Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-17, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 17. juli 1999síða 5

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 134 - 17. JULI 1999 tíðindablaðið Elin Reinert Planck, leiðari í Kvinnuhúsinum: Minni enn helvtin av kvinnunum fara heim aftur Harðskapur var orsókin til nærum helmingin av áheitanunum, Kreppumidstødin í Kvinnuhúsinum fekk í fjór. - Tær flestu kvinnurnar hava funnið seg í harðskapi í nógv ár. Nókur dómi eru av og á um serliga grovan harðskap, men vit hava ikki varhugan av, at harðskapurin í dag sum heild er grovari í mun til fyrr, sigur Elin Reinert Planck, leiðari í Kvinnuhúsinum í Havn Turip KJØLBRO Tað eru níggju ár síðani Kvinnuhúsið í Havn fór at virka. Kvinnuhúsið hevur øll hesi árini virkað sum kreppumidstød hjá fólki, serliga kvinnum, sum av eini ella aðrari orsøk eru komin út, har tey ikki grynna longur. Hesi árini er stór broyting farin fram í hugburðinum á fólki, - tað kennist enn at vera eitt stórt niðurlag at viðganga, at ein og eins næstu mugu hava hjálp. men ein bati er at hóma í so máta, og fólk eru vorðin meiri opin um hesi viðurskifti. Enn sum áður er harð- skapur í parlagnum ella hjúnalagnum ein atvold til kreppuna hjá tí einstaka, sum vendir sær til Kvinnu- húsið. Í fjór komu 313 á- heitanir til húsið, harav 151 vóru mál, har harðskapur var uppii. Harðskapur er bæði likamligur og sålar- ligur harðskapur. Arið fyri komu 387 áheitanir og tá vóru 72 av harðskapsávum. Í 1996, 1995 og 1994 vóru tølini ávikavist 434, 518 og 316, og harðskapstólini 76, Elin Reinert Planck, leiðari i Kvinnuhúsinum. 94 og 123. Hvørja ferð fólk venda sær til Kvinnuhúsið, verður eitt hagtalsblað fylt út, har skrivað verður á, hvor or- søkin er til kreppuna hjá hesum einstaka. Sum skilst er ymiskt, hvussu nógvar áheitanir koma um hjálp, nógv verða hjálpt igjøgnum ráðgeving, meðan onnur gista í Kvinnuhúsinum í styttri ella longri tíðarskeið. - Orsøkirnir kunnu vera rættiliga nógvar og ymiskar til, at fólk koma í kreppu Tað kunnu vera fíggjarligir trupulleikar, sundurlesing, hjúnaskilnaður, samveru rættur, misnýtsla, ótrúskap ur, blóðskemd, neydtøka, sálarligir trupulleikar, og ymisk mentan, sigur Elin Reinert Planck, leiðari í Kvinnuhúsinum. Fordómar Hetta seinasta, at ymisk mentan er atvoldin til trup- ulleikar, hevur vundið meiri upp á seg seinastu fáu árini. - Vit fáa nakrar áheitanir um árið frá føroyingum, ið liva saman við fólki av oðr- um etniskum uppruna, sum eru í kreppu. Hetta hevur ikki verið so nógv frammi áður, men av tí, at fleiri føroyingar fáa sær maka av øðrum uppruna, koma fleiri slíkar áheitanir. Tað er ikki altid eydnan, og als ikki um viðkomandi ikki hevur gjørt sær greitt, hvat tað vil siga, at eitt heilt fremmant fólk kemur til Føroya, sum ikki kennir til mál og mentan, og sum ikki hevur nakað netverk her. Vit hava vitað, at grønlendskar kvinnur mangan standa illa í tí, tá ið tær koma til Føroya, um einki verður gjørt fyri at integrera tær her - Føroyingar eru á tremur við fordómum. Eg loyvi mær at ivast í, um nógvir føroyingar eru fegnir um, at dótturin ella sonurin finna sær ein littan maka ella ein maka av øðrum etniskum uppruna. Fólk av øðrum etniskum uppruna og sum kanska tosa vánaligt føroy- skt, hava tað ikki altíð so lætt í Føroyum. Tað er sjón fyri søgn, at tey hava trupult við at finna eina íbúð til dømis. Altid ein utvegur Harðskapur kann vera so nógv, men hóast harðskapur var atvoldin til helmingin av áheitanunum í fjør og at tal- ið var meiri enn tvífalt so Mynd:Álvur Haraldsen stórt sum árið fyri, metir leiðarin í Kvinnuhúsinum, at talan er um sama slag av harðskapi sum áður. Tey hava ikki lagt merki til, at harðskapurin er grovari. - Nøkur dómi eru av og á um grovan harðskap, har viðkomandi noyðist tl lækna. Hesi, ið eru út fyri harðskapi, vilja helst ikki til lækna, uttan tað er alneyð- ugt, tí tað er framvegis skomm. Og tá ið kvinnur noyðast á skaðastovu ella til lækna av hesum ávum, upp- geva tær aðra orsøk til „.ó- happið“ - Fólk eru meiri opin um hesi viðurskifti í dag enn fyri fáum árum síðani. Sum oftast kennir konan, sum verður bukad, onkran, sum hevur verið í somu støðu og sum vísir til Kvinnuhúsið. I dag eru kvinnur greiðar yvir, at tað er ein útvegur, sigur Elin Planck. Tað eru serliga kvinnur í aldrinum 30-50 ár, ið venda sær til Kvinnuhúsið, men eisini heilt ungar kvinnur, ið koma við småbørnum - Tær flestu hava funnið seg í harðskapi í nógv ár Uttan mun til, hverja loysn kvinnurnar, sum gista í Kvinnuhúsinum, velja, fáa tær at vita, at tær eru altíð vælkomnar aftur, men vit vorðin síggja ikki nógvar aftur. Tá ið vit síggja somu konuna aftur, hendir tað áðrenn eitt ár er farið, síðani hon gisti í húsinum. Hesar eru umleið 1-2 um árið Leiðarin í Kvinnuhúsi num metir. at minni enn helmingurin av kvinnunum ið koma í húsið, fara I aftur Tær, sum num í eitt $ fara ikki heimaftur, men velja ein annan útveg. Onk ur kemur og er í nakrar dag ar, til tað a larringasta hevur g heima Hetta er vanliga ein kona, sum hevur livað saman við einum mis nýtara í åravis, - hann hevur kanska tørn, hevur gjørt eitt ella annað, so hon má ríma, men tá ið hann so verður edrúur aftur, fer hon heim- aftur. Vit fáa eisini samband við konur, sum hava verið í parlagnum í fleiri ár vegna børnini. Tær síggja fyrr ella seinni, at tær hava børnini sum umbering fyr einki at hava gjørt. Børni hava í øllum førum ikki gott av (1. Elin Reinert Planck sigur at tað er avgjørt tørvur á eimi gista í húsi ongri tíðarskeið lagt seg brúkt vidgerdarstovu, har por við trupulleikum í parlagnum. kunnu fáa hjálp. Kvinnu húsið hevur sum er ikki ork u til at hesa uppgavuna www.nummar.fo føroyska telefonbókin á internetinum FOROYA Eftinarn Virki Lena Angra Telefonbókin er nú tok á internetinum. Fleiri eru møguleikarnir at leita ávísa felagnummarið fram * Einfeld leiting: er niðast í hogra horni á forsíðuni * Økisleiting: klikk á eitt av okjunum á Foroyakortinum * Víðkað leiting: tá ið fáir upplýsingar eru tokir Ikki er neyðugt at skriva alt navnið ella gøtunavn, men bara t.d. ein part av ti. Roynið t.d. í Einfeld leiting niðara felti Eftirnavn/virki at skriva: teleb Virki/stovnar! Lesið meira um lýsingarmeguleikar undir slóðin lýsingar