Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-20, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. juli 1999síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

16 rskotinum Íra kappingunum endaðu í maí I síðstu viku kom UEFA flash, sum europeiska fót- bóltssamgongan gevur út, fyri juli mánaða, og har verður í greiðum yvirlitum sagt Ira, hvussu pengarnir eru lutaðir millum feløgini, sum hava tikið lut í kapp- ingunum og til fótbóltssam- bondini í teimum londun- um, ið vóru umboðað í kappingunum. Sambært yvirlitið eru inn- tøkurnar, sum føroyskur fótbóltur tilsaman hevur ( n fingið burturúr teimum trimum kappingunum síðsta fótbóltsár, 590 túsund sveisiskir frankar, og tá vit leggja teir 50 túsund frank- irnar afturat, sum verða latnir fyri Intertoto Cup lut tøkuna, so koma vit uppá 640 túsund frankar. Virðið á sveisiska frankinum er um- leið 4.60 krónur og til tað Fótbóltssamband Førova og tey fýra feløgini, sum vóru við í Europa Cup og Intertoto Cup í fjør, hava fingið umleið 2,944 millión- ir krónur fyri luttókuna. Hetta er ikki orsakað av, at tað úrslitaliga gekk so siga, at tíðindablaðið e-mail: emil(Qsosialurin.fo Sosialurin - Box 76 - 110 Tórshavn - Tlf. 31 18 20 - Fax 31 47 20 í Europa Cup í treytirnar eru ikki tær bestu, men um tað gongur, sum nógv tykist benda á, at tað fer, og HB harvið fær minstu upphæddina fyri at taka lut í europeisku meist- arakappingini, so kunnu teir í HB ugga seg við, at tað verður ikki so galið alíka- væl, tá teir um eitt lítið ár fara at fáa eina flyting frá UEFA B36 var meistari í 1997 og tískil áttu teir rættin til Eu- ropa Cup luttøkuna í 1998/- 99. Arstalsfelagid royndi at fyrireika seg væl, men hóast tað taptu teir 4-1 og 1-0 móti Beitar úr Jerusalem. UEFA flutti mitt í juni um- Fótbóltssambandið 230 túsund sveisiskar frank- ar til B36 (80 túsund í lut- tøkugjaldi og so verða teir leskaðir við 150 túsund sum plástur á sárið, tí teir rukku ikki luttóku í bólkaumfarin- um í meistarakappingini), og tá Kjartan Mohr, kassa- meistarin hjá B36, hevur vekslað pengarnar til danskar krónur, er saldoin hjá B36 hækkað við 1,058 milliónum krónum, og sjálvt um tað plagar at vera sagt, at B36 eigur nógvar góðar vinir, sum stuðla fel- agnum væl, og sjálvt um sjálvandi nakað fór burtur- av til venjingarleguna í Jugoslavia og til ferðina til Jerusalem, so er hetta ikki vegls iggju hundrað Hini feløgini GI luttók i fjør i steypa- kappingin og HB i UEFA kappingini. GI spældi moti wwarska MTK ur Buda pest, og gøtumenn taptu 3-1 á heimavølli og heili 7-0 á utivølli. HB vann 2-0 å heimavølli og tapti Olavsøkudag 4-0 í Vaasa í Finnlandi. Tá liðini koma longri í kappingunum enn innleiðandi umfarið, so fáa tey gjald fyri hvønn javnleikin og sigurin, sum tey vinna, men í innleiðandi umfarinum fær bara saml- aða vinnarin meir pengar Tað fær hann fyri at luttaka í seinna innleiðandi umfar- inum. GI og HB fingu í síðsta mánaði 80 túsund sveisisk- ar frankar í part ella 368 túsund krónur, og so kunnu teir í HB iOra seg um, at teir á ferðini til Finnlands ikki megnaðu at halda tørn um 2-0 leiðsluna, sum teir høvdu vunnið sær í fyrra dystinum. Høvdu teir tað, so høvdu teir fingið 80 tús- und sveisiskar frankar aft- urat á bókina. Øll liðini, sum taka lut í Intertoto Cup fáa 50 túsund sveisiskar frankar fyri hvørt umfarið, sum tey spæla í, og tað vil siga, at hetta er upp- hæddin, sum VB fekk í fjør, tá teir spældu í Kekkia, og hetta verður upphæddin, sum GI fær í ár fyri sína ferð til Bosnia. FSF skorar Tað eru fótbóltssambondini í limalondunum, sum „9 milliónir til øroyskan fotbolt ri million, og FSF fekk n NR. 135 - 20. JULI 1999 Lesið eisini ítróttin á internetinum www.sosialurin.fo Hóast tað kann tykjast so í løndunum rundan um okkum, so eru tað ikki småpengar, talan er um hjá føroysku feløgunum, sum nú fáa pengar fyri europeisku luttøkuna í fjør mynda UEFA felagsskapin, og hesi hava gjørt av, at fótbóltssambondini í teim- um limalondunum, sum hava lið við í Europa Cup kappingunum skulu fáa 200 túsund sveisiskar frankar fyri tað. Fyri stóru fótbóltssam- bondini — til dømis tað týska, ítalska, spanska, eing- ilska, hollendska og ivaleyst eisini fótbóltssambondini í norðurlendsku grannatjóð- unum hjá okkum — eru hetta ikki nógvir pengar, men hjá Fótbóltssambandi Føroya kemur tað heilt vist væl við, at europeisku kappingarnar kasta 900 tús- und krónur av sær til felags- skapin. Upphæddin man vera eins væl komin, sum pengarnir frá UEFA eru, ið koma fyri luttóku í EM undankappingini. Tey stóru skora mest 2,9 milliónir krónur eru nógvir pengar eftir føroysk- ari alin, sjálvt um feløgini hava útreiðslur av at taka ferðast til útidystirnar og kanska eisini til venjingar- legur. Men upphæddirnar eru fyri einki at rokna aftur- ímóti tí, sum rennur niður í kassan hjá feløgunum, ið megna at spæla seg í bólka- kappingina í meistarakapp- ingini og ikki at tala um tey, sum spæla seg víðari úr bólkaspælinum. Tey 24 liðini, sum í heyst vóru í bólkaspælinum, fingu øll tvær milliónir sveisiskar frankar fyri at røkka so langt, og harafturat hava tey fingið eina millión frankar fyri hvønn sigurin og 500 túsund frankar fyri hvønn javnleikin. Hetta hevði t.d. við sær, at norður- lendsku liðini fingu nógv burturúr, sjálvt um tey ikki megnaðu at spæla seg í fjórðingsfinaluna. Brøndby fekk 3,5 milliónir sveisiskar frankar ella 16,1 milliónir krónur, HJK Helsinki fekk 45 milliónir frankar ella 20,7 milliónir krónur, og Rosenborg fekk 5,5 milli- ónir frankar ella 26,75 milliónir krónur. Tølini eru so stór, at tað næstan ikki ber til at ímynda sær, hvønn tydning tað hevur fyri feløgini at koma í bólkaspælið, men tølini eru fyri lítið at rokna, tá sammett verður við upp- hæddirnar, sum finluliðini í meistarakappingini fingu á sína konto. Manchester United vann finaluna móti Bayern Miinchen, men týska liðið vann fleiri stig í innleiðandi umfarinum, og tað ger, at teir fingu eitt sindur meiri. Fyri sigurin í finaluni fekk Manchester United fimm milliónir frankar, og fyri at vera hin parturin í finaluni fekk Bayern Minchen fýra milli- ónir. Í alt fingu týskararnir 20,165 milliónir frankar ella 92,759 milliónir krónur burturúr Europa Cup, með- an Manchester United fekk 89,735 milliónir krónur. Tølini hjá teimum størstu í Norðurlondum og teimum størstu í Europa ljóða av ógvuliga nógvum. Upp- hæddirnar hava stóran tydning fyri feløgini, og hó- ast upphæddirnar, sum før- oysku liðini fáa burturúr, eru nógv lægri, so man týdningurin uppá seg ikki vera so nógv minni. Tað eru milliónin og tær nógvu hundrað túsund krónurnar, sum tað fer at verða kappast um, tá tað um tvær vikur verður farið undir aftur landskapping- ina heima á landi. jh A —