Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 16. juli 1999síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 133 - 16. JULI 1999 tíðindablaðið 13 Hans Fróði Hansen fer aftur uttanlands at royna seg Fótbóltur: Væl trimmaði landsliðs- maðurin var ikki á nakran hátt skelkaður av mótstøðumonnunum Hann skaraði burturúr. Tað var heilt týðuligt, at Hans Fróði Hansen hevur ikki ligið á tí løtu síðuni, síðani fyrra helvt av landskapping ini var liðug: Eg venji tvær ferðir um dagin, og eg kenni meg at vera væl fyri. Arbeiðsdag- urin byrjar klokkan níggju, og á veg til arbeiðis venji eg, og eftir arbeiðstíð venji eg so saman við hinum HBarunum. Hetta segði Hans Fróði Hansen, tá vit eftir dystin mikukvøldid fregnaðust, hvor orsøkin er til, at hann tóktist vera so ógvuliga væl fyri, sterki miðverjin duldi ikki, hví hann leggur so ógvuliga nógv fyri. Hann hevur leingi havt ein dreym um at sleppa at royna seg sum yrkisspælari uttanlands og helst í Onglandi, og tað er hesum møguleikanum, landsliðsmaðurin = stríðist Þyri. Eg havi samband við onkran eingilsktmann, sum fæst við at keypa og selja spælarar, og í kvold var ein av eygleiðarunum, sum liva av at fylgja spælarum, og Europa Cup - meistarakappingin 1. innleiðandi umfarið HB-FC Haka úr Finnlandi 1-1 (0-0) . Í Gundadali mikudagin 14. juli 1999, kl. 19.00 1.750 áskoðarar 1-0: Magni á Lakjuni 47 1-1: Valeri Popovitch 60 HB: 1. Bárður Johannesen - 11. Jóhannis Joensen, 20. Hans Fróði Hansen, 5. Hans á Lag, 2. Bjarki Mohr - 7. Rúni Nolsge, liðformaður, 18. Hallur Dan- ielsen (17. Rói Arting, 70), 6. Jens Erik Rasmussen (15. Eyðun Hentze Højgaard, 80), 19. John Heri Dam (10. Andrew av Fløtum, 64) - 4. Súni Fridi Johanne- sen, 14. Magni å Lakjuni Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 3. Jákup Eli Olsen, 8. Regin Petersen, 23. Jan Dam og 28. Bárður Mortansson Venjari: lon Geolgau Hjálparvenjarar: Kaj Leo Johannesen og Albert Ellefsen HB fekk einki kort mikudagin 21. juli Liðleiðarar: Skylv Hartvigsson og Sigurð Hansen FC Haka: 1. Panu Toivonen - 11. Jukka Ruhanen, 4. Janne Salli, 2. Tero Penttilå, 5. Jouni Rásánen (16. Tommi Torkkeli, 78) - 7. Oleg Ivanov (10. Kai Nyy- ssønen, 57), 19. David Wilson, 3. Lasse Karjalainen - 24. Jari Niemi (9. Martin Rainders, 88.), 14. Veleri Popovitch, 8. Janne Hyøkyvaara Aðrir í hópinum: 6. Janne Mákelá, 12. Ari Pikkuhuhta, 15. Jukka Rantala, 16. Tommi Rantala, 17. Jussi Oksa, 18. Janni Savolainen, 20. Jaakko Pasanen, 21. Jarkko Okkonen, 22. Kimmi Nurminen, 23. Tarmo Koivu- ranta, 25. Andras Vilnrotter Venjari: Keith Armstrong Hjálparvenjari: Olavi Huttunen Gult kort: Janne Hyøkyvaara 83 Dómarakvartett år Póllandi: Ryszka Miroslav, Ry- backi Slawomir, Bartosik Lukasz og Granat Jacek. UEFA umbod år Tyskalandi: Wolfgang Riedel Seinni dysturin verdur i Valkeakoski i Finnlandi hugdi at dystinum. Men eg dugi einki at siga um, nær og hvar talan verður um eina nýggja roynd, sigur Hans Fróði Hansen, sum eftir landsdystin í Skotlandi í oktober í fjør royndi seg í einum skotskum felagi. Tá var ætlanin, at hann eisini skuldi fara til Onglands, men ta ferðina kendi Hans Fróði Hansen seg troyttan og móðan av fótbólti, at hann kom heim aftur. Nú er hann væl fyri og bíðar spentur eftir møguleika- num Sum móti KI og B36 Hans Fróði Hansen hevur tey bæði seinastu árini fing- ið nógvar altjóða royndir á landsliðnum, og hann held- ur ikki, at finska mótstøðu- liðið var nakað serligt: - Eg kendi tað ikki nógv ødrvisi, enn tá vit spæla móti KI og B36. Tá er mót- stødan stór, og eg haldi ikki, at hon var stórri í dag Heldur tú, at tú styrkti um møguleikarnar at fáa sátt- mála í útlandinum? - Avrikid hjá mær mugu onnur dóma um. Í síni heild haldi eg, at tað gekk væl, men eg iðri meg um, at eg í einstøkum fórum gjørdi púra óneyðug mistøk, sigur ein sjålvkritiskur Hans Fróði Hansen, sum uttan iva var besta maður á HB lið- num. jh — Eg venji tvær ferdir um dagin, og eg kenni meg at vera væl fyri. Arbeidsdagurin byrjar klokkan niggju, og å veg til arbeidis venji eg, og eftir arbeids- tid venji eg so saman vid hinum HBarunum, sigur Hans Fróði Hansen. Mynd: Alvur Haraldsen GÍ og Laudrup eiga Um tað verður mett um til- takið á Tørsvølli miku- kvøldid út frá áhuganum, sum áskoðararnir sýndu dystinum, so kann ikki ann- að sigast, enn at tað eydn- aðist heilt væl. 1.750 áskoð- arar vóru og hugdu at. Í HB høvdu tey vónað, at áskoð- aratalið fór at rókka teimum fimtan hundrað, og tí eru tey sjálvsagt fegin um, at talið var uppaftur stórri enn so, men so skal eisini leggjast afturat, at teir fingu ikki at- gongugjald frá øllum å- skoðarunum: — Eg veit ikki tað heilt neyva talið, men tað er ikki langt við síðuna av, tá eg sigi, at talið á teimum, sum ikki rindaðu atgongugjald var onkra staðni millum fýra og fimm hundrað. Grunnurin Tórsvellur eigur sambært avtaluna millum felagið og grunnin tvey hundrað atgongumerkir, og so lótu vit eisini atgongu- merkir til tey feløgini, sum eru stuðlar hjá okkum, sigur Gunnar Mohr, formaður í HB, ið er væl nøgdur við, at tað í hesum fyrsta tiltak- inum, sum felagið hjá hon- um skipaði fyri á Torsvølli, gekk væl at fáa HB stuðlar at taka sær av nógvu ódn- unum í vaktarskipanini og at hjálpa til á annan hátt eisini. Motstødulidini telja nógv HB hevur luttikid í euro- peiskum kappingum á hvørjum ári síðani 1993. Askoðarametið í Europa Cup á Svangaskarði eigur GI. Metið varð sett, tá Galsgow Rangers var á Svangaskarði mikudagin 23. juli í 1997. Ta ferðina møttu 2.500 áskoðarar upp, og tad var tvifalt metinum frammanundan, ið varð sett, tå KI sum tað fyrsta før- oyska felagið nakrantíð í august 1992 spældi í Eur- opa Cup á heimavølli. KI luttók í undanumfari- num til meistarakappingina, og umleið 1.200 áskoðarar sóu Toda Jónsson úr stórari fjarstødu senda í saman- komingina, Olgar Daniel- sen skora og Skonto Riga vinna 3-1. Størsta áskoðaratalið hjá HB undan mikukvøldinum framvegis metið var 23. august 1994, tá 550 áskoðarar sóu Motherwell vinna 4-1 á Svangaskarði (Andreas F. Hansen skoraði ta ferðina fyrsta europeiska málið fyri HB). Føroyski fótbóltsáskoð- arin er vorðin meiri kritisk- ur, bæði tí tað kennist meiri gerandis, at útlendsk fót- boltsfeløg og landslið spæla í Føroyum, og ti at nógv meiri fótbóltur er at síggja í sjónvarpinum nú, enn tað hevur verið tað áður. Tá Glasgow Rangers vitj- aði, var tað serliga tann so nógv umrøddi Brian Lau- drup, ið dró nógv fólk á Svangaskarð, tå GI hevði heimavøll í fyrra dystinum móti Glasgow. Meta seint Veðurlíkindini hava nógv at siga, tá tey, ið ikki er púra bitin av fótbóltinum skulu taka støðu til, um tey skulu seta seg niður og vera sit- andi í føroyska summar- kvøldinum í knappar tveir tímar, og sjálvandi hevur tað nakað at siga fyri áhug- an millum áskoðararnar, um føroyska liðið hevur nakran møguleika, og tað vil oftast siga, at áhugin er størri, um fyrri dysturin verður spæld- ur í Føroyum. Men at áhug- in millum havnarfólk at síggja Europa Cup verður stórri, nú tað ber til at spæla í Gundadali, er eingin ivi um. Harafturímóti er tað at undrast á, at áskoðararnir vóru so seinir í Gundadali. Tá klokkan var tíggju min- uttir í sjey vóru neyvan fleiri enn fýra hundrað fólk á Tórsvelli, og streymurin linkaði ikki fyrrenn eitt lítið korter var farið av dysti- num. Tað var týðuligt, at hetta var dómaranum til stóran ampa. UEFA um- boðsmaðurin hevði givið loyvi til, at dysturin kundi spælast, sjálvt um eingin girðing er um vøllin, og tå áskoðararnir — sjálvt um vaktarmenninir gjørdu sítt ítarsta — næstan gingu inni á vøllinum, var tað týðuligt, at talan var um eina støðu, sum pólverski dómarin ikki tóktist heilt álvuligur við jh