Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-20, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. juli 1999síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

aA Fótbóltur: HB venur í Finnlandi fyrrapartin í dag og aftur í morgin. Dysturin verður klokkan fimm føroyska tíð HB skal í annadkvøld royna seg í Europa Cup í Finnlandi. Ferðalagið fór úr Vágum á middegi í gjár, og sambært ferðaætlanini skuldu teir vera á Tampara í gjarkvøldid klokkan 20.30 finska tíð. I Finnlandi er klokkan tveir timar undan føroysku klokkuni. HB ferðalagið skuldi erðast um Keypmanna- navn og Stockholm, og tå teir vóru komnir til Tam- para skuldu teir koyra í bussi tjúgu kilometrar. Mál- ið er Valkeakoksi, sum er ein byur å umleid somu stødd sum Havnin. Tað er i nesum bynum, at FC Haka heldur til, og tað er her, at seinni dysturin í fyrra inn- leiðandi umfarinum í euro- eisku = kappingini fyri meistarar verður spældur í annadkvøld klokkan 19 finska tíð ella klokkan 17 føroyska tíð. Ætlanin var, at HB fyrra partin í dag klokkan 10.30 lokala tíð skal venja á vøll- inum, har dysturin verður spældur í annað kvold, og møguliga verður ein løtt venjing á skránni i morgin eisini. Atjan spælarar eru við á ferðini, og hesa ferð eru bæði Jan Dam og Jákup Eli Olsen klárir at spæla. Gekk væl Sunnudagin = spældi FC Haka í landskappingini, og úrslitið bendir ikki á, at teir hava verið serliga troyttir av ferðini til Føroya. FC Haka vann 3-0 å TPS, sum stríðist fyri at sleppa undan niðurflyting. HJK úr Helsingfors eru næstu kappingarneytarnir hjá FC Haka, og fyri mót- stóðuliðið hjá HB kom tað væl við, at HJK tapti sunnu- dagin. Nú er munurin mill- um tey bæði oddaliðini økt- ur til fimm stig, og harvið er sannlíkið = rættuliga stórt fyri, at FC Haka fer at end- urtaka meistaraskapin, sum teir vunnu í fjør. Í fyrstu at løgu verður kappast í 22 umfør. Atta tey bestu liðini fara víðari í eitt endaspæl, har liðini spæla eina ferð móti hvørjum ðrum. Øll stigini frá teimum 22 fyrstu umførunum telja við í enda- spælinum. I fjør spældi HB i UEFA Cup móti VPS Vaasa. Tað gongst einki serligt hjá teimum. VPS telist millum tey fýra liðini, sum eru stødd niðanfyri strikuna, og tað vil siga, at nógv bendir á, at luturin hjá VPS verður at stríðast fyri at sleppa undan nidurflyting, og har- við tykist einki benda á, at teir sleppa úr í Europa at spæla komandi ár. Samlaði vinnarin av teim- um báðum dystunum mill- um HB og FC Haka skal Olavsøkuaftan spæla á heimavelli móti Glasgow Rangers úr Skotlandi. Sambært Olavsøku- skránni skal B36 spæla ól- avsøkuaftan móti GI, með- tíðindablaðið | | | t | | | UR Magni á Lakjuni skeyt málið hjá HB i 1-1 jav nleikinum móti Haka á Tørsvølli í síðstu viku. Her sleppur málsókni fuglfirðingurin framvið KÍ málverjanum Stephen Boyle í hålvfinaluni í kappingini um legmanssteypið fyrr í ár. Returdysturin millum HB og finsku meistararnar verður í annadkvøld klokkan 17.00 føroyska tíð Mynd: Alvur Haraldsen an HB 6lavsøkudag skal spæla moti Herfølge. Neyv- an nakar roknar við, at tað verður neyðugt at broyta Olavsøkuskrånna, men tað er framvegis teoretiskur Fótbóltur: Landsliðsmaðurin fer neyvan at spæla nógv við TB eftir summarfrítíðina Sunnudagin fór einasti TB maðurin á landsliðnum og einasti landsliðsmaðurin í 2. deild av landinum. Aft- asti skansin á landsliðnum Óli Johannesen er ein av okkara royndastu lands- liðsspælarum. Nú roynir hann seg í AGF í Árhus gav til kennar yvirfyri Ítr- óttarsosialinum, tå lands- liðið spældi heimadystir- nar móti Skotlandi og Bos- nia-Hersegovina, at nú hann var liðugur við lær- araútbúgvingina heyði hann hug at royna, um tað fór at bera til at spæla utt- anlands. Vit skilja á lagnum, at ætlanin hjá TB manninum er at útbúgva seg víðari í Aarhus. Samband er fingið millum AGF og Óla Jo- hannesen, og í hesi vikuni skal Óli venja við super- møguleiki fyri. at HB skal spæla móti Glasgow Rang- ers. Um teir so fara at heita á B36 um at spæla móti Herfølge, ella um teir fara at biðja Jákup Mikkelsen Óli Johannesen roynir seg í AGF liguliðnum hjá AGF. Teir í Aarhus kunnu, um teir hava hug, á upptøkum staðfesta, hvussu miðverjin á landsliðnum hevur staðið seg, tá hann og liðfelagar- nir hava spælt undir stór- um trýsti, men nú hava teir so møguleikan við egnum eygum at síggja, hverjar dygdirnar hjá Óla Jo- hannesen eru. Um Oli flytir av landin- um, so fer tad at hava vid sær, at TB skal stríðast fyri teimum ovastu plåssunum í 2. deild uttan tann spælar- an, sum hevur verið tann drúgvasti hjá teimum í mong ár, sjálvandi burtur- www.sosialurin.fo og teir um at halda seg niðri á flatlondum hava vit einki hoyrt um enn. men tað vita vit kanska meiri um í more in jh sæð frá 1997, tá hann hjálpti B36 at vinna FM heitið. Higartil hevur Óli Jo hannesen spælt 39 lands- dystir, og tað er einki at iv- ast í, at dystartalið fer at fjølgast — ikki minst um tað eydnast honum at stríða seg inn í superliguhópin hjá AGF. Stórfelagið í Aar- hus skal í fyrsta umfarinum í nýggju superligu kapping- ini spæla á útivelli móti AB. Tað verður komandi sunnudag klokkan 15. og tað man vera heilt víst, at Oli Johannesen á ongan hátt fer at koma uppá tal til tann dystin. jh