KOMU av Eg minnist ikki. hvat ið ð hann segði, tá ið hann Ki tii n stendur HOS an ninu Annaðhvort ert tú av e iv Garðsslagnum ves uri í Sandavá; So hugdi hann kannandi at mær eina terð aftrat og helt fyri ð skuldi ikki undrað meg, um tað var bæði." Nærri bar illa til at koma Róturnar eru ikki so at renna undan. Tær eru væl gróðursettar í ættini og í umhvørvinum. Summar síggjast uttan á skræðuni og í dagligu medferðini, meðan aðrar eru meira loyndar, stinga djúpari og renna fram aftur m.a. letur sum hesa. Tað munnu vera mínar røtur hendavegin, sum eru atvoldin til, at eg havi fingið tann heiður, at standa her í Løgmansgardinum í dag. Minnini vella fram, sum nátúrligt er ein dag sum henda. M.a. minnini um mína fyrstu vågastevnu. Kappróðurin var á Vatn- inum. Eg man hava verið 4 ára gamal. Vit fóru oman á Vatn uppi í lastini á einum lastbili, sum var komin í oynna undir krígnum. Sigga og Martina hjá Siggu-Jógv- ani høvdu meg í forsvar. Soleiðis minnist eg tað ið hvussu er. Hvor ið vann kappróð- urin, veit eg ikki. Eg heyði bara eyga fyri einum, og tað var Eivild Hon róði. Og hon var stjørnan hjá mær, ti hon heyði passað mammu upp. tá í eg varð føddur. Hon giftist og setti búgv í bygdini, og hetta sam- bandið frá barnsbeini hevur hildið sær. Tað kennist løgid og sketvt, havi eg ikki gloppað hurðini hjá henni, tá ið eg eri her vesturi, og børnini hjá mær hava fingið tað samd I seg Tad hevur tydning fyri okkum menniskju, at vit ikki gloyma, og at vit varð- veita sambandið aftureftir. Tað gevur okkum kjøl- festu í tíðarhavinum, og tað gevur okkum førning at sigla okkara egna sjógv. Stevnurnar eru eitt frálíkt høvi hjá ætt og kenningum at metast, og at koma til kenslu og kunnleika um ættarfélk. og til at nýggjar vinir faa Einaferð jårkvøldid kom etr avbygdar drongur norður eftir veg num. Har møtti hann einum manni, sum kundi verið pápi hansara Hin ungi segði seg vera í veg at keypa sær okkurt eta Tá heldur hin eldri fyri "Far tú inn til systkina barnið hjá abba tínum og få tær ein bita. Hann býr beint har yviri Hin yngri bar seg undan, tí hann kendi tey ikki. “So skal eg koma við tær,” svaraði hin eldri."Tað fert tú ikki at angra." Sjálvandi er nógv broytt, síðan eg og mínir javnaldrar vuksu upp í Sandavági. Men nú sum tá munnu bygdirnar vera av bestu støðum hjá børnum at vaksa upp í. Støddin ger, at tú fært rúmar ræsur, og at tú hevur nátúrligt samabnd bæði við børn og vaksin. Og soleiðis minnist eg Sandavág. Sjálvandi varð eisini happað tá, og sjálvur slapp eg heldur ikki undan, og sjálvandi vóru grenjut og smálig vaksin. Men eg minnist fyrst av øllum eina bygd á tremur av barngóðum fólki, sum hvort í sínum lagi hevur havt týdning fyri okkum, sum her eru vaksin upp. Vit vóru uppi í tí, sum tey vaksnu gjørdi, og nógv av barnaspølunum avmyndadu vaksnammanavirksemid skiftandi árstíðir. Vit spældu at vera á fjalli. Seyðurin var horn. Vit skutu harur, og harur- nar vóru visnaðir eplaslokk- ur. Vit riggaðu nótir til, bøttu og baksaðust, júst sum vit sóu menninar gera í nóta- tíðini. Vit spældu vanlig barna- spol bæði úti og inni. Og vit vóru uppif mest sum allastaOni, har ymiskt ger- andisarbeiði varð gjørt. Eitt sindur til nyttu, men mest til spæl Eitt gott dómi er beint her norðantyri. Her var ein magnet. sum ið hvussu er dró okkum smádreingir til sín, eins væl og tilkomnar menn. Her smíðaðu teir bátar. Og mangir eru teir seymir, ið her eru klinkaðir, meðan vit smádreingir skiftust at halda fyri. Her reyk altíð ramliga av nyhølvadum viði. Og roykurin frá barna- árunum er skjótt frammi í huganum, tá ið leitað verður aftir í tíðina. Míni barnaár bera til mín eitt serstakt bland av slupp- royki, saltfiski og torv- og koleldi, og handlum, sum ruku av kaneli og te og kaffi og onkuntíð av rotnandi súr- eplum Hetta var ein tíð, tá ið allar hendur um summarið striddust við at breiða fisk at turka å fiskastykkjunum, sum gjørd vóru til endamål- ið, og eisini varð breitt langt út í fjørðuna. Í minninum hoyri eg sieini fyri mær sirendur, ið ýldu fyri æli, so alt mátti hurrast innaftur til næstu terraløtu. Seinni kom sildin og barkadu sildagørnini og bøtingin tad mesta av vetri- num. Barkpotturin stóð innan- fyri ånna og reyk ramliga um alla bygdina, alt eftir ættini. Kúgv var í so at siga hverjum húsi, og tarvafjós uppi við Giljarætt, nakað omanfyri har elektriski vestanstevnutarvurin = nú stendur, og tað mesta av tí, sum vit nú keypa okkum, varð tá gjørt í húsinum. Meðan eg havi gingið og reiðrast við hesa rødu, rendi eg meg í eina bók, sum eg onkuntíð havi keypt í brúkt- bókabúð í Keypmanna- havn. "Udrangeret af det Kgl. Bibliotek” stendur stemplad fremst i henni. Rithøvundurin Kenneth Williamson var bretskur hermaður í Føroyum i fýra ár undir krignum, føddur á oynni Man. Bókin eitur “The Atlantic Íslands", og er ein frálík kelda um For- oyar, føroysk viðurskifti, og ikki minst føroyska náttúru og fólkaminni. Hann hevði eitt gott eyga fyri virðinum í tí gamla, sum var um at fara av tíðar tonn, og sum átti at verið varðveitt fyri eftirtíðina. Ein partur av bókini er um kornvelting og myllur. Kenneth Williamson minnir á, at eitt nú vatn- myllurnar í Sandavági hava sama søguvirdi sum Dúvu- garðar í Saksun, gomlu bóndahúsini úti í Koltri, og gamla hoyggjhúsið úti í Bo. Hann harmast um, at myndugleikarnir ikki hava fingið eyga á hesa uppgávu sína at hjúkla um tað, sum enn stendur eftir við boðum frá farnar! tíð. Tað, at onkur mylla hýkur uppi enn, man mest komast av tí, at tær hava verið nýttar at goyma torv i, og soleiðis komið til nyttu. Men tær hava uppiborið eina betri lagnu, og Kenneth William- son endar við at ynskja, at onkur stórtókin borgari í bygdini bjargar teimum, meðan tíð er. Tað skuldu ganga nógv ár, áðrenn so varð, men nú er undrið hent. Nakað her norðanfyri og omanfyri hevur maður av einslistum sett eina av gomlu myllunum í stand, og eg skilji, at hann eisini hevur verið her í garðinum við síni hepnu hond. Vita skulu tit, ið tílíkt fáa í lag, at tílíkar gerðir fara sum ein flógvur andi gjøg- num umhvørvid og geva okkum samband við tíðir, sum hava verið, og við lyndir í okkum sjálvum, sum okkum tørvar. Hvat um vit fylgdu fyri- myndini, so sandavágsfólk, bæði í bygdini og av bygd, tóku seg saman og fingu allar gamlar grótgarðar upp- aftur at standa? Hvat høvdu vit ikki øll fingið burtur úr ti? Kommunan kundi syrgt fyri eini góðari máltíð til okkum øll, tá ið abeiðið var liðugt. Síggja tit tað ikki fyri tykkum? Allan Sandavág til borðs á Valloyruni ein fagran summardag? Júst sambandið aftureftir og væl útbúgvið fólk í tíðini eru barlastin og førningurin, sum vit hava við okkum at byggja hetta land. Haldið mær til góðar, góðu áhoyrarar, at eg enn einaferð leiti aftur í tíðina. Lurtið eftir hesum steinum, eftir málminum í tøgnini, eftir sjóðinum í svørinum og tutlinum frá ánni. Tey hava verið her so at siga allar tíðir, og vita tí frá so nógvum at siga. Her hava fólk í bygdini havt ein granna í mekt og mæti. Skiftandi løgmenn hava búleikað her í meira enn hálvtriðja hundrað ár. Summi væl í øgn við bygd- arfólkið, aðrir í jøvnum stríði við summi, m.a. um útrakstur av neytum. Her kom nógv fólk at hitta løgmann, ið var evsti dómari landsins, bæði landsins fólk og útlending- ar. Stundum hevur leikað hart á, tí ikki allir gestir vóru friðargestir. Her andar av søgu og gomlum treysti, og tað man vera hetta søgutreystid, sum givið hevur fólki í bygdini merg í leggin. Rikidømid, sum fall til bygdina, tå ið løgmansem- bætið varð niðurlagt, og Steiðagarður varð seldur, hevur sjálvandi eisini hjálpt til. Her hevur verið ein sjálvbjargnisháborg sum fáa aðra staðni í landinum. Hyggið bara í yvirlitið yvir atkvødubytid á fólka- atkvøduni í 1946. Tá var bygdin ein bjartur kyndil fyri alt landið og hugvekjandi hjá okkum í okkara tíð. Vit kunnu vera errin av teimum, sum tá tóku støðu í bygdini. “ Vit duga nógv, og vit vilja meira," hoyri eg steinarnar siga. Eg hoyri tað sjóðandi upp úr svørdinum, og eg síggi tað í eygunum á tykkum, sum her standa.. Størsta ábyrgdarloysi í okkara tíð er at billa okkum føroyingum, og børnum og ungdómi okkara inn, at tað er ábyrgdarleyst at billa okkum inn, at vit føroyingar eru førir fyri at taka ábyrgd- ina av okkum sjálvum. Síðst í farnu old striddust Jóannes Patursson, Rasmus á Háskúlanum, Henrietta Høgnesen í Oyndarfirði, Sigrid Lútzen í Klaksvík, A.C.Evensen, prestur í Tod- nesi og. onnur við at fáa í lag eina "goymslu”, sum ikki bara skuldi hýsa forn- lutum, men eisini útstapp- aðum fuglum, fiski í spiri- tusi, stein- og grótsløgum, plantum, og ymiskum hand- ans arbeiði og amboðum til hetta virksemi. Hetta skuldi gerast, m.a. fyri at steðga útlendingum at draga av landinum tað seinasta sindrið av lutum, sum eftir vóru í landinum, og til tess at hava til skjals fyrimyndir fyri komandi føroyskari vinnu. Nú lutirnir so líðandi eru á veg heim aftur, ið hvussu er teir, sum eru í almennum goymslum niðri, kundi verið hóskandi at enda hesa seinastu réðu á Vestan- stevnu í hesi øldini vid orð- unum, sum A.C.Evensen endar grein sina "Goymslan í Havn" við í tíðarritinum Búreisingi, júst komin inn í hesa øldina. Hann skrivar: Kunnleika og gagnliga upplýsing vil goymslan veita okkum, og tess meira á tess breiðari grund hon er bygd. Ein góð og prýðilig goymsla kann blíva ein góð ogn. Skulu vit læra Føroy ingar at elska land okkara, so mugu vit gera landið vert at elska; tí bert tann, sum eftir lítlum førimuni roynir at gera landsins ognir ríkari, leggur sín stein til ta kærleiksgrund, vit skulu laða okkara lands komandi dagar uppá. So gevi so Gud Harrin aftrat, at vit mugu læra at elska land og fólk av reinum kærleika". Takk fyri, tit sum vístu mær tann heiður, at bjóða mær at røda her í dag, og takk tit øll, sum so mann- sterk eru komin higar at lýða á.