mikudagur 21. juli 1999síða 2
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
internet: www.sosialurin.fo
Útoyggjamenning-
jarðarspurningurin
Oddagrein
FLESTU foroyingar harmast um, at útoyggj-
arnar eru um at avtoftast, tí gerast útoyggjar-
nar manntómar, eru Foroyar fátækari samfel-
agsliga og mentannarliga. Samstundis ásanna
óivað flestu føroyingar, at tað verður torfort at
fáa fólk at búsetast í útoyggjum og fjarskotnum
bygdum, um ikki nakað munagott hendir.
TAÐ er eydnast fugloyingum at seta henda
ahugaverda spurningin i brennidepilin, og tað
er at vóna, at logmaður ger álvara av ti hann
lovaði fundarfolkunum; at seta eina arbeiðs-
nevnd at viðgera stoðuna og framtíðina hjá
útjaðaranum.
TAÐ eru óivað nógv góð hugskot um, hvussu
tað kann gerast liviligari á smáplássunum, og
nøkur vóru nevnd á fólkafundinum, men logið
er, at ongin roðari tók tann mest åtrokandi
spurningin - jarðaviðurskiftini- av álvara upp
a tunguna
TAÐ skal annað til enn jørd og búnaður, men
tað sleppst ikki undan, at jørdin og møgu-
leikarnir í henni, saman við tað sum havið
gevur, verður tað grundleggjandi tilfeingið.
SJALVANDI kann dúvast nakað upp á små-
ídnað, kunningartokni og ferðavinnu, men tað
verður neyvan annað enn ein hjávinna hjá
teimum flestu í útoyggjum, og ungar familjur
seta seg ikki niður, um tey ikki hava eina
hampiliga trygga inntoku, so tey eisini kunnu
njóta nakrar av moguleikunum og tænastun-
um, vælferðarsamfelagið gevur.
NU var fólkafundurin í Fugloy og har er tað
soleiðis, at stórur partur av jorðini er óðal, og
meginparturin av óðalsmonnunum býr aðra-
staðni, og kanska uttanfyri landoddarnar eisini.
Tað sama ger seg galdandi í Mykinesi, har
helvt um helvt er óðals og kongs. Óðalsfólkini
eru eini 90 í tali og tey sum búgva í Mykinesi
hava bert ein lítlan part.
TAÐ er ikki lætt at siga hvat rættast er at
gera, men ein tann fyrsta fyritreytin fyri, at
fólk í útoyggjum kann liva og mennast, er, at
tey fáa brúksrættin til jorðina. Um jørdin skal
savnast á nakrar óðalsgarðar ella festi er so
eymur spurningur, at verður hann tikin upp,
hendir einki, tí jørðin er ein heilag kugv. Men
tey sum búgva í útoyggjum mugu fáa brúks-
rættin til jørðina.
HARUMFRAMT eru hugskotini um ein ar-
beiðsbólk, útjaðargrunn og útoyggjaráð frálík,
tí nakað má gerast og arbeiðspláss kann líka
so væl liggja í Fugloy sum í Klaksvík, treytað
av at flutningur til oynna og av oynni ikki kostar
meiri.
NU er líkt, at vit fáa ein arbeiðsbólk at viðgera
hendan áhugaverða spurning, men var ætl-
anin við ætlaða okisgranskingardeplinum í
Klaksvík ikki júst at kanna slik mál sum økis-
menning?
OFTA kann prátið um útoyggjar og smápláss
tykjast í so romantisk, men nú leikar á, og tá
allir politisku flokkarnir eru samdir um at nakað
má henda, so eiga vit at taka teir upp á orðið
og rokna við, at nakað hendir. Tað hava út-
oyggjarnar og Foroyar uppiborið.
Sosialurin
Eirikur Lindenskov
Abyrgdarblaðstjóri: | Marknaðardeild:
Jan Múller | Jonhard Hammer
| Dagbjørt S. Hansen
Blaðstjóri: |
Blaðfólk:
Aki Bertholdsen,
Turið Kjølbro
John Johannessen
Dagfinn Olsen
| Sveinur Tróndarson
ítróttarskrivari:
Emil L. Jacobsen
Myndamenn:
Jens Kristian Vang
Alvur Haraldsen
Útgevari, uppseting og prent: |
Sp/f Sosialurin
Bústaður: |
Argjavegur 26, Argir
Postadr: Postsmoga 76,
110 Tórshavn |
Telefon: 311820 |
Telefax. 314720
e-mail:
post & sosialurin.fo
Onki kemur av sær
sjálvun uttan lummaull
Hesa tíðina av árinum fegn-
ast vit oll saman við okkara
skúlaungdómi um at avge-
randi prógv eru fingin í hús
Prógv. sum lata upp fyri
framtíðar = lesandi og
ætlanum.
Hesi prógv eru ofta
grundarlagið undir skap-
anini av einari eydnuríkari
framtíð fyri unglingarnar
sum einstaklingar, men so
sanniliga eisini grundarlag-
ið fyri einari ljósari framtíð
fyri Føroyar og alt føroya
folk.
Fyrsti spurningurin
Ti er tad rætt at spyrja bædi
unglingarnar vid nyvunnu
progvunum og restina av
føroya fólki, um vit hava
givið okkum nóg gott far
um, at tað er tann rikis-
felagsskapur, sum Føroyar
eru ein týðandi partur av,
sum gevur okkara uppvaks-
andi ættarliði tær góðu um-
støður og góðu sømdir
annars til fullgóða útbúgv-
ing og kunnleikaneming í
heila tikið.
Nýfloygdir hava okkara
ungdómar frítt at fara út í
fremmand lond á líka fót
við oll onnur í ríkisfelags-
skapinum. Í lummanum
hava teir onga lummaull,
men har aftur ímóti m.a.eitt
ES-pass, sum útvegar bæði
lærupláss og praktiskar
royndir, ikki bert i Dan-
mark, men runt alt Europa.
Hetta er bert eitt av teimum
mongu positivu árinunum
av rikisfelagsskapinum.
Næsti spurningurin
Ti er tað eisini rætt at spyrja
bæði = ungdómarnar og
restina av føroya fólki, um
tit geva tykkum nóg gott far
um, at samgongan afturfyri
núverandi landsstýri virkar
fyri at forkoma tykkum
hesum grundlógarfestu
rættindi, sum so nógvir før-
oyingar higartil hava notið
gott av , og sum tit ung-
lingar eisini fram yvir
kunnu nýta gott av.
Veruleikin er, at tað val-
frælsið, sum loysingarmenn
ynskja sær uttan fyri
ongjgarðarnar, tað valfræls-
ið hava tit longu allan rættin
til gjøgnum ríkisfelagsskap-
in. Og tað valfrælsið missa
tit heilt av sær sjålvum, tá
loysingarmenn hava fingið
teirra vilja.
Og hetta valfrælsið fáa vit
teir beinleiðis
oman á
materiellu fyrimunirnar av
rikisfelagsskapinum, td.
blokkstuðulin uppá umleið
eina milliard krónur.
Ongin føroyingur, ungur
ella eldri, kann vera í iva
um, at tað er sambands-
flokkurin, sum hevur
tryggja okkum ríkisfelags-
skapin. Skuldi onkur havt
hug til at neynt Javnaðar-
flokkin, verandi formenn
Javnaðarflokksins tóku fult
undir við loysingarpartinum
av samgonguskjalinum.
Á lítlari samkomu í sam
band vit sínari føroyavitjan
tók Mærsk Mackinney
Møller í einum heilt øðrum
sambandi enn eg her um-
rødi fram gamla orðatakið.
“Onki kemir av sær sjálvum
uttan lummaull”.
Triðji spurningurin
Hetta fær meg til at spyrja
okkara loysingarmenn, sum
vilja blaka burtur allar fyri-
munirnar frá ríkisfelags-
skapinum, tað verði seg um-
rødd valfrælsið, blokk-
stuðulin og allar fyrimun-
irnar, hvat teir ætla ar stea á
staðin.
Enn havi teir onki víst á.
Tí er veruligur vandi fyri,
at teirra einasta itøkiliga
alternativ er framleiðsla av
lummaull.
Mín tridji spurningur til
bæði ungar og eldri før-
oyingar skal tí vera hesin:
Vilja tit hava politiska
lummaull, ella vilja tit verja
og ubyggja teir fyrimunir,
sum ríkisfelagsskapurin
hevur tryggjad, og fram-
haldandi kann tryggja,
tykkum og Føroyum.
Edmund Joensen
Utjadarin blødir,
men einki hendir
Øllum kunnugt verdur ar-
beitt yvir háls og herðar, fyri
at fáa bók frá hondini - Hoy-
dalsbókin - sum skal veg-
leiða okkum føroyingar inn
í næstu old, nú fullveldið
Føroyar er framman stavn.
Hetta er sjálvandi í tráð
við samgonguskjalið, for-
oya fólk kjósaðu sær hin
søguliga dagin, 30. april
1998.
Onnur lyfti, f hesum sama
skjali, menn góvu hvørjum
øðrum, meðan kempu-
kvæðini dunaðu á gomlu
apoteksborgini, eru so
dyggiliga sett til viks.
I gomlu Dimmu gremur
suðuroyartingmaðurin seg
um, at hann ikki fær lands-
stýrismannin í vinnu- og
samferðslumálum at makka
rætt, og halda seg til setn-
ingin í samgonguskjalinum
og tingsins samtyktir.
Tingmaðurin eftirlýsir m
a. dagføring av suðuroya-
siglingini, nú meiri enn 400
dagar eru farnir síðan sam-
gonguskjalid varð undir-
skrivað.
Hann spyr eftir eini
summarferðaætlan, nú ferð-
andi hvønn onsdag trúliga
bíða á Vágskei eftir Smyrli,
sum kortini ikki kemur.
Tingmaðurin sóknast eis-
ini eftir broyttu vidtøkunum
fyri Framtaksgrunnin, nú alt
vinnulív í útjaðaranum er
við at sorlast, ella í ringasta
fóri endar í miðstaða-
røkinum o. s. fr. Ja, hann
metir enntå landsstyris-
mannin i vinnu- og sam-
ferdslumålum sum eitt liv-
andi spøkilsi i andanum å
teimum, ið undan fóru, -
men so hendir einki meir!
Hóast alt hetta grenj, og
alla hesa misnøgd, sæst
einki til nøkur mótmælir.
Okkurt gleps hoyrist av og
á, men hesum letur lands-
stýrið seg ikki nerva av. Teir
eru vælvitandi um, at eingin
av samgongulimunum torir
at ripa navan í borðið og
tíðansheldur at taka avleið-
ingarnar av brotnum avtal-
um.
Meðan útjaðarin er við at
bløda út, er eyðsýnt, at farið
verður varliga um hurðar-
nar. Fullveldisætlanin má
undir ongum umstødum
órógvast - kosta, hvat tað
kosta vil.
Vit hava tíverri alla orsøk
at stúra fyri tí politikki, sit-
andi samgonga og sitandi
landsstýri borðreiða við.
Flemming Mikkelsen
Tøkk
Hjartans tøkk til tykkum øll sum vistu samkenslu
og hjålptu til, tå kæri madur, påpi, verpåpi og abbi
DITLEV JOHN DAM
Tórshavn
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk fyri blómur og kransar og tøkk til øll tykkum,
ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Birita, Heri, Beinta og Annika