Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-16, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. juli 1999síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

12 tíðindablaðið Magni á Lakjuni skoraði í fyrstu altjóða royndini Fótbóltur: HB spælararnir iðra seg um, at teir lótu mót- stødulidid fáa týdningarmikla málið á utivølli Fotboltsevnini hevur hann ikki frá fremmandum Mammubeiggin, Meinhardt D toppsjútti á IF lið- 1 vann FM heitið, rættina hava verið ru e i nógvir evna totbotisspætarar, ta á Lakjuni hjá KI Lakjuni hevur ið roknaður mill- við góðum fótbólts . og fyri fimm árum royndi hann seg í har Allan Simonsen Tað irturúr ta ferðina, og hevur Magni á Lakjuni brúkt mestu tíðina í Keypmannahavn, har víðkaða maskinmeistara prógvið er fingið innan- borða spurdist íðant 4 Nú er eitt ár síðani hann kom til HB. Í ár hevur hann verið nógv skaddur, men hesa síðstu tíðina hevur hann verið við hvorja ferð. og mikukvoldið fekk hann fyri fyrstu ferð loyvi at royna seg í altjóða uppgávu Og tað var vorðið seg sum fyrsta roynd, tí Magni á Lakjuni gjørdist fyrsti før- oyingurin, sum skoraði á Forsvølli. Eftir eina eitt sindur laka byrjan, spældi Magni á Lakjuni seg upp at vera mest eyðsýndi fram- rættaði spælarin, og tíðliga í 2. hálvleiki var hann tvær ferðir uppá spæl. Fyrru ferðina fekk hann mál, og seinnu ferðina eydnaðist tað finsku verjuni at sparka burtur, áðrenn bólturin fór um strikuna Í báðum førunum varð eg sera væl spældur av við- spælarunum. Eg minnist ikki rættuliga, men eg haldi, at í tí fyrra førinum kom bólturin frá Rúna Nolsee. Eg var vísur í, at eg var ikki rangstaddur, og tá málverjin kom út ímóti mær, kendi eg meg nóg kaldan at seta bólt- in framvið honum í staðin fyri bara at smekka til. Í tí seinna førinum spældi Súni Fríði Johannesen meg sera væl, men tíverri kom ikki meiri burturúr, sigur Magni á Lakjuni, ið eins og við- spælararnir var ógvuliga troyttur, eftir at hava spælt á grasinum. Lítli meguleikin er har I fjór vann HB 2-0 á heima- vølli móti VPS Vaasa, men tað var ikki nóg mikið at koma víðari í kappingini, tí finska liðið vann 4-0 á heimavelli. Millum annað út frá om- anfyri standandi veruleika er tað ikki undarligt, at HB menninir iðra seg serliga nógv um, at teir skuldu loyva mótstøðumonnunum at skora eitt mál á útivelli. — Fyritreytirnar eru verri enn tær vóru í fjør, men vit fara at spæla fyri møguleik- anum, sum vit hava. Eydn- ast tað okkum at vinna 1- 0, so sleppa vit víðari í NR. 133 - 16. JULI 1999 kappingini, men tað verður torført, er boðið hjá HB monnunum. jh Magni á Lakjuni var fyrsti føroysku spælarin sum skoraði á Tórsvelli (framhald av síðu 11) spældi hann Magna á Lakj- uni leysan, men tíverri varð lakjumaðurin takladur í skotroyndini. Eitt sindur seinni varð Magni á Lakj- uni spældur leysur í vinstru, Súni Fríði Johannesen var staddur undir málinum, men í staðin fyri at smekka flatt innfyri, valdi Magni at lyfta høgt, og so spurdist einki burturúr. Sum tað leið móti enda- num var tað heldur ein spurningur, um finska liðið skuldi fáa sigursmálið, enn um HB skuldi vinna. Lotið, sum fyrstu løtuna heyði ver- ið frískt, datt burtur, men føroyski summarkuldin var møttur upp, og tad kom væl vid at fåa ein heitan drekka- munn, meðan hugsanirnar sveimaðu um, hvussu tað mundi havt gingið, um HB hevði havt ta tyngd og sann- føring, sum liðið visti í fjør, tá teir bæði vunnu steypa- kapping og meistaraskap. jh Hetta verður eingin trupulleiki hjá okkum Fótbóltur: Russiski málskjúttin hjá finska liðnum heldur ikki, at tað verður torført hjá hansara liði at rókka seinna innleidandi umfarinum Tá pólski dómarin hevði bríkslað síðstu ferð tóktist tað sum um teir í finska ferðalagnum vóru stak væl nøgdir. Fyri hagtølini hevdi tað sæd prýðiligari út, um teir høvdu vunnið, men javnleikurin og serliga mál- ið á útivelli geva teimum stak góðar vónir um, at tað skal eydnast at koma í seinna innleiðandi umfarið, har Glasgow Rangers bíðar. Á liðnum hjá finsku meistarnum, sum aftur í ár eru fremstir í kappingini og harvið ætla sær at endurtaka rættin at spæla í innleiðandi umfarinum til europeisku meistarakappingina, eru tveir russiskir spælarar. Bæði 32 ára gamli mið- vallarin Oleg Ivanov og 29 ára gamli álopsmaðurin Valeri Popovitch hava áður spælt við Spartak Moskva. Súni Fríði Johannesen fær harða viðferð frá teimum finsku spælarunum. HB- spoælararnir fingu einki gult kort, meðan gestirnir fingu eitt gult kort frá polska dómaranum. Mynd: Alvur Haraldsen Teir vóru ikki fastir menn á besta russiska liðnum, men Veleri Popovitch spældi allar 90 minuttirnar, tá Spar- tak Moskva í mars 1991 við einum 3-1 sigri á útivglli móti Real Madrid spældi seg í semifinaluna í Europa Cup fyri meistaralið. — Á føroyska liðnum vóru einstakir spælarar, sum skaraðu framúr, men eg haldi, at liðavrikið hjá okk- um var betri enn hjá teim- um. Talan var um ein spenn- andi dyst, og fyri okkum var tað sera týdningarmikið, at vit megnaðu at skora eitt mál á utivølli. Urslitið og avrikið í kvold ger, at vit á heimavelli hava allar møgu- leikar at spæla okkum víðari í kappingini, var viðmerk- ingin hjá Valeri Popovitch. Hann hevði hug at fílast á, at vøllurin var ov óslættur og at hetta hevði havt við sær, at spælið hjá teimum ikki fleyt so væl, sum tað annars kann gera. — Men eg skilji á lagnum, at hetta var bara onnur ferð- in, at tað varð spælt á hesum nýggja vellinum, so eg rokni við, at hetta fer at verða betri í framtíðini. jh