mikudagur 21. juli 1999síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 136 - 21. JULI 1999
Dømdur
sekur
53 ára gamli maðurin, sum er
ákærdur fyri tilsamans fimm tilburðir
av siðamisbroti og neyðtóku, varð í
gjár dómdur inn at sita í Í ár og 6
mánaðir. Umframt sakarmáls-
kostnaðin, varð hann eisini dómdur
at gjalda tilsamans 80.000,- kr. í
endurgjaldi til genturnar og kvinn-
urnar
RIGMOR DAM
Hóast ákærdi maðurin nokt-
aði seg sekan, metti dómar-
in at frágreiðingarnar hjá
offrunum kundu nýtast sum
grundarlag fyri dóminum.
Dómarin segði, at offrini
vóru hart merkt av tilburð-
unum. Tí bar hann eisini
yvir við, at tær ikki høvdu
boða familjuni ella løg-
regluni frá beinanvegin.
Biða um
umhugsunartíð
Akærdi maðurin var ikki til
staðar tá dómurin varð lisin
upp. Tí boðaði verjin,
Christian Andreassen frá, at
ákærdi fer at umhugsa um
dómurin skal kærast. Um-
boðið fyri ákæruvaldið
segði, at tær vóru nøgdar
við at maðurin varð funnin
sekur í øllum fimm málum,
men at tær eisini fóru at um-
hugsa at kæra dómin. Hetta,
tí tær frammanundan høvdu
kravt minst tvey ára
fongsul.
Børn uppii offrunum
Tilsamans varð maðurin
ákærdur fyri, í fimm førum,
at hava borið seg Osømiliga
at móti ungum gentum og
kvinnum. Akærurnar móti
manninum fevndu um
neydtøku, neydtøkuroynd
og aðra kynsliga samveru
enn samlegu
Maðurin er nú skuldsettur
fyri, at hann skal hava gjørt
seg inn á tvær smágentur, 8
og 12 ára gamlar, og tvær
aðrar gentur, 16 og 17 ára
gamlar, umframt at hann
hevur neyðtikið systir sína.
Akærurnar
Fyrsta ákæran móti manni-
num, fevndi um, at maðurin
hevur neyðtikið systur sína,
sum er 15 ár yngri enn hann.
Hendingin fór fram ein dag-
in, hann vitjaði systrina í
heimi hennara. Dømdi mað-
urin noktaði seg sekan í hes-
um, men varð kortini álagd-
ur, at rinda systrini eitt end-
urgjald á 30.000,- kr.
Næsta málið snúði seg
um, at hann skal hava følt
uppå eina unga gentu. Hetta
var ein 17 åra gomul genta,
sum budi hjå skuldsetta,
meðan hon tók koyrikort.
Ein dagin kemur hann inn f
stovuna og setur seg hjå
henni i sofuni. Hon sigur
einki, men skuldsetti sigur
Eitt år og seks mánaðar i
fongsul fekk tann 53 åra
gamli madurin sum
revsing fyri fimm tilburðir
av siðamisbroti og
neyðtóku
seg skilja á henni, at hon er
villig. Hann játtar at hava
følt uppá hana, at hon smílt-
ist og at einki meir hendi.
Endurgjaldið varð í hesum
førinum ásett til 15.000,- kr.
I málinum um 12 ára
gomlu gentuna, hevði mað-
urin játta at hava følt uppá
gentuna í einum húsi á
bygd, har hann arbeiddi eitt
tíðarskeið. Í hesum førinum
varð hann dømdur at gjalda
gentuni 15.000,- kr. í end-
urgjaldi.
Í førinum við teirri 8 ára
gomlu, var talan um, at
gentan var húsvand í heimi-
num hjá ákærda, har hann
skal hava gjørt seg inn á
hana, ein dagin hon kom
hagar aftaná skúlatíð. Mað-
urin noktaði blankt at hava
gjørt nakað við hana. Kort-
ini varð hann dømdur at
gjalda henni eitt endurgjald
á 10.000.- kr.
Fjórða ákæran fevnir um.
at ákærdi skal hava framt
neydtøkuroynd móti einari
16 ára gamlari gentu, sum
búði hjá skuldsetta meðan
hon var í praktik. Sambært
gentuni skal hendingin vera
farin fram einaferð hon og
skuldsetti vóru einsamøll
inni og sótu og hugdu at
sjónvarpi. Dómarin metti
ikki at haldgóð prógv vóru
fyri at dóma mannin fyri
neydtøkuroynd, men dømdi
sambært einari nakad linari
grein í revsilógini. Maðurin
skal eisini gjalda hesi gent-
uni 10.000,- kr. í endur-
gjaldi.
Maðurin leyslatin
Aftaná avhoyringarnar
mánadagin, gjørdi dómarin
av at leyslata mannin, tí
grundarlag ikki longur var
fyri at afturhalda honum.
Hann segði eisini, at mað-
urin er bæði persóns- og
mentalkannaður, og at einki
er til hindurs fyri at maðurin
er egnaður at sita í geglinum
í Í ár og 6 mánaðir.
tíðindablaðið
— tænastudepil Eimskips í Tórshavn
Í Føroyum er annar av tveimum hevuðsdeplum á leiðunum hjá Eimskip
Men sambandið sjóvegis er bert ein partur av flutningskervi Eimskips
Felagið býður samflutning, vørugoymslu, innanlandsflutning, koyring fyri
viðskiftafólk og hurð til hurð tænastu. Ígjagnum deildarskrivstovur og
umboð uttanlands dagferir Eimskip stødugt tænasturnar, við alla tíðina
at kunna seg um nýggjastu flutningstólini og tervin í teimum ymsu
londunum, felagið virkar í.
Heildar flutningstænasta
Samflutningur — hurð til hurð tænastur
Verugoymsla fyri viðskiftafólk
Servitan um flutning av fiskavørum og hitastýrdum farmi
Umboðstænasta og lossan av fiskiskipum
Tænasta innan flogfrakt
1200 starvsfólk í ymsu londum til tænastu fyri viðskiftafólk
Tænastudenil Eimskips í Foroyum
Tel.:
Heimasíða: www.eimskip.is
Fax: