mikudagur 21. juli 1999síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
NR. 136 - 21. JULI 1999
tíðindablaðið
Nýtir høvdid og kontrabók
Í dag, 21. juli 1999, hevur Fríborg
Danielsen starvast í Krambúðini hjá
,.h
Thomsen á Tvøroyri í 50 ár og hevur
havt 3 ættarlið sum stjórar. Mangt er
broyt hesi árini, tó at Krambúðin, ið
eisini er fyrrverandi Kgl handil, ikki
hevur verið fyri stórvegis
broytingum. Fríborg byrjaði 21 . juli
1949 og var tá 19 ára gomul, men
fylti 20 ár í september, sama dag,
sum Christian Kongur 10., so fólk
hava fyri at siga við Fríborg, at hon
er so kongalig
DAGFINN OLSEN
I dag hevur Friborg Dan-
ielsen starvast í handilsvir-
kinum hjá Thomsen á Tvor-
oyri í fimti ár. Krambúðin
hjá Thomsen á bryggjuøki-
num á Tvøroyri er kanska
ikki so nógv merkt av tíðar-
innar tonn. Har var fyrr Kgl
handilin og síðani kram-
búð. Og at trína innar, er
næstan sum at vitja eitt forn-
minnissavn.
Men tá ein, sum Fríborg,
hevur staðið í handli í 50
ár, so eru tað tó ikki smá-
vegis broytingar, ið eru
farnar fram.
- Ja, mangt er broytt. Í
byrjanini var fiskavasking
og fiskaturking. Tá eg byrj-
aði, vaskaðu tey fisk eystan
fyri krambúðina og síðani
saltaðu tey fiskin. So bóru
mannfólkini fiskin niðan á
fiskaplássið omanfyri kram
búðina. Tá hann hevði ligið
so og so leingi, varð hann
stáplaður, greiðir Fríborg
Danielsen frá.
- Tá veðrið var til tað, so
varð breitt út á fiskaplássið.
Var ov nógv sól, so komu
tey aftur at breiða yvir
stertin á fiskinum, tí tað var
sjálvsagt veikasta staðið á
fiskinum. Tá tey skuldu
koma aftur, so varð ringt við
eini klokku ella flagg varð
koyrt upp, sigur Fríborg
Danielsen, ið minnist hetta,
sum eina stuttliga tíð.
Bakarí var eisini tá. Har
varð alt bakað, bæði breyð,
tvebakkar, føstulåvintsboll-
ar og vinarbreyðini hjá
Thomsen, við súltutoy
ímillum, vóru víðagitin.
Krambúðin tann sama
- Krambúðin er tann sama,
sum hon altíð hevur verið.
Hon hevur eisini verið
kongaligur handil. Penga-
kassin er gamal og virkar
og stendur enn, men vit
kunnu ikki nýta hann, sigur
Fríborg, sum metir penga-
kassan at vera ímóti 100 ár-
um.
- Skrivstovan stendur
sum prýði, og er næsatn eitt
fornminnissavn, greiðir Frí-
borg frá, og henni dámar
væl, tá fólk kemur innar og
fyri stuttum fekk hon fína
vitjan av uttanríkisráðharr-
anum Niels Helveg Peter-
sen, sum vitjaði innar á veg
niðan av bryggjuni og niðan
í Býráðssalin .
Nógv nýta eisini friløtur
at vitja innar at og savnast
til eitt prát á beinkinum í
steðginum á flakavirkinum.
Alt er næstan sum fyrr,
bara tað, at nú er alt pakkað
inn og fyrr var alt í skuffum,
sigur Fríborg
Kaffimyllan
I krambúðini er
ståsilig kaffimylla.
- Vit mala kaffi. At byrja
við mólu vit ikki kaffi, tí tå
kom malið kaffi, men hend-
an myllan hevur verið leingi
og vit hava enn kaffibønur.
Enn keypa nøkur, hóast fólk
eru so von við Gevalia. So
seint sum í gjár, seldi eg fyri
200 krónur til ferðafólk úr
Vágunum, sigur Fríborg.
Fríborg er ikki farin inn í
telduøldina.
- Fg fåist ikki vid teldu,
tað stendur alt úti í pakk-
húsinum, ið vit rópa
Nummar 5. Fyrr róptu vit
tað Sukurstovan, tí har
stóðu sekkir við melis og
slíkum, men har eru so
skrivstovur og teldur nú,
sigur Fríborg.
stor og
Mt
Brúkar høvdid og
kontrabók
- Eg tími ikki at fáast við
teldu, tí betri er at brúka
høvdid. Fer ein fyrst í gongd
við tílíkt, so vendist ikki
aftur, sigur Fríborg, ið við-
gongur, at hon heldur uppá
tað gamla.
Tó verður teljitól við
pappíri nýtt í handlinum og
tá yngri fólk hjálpa til, so
hava tey ofta lummaroknara
men hesum er Fríborg
ímóti, tí kundin sær ikki,
hvat verður trýst inn har
Soleiðis skal ikki vera
so leingi eg eri her, tí tá skal
teljitólið nýtast, so kundin
sær alt. Tey ungu eru von
við lummaroknaran úr skúl-
anum, men eg nýti høvdid,
sigur Fríborg.
Kontrabókin verður enn
nýtt.
- Tá eg byrjaði, vóru
eisini kontrabøkur og tað,
ið vit kalla fastir kundar.
Altid eru tað nøkur, ið
gjalda kontant, men annars
gjalda tey einaferð um mán-
aðin, greiðir Fríborg frá, og
minnist, at fiskaf6lkini ei-
sini skuldu skrivast upp og
lønir roknast út.
Fríborg sigur, at nú eru
ikki so nógv eftir av teim-
um, ið nýta kontrabøkur,
men enn eru tær í nýtslu.
3 ættarlið av stjórum
Fríborg Danielsen minnist
aftur eina góða tíð í Kram-
búðini hjá Thomsen og hon
metir, at so gott fólk at ar-
beiða hjá, skal ein leita
leingi eftir.
- Í dag er Thomas Thom-
sen stjóri. Tá eg byrjaði, var
abbi hansara stjóri, hann
Niels He lveg Petersen
vitjar inni í krambúðini
hjá Thomsen, og
stjórin Thomas
Thomsen greiður
honum frá gomlu
lutunum. Mynd:
nevndist Thomas Thomsen.
Sidani kom Gunnar Thom-
1962, ið var pápi
Thomas, ið er nú, greiðir
Fríborg frá og minnist aftur
á, at tá hon byrjaði, var nú-
verandi stjørin, Thomas, 7
ára gamal.
- Eg kenni ikki, at eg ætli
at gevast, hóast eg verði 69
ár í september, tí eg kenni
ongan aldur á mær. Um tei
so vilja hava meg at halda
fram, er ein onnur søga, so
nú má eg spyrja, um eg skal
koma aftur, skemtar Frí
borg. ið dámar væl at sleppa
út og at hitta fólk og hon
metir eisini, at tað er fyri-
munur fyri handilin at hava
fólk, ið veit um alt, og sum
kennir viðskiftafólkini.
sen í
Veitsla
Fyri 10 árum síðani gjørdist
Fríborg Danielsen einkja.
Sonurin býr í Havn, men
hon væntar hann, svigar-
dóttrina og ommusonin suð-
ur í samband við hátíðar-
haldið, ið handilsvirkið
skipar fyri í samband við 50
ára starvsdagin.
- Ja, her verður móttøka.
Eg vildi ikki hava tað stóra
súsið, tí tá ein hevur verið
so leingi, so eru heldur ikki
so nógv fólk eftir. Tá eg
hevði verið í starvinum í 40
ár, skipaðu teir fyri stórari
veitslu. Tað var ein rimmar
veitsla og dansurin gekk, til
klokkan 5 á morgni. Tón
leikararar komu úr Havn. tí
teir skuldu duga eldri dans
irnar, sigur Fríborg. ið ikk
avvisir, at talan kann blíva
um 60 ára starvsdag eisini
Eg má banka undir
borðið. Eg kenni meg væl
men tað er ein, ið ræður.
sigur Fríborg
Kongalig
Krambúðin hevur verið
Kgl handil. og Fríborg byrj-
aði hjá Thomsen 21 . juli
1949 og var tá 19 ára gom-
ul, men fylti 20 ár í sep-
tember, sama dag, sum
Christian Kongur 10., so
fólk hava fyri at siga við
Friborg, at hon er so konga-
lig.
- Ja, eg eri kongalig og
mær dámar væl tey konga-
- Vit mala kaffi. At byrja
við mólu vit ikki kaffi
kom malið kaffi
hendan myllan hevur verið
leingi og vit hava enn
kaffibónur. Mynd: Aki
Bertholdsen
ti ta
men
ligu fólkini. skemtar Frí
borg. ið ikki er avvis
har Ør <nurd }
so Kansk síni t
lóð
Friborg er sket gårs
o Tr 1g S
mangt at greið
hevur hon gamlan komfyr
vid koli, ti betri hiti finst
ikki. heldur Fríborg. ið fær
kol úr Hvalba og sum
minnist pápan, ið arbeiddi í
koli í Rangabotni og Frí-
borg minnist nógv frá hes-
um í barnaárunum, sum
minnist við gleði.
I dag verður måttøka í
samband við, at Fríborg
hevur starvast hjá Thomsen
í fimti ár.
Sosialurin ynskir Friborg
tillukku vid degnum og alt
tað besta framyvir
Fríborg Danielsen metir gamla pengakassan at nærkast 100 árum. Enn virkar hann
Dagfinn Olsen men verður ikki nýttur. Mynd: Aki Bertholdsen
- …—