Sosialurinarkiv
Sosialurin 1999-07-21, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. juli 1999síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

NR. 136 - 21. JULI 1999 tíðindablaðið Nótamenn vinna mest JÚSTINUS LEIVSSON EIÐESGAARD Í løtuni loysir tað seg væl at vera við nótabátunum og eisini hóast at prísurin er nakað fallandi. Í fjór vunnu manningarnar á føroysku nótabátunum nógv meira enn manningarnar í hinum skipabólkunum og soleiðis hevur verið seinastu fýra árini. Miðal árshýran hjá notamonnunum í fjør var 552.000 krónur, hetta gevur 2968 kronum um dagin,teit 186 dagarnir teir hava verið til fiskiskap. Tølini í Arbókini fyri Føroya staðfesta eisini, at tað gongur upp og niður í fiskivinnuni. Nótabátarnir høvdu tað als ikki so gott fyrru helvt at hålvfemsu num. Smáar kvotur og vánaligur prísur. Men síðan 1994 hevur tað gingið støðugt uppeftir og hýran er trýfaldað seinastu fýra árin Utlitini eru tó ikki tey bestu nú, eitt nú er makr« fallin hjá nótabátunum á vestur strondim í Sudurameriku rættuliga við at tak ' upp aftur eftir keðiliga árini frå streyminum El-Ninio og nógvur fiskur iprisurin i botn. Fiskiskapurin kemur å marknaðin. Við góða úrs litinum seinastu árini skuldu nótabátarnir verið væl konsiloderaðir Inntøkan hjá fiskimon- num hevur sum heild verið góð í fjør og tað er langt síðan at hagtølini hava verið so javnt høg millum allar skipabólkar av týdningi. Eftir nótabátunum, so er hýran best á teimum smáu ísfiskatrolarunum. Teir høvdu í meðal 227 fiski- dagar i fjør og hetta gav eina årsløn upp á 371.000 krónur ella 1635 krónur um dagin tá teir vóru úti. Hóast lønin hjá manning- unum umborð á teimum stóru = hekkutrolarunum, sum royna í Barents- havinum er tann triðhægsta í flotanum og er hækkað seinstu seks árini, so er hon lítið aftur í móti hvat hon var í 1992 og árini framman undan. Arshýran í meðal hjá hesum skipabólki var 345.- 000 krónur móti 551.000 krónum í 1992. Kreppan í 1992 rakti hendan skipa- bólk meint. Dagshýran lækkaði við 600 krónum og hóast bátarnir royndu knappar 300 dagar í 1993, so var endaliga úrslitið 125.000 krónur lægri enn árið fyri. Tveir bólkar eru heilt farnir burturúr føroyska fiskiflotanum, bólkar sum fyrr kundu sýna flott úrslit. Teir eru saltfiskalinuskipini og frystiskipini á hemara og svartkalvaveiðu. = Nýggir bólkar eru komnir afturat. Tróndur í Gøtu Góðar vónir eru fyri gomlum dreingjm at koma inn í lovaða bannaða landið, tá teir koma upp í árini Nøkur goð hugskot til gamlar dreingir Arbókin fyri Føroyar 1999 gevur eina greiða ábending hvar til ber at søkja sær maka, er ein ógiftur og øll vón er ikki burtur, hóast ein er komin eitt sindur upp í árini JÚSTINUS LEIVSSON EIDESGAARD Um ein er gamal drongur, so er ikki neyðugt at fella heilt í fått. Upplivir tú ikki kærleikan á ungum árum, so eru stórir møguleikar fyri at kenna — åstarhitan, tå livsheystid nærkast, ella tå tå fyllir seksti. Arbókin fyri Føroyar slær fast, at vit eiga eitt stórt yvirskot av konufólki frá 60 árum og uppeftir. Í hesum bólkinum funnust tann 31. desember 1998 4.282 kvinnur og 3.672 menn. Hetta merkir at í minsta lagi 610 kvinnur eru stakar. Hyggja vit eftir aldurs- bólkinum beint framman undan, tað vil siga frá 40- 59 ár, so ganga 726 menn stakir. Teir kunnu einki gera við aldursbólkin niðanfyri. frá 20-40 ár, tí har er upp- aftur stórri yvirskot av mannfólki, heilir 1000 mans. Mannfólk í seint í fimti- árunum hava sostatt góðan møguleika at finna eina kvinnu, sum er eitt sindur eldri at deila lívsheystið við. Arbókin slær eisini fast, at menn seinast í fimtiårunum, sum finna eina yngri kvinnu, hava veruliga nakað at bjóða fram, sum teir kunnu vera ernir av. Tí kappingin er sera hørð frå yngri monnum, sum sam- bært náttúrunnar lógum áttu at verið bæði sprelsknari og máttmiklari bæði so og so. Fleiri menn Summi mannfólk velja lívið sum gamal drongur, onnur hava ikki dirvið at finna sær eina konu, men burdartølini í Føroyum eru eisini ein atvoldin, sum tekur eitt sindur av á- byrgdini frá tí ógifta manninum. Okkara sið- venja sigur, at tað er ikki hóskiligt, at fleiri menn eru um hverja kvinnu. Og í Føroyum eru fleiri menn enn kvinnur, so snøgt er tað. Í øllum aldursbólkum, heilt upp til 60 ár eru menninir fleiri enn kvinn- urnar. Hagtølini hjá Ar- bókini sýna eisini at kvinnurnar liva longri. Frá 60 árum og uppeftir vóru við árslok 610 stakar kvinnur í Føroyum og árbókin sigur eisini gomlum dreingjum hvar teir kunnu leita. Størsti møguleikin fyri at finna maka er í Havn. Har eru knappliga 300 kvinnur yvir 60 ár leysar, annars eru leysar kvinnur í hesum aldursbólki at finna í øllum landinum. Syrgilig tøl I Nordoyggjum uttanfyri Klaksvikin er tað einsligt at vera maður í bestu árum millum 40 og 59. Onga aðrastaðni eru so nógvir ógiftir. Í hesum bólkinum eru 133 fólk. Harav 49 kvinnur og 84 menn. Í Sandoynni eru fleiri í hesum bólki 373 fólk, men her eru fleiri gift. Her eru 158 kvinnur og 215 menn. Tað vil siga at 57 ógiftir menn millum 40-59 ár ganga í Sandoynni. I Havn er næstan javnvág í hesum bólki, nakrir fáir manns fleiri enn kvinnur. Góð helvtin gift Arbókin greinar út hvussu er statt við hjúnar- støduni hjá føroyingum. Við árslok 1998 vóru 44.817 fólk busitandi i Føroyum. Av hesum vóru 23.430 ógift. Tølini stuðla væl, at vit hava eitt yvirskot av mannfólki í Føroyum. Av teimum gott 23.000 ógiftu eru gott 10.000 kvinnur og gott 13.000 menn. Tølini skulu sjålvsagt takast eitt sindur vid fyrivarni, ti børn eru við í hesum bólkinum. Við árslok vóru skrásett 17.441 fólk, sum eru gift. Og sjálvsagt er næstan talan um helvt um helvt mann- fólk og konufólk. Hjúnarskilnaður veksur við rúkandi ferð og lítið hjálpir um prædika verðu um bál og brand. Við árslok í fjór vóru 1455 sundurlisin fólk i Føroyum, býtt knapp- liga helvt u helvt millum mann og kvinnu. Onkur er rymdur av landinum ella komin heim orsakad av hjunarskilnaði. Leita vit aftur til 1977, so vóru 437 sundurlisin fólk í Føroyum. Hetta talið er trýfaldað seinastu 20 árini Antin livir maðurin eitt sindur vandamiklari enn kvinnan, ella er hann raskari at gifta seg uppaftur. Við árslok funnust 2482 einkju- fólk í Føroyum. Her av 454 menn og 2028 kvinnur. 4.5 prosent av øllum føroyingur eru einkjur. 3 = Flotin - minkar Føroyski flotin minkaði við 3414 tonsum í fjør og tað eru mest fiskiskip, sum fara út flotanum. 12 skip fóru úr flotanum í fjør, harav 9 fiskiskip. Bert eitt fiskiskip kom inn Tad er nótabáturin Chr í Grótinum ið er 1920 bruttotons Í dag eru 232 skip í før oyska flotanum og hesi eru tilsaman 77.435 tons. An hesum eiga vit 180 fiski skip. 13 farmaskip. 11 ferðaskip og 10 sandbátar Tað finnast 8 skemtibåtar yvir 20 tons í føroyska flot anum. Uppgerðin i Arbók ini eru bert yvir 20 bruttoton Rúsurnar økja ikki um drekkingin Foroyingar di 1 flotan SKID yVu INAI á føroyingurin óspiltur av fríari rúsdre sølu varð drukkið umrokn að til reint alkohol 6.7 litra: av reinum alkoholi pr. fólk yvir 15 ár. Aftan i høvdu fingið rúsdrekka søluna í 1992 lækkaði rús drekkanýtslan pr. fólk í fleiri ár og ikki fyrr enn í 1995 kundu vit síggja eina hækking. Tá varð drukkið 7,2 lítrar av reinum alkoholi pr. fólk. Hetta talið lækkaði so aftur í 1997 niður á 7.0 litur pr. fólk yvir 15 ár. Í fjør var nýtslan 7.0 litur pr fólk yvir 15 ár. Føroyingar nýtast heldur ikki at skammast í mun til okkara grannalond, tá tað snýr seg um rúsdrekka- nýtsu. Vit liggja væl fyri røttu megin. Danir eru mun- andi meira váttligir. Her var í fjør drukkið 12 litur av reinum alkoholi pr. fólk yvir 15 ár. Í Grønlandi uppaftur meira, 13.2 litur. Noreg og Ísland hava lægri tøl 4,6 litrar pr. fólk. Vælvitandi keldur vilja vera við, at norsku tølini ikki eru ålit- andi, tí í Noregi er rús- drekka so dýrt, at fólk ikki hava ráð at keypa. Har verður tí størsta nøgdin av rúsdrekkanum heimabrent og hesin parturin finnst enn ikki í almennu hagtølunum. at vil justinus SA Ongin orsøk var at óttast Einkarsøluna